hósdagur 8. januar 1987síða 19
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? —
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara
Vit eru til reiðar!
ivamåi?
aA
Tær fyrstu grótboriroyndirnar visa, at grótið kann ikki nýtast
Havnin, sum ætlanin er at
byggja í Hesti, verður
helst seinkað nakað. Or-
sekin er tann, at tær
fyrstu grótboringarnar
hava givið eitt heldur
óvæntað úrslit, nevniliga
tað at grótið kann ikki
nýtast til ætlaðu havnina.
Fólk og útgerð hjá
landsverkfreðingsstovn-
inum hava verið í Hesti og
har gjert fleiri boriroyndir
við Toftabeleiðina, sum
liggur einar 600 metrar
norðan fyri bygdina. Ur-
slitið av hesum boringum
er, at grótið er ikki nóg
gott at brúka til tey bæði
stóru grótkastini, sum
gerast skulu.
Johan Niclasen, bygdar-
ráðsformaður í Hesti, sig-
ur, at hetta er eitt stórt
vónbrot, tí hiðani hevði
verið lættast og bíligast
at flutt grót til havnina.
Ein troyst er so tann, at
tann góði beurin har fær
frið.
Uppá fyrispurning hvat
so er at gera, sigur Johan
Niclasen, at teir hava enn
ikki endaliga viðgjert
spurningin, men tað er
greitt, at havnaætlanin
verður seinkað av hesum
og helst verður samlaða
havnaprojektið eisini dýr-
ari, tí neyðugt verður so
at flyta grót aðrastaðni
frá og tá helst ein longri
tein.
Tað hevur verið tosað
um at gera boriroyndir
norðan fyri Rivil, sum er
umleið hálvanannan kilo-
metur frá bygdini Tá
verður so neyðugt at gera
ein rættiliga kostnaðar-
miklan veg til hetta pláss-
ið, um tað vísir seg, at
grótið har kann brúkast
Gamla Rætt!
Tað verða kortini ikki
gjerdar fleiri boriroyndir í
Hesi í hesum umfarinum,
tí nú skal útgerðin flytast
um sundið til Gomlu
Rætt, har teir skulu gera
royndarboringar fyri at
vita, hvar teir fáa tað
besta grótið til nýggju
ferjuleguna har.
Vit spurdu Johan Nicla-
sen, um meguleiki er fyri
at flyta grót frá ekinum
við Gomlu Rætt tvertur
um sundið og brúka tað til
havnina í Hesti eisini. Til
hetta sigur hann, at onkur
hevur nevnt henda megu-
leikan, men meira er tað
so ikki vorðið til enn. Um
hetta hevði borið til og tað
ikki hevði verið ov kostn-
aðarmikið, so hevði tað
verið ein loysn, heldur
Johan Niclasen. Spurn-
ingurin er so, hvussu lík-
indini eru at flyta grót
tvertur um sundið, tí har
er so streymhart.
Spurningurin um, hvar
hestmenn skulu fáa grótið
frá til nýggju havnina,
stendur so í letuni ósvar-
aður. Og tað er einki at
dylja yvir, at Johan Nicla-
sen og aðrir hestmenn eru
ikki sert vónsviknir, tí nú
hava teir bíðað so leingi
eftir hesi havnini.
Vit hava barst fyri at
fáa hesa havnina seinastu
10 árini, og eftir tógvið
stríð við myndugleikarnar
eydnaðist tað okkum at
fáa legtingið at sam-
tykkja í fjør at seta peng-
ar á fíggjarlógina.
Tingið samtykti at
rinda tilsamans 85% av
tilsamans 14 mill. kr. yvir
eitt fimm ára skeið. 1987
er sostatt annað árið at
peningur verður settur av
til havnina í Hesti.
Framtíðin
Johan Niclasen, sum hev-
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Johan Niclasen kundi vera errin, tá tað í fjør eftir á-
haldandi royndir eydnaðist honum at sannfera ting-
menn um, at Hestbygd tervar eina havn
ur rekt formansstarvið í
Hest kommunu trúliga í
nógv ár, vónar, at gongd
fer at koma á havnabygg-
ingina skjótt, hóast hesar
trupulleikarnar.
— Tað skal als eingin ivi
vera um, at tað einasta,
sum kann bjarga framtíð-
ini hjá Hesti og fáa bygd-
ina at nerast aftur er ein
góð fiskivinnuhavn.
Johan Niclasen vísir á,
at bátarnir í farna ári hava
fiskað lítið. Hetta árið
hevur helst verið eitt tað
ringasta í langar tíðir. Við
eini havn hevði borið til at
fingið sær sterri deksfer
og bátarnir hevdu tá
kunnað roynt í verri lík-
indum enn nú.
jan
Heimaútróðurin í Hesti
hevur fullkomiliga svikið í
1986 og hevur hetta árið
verið eitt tað ringasta
fiskiárið í langa tíð