hósdagur 8. januar 1987síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 3 — 8. januar 1987
— —
Fólkafloks-
herferðin
ímóti Vágoynni
og Norðstreymi
heldur fram
Til seinasta val misti
fólkaflokkurin sítt umboð
í Norðstreymi.
Vit, sum vóru í val-
stríðnum har norðuri,
førdu ógvuliga hart fram,
at fólkafloksumboðið
nyttaði einki fyri ekið, ið
hvussu so er segdu vit í
midstadarøkinum fyri
Norðstreym og eystursíð-
una, at har hendi einki. Í
allari almindiligheit bleiv
-oknað við, at hetta var
vanligur ódugnaskapur.
Nú aftaná valið og 2 ár
ru liðin, er so nógv farið
ram, sum vísir á, at hesin
Ȍstandur var ikki heilt
ættur.
Alt bendir á, at fólka-
floksmenn, ið hava um-
boðað Norðstreym og um-
boðað Vágoynna, hava
havt og hava til uppgávu
at snakka fólkið til rættis,
soleiðis at fólkaflokkurin
kann reka ein miðvísan
centraliseringspolitikk, ið
vil leggja ekið í Vágum og
Norðstreymi búskapar-
liga í oyði.
Hetta hava vit nógv
demi um.
Vit kunnu fyrst og
fremst taka tunnilsgerð-
ina til Norðstreym, har
fólkaflokkurin, tá ið hann
sá, at hetta kundi blíva
veruleiki, legði lógarupp-
skot fyri tingið fyri at
seinka hesari tunnilsgerð-
ini. Hetta tí flokkurin er
vælvitandi um, at hetta
berghol vil hava ógvuliga
stóran týdning bæði fyri
Norðstreym og fyri Vág-
oynna.
Ja, eg vil næstan siga
ein grundleggjandi týdn-
ing fyri framtíðina í hes-
um ekjum.
Sama hendi, tá ið pro-
jektið um tunnilsgerð
undir Vestmannasund
kom fram, tá var Fólka-
flokkurin ógvuliga kvikur
at fáa sín umboðsmann í
Klaksvík at rópa upp um,
at nú skuldi tunnil gerast
har norðuri, soleiðis at ein
semja ikki skuldi kunna
fáast um fast samband
um Vestmannasund.
Fólkaflokkurin arbeiðir
ógvuliga hart fyri at fáa
flogvell lagdan á Glyvurs-
nesi, meðan umboðsmað-
urin í Vágum tosar vága-
menn til rættis, inntil
gravimaskinurnar eru
slopnar í gongd á Glyv-
ursnesi, so er spælið vunn-
ið hjá Fólkaflokkinum og
fólkafloksmaðaurin í Vág-
um kann tosa pent og in-
kassera sínar judaspengar
fyri sína heimaoyggj.
Síða 7
Eisini ætlanin hjá fólka-
floksstýrda SEV-stýrin-
um um at byggja hevuðs-
steð í Havn ber á sama
borð.
Nei! Her rekur fólka-
flokkurin ein miðvísan
oyðingarpolitikk, alt skal
flytast til Havnar, einki
má henda aðrastaðni.
Nú í Dagblaðnum miku-
dagin 7. januar stendur
ein grein um svartkjafta-
studning og verður virk-
semið í Kollafirði hjá Blue
North drigið inn í henda
problematikkin uppá ein
ógvuliga niðursetandi
máta. Og tey fólk og teir,
ið reka virkið har norðuri
og tað virksemi, tað verð-
ur viðgjert uppá ein ser-
ligan fólkafloksmáta.
Meiningin er púra klár.
Tað, sum fólkaflokkurin
ongantíð maktaði: at seta
streymoy skrivar
virksemi á stovn í Kolla-
firði, tað vil hann nú royna
av øllum alvi at niður-
bróta.
Fólkaflokkurin veit væl,
at ell tann rávera, sum
Blue North hevur fingið
og væntandi kemur at fáa,
er ikki grundað á studn-
ing. Verður gongdin sum
ætlað, so skuldi handa
framleiðslan kunnað borið
seg uttan studning og
skuldi helst verið ein
nýggj leið at gingið í
svartkjaftavinnuni.
Tað vil óivað vísa seg
framyvir eisini, at fólka-
flokkurin av ellum alvi vil
reka ein centraliserings-
politikk, og tá ið tað ikki
gongur heilt sum hann
ætlar og hann ikki klárar
seg við teimum »penu
væltalandi monnum“, ja,
so byrjar hann at brú a
Thomas Arabo, tingmaður javnaðarfloksins í Norð-
meira grovar metodur við
lóggávu, útspilling o.s.fr.
Hetta er ásannað í
Norðstreymi, og vága-
menn koma at ásanna
hetta.
Tí vil eg meta, bæði sum
norðstreymingur og sum
vágamaður, at tað at seta
ein kross við fólkaflokkin,
tað er tað sama sum at
ganga búskaparligt sjálv-
morð bæði fyri Vágoynna
og fyri Norðstreym.
Ætlanin er púra greið.
Tí má tað verða okkara
uppgáva, sum ikki hava
nakað við ella vilja hava
nakað við tann flokkin at
gera, at arbeiða enn harð-
ari fyri at menna ekini og
sannfera fólk enn meir
um: at tað at ganga inn
fyri fólkaflokkinum, tað er
tað sama sum at leggja
tað ekið, tú livir i, í oyði.
Thomas Arabo
0009 90 0099 666 60606 0066 6006 6 6 6056060 0000 00 44404
EFTIRÚTBÚGVING
Føroya Byggifrødingafelag skipar í døgunum 28. — 31. januar
1987 fyri skeidi å Hotel Vågar.
Skeidevnini eru hesi:
1. EDV
2. Entreprisu-leidsla
Skeidid vendir sær til virkir, eftirlitsfølk og annars øllum åhug-
adum.
Luttakaragjaldið er kr. 4.100,- íroknað er skeiðtilfar, matur og
innivist.
Fráboðan um luttøku kann fara fram á tlf. 1 5996.
Seinasti fråbodanardagur er 20.01.87.
FØROYA BYGGIFROÐINGAFELAG (0/2
FUGLOYARVEGUR 8 - POSTSMOGA 1349 - 3800 TORSHAVN FOROYAR Ú :U7U
US
tilfar til alihyljar.
Heil- og småsøla
srt TTT
Vit geva fegnir tilboð.
ei
P/F North Atlantic Plast
PLASTRORVIRKIÐ
Vit framleiða og selja vatnleiðingar og kloakrør
Kloak frá ø 40 mm til ø 500 mm.
Vatnleiðingar frå ø 25 mm til ø 500 mm i trýstklassa TN6—TN10.
Septictangar og reinsibrunnar ø 200 — 250 —315 mm, um ynskist
gera vit reinsibrunnar eftir måti.
Vit hava allar tilhoyrandi rørdeildir å goymslu, eisini framleida vit
P/F North Atlantic Plast
BME EET
Plastrørvirkid
á Heygnum Mikla
Tif. 12151
SUN