Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. desember 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 235 - 6. desember 2002 Nr. 235 - 6. desember 2002 5 Síðani vit løgdu saman við Havnini, er onki hent í Kollafirði, sum ikki var fyri- reikað framman- undan, sigur Hans Jacob Hansen, sum var bygdaráðs- formaður í Kollafirði KOMMUNU- SAMANLEGGING Áki Bertholdsen – Tað var ikki hetta eg hevði væntað, tá ið vit løgdu saman við Tórshavn- ar Kommunu. Hans Jacob Hansen, sum var borgmeistari í Kolla- firði, tá ið kommununan varð løgd saman við Havn- ini, er ógvuliga vónbrotin av gongdini í Kollafirði, eftir samanleggingina við Tórshavnar Kommunu. Hesa vikuna hava vit havt nakrar greinar í blaðnum um gongdina í Kollafirði, nú hálvt valskeiðið er runn- ið, síðani Kollafjørður legði saman við Havnina. Fyrr í vikuni greiddi Rólant Christensen frá, hvussu misnøgdir kollfirð- ingar vóru við samanlegg- ingini, tí teir hildu, at Tórs- havnar Kommuna hevur gloymt Kollafjørð og at tað hendir alt ov lítið í bygdini og summi halda hinvegin enntá, at Tórshavnar Kommuna mótarbeiðir vinnulívinum í Kollafirði við at taka byggiloyvi frá virkjum, sum annars høvdu fingið byggiloyvi á havna- lagnum. Jákup Suni Joensen, bý- ráðslimur úr Kollafirði í Tórshavnar Býráð helt, at kollfirðingar mugu venja seg við, at nú eru teir partur í einum stórum apparati, sum melur seinni enn teir eru vanir við, men at rætti- liga nógv er í umbúna at gera í Kollafirði í næstu framtíð. Men at Rólant Christen- sen ikki er einsamallur um misnøgdina, váttar Hans Jacob Hansen, sum var borgarstjóri í Kollafirði, tá ið lagt varð saman við Havnina. Hann heldur framvegis, at tað var rætt at leggja saman við Havnina, tí tað fær ikki verið øðrvísi enn at Kollafjørður er betri fyri í eini størri eind. Men samstundis er hann rættiliga ónøgdur við gongdina í Kollafirði síðani samanleggingina. – Tá ið hugsað verður um tey lyfti, vit hava fingið, eru kollfirðingar rættiliga ørkymlaðir av gongdini, serliga teir ungu kollfirð- ingarnir. Hann heldur kortini, at framburðurin í Kollafirði er rættiliga nógv tengdur at, hvussu býráðið í Havn er mannað. – Hevði býráðssamgong- an, sum var í Havn fyri kommunuvalið, sloppið at hildið fram við Leivi Han- sen sum borgmeistara, eri eg sannførdur um, at nógv meiri var hent í Kollafirði, enn tað er, tí hann vísti seg at hava áhuga fyri Kolla- firði, sigur Hans Jacob Hansen. Hinvegin heldur hann lítið um Býráðið, sum nú er. – Her er onki hent uttan tað, at havnarlagið er út- bygt. Tað er alla æru vert, men havnaútbygging skal ikki blandast uppí raksturin annars, tí hon er fyri seg og hon kemur eisini allari kommununi til góðar. – Tað skerst ikki burtur, at vit spara Tórshavnar Kommunu ein hóp av peng- um við at byggja út í Kolla- firði, tí tað er nógv bíligari at byggja havn her, enn tað er í Tórshavn. Samstundis var hon fyri- reikað og farin ígongd fyri samanleggingina. Kolla- fjarðar kommuna hevði eisini gjørt avtalu við Kloosterboer. Lovaðu bæði skúla og ítróttarhøll Av øðrum útbyggingingum er púra onki hent í Kolla- firði hesi bæði árini, vit hava verið undir Havnini, sigur Hans Jacob Hansen. Hann sigur, at kollfirð- ingar hava leingi lagt stór- an dent á at fáa skúlan út- bygdan og at fáa ítróttar- høll. Og tað vóru tvær av út- byggingunum, sum Tórs- havnar Kommuna lovaði kollfirðingum, sigur hann. – Tað er eitt rættiliga stórt vónbrot hjá mongum kollfirðingum, at onki er hent á hasum økinum enn. Hann sigur, at enntá var borgarafundur í Kollafirði í fjør og tá lovaði Heðin Mortensen okkum, at ar- beiðið upp á høllina skuldi byrja í ár, men enn er onki hent. – Nú hoyra vit, at tað er eitt áhugafelag, sum skal standa fyri byggingina og tað haldi eg er langt úti. Eg dugi ikki at ímynda mær, hvør hevur hug at standa fyri eini høll í einum áhugafelag. Hann vísir á, at bæði skúlin og ítróttarhøllin standa niðurfeld í sáttmál- anum í millum Tórshavnar Kommunu og Kollafjørð sum ein treyt fyri at leggja saman. Men hóast tað er onki hent. Og tað vóru nógv ung- fólk í Kollafirði, sum at- kvøddu fyri samanlegging mest í teirri vónini, at vit fingu ítróttarhøllina. – Nú vita vit heldur ikki, hvat tað er fyri høll, vit fáa. Tað, sum lá í kortunum var, at vit skuldu hava eina veruliga høll og ikki bara eina venjingarhøll, men nú vita vit ikki. Kollafjarðar Kommuna betaltu eisini í sínari tíð næstan tvær milli- ónir til projektering og til arkitekt, sum hevði teknað skúla og høll í einum, men tað er skúgvað til viks, hóast skúlamyndugleikarn- ir høvdu góðtikið tað við onkrum smáum broyting- um. Og eg skilji ikki, hvussu Tórshavnar Kommuna fær tað at vera bíligari at byggja tveir bygningar, ein til skúla og ein til høll, heldur enn at byggja alt saman. Hans Jacob Hansen fýlist eisini á, at ongi grund- stykki eru í Kollafirði, so fólk fáa ikki sett búgv í Kollafirði. – Gamla bygdaráðið hevði nøkur stykki og hevði givið byggiloyvi, men nú noktar Tórshavnar Komm- una fyri at fólk byggja á stykkjunum. Grundgeving- in skuldi vera, at onki reinsiverk er til kloakkina, men tað er tað ongastaðni í Kollafirði. 20 milliónir í skatti Tí harmast Hans Jacob Hansen um, at Tórshavnar Býráð raðfestir Kollafjørð so niðaliga og at hann skil- ir væl, at nógvir at kollfirð- ingar eru ørkymlaðir av samanleggingini. Hann vísir á, at kollfirð- ingar betala yvir 20 milli- ónir í kommunuskatti til Havnar um árið. Kolla- fjørður var eisini skuldafrí, so tá ið vit løgdu saman, fekk Tórshavnar Kommuna eitt stórt øki, 20 milliónir um árið í skattakrónu um og harafturat áttu vit fimm milliónir á bók- og onga skuld. – So fortreytirnar fyri at bygt út í Kollafirði, skuldi avgjørt verið til staðar, leggur Hans Jacob Hansen afturat. Tórshavnar Komm- una fer helst at betala ferjuleguna einsa- møll, sum nýggja suðuroyarskipið skal brúka. Afturfyri verður havnagjaldið, sum Strandferðslan skal betala, næstan tíggju faldað SUÐUROYAR- SIGLINGIN Áki Bertholdsen Tað er nú líkt til, at Tórs- havnar Býráð sjálvt fer at betala ferjuleguna, sum nýggja suðuroyarskipið skal brúka í Havnini. Men afturfyri skal Strandferðslan betala nógv meiri í havnagjaldi fyri at lata skipa leggja at í Havn. Sjúrður Olsen, sum er limur í havnanevndini hjá Tórshavnar Býráði, sigur, at Býráðið hevur sligið seg til tols við, at tað fer ikki at eydnast at fáa landið at betala ferjuleguna, sum nýggja Suðuroyarskipið skal brúka í Havn, hóast landið betalir havnina, sum skipið skal brúka í Suðuroy. – Vinnumálastýrið hevur boðað okkum frá, at ongin peningur er til endamálið og tað kunnu vit so bara staðfesta. Tí er hugburðurin í Býráðnum nú tann, at so má Býráðið sjálvt gjalda út- byggingina, sum er mett at kosta 34 milliónir. Hann leggur tó dent á, at onki er samtykt í býráðnum um hetta, men at hetta er vanliga áskoðanin í býráðn- um nú. Fær stórar avleiðingar fyri Strandferðsluna Men samstundis er tað greitt, at hetta fer at fáa stórar avleiðingar fyri Strandferðsluna. – Smyril hevur fingið sersømdir frá Tórshavnar Havn og hevur fingið stór- an avsláttur í prísinum fyri at brúka havnalagið í Havn. Sjúrður Olsen sigur, at Smyril betalir ikki meiri enn góðar 600.000 krónur um árið í havnagjaldi til Tórshavnar Havn. Skuldi hann betalt fullan prís eftir støddini, skuldi hann betalt 2,4 milliónir. – Men nýggja suðuroyar- skipið er nógv størri og skal Tórshavnar Havn betala alla ferjuleguna, verður Strandferðslan afturfyri noydd til at betala fullan prís fyri at lata skipið brúka havnina. Sostatt verður Strandferðslan noydd til at betala 4,4 milliónir um árið í havnagjaldi til Tórshavnar Havn um árið. Hóast tað er ein kostnað- armikil útbygging, sum Tórshavnar Kommuna heldur, at landið eigur at betala, eru tað eisini fyri- munir við, at kommunan betalir hana sjálv. – Fyrimunurin er, at be- tala vit útbyggingina sjálv- ir, verða tað eisini vit, sum eiga havnina og hava ræðis- rættindini yvir henni. Tað merkir, at vit kunnu altíð taka ferjuleguna til aðra nýtslu seinni, halda vit at tað tænir kommununi betri enn at lata hana verða til taks hjá suðuroyarskipinum og so má tað flyta onkra aðrastaðni. – Og í grundini dámar býráðslimum tað minst líka væl, sum at lata landið haav ræðið á einum parti av havnalagnum mitt í Havn- ini, sigur Sjúrður Olsen. Útbyggingin má loysa seg Jan Christiansen, borgar- stjóri sigur, at enn er onki greitt, hvussu verður við ferjuleguni við Smyrli. – Og vit gera onki, fyrr- enn tað er púra greitt, hvør skal betala hvat, leggur hann dent á. Jan Christiansen sigur, at vil landsstýrið ikki betala ferjuleguna, má Strand- ferðslan betala brúkargjald fyri at brúka havnina. Hann sigur, at hann fram- vegis ikki skilir, hvussu landið kann loyva sær at betala havnina, sum skipið skal brúka í Suðuroy, men ikki havnina, sum skipið skal brúka í høvuðsstaðn- um. – Vit hava boðað Vinnu- málaráðnum frá, at tá ið nýggi Smyril kemur, verður havnagjaldið ásett eftir støddini á skipinum, eins og havnagjaldið hjá øllum øðrum skipum verður ásett. – Og betalir Strandferðsl- an fullan prís, hevur hon eisini krav uppá tær sømdir, sum onnur fáa. Men enn er onki avgjørt, sigur Jan Christiansen. Gamli bygdaráðsformaðurin vónbrotin av samanleggingini – Nógvir kollfirðingar eru ørkymlaðir eftir samanleggingina við Tórshavnar Kommunu og tað skilji eg væl, sigur Hans Jacob Hansen, sum var borgarstjóri í Kollafirði, tá ið kommunurnar løgdu saman Strandferðslan fær stórar eyka útreiðslur frá Tórshavnar Býráð C M Y K 5 4