Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. januar 1987síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 BE SOSÍaÍUrn Thomas Arabo avdukar »del og hersk« sjónleik Fólkafloksins: Svend has í Ellefsen ein dukka í sen- traliseringsspæli Fólkafloksins!!! — Svend Åge Ellefsen hevur ógvuliga ofta á tingi gjørt seg »bemerktan« við at verið í eini vissari andstoðu til aðrar partar av flokkinum og hildið nakrar lokalpatriot- iskar roður í tinginum. Her koma hansara óforu sjón- leikaragávur honum væl til hjálpar, men lívið er ikki bara sjónleikur. Lívið er eisini ein veruleiki, skrivar Thomas Arabo, tingmaður Javnaðarfloksins í Norðstreymi í hesi greinini. Greinastubbin, eg skriv- aði nú um dagarnar um Fólkaflokkin, mundi raka nakað meint, soleiðis sum Dagblaðið nú leikar í. (Ikki minni enn á 3 síðum eru tær). Fyrst dulnevnt, so »Vågatingmadurin Åge Ellefsen« og til sidst »Chefideologurin Oli Breckmann«. Lat okkum taka våga- tingmannin fyrst. Hann er jå kendur fyri at kunna skemta seg burtur úr ellum, men tað gongur ikki altíð. Lívið er ikki bara spæl. Hugsi ikki at miðving- um dámar, at ein av »daelsdreingjunum« dreg- ur minar forfedrar inn i eina politiska diskutión. Tað sigur tó nakað um muruna. Svend Áge skrivar um tann framburð, sum hevur verið í Vágoynni í tíðar- skeiðnum frá 1975. Tað er púra rætt, tað hevur verið ein veldigur framburður í oynni. Áge skrivar, at hetta er hent júst, meðan Fólka- flokkurin hevur havt makt, sum hann hevur havt akt. Fólkaflokkurin hevur ongantíð í hesum tíðarskeiði havt makt, sum hann hevur havt akt. Mín góði Áge, seinast, ið flokkurin hevði makt, sum hánn hevði akt, tá vóru vit báðir smádreingir í Miðvágstúni. Tá vóru neyðartíðir og tá kundu teir, sum merktu sviðan ikki senda rokningina til Landskassan og spæla fínir aftaná. Á ja, nógv er broytt. Frá 74 til 78 var Fólka- flokkurin í samgongu und- ir leiðslu av Javnaðar- flokkinum og kláraði Javnaðarflokkurin at halda so væl í nakkanum á honum, at tað kom nógv positivt av skafti í hesum tíðarskeiði. Aftur í 78 til 80 var Fólkaflokkurin í sam- gongu undir leiðslu av Javnaðarflokkinum. Tað gekk toliliga, men tá byrj- aði samstarvið at knirka eina mest tí, at maktin í Fólkaflokkinum var farin frá formanninum Jógvan Sundstein yvir til ein meira ódámligan »floy« undir leiðslu av Óla Breck- mann. Flokkurin var at enda ikki at samstarva við, og tí kom slitið í 80. Frá 80 til 84 var Fólka- flokkurin so í samgongu undir leiðslu av Samband- inum og hevði Sambands- flokkurin ógvuliga trupult við at halda stýr á honum. Í hesum tidarskeidi hendi lítið positivt fyri Vágoynna, og tað sum hendi helst sambandinum at takka fyri. Eitt er tó sikkurt, at hevði Fólka- flokkurin ikki havt Sam- bandsflokkin at hildið í nakkan á sær, so hugsi eg, at tað hevði verið betýði- ligt verri vorðið. Í onkrum máli hevur Fólkaflokkurin tó havt makt sum hann hevur havt akt, og tað, sum vit síggja eftiur, tað er at tað sleðist onkur rokning mill- um 50-60 milliónir. Tað var so úrslitið av tí. Tað, sum er hent síðan, er so, at Fólkaflokkurin í andsteðu kann reka sín sjálvsteðuga politikk av tí, at Sambandsflokkurin sum vera man leggur rættiliga klárt avstznd til flokkin. Áge Ellefsen hevur ógvuliga ofta á tingi gjert seg »bemerktan« við at verið í einari vissari and- steðu til aðrar partar av flokkinum og hildið nakr- ar lokalpatriotiskar reður í tinginum. Her koma hans- ara óferu sjónleikara- gávur honum væl til hjálp- ar, men lívið er ikki bara sjónleikur. Lívið er eisini ein veruleiki. Viðvíkjandi tí eg skriv- aði seinast, so er veru- leikin tann, at Fólkaflokk- urin í tinginum hevur havt eitt uppskot um at seinka tunnilsgerðini millum Kaldbaksbotn og Signabe, ið má metast at vera fyrsta stigið til eitt eff- ektivt ferðslusamband til Vágoynna. Hetta hevur Áge Ellefsen verið við at lagt fram. Viðvíkjandi = uppskoti um fast samband um Vestmannasund, sum Áge Ellefsen eisini kom við, so var tað ein byrging. Eg kann siga Áge Ellefsen, at fyri Norðstreym so ganga bæði vestmenningar og kvívíkingar ímóti eini byrging um Vestmanna- sund, so har var eingin grund hjá mær at atkvøda fyri einum tílíkum upp- skoti. Harafturímóti er Landsstýrið farið í gongd við at kanna tunnilsupp- skotið. Tað stendur eisini fast, at beinanvegin, ið tunnils- uppskotið um Vestmanna- sund kom fram, so kom fólkafloksborgmeistarin i Klaksvík við einum upp- skoti um at gera tunnil- samband til Leirvíkar. Tann, sum fær vinning av einari togan millum hesar báðar landslutir, tað verður centraliseringspoli- tikkur Fólkafloksins. Nei Áge Ellefsen, tú kanst ikki vera so einfold- igúr, at tú ikki dugir at síggja, at tú ert ein dukka í centraliseringsspælinum hjá Fólkaflokkinum undir leiðslu av Óla Breckmann. Heldur hetta fram, sc er einki at ivast í, at tú fært Vágoynna til at blíva eitt ógvuliga vakurt summar- húsumráði, men meir verður tað ikki Viðvíkjandi skrivingini um virksemið í Nor um virksemið í Norð- streym, so vil eg beinan- vegin siga, at við ógvuliga herðum trysti, so fingu vit fyrrverandi landsstýri at ganga við til at seta pen- ing í Blue North og geva studning, men endalig fígging og endaligt virk- semi bleiv ikki stovnsett fyrr enn undir landsstýrinum. kann skjalprógvast. Viðvíkjandi mínum leik- luti í hesum, so vilja fólk, sum lesa kunngerðir í Dimmalætting, síggja, at longu á vári 85 fór eg burt- urúr stjórnini har norðuri. Eg haldi, at ein politikari eigur at vera tann, sum skapar fyritreytirnar fyri virksemi, men eigur ikki at luttaka sjálvur. Hetta átti kanska at verið ein lærupeningur fyri henda góða Áge Ellefsen. Ja, eg vildi næstan sagt »gak du hen og gør lige så«. Nei, góði legtingsmaður »del og hersk« sjónleikin hjá Fólkaflokkinum, hann er lættur at gjegnum- hesum Hetta skoða, og verður spældur runt landið. Endamálið er miðsavn- an, nakað, sum Javnaðar- flokkurin gongur ímóti. Nr. 4 AÐALFUNDUR Vágs Bóltfelags verður leygardagin 24.1.1987. NEVNDIN 10. januar 1987 politisk viðmerk- ing »Paraduuppskot« i ting inum gera hvørki frå ella til, men harafturímót konstruktivt arbeidi. Samgongan ger hetta — arbeidir bædi vid kanning um um Vestmannasunc og flogvallarmeguleikum Ver vísur í tí. Thomas Arabo Beckers TYGARA YNSKI — OKKARA UPPGÁVA BECKERS MALING Tel 13657 Tórshavn