Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. januar 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 THIQ — tann biokemiski figgindin I kvikmyndini »The Dis- ease Concept of Alcohol- ism« sigur dr. David L. Ohlms, MD, soleiðis frå um evnid THIQ, id bert finst i heilanum hjá kron- iskum alkoholikarum: „Í læknavísindini nógvar sjúkur kendar, har talan kann vera um ættar- bregði. Hjá sukursjúkum er til dømis í stóran mun talan um ættarbregði. Nakað líknandi er kanska galdandi við hjartasjúk- um. Tá ið læknavísindin leggur til merkis, at ættar- bregði er til staðar við- víkjandi eini ella aðrari sjúku, hevur hon eisini áhuga fyri, um okkurt kemiskt skuldi verið í ólagi hjá teimum menn- iskjunum, ið fáa hesa sjúkuna. Er talan um okk- urt sovorðið hjá kronisk- um alkoholikarum? Vit meina, at vit tey síðstu 10 árini hava kunn- að staðfest eitt biokem- iskt evni hjá alkoholikar- um. Her er frágreiðing um, hvussu hetta gekk fyri seg: Tað byrjaði í Houston í Texas. Ein granskari var í ferð við at gera nakrar læknavísindaligar royndir í samband við krabba- meins-kanningar. Til hes- ar royndir var neyðugt at nýta frískar heilakyknur Sovorðnar kyknur eru ikki so lættar at fáa fatur á; ongar krambúðir eru jú, har tåa ber til at keypa slíkt. Granskarin fór tí saman við legregluni út tíðliga um morgunin til ruskpláss og tílík steð at vita, um onkur »sprittari« skuldi ligið har, sum var deyður um náttina. Hesi »mannalikini« vórðu so koyrd til sjúkrahúsið, har hesin granskarin arbeiddi eru við royndunum í samband við krabbameins-kanning- arnar. Ein dagin sat granskar- in í matarhellini á sjúkra- húsinum saman við fleiri starvsfeløgum. Her fóru teir at tosa um tey úrslit, ið kanningin higartil hevði givið. Og undir hesi sam- reðuni var tað, at gransk- arin knappliga segði: >Ég helt sanniliga ikki, at hes- ir sprittarar tóku heroin«. Hinir læknarnir vóru vanir at taka ímóti spritt- arum á skaðastovuni á sjúkrahúsinum, so teir flentu at hesum. >Hoyr nú her, søgdu teir, »hesi menniskjuni taka avgjørt ikki heroin. Teir hava ikki so mikið sum ráð til at keypa sær eina fløsku av biligum vini.« Alkohol - heroin Granskarin, ið nú fór aftur til kanningarstovuna, hevði fignið ferilin av onkrum, hevði funnið eitt evni í heilanum hjá kron- iskum alkoholikarum, eitt evni, ið hevur neyvan skyldskap við heroin. Hetta evni hevur leingi verið kent av læknavísind ini. Tað verður nevnt Tetrahydro-iso-quinoline, ella fyri at gera tað lættari bert THIQ. Tá ið eitt menniskja fær eina inn- spræning av heroini, verð- ur nakað av evninum nið- urbrotið og broytist til THIQ. Men hesir sprittar- ar høvdu ikki tikið heroin. Og kortini høvdu teir evn- ið THIQ i heilakyknum sínum. Hvussu kundi hetta bera til? Tey kom- andi árini varð nógv granskað til tess at finna út av hesum. Vit fara nú burtur frá granskaranum og tí, ið hann fann út av og fara yvir til nakað, ið er meira fløkt. Men gerst nú ikki erkymlaður. Hetta er ikki so torfert. Men neyðugt er við einum sindri av bio- kemi. Náttúran brovtt Tá ið eitt menniskja, ið ikki er alkoholikari, drekk- ur alkohol, fer tað skjótt úr kroppinum gjegnum livrina; tað tekur um leið ein tíma at fáa ein lítlan úr kroppinum. Í livrini verð- ur alkohol fyrst umbroytt til acetaldehyd. Hetta er eitt sera eitrandi evni, og um tað savnaðist innan í okkum, gjerdust vit álv- arsliga sjúk, ja, vit kundu doyð av tí. Men náttúran hjálpir okkum, soleiðis at vi: sleppa av við hesi evni ógvuliga skjótt. Náttúran umbroytir tað sera vanda- liga til eddikusýru. Síðani fara enn fleiri umbroyt- ingar fram — og eddiku- sýran umbroytist til koldi- oxyd og vatn. Koldioxyd- ið verður útskilt gjøgnum lunguni og vatnið gjøgn- uk nýruni. Hetta er tað, ið hendir, tá ið menniskju, ið ikki hava sjúkuna alkohol- ismu, drekka. Tann sama broytingin fer eisini fram hjá alkoholikarum. Men hjá hesum menniskjum kemur ein broyting aftur- at, ein eyka kemisk broyt- ing SF S0SjalUrn Al Staðfest við prógvum Tað, sum granskarin í Houston fann út av, er síð- ani staðfest við prógvum í hópatali. Hjá alkoholikar um verður eitt lítið sindur eftir av tí eitrandi evnin- um acetaldehyd, ið ikki hvervur. Hetta eiturevnið fer upp í heilan, har tað - aftaná eina sera víttfevn- andi umbroyting — verð- ur verandi; men nú er tað vorðið til hetta umredda evnið THIQ. Vísinda- menn hava gjert ógvar hugtakandi uppdagingar vigðvíkjandi hesum evnin- um. Í fyrsta lagi kann nevn- ast, at hetta evnið verður skapt beinleiðis í heilan- um, og tað verður bert skapt hjá alkoholikarum, ið drekka; tað finst ikki í heilanum hjá eðrum menniskjum, ið drekka alkohol, I ødrum lagi kann nevn- ast, at evnid THIQ i ogvu- liga stóran mun ger ein bundnan at tí. Undir seinna heimsbardaga varð hetta evnið nýtt í sam- bandi við djóra-royndir. Leitað varð eftir einum evni, ið var minni vana- bindandi enn morfin til verkdoyvandi heilivág, og farið varð so undir at nýta THIQ. Hetta evnið vísti seg at vera frálíkt til at taka burtur verk við, men kortini var tað ikki gjor- ligt at nýta tað til menn- iskju. Menn varnaðust skjótt, at tað var nóg meira vanabindandi enn morfin Læknavísindin mátti tískil heilt lata vera at nýta hetta evni; tað var „:gt upp á hillina, har tað síðani lá og savnaði dust Rottur og apur Hitt triðja eyðkenni við THIQ. ið er áhugavert, hevur eisini við vana- bundni at gera. Sum tit kanska vita, eru ávísar rottur, sum tað er ógjer- ligt at fáa til at drekka alkohol. Koyr hesar rott- urnar inn í eitt búr, har ein skál er við vatni, sum eitt lítið sindur av vodka er helt útí. Rotturnar nokta at drekka tað. Tær vilja bart út doyggja av tosta, heldur enn at drekka alko- hol. Men um vit taka tær somu rotturnar og geva teimum bert eina evarska lítla innspræning av evn- inum THIQ í heilan, fara djórini alt fyri eitt at velja alkohol heldur enn vatn Tey fara turnandi avstað gjegnum búrið fyri at koma hagar, ið tey kunnu drekka vatn, sum vodka er í. Tað er í veruleikanum soleiðis. at rotturnar verða meira og meira negdar, tess meira aikohol verður latið í vatnið. Vit hava sostatt tikið rottur, sum als ikki dámdu alko- hol, og broytt tær til alko- holiskar rottur. Alt, ið Nr. 1 — 3. januar 1987 skuldi til, var bert eitt lít- ið sindur av THIQ Aðrar djóraroyndir eru gjerdar við apum, sum eru tey djórini, ið vit reint læknafreðiliga eru mest í ætt við. Vit hava sæð, at so skjótt, sum hetta evnið THIQ er innsprænt í heilakyknurnar á eini apu, so verður tað verandi har. Tað ber til at halda eina apu fría av alkoholi í 7 ár, ið hvussu er. Tá ið apan síðani verður dripin eftir hesi 7 árini, og heilin verð- ur kannaður, vísir tåa seg, at hetta legna evnið THIQ framvegis er har. Hetta fær okkum at hugsa um tilgongdina, í er so væl kend viðvíkjandi sjúkuni alkoholismu. Tak til dømis tey menniskjuni, ið hava verið edrú i 10 ella 25 ár, og so knappliga byrja at drekka aftur? Alkoholikarin fær alt fyri eitt tey somu sjúkratekin- ini, sum tá ið hann drakk fyri 10 ella 25 árum síðani. Hetta er ikki so legið. Menniskju, sum eru alko- holikarar, hava framvegis evnið THIQ í sær, eins og tað var við teimum mannaskaptu alkoholisku apunum og rottunum.« Samandráttur av kvikmynd- g fyrilestrinum >The Desease Concept of Aicohol- ism« eftir David L. Ohlms, M.D Copyright 1983 (e). Út- Whiteaker Company, Belleville, Illinois. givið av Gear;