fríggjadagur 6. desember 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 235 - 6. desember 2002
Nr. 235 - 6. desember 2002
3
Í VARPINUM –
nýggja blaðið við
skráum hjá Sosialin-
um, skal tú finna allar
tær skráir, tú hevur
tørv á
SJÓNVARPSBLAÐ
Eirikur Lindenskov
Í blaðnum í dag fáa lesarar
okkara á fyrsta sinni nýggja
sjónvarps-
og
útvarps-
blaðið, Varpið, sum vit fara
at hava í blaðnum hvønn
fríggjadag.
Tað hevur leingi verið
ætlanin at menna Hygg &
Hoyr til at umfata fleiri
skráir. Nú Televarpið er
farið at senda, og øll húski
harvið fáa lættari atgongd
til nógvar sjónvarpsrásir,
hava vit nýtt høvi at broyta
blaðið við skráunum, sum
nú eitur VARPIÐ.
Hugsanin við nýggja
blaðnum er sjálvandi, at tað
skal liggja frammi alla
vikuna, so fólk har kunnu
fáa eitt yvirlit yvir, hvat er
at síggja á ymsu sjónvarps-
rásunum
og hvat er at
hoyra á teim føroysku út-
varpsrásunum.
Av tekniskum ávum hev-
ur tað ikki borið til at fing-
ið allar skráirnar fyri allar
sjey vikudagarnar frá øll-
um. Vit vænta tó, at hetta
verður fingið í rættlag í
næstu viku.
Tað er Team 85 sum
hevur gjørt lay-outið til
nýggja blaðið, Hestprent
hevur umbrotið, skorið og
heft, og blaðið verður
prentað á Prentmiðstøðini
Allar skráir fáast
í Sosialinum
Felagið Kom og
dansa skipar fyri
stórum jóladansi
leygarkvøldið
DANSUR
Tíðindaskriv
Nú eru jólini í hondum,
og tá er eisini lívligt í
vikuskiftinum.
Nógv
jólaborðhald
eru,
og
nógvir útisetar koma
heim at vitja.
– Alt hetta ger, at sera
nógv fólk leita sær í býin
at dansa og hugna sær
hesi kvøldarnar. Hetta
ger eisini at ringt er at
sleppa inn í tey føstu
dansistøðini og nærum
ógjørligt at fáa pláss at
dansa.
Hetta sigur dansifelag-
ið »Kom og dansa« í
tíðindaskrivi. Felagið fer
at skipa fyri einum
jóladansi, so at fólk, sum
hava hug at fara í býin
fyri at dansa og hugna
sær annars, kunnu gera
tað uttan at standa sum
sild í tunnu.
Tiltakið verður í Ìtrótt-
arhøllini á Hálsi leygar-
kvøldið 7. december, og
vera tað teir vælumtóktu
Twiligth, sum fara at
spæla til dansin.
– Høllin á Hálsi er stór
og og rúmlig, har gott
pláss er at dansa. Borð og
stólar verða sett upp, og
høllin verður pyntað,
eins og møguleiki verður
at keypa okkurt leskandi.
Twiligth hava spælt til
dans í mong ár, og spæla
teir sera góðan og fjøl-
broyttan dansitónleik.
Tiltakið var eisini í
fjør, og var tað sera væl-
eydnað. Einasta lýti við
tiltakinum í fjør var, at í
Batmintonhøllini var at
eitt eyka gólv at lagt
oman á verandi gólv, og
partar av hesum var ikki
serliga vælegnað at
dansa á, men í høllini á
Hálsi er eingin trupuleiki
av hesum,
Fyrireikarnir vóna, at
hetta verður eitt aftur-
vend-andi tiltak til gleði
fyri bæði ung og eldri.
Forsøla av atgongu-
merkjum er í Kunningar-
stovuni í Havn.
Aldursmarkið er sett til
20 ár.
Stórur Jóladansur
á Hálsi
Johnny Gaard, stjóri á Team 85, Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og Høgni Jacobsen,
grafikari á Team 85 skoða nýggja sjónvarps- og útvarpsblaðið hjá Sosialinum, Varpið, tá tað
varð prentað á Prentmiðstøðini mikukvøldið
Mynd: Jonhard Hammer
PostScript Picture
Tele_lysing.eps
C
M
Y
K
3
2
PostScript Picture
L˝sing_tilbo _3.eps