hósdagur 8. januar 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 8. januar 1987
tíðindablaðið SOSÍalurin 1
Síða 5
vinnu-
politikkur
NÚ UM dagarnar bórust tey tíðindi úr
Tinganesi, at landsstýrið hevur av-
gjørt at loyva 10 ísfiskatrolarum og
tveimum línuskipum at fara eystur í
Barentshavið at fiska tosk. Hetta let-
ur seg gera, tí at landsstýrið við sein-
astu sáttmálasamráðingum við russ-
ar og norðmenn um sinåmillum fiski-
veiði megnaði at fáa tveir so góðar
sáttmálar, at møguleiki gjørdist fyri
at gkja munandi um toskafiskiskapin
har eysturi.
TAÐ er einki annað enn ein sensa-
tión, at tað hevur eydnast okkara
samráðingarmonnum at røkka so
fræg úrslit í samráðingum við onnur
lond um fiskirættindi sum í ár. Tað er
heldur einki dulsmál, at júst leiðslan í
sitandi landsstýri hevur víst sera gott
hegni og dirvi til at fáa góð úrsit í
samráðingunum um sínámillum fiski-
rættindi. Hetta bera tær samráðingar
seinastu nógvu árini, henda leiðslan
hevur verið í Tinganesi, týðiligt prógv
um. Við hesum seinastu samráðing-
unum við norðmenn og russar hava
vit fingið staðfest hesa sannroynd og
kunnu bert fegnast um tað.
NÚ ER tað ikki so, at vit halda, at nak-
að skal takast frá verandi flota, sum
fiskar í Barentshavinum. Tað hevur
vist seg, at saltfiskaflotin hevur fing-
ið eitt sera gott år við teimum kvot-
um vit høvdu í 1986. Tað at vit nú
hava fingið góð 5.000 tons av toski
meira har eysturi er so nakað heilt
nýtt og við hesum hevur landsstýrið
fingið upp í hendurnar eitt heilt nýtt
amboð til at reka ein skilagóðan
fiskivinnupolitikk við.
TAÐ skilagóða í júst hesum er tað, at
vit við at lata 10 ísfiskatrolarar sleppa
at fiska í Barentshavinum avlasta teir
frammanundan hart troyttu botn-
fiskastovnar undir Føroyum. Hetta
man vera nakað, sum ikki minst okk-
ara fiskifrødingar eru fegnir um.
MEN umframt at minka um trýstið á
okkara egnu stovnar, so fáa ísfiska-
trolararnir her eisini ein møguleika at
betra um figgjarliga úrslit sítt. Møgu-
leiki er nevniliga hjá bátunum at salta
ein part av veiðini og harvið kunnu
bæði manning og bátar fáa meira
burturúr — um so er at teir góðu salt-
fiskaprísirnir halda sær.
AT tveir línubátar eisini sleppa at
fiska í Barentshavinum er somuleiðis
at fegnast um, tí árið, ið fór, var ringt
hjá línuskipunum við Labrador. Har-
aftrat vita vit, at tað koma fleiri nýggj
línuskip í flotan í hesum árinum. Sam-
anumtikið er tað tað okkara vón, at
hetta ikki fer at gera, at flakavirkini
fáa minni av fiski, soleiðis at enn
minni verður at gera á hesum fyri
bygdirnar so týðandi arbeiðspláss.
TAÐ er greitt, at tað er svartkjafturin,
sum skapar okkum hesar nýggju
meguleikar at minka um trýstið á
okkara egnu botnfiskastovnar. Her
síggja vit so heilt greitt teir fyrimunir
við at hava svartkjaftin á okkara øki
og at kunna brúka hann sum býtis-
fisk. Men um somu tíð vita vit, at
svartkjafturin gerst meira týdningar-
mikil fiskur alt sum vit royna at gera
dýrari verur burtur úr honum. Hetta
fer so kanska at gera, at vit til kom-
andi samráðingar við norðmenn og
russar hava møguleika at fáa enn
meira fyri svartkjaftin sum býtisfisk.
Tað er ið hvussu so er tann vegin vit
eiga at ganga.
HVAT viðvíkur sáttmálanum við EEC
so hava vit eisini har fingið eitt gott
úrslit, m.a. við tað, at vit ikki lútaðu
fyri krøvunum frá m.a. bretum um at
minka um laksaveiðina enn meira.
TAÐ skal ikki bert vera landstýrisins
rós, at vit hava fingið hesar frægu
fiskiveiðisáttmálar. Eisini tí nýggja
fiskivinnustjóranum eiga vit at geva
eitt herðaklapp fyri dugnaskap á hes-
um so týðandi økinum. Tað var ti utt-
an iva ein rett avgerð, sum landsstyr-
ið tók, tá tað á sinni setti ein fiski-
vinnustjóra. Hann hevur so sanniliga
verið fiskimálaráðharranum og øllum
landsins stýri og ikki minst fiskivinn-
uni ein hollur stuðul. Vónandi fer so
eisini at vera framyvir. Vit ynskja
teimum góðan byrð við arbeiðinum í
nýggja árinum.
UM somu tíð megu vit ásanna, at teir
lunnar, sum vórðu lagdir undir ver-
andi fiskivinnupolitikk fyri nú nógv-
um árum síðani, og sum hevði til
endamál at varðveita og helst økja
um okkara veiðimeguleikar á mið- og
fjarleiðum hava borið miklan åvøkst-
ur við sær, tí í dag kunnu vit nú taka
enn eitt stig við hesum sáttmálum,
nevniliga at verja um okkara egnu
fiskastovnar við at minka um veiðu-
trýstið.
jamú
Opið bræv til landsstýrismannin í heilsumálum, Jógvan
Durhuus
ann ið tegir
samtykkir!
Soleiðis havi eg valt at
kalla yvirskriftina til
hetta persónliga bræv til
tín. Eg skal vera fyrstur
at viðganga, at brævið eg
skrivaði viðvíkjandi
sjúkrasystramanglinum í
pørtum var eitt sindur ir-
oniskt, men eg kann siga,
at hetta varð gjørt við fri-
um vilja — fyrigev at eg
nýti ironi í skriving mini,
men eg kundi ikki bæra
mær.
Sjúkrasystramangulin
er ein veruleiki í hesum
døgum og gerst heldur
ikki betri sum dagarnir
ganga, men latið nú
sjúkrasystraráðið um
hetta — vónandi kunnu
tær fáa síni egnu viður-
skifti skipað við onkrum
itøkiligum, um tú og tínir
menn við lið hava nakran
vilja at hjálpa teimum.
Í brævi mínum til
Dimmalætting nevndi eg
eisini vidurskiftini innan
mitt egna arbeidsøki sum
er tær psykiatrisku deild-
irnar. Altíð hevur mær
dámt væl mítt arbeiði,
men seinastu tíðina hevur
gingið heilt av skriðuni til.
Einasta val eg hevði nú
um ársskiftið var at siga
starv mítt fra mær og er!
eg samstundis vitandi um
tvær sjúkrasystrar, ið
hava verið mínir arbeiðs-
felagar ell árini, at tær
tóku somu avgerð. Tað
dagliga tosið okkum
Nú er aftur eitt ár farið
afturum, og vit hava tikið
tað fyrsta stigið inn í tað
nýggja. Steðga vit á og
líta afturum bak, vilja
nógv av okkum steðga við
onkra hending í farna ári,
sum vit vilja minnast
framum allar aðrar, ann-
aðhvert tað ber gleði ella
sorg við sær.
Hvat tað nýggja árið
hevur at bjóða okkum,
vita vit ikki, men vit vita
so mikið, at eisini í kom-
andi ári vilja vit meta
gleði og sorg, viðgang og
mótgang, hvert um ann-
að, soleiðis sum Kingo
syngur tað:
„Sorrig og glæde de
vandre til hobe, Lykke,
ulykke de gange på rad,
Medgang og modgang hi-
nanden tilråbe, Solskin og
skyer de følges og ad, Jor-
derigs Guld er prægtigt
muld. Himlen er ene af su-
lighed fuld.«
Men hvussu hesar gledir
starvsfelagar millum, hev-
ur bert snúð seg um
trupulleikarnar vit hava
at dragast við hvenn ein-
sata dag, og er hetta ikki
til at halda út í longdini.
Fleiri av sjúkrarektarun-
um hava í farna ári sagt
upp og aðrir ganga nú og
tosa um tað sama. Eg
skilji teir sera væl, at teir
so gera.
Fyri uml. 2 árum síðani
varð eg inni á gólvið á
skrivstovu tínari og tos-
aði við teg um viðurskift-
ini her úti, so tað kann
ikki bera til, at tú kanst
látast óvitandi um hetta.
Eisini hava yvirlæknarnir
her á staðnum klagað um
vidurskiftini, meguliga
fyri tær, men ið hvussu so
er fyri sjukrahusstjøran-
um
Alt hetta eg her havi
nevnt er nú komið til veru-
leika og er ikki bert ein
hóttan, sum tað var í
februar 1986 tá mikil
skriving var í blødunum
um vidurskiftini her úti. Í
eitt heilt ár hevur verið
bíðað eftir onkrari rak-
tión frá myndugleikanna
síðu, men einasta aftur-
svarið hevur verið ein
stumm tegn
Tað má sigast at vera
vánalig reklama fyri ein
tjóðveldislandsstýris-
mann, at vit í 1987 skulu
fara at vera noydd til at
senda tær akuttu psykos-
Ein heilsa
og sorgir, viðgongd og
mótgongd verða býtt út
til tann einstaka, vita vit
ikki. Tað er bert tann eini,
sum veit tað.
Men vit vita tó nakað.
Vit vita, at tann, ið gevur
Harra og Faðir okkara í
himli loyvi til at leiða okk-
um í nýggja árinum,
hann/hon fær kraft til at
bera tað, sum kemur at
meta okkum bæði í sorg
og í gleði, tí vit vita, at all-
ir lutir tæna teimum til
besta sum elska Gud.
Rom. 8,28. Og so vita vit
eisini, at hver dagur í fylgi
við Jesusi vil føra okkum
ein dag nærri málinum,
sum Gud hevur sett okk-
urnar niður aftur til Dan-
markar til viðgerðar. Eg
havi ið hvussu so er funn-
ið útav, hverjir flokkar
ikki fáa mína atkveðu til
komandi val.
Seinasta bræv mítt er
eisini svarað við stumm-
ari tøgn, og taki eg hetta
sum at hvert einasta orð
ið skrivað varð, er satt, tí
annars vildu mótprógvini
komið. Sannleikin man tí
vera, at als einki er gjort
fyri at betra viðurskiftini
innan psykiatrisku deild-
irnar. Tit kunnu ikki vera
hetta bekentir, tað er hó-
ast alt sjúk menniskju ein
hevur við at gera hvenn
einasta dag.
Hervið fer hetta at vera
seinasta orðið frá mínari
síðu — heldur ikki kenni
eg meiri fyri hesum máli
við tað, at eg sjálvur nú
havi vent psykiatriini
bakið og fari at leita mær
annan veg. Eg eri nokk
eisini ein av teimum
mongu, ið ikki orkar at
hverki tosa ella skriva
meir, tí at tosa við teg og
tínar líkar er sum at sláa
inn í eina dýnu.
Eg fari at ynskja tær
eitt gott nýttár — vónandi
tekur tú arbeiðshandskar-
nar uppá í tí nýggja árin-
um, teimum sjúku til
frama.
Vinarliga
Victor Carlsen
um: Ævigt kv heima í
hansara bústaði. Og so
kunna vit eisini syngja
við Kingo:
Við hesum orðum vil eg
bera eina heilsu frá Mein-
igheitshúsinum til øll tey,
sum hava verið við til at
borið, bæði andaliga og
handaliga og takka hjarta-
liga fyri farna árið og
ynskja Guds signing yvir
tað komandi.
Sofus Sivertsen
Lad da min lod og min lykke kun falde
Hvordan min Gud og min Herre han vil
Lad ikkun avind udese sin galde
Lad og kun verden fordrive sit spil
Sorrig skal de saligheds frø
Blomstre fra himmerrigs dejlige Ø.