leygardagur 10. januar 1987síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10. januar 1987
Svartkjaftavinnan
má til at standa
Hesa seinastu tíðina hevur verið frammi í fjølmidlunum, at
landsstýrið hevur ongan fiskivinnupolitikk. Vit hava tosað við
Atla Dam, fiskimálaráðharra og spurt hann, hvat hann heldur
um hetta skoðsmálið.
Í samrøduni vísir hann m. a. á, at ætlanin í 1987 er at fáa eini
50.000 tons av svartkjafti vidgjørd til matna umborð á skipum
og eini 10.000 til 15.000 tons á landi. Tá kann tað ikki vera
rímiligt at halda áfram við at geva so stórar studningar.
Og tað serliga ikki, tá hesi 50.000 til 60.000 tonsini av svart-
kjafti, sum verða viðgjord íár, helst skuldu verið til 100.000 til
150.000 tons eftir fáum árum. Tí er augjort neyðugt nú at av-
marka studningin heldur Atli Dam.
— Fert hevur verið fram i
fjølmidlunum nú í seinast-
uni, at landið hevur als
ongan fiskivinnupolitikk.
M.a. reiðarin og
skiparin á nótabátinum
Gullfinni, Regin á Rógvu,
úttalað hetta í bleðunum
og í útvaprinum. Hvat
hevur tú sum fiskimála-
ráðharri at siga til hetta
vánaliga skoðsmálið?
- Tað er einki nýtt, at
hava vit ikki ein fiski-
vinnupolitikk, sum er
skræddaraseymaður til
Regin á Rógvu og Gull-
finn, so hava vit als ongan
fiskivinnupolitikk. Tí eiga
vit ikki at taka hetta út-
talilsi so tungt ella ov
nógv í álvara.
Vit minnast annars, at
Regin á Rógvu nærum
hevur mett, at tað var ikki
meira svartkjaftur til enn
til einar fýra til fimm gu-
anobátar sum Gullfinn, og
at tað tí ikki eigur at
verða latið nakað til verk-
smiðjutrolarar í EF-sjógvi
ella til norðmenn og russ-
ar, so svartkjaftatilfeingið
hevði komið til lítla nyttu,
um tann fiskivinnupolit-
ikkurin skuldi verið fylgd-
ur.
hevur
Fallitkassar!
Regin á Rógvu hevur
sagt, at ein bátur sum
jullfinnur fer ikki at
klára seg uttan tann
rakstrarstudning, sum nú
er avtikin og tað sama
sigur hann um teir nýggju
verksmiðjutrolararnar,
sum hann heldur vera
reinar fallittkassar!
— Tá Regin á Rógvu met-
ir verksmiðjutrolararnar
sum reinar falitkassar, er
tað hansara meting. Tað
fari eg so ikki at spáa um
nú, men vóni bert, at so
fer ikki at vera.
Alt gott at siga um
Regin á Rógvu, reiðari -
Gullfinn. Hann er eitt
fiskiligt far, sum hevur
prógvað, at tað ber til at
veiða svartkjaft í stórum
negdum, men kortini vildi
hann verið fallit fleiri ferð-
ir, um ikki almenn útlegg
uppá einar 19 mill. kr. og
studningar í milliónatali
hevdu hildið honum og
eðrum svartkjaftabátum
á lívi. Tað havi eg so einki
ilt at siga um.
Landskassaútleggini
eru nú partvíst umlegd til
lán í samband við, at bát-
urin varð umfíggjaður, so
vónandi kemur hann at
greiða sínar skyldur kort-
ini.
Atli Dam sigur, at bæði
sitandi og undanfarna
samgonga hava rikið
henda politikkin fyri at
fáa gongd á svartkjafta-
vinnuna. Men hann vísir
tó á, at tað ongantíð hevur
verið ætlanin, at henda
studningsgongd skuldi
vara ævigt.
— Eina ferð má ein
vinna koma at standa á
egnum beinum, og kann
hon ikki tað, so nyttar ikki
at starta upp í so stórum
stíli, at fleiri hundrað tús-
und tons verða flutt til
lands við studningi.
Lærupeningur
Víðari sigur Atli Dam, at
hann hevur ongantíð
grátið um tann pening,
sum er mistur í Giljanesi,
Reynsatindi ella Gullfinni
sum studningur og út-
legg.
— Hetta var lærupen-
ingur fyri at koma í
gongd, men nú skuldu vit
dugað bæði at grulvað og
gingið. Tá ið tað verður
sagt, at nakað av studn-
ingi hevur so lítið uppá
seg, at tað bert skal halda
fram, tí tað snýr seg um
eini 10.000 tons, so er
hetta jú ikki beint.
Alt gott at siga um Gullfinn,
svartkjaft í stórum negdum, men hann hevði verið fle:
| á egnum beinum!!!
Ætlanin er ið hvussu so
er at fáa eini 50.000 tons
gjørd til matna umborð á
skipum og eini 10.000 til
15.000 tons viðgjerd uppi
á landi, og tá kann ikki
vera rímuligt at halda
áfram við at geva so stór-
ar studningar, tí tá skal
alt grundarlagið undir
stuðulsskipanini = broyt-
ast.
Atli Dam sigur víðari,
at tað tykist ikki sum um
tað ber til at fáa prís, fyr
enn ein byrjar at skerpa.
Tað er nú fyrst og fremst
vinnan sjálv, sum skal fáa
tann prísin til vega, sum
skal gera vinnuna rent-
abla.
— Vit miðja ímóti einum
prísi uppá 10-11 kr. kilo
fyri butterfly og fars og
kansa einar 15-16 kr.
skræðuleyst butterfly-
flak. Hetta mugu vit so
royna at fáa í lag. Hvussu
verður við surimifram-
leiðslu er sjálvsagt torfer-
ari at siga, men har skal
prísurin helst liggja mill-
um 25 og 30 kr. Og prísur-
in verður ikki betri bert
við at lata studning.
— Hesi 50.000 til 60.000
tonsini av svartkjafti,
sum verða vidgjørd til
matna í 1987 skuldu helst
vaksið til 100.000 til
150.000 eftir fáum árum,
Síða 3
Svartkjaftatilfeingið hevði komið til lítla nyttu, um
tann fiskivinnupolitikkur, sum Regin á Rógvu sóknast
eftir, hevði verið fylgdur, heldur Atli Dam, fiskimála-
ráðharri
og tí er grund til at av-
marka studningin.
Fiskur til matna
til guanoprís
Nú er studningurin ásett-
ur aftur at galda fyri janu-
ar mánað, tí surimifram-
leiðslan á Bakkafrost
byrjar ikki fyrr enn í
februar, so vónandi verður
meguligt tá at fáa ein pris
fyri landing í Feroyum,
sum ger tað meguligt at
greiða hetta uttan studn-
ing.
Allar kalkulatiónir í
samband við nýggj virki
vísa, at virkini skulu
kunna lata 1.40 kr. pr. kilo
uttan studning, og er tað
nokkso evugt framvegis
at koyra við einum prís
frá virkjunum uppá 30-40
oyru kilo. Tað er næstan
guanoprísur, og tað kann
ikki vera nakað skilagott í
tí at lata fisk til matveru-
virki, sum bert lata guano-
prís.
— Meinar tú tá, at virk-
ini her mugu taka stig til
at hækka prísin til skip-
ini?
Sjálvsagt má ein
rokna við, at virkini vera
so rationell, at tey kunnu
lata ein prís, sum er so
mikið hegur, at bæði skip
og virki klára at greiða
sínar skyldur.
— Ætlanin er at byggja
Framhald á síðu 8
heldur Atli Dam. Hann er eitt fiskiligt far, sum hevur prógvað, at tað ber til at fiska
iri ferðir fallitt, um ikki tað almenna hevði tikið um endan