fríggjadagur 6. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 235 - 6. desember 2002
Nr. 235 - 6. desember 2002
7
Betri góðsku og færri feilir
Altjóða ISO9001 góð-
kenningin skal
tryggja eina betri
góðsku, og í framtíð-
ini verður eisini mun-
andi lættari at finna
møguligar feilir, tí við
skipanini ber til at
skjalprógva gongdina
hjá mjólkini, frá
bónda til handilshyll,
sigur Oyvind Hentze,
virkisleiðari á Mjólk-
arvirkinum hjá MBM
í Hoyvík
GÓÐKENNING
Jón Brian Hvidtfeldt
Mjólkarvirkið hjá MBM
hevur nú fingið altjóða
góðkenning
eftir
ISO9001:2000 standardi-
num. Góðkenningin merk-
ir, at fyritøkan nú kann
skjalprógva, at hon fylgir
altjóða standardum innan
góðsku.
Oyvind Hentze, virkis-
leiðari á Mjólkarvirkinum,
sigur, at á virkinum hevur
verið arbeitt við innaneftir-
liti í nógv ár, men at stórsta
broytingin nú er, at allar
mannagongdir, og alt arb-
eiði er felt niður á pappír.
Endamálið er at virkið til
eina og hvørja tíð skal
kunna skjalprógva góðsk-
una á mjólkini, frá tí at hon
kemur frá bóndanum, með-
an hon fer gjøgnum virkið,
og til hon endar úti hjá
keypmanninum.
Eisini
verða royndir goymdar av
mjólkini,
hvønn
fram-
leiðsludag.
Fyri móttakaran, tvs.
handilsmannin og í síðsta
enda
keyparan,
merkir
broytingin, at er mjólkin
ikki í lagi, so ber til hjá
Mjólkarvirkinum at fylgja
mjólkini allan vegin aftur
til bóndan, fyri á tann hátt
at finna feilin. Men samtíð-
is gevur hetta so eisini
virkinum møguleika fyri at
mótprógva klagur, vísir tað
seg, at mjólkin var í lagi, tá
hon varð latin handils-
manninum.
ISO9001:2000 góðkenn-
ingin hjá Mjólkarvirkinum
fevnir um alla móttøku av
mjólk frá bøndunum, allar
framleiðslu og sølu av
mjólk og mjólkarúrdrátt-
um, umframt søluna av
leskidrykkinum Pop-Top.
Umfatandi arbeiði
Nógv arbeiði, ikki minst
pappírsarbeiði, liggur aftan
fyri eina ISO-góðkenning.
Oyvind Hentze sigur, at á
Mjólkarvirkinum hevur eitt
fólk tikið sær av fyrireik-
ingunum at kalla burturav í
umleið eitt ár.
Eisini fer ISO-góðkenn-
ingin at elva til nakað av
eykaarbeiði hjá starvsfólki-
num á Mjólkarvirkinum,
millum annað verða tað
nøkur fleiri skjøl at útfylla.
Men virkisleiðarin sigur, at
starvsfólkini hava tikið væl
ímóti ætlanini hjá leiðsluni
at náa altjóða góðkenning-
ini, og eru til reiðar at liva
upp til góðkenningina. Tí
ISO-góðkenningin krevur,
at virkið skal gerast betri og
betri alla tíðina.
- Sjálvt um vit nú hava
fingið hesa góðkenning, so
kunnu vit ikki seta okkum
afturá. Tvær ferðir um árið
kemur eftirlitið at kanna,
um vit framvegis liva upp
til góðkenningina, og innan
trý ár skal øll góðskuskip-
anin góðkennast av nýggj-
um, vísir Oyvind Hentze á,
og leggur afturat:
- Eitt krav er eisini, at
virkið alla tíðina skal gera
skipanina betri, millum
annað so feilirnir gerast
færri, og góðskan saman-
umtikið betri.
Endamálið er at nøkta
krøvini frá kundum og
myndugleikum á føroyska
marknaðinum, og í øðrum
lagi at menna innanhýsis
skipanir, sum tryggja, at
MBM kann skjalprógva, at
krøvini, fyritøkan setur sær
sjálvari, verða yvirhildin.
Skipanin leggur upp til,
at øll liðini í framleiðsluni
eru kundar hjá hvørjum
øðrum, t.d. er goymslan
kundi hjá framleiðarunum,
tvs. bøndunum, og so fram-
vegis. Á henda hátt kunnu
framleiðsluliðirnir
hava
eftirlit við hvørjum øðrum.
Eisini krevur ISO9001
góðkenningin, at Mjólkar-
virkið tvær ferðir um árið
skal spyrja keypararnar um
teirra meting av góðskuni á
mjólkini, mjólkaúrdráttun-
um og Pop-Top.
Fer at geva úrslit
Oyvind Hentze, virkisleið-
ari á Mjólkarvirkinum,
væntar,
at
altjóða
ISO9001:2000 góðkenn-
ingin fer at síggjast aftur.
- Eg vænti, at góðskan
gerst betri, og feilirnir
færri. Og hetta tilsamans
skuldi givið nøgdari við-
skiftafólk, sigur Oyvid
Hentze. ISO-góðkenningin
kann harumframt nýtast í
marknaðarføringini
av
virkinum.
Eirikur Thorvaldsson, stjóri á
MBM, fær her ISO9001:2000
góðkenningina handaða.
Góðkenningin fevnir um alla
móttøku av mjólk,
framleiðslu og sølu av mjólk
og mjólkarúrdráttum
umframt Pop-Top. Aftan fyri
stjóran stendur Oyvind
Hentze, virkisleiðari á
Mjólkarvirkinum.
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
7
6
-Vit hava við hesi ráð-
stevnuni fingið eina
meira realistiska
støðu til alt oljumálið
og eru komin burtur
frá tí at ganga og bíða
eftir at vinna tann
stóra Jackpot vinn-
ingin - yvir til at siga,
at nú er tað hart ar-
beiði, sum skal gerast
fyri at skilja tað heila
betri - og har krevst
tol og áhaldni sigur
formaðurin í Olju-
vinnufelagnum eftir
oljuráðstevnuna í
Havn mikudagin
OLJURÁÐSTEVNA
Jan Müller
Hóast tað er eitt ár síðani
seinastu boring á land-
grunninum, og hóast tað
gongur eitt hálvt ár til tað
næstu boringina, so var
oljuráðstevnan í Norður-
landahúsinum merkt av
bjartskygni
men
eisini
realismu. Ein av teimum,
sum hevur fylgt oljutil-
gongdini øll árini er stjórin
í Atlantsflog og formaðurin
í
Oljuvinnufelagnum,
Magni Arge. Sum orð-
stýrari á ráðstevnuni hevði
hann eisini møguleika at
fylgja serliga væl við fram-
løgunum hjá teimum fimm
operatørfeløgunum, sum
eru á Føroyaøkinum.
Hvat sigur so formaðurin
í Oljuvinnufelagnum eftir
hesa ráðstevnu:
- Fyrstu vónirnar til eina
oljuvinnu og til ein "Jack-
pot" vóru sera stórar í byrj-
anini, bæði frá oljufólkun-
um og okkum sjálvum. Og
tí vóru tær báðar fyrstu
boringarnar eitt vónbrot
fyri mong. Tá Hess so rakti
við olju bøtti tað nakað um.
Men kenslan hevur tó
verið, at tingini hava meira
og minni ligið still í eina
tíð, og tóktist eisini hugurin
at vera væl minni fyri
økinum enn hann var frá
byrjan. Tíðin hevur verið
merkt av mótloysi. Men
tað, sum varð lagt fram á
Oljuráðstevnuni av øllum
feløgunum, vísti hinvegin,
at feløgini meta Føroyaøkið
sum áhugavert, og at tað
verður arbeitt miðvíst við
økinum. Tað kom eisini
fram, at man í dag er komin
til eina meira realistiska
støðu, tí nú verður arbeitt út
frá nøkrum kendum for-
treytum, sum tú ikki hevði
frammanundan. Tá tú fyrr
hevur bygt uppá ódoku-
menteraðar vónir, so hevur
tú í dag eina rættiliga stóra
dokumentatión út frá bor-
ingum og tí nógva seis-
mikkinum og ikki minst út
frá tí so grundleggjandi
fortreytini: at staðfest er ein
virkin oljuskipan í økinum.
Magne Arge heldur, at
framløgurnar frá oljufeløg-
unum góvu eina positiva
mynd, og aftrat tí fekst tú
greitt at vita, at vit mugu
hava tol, tí hetta er nakað,
sum krevur drúgva viðgerð,
tað krevur áhaldandi ar-
beiði og síðani kontinuitet í
arbeiðinum. Tað er ómeta-
liga týdningarmikið fyri at
halda momentum í menn-
ingini av føroyska oljuøkin-
um, at tað verður arbeitt við
tí framhaldandi.
Magni Arge heldur vit
kunnu siga, at tað eru hend
stór framstig í tí at skilja
tað føroyska økið, at tað
verður arbeitt alla tíðina við
hesum og at vitanin harvið
mennist sohvørt.
Formaðurin í Oljuvinnu-
felagnum, sum hevur verið
við í oljutilgongdini bein-
leiðis og óbeinleiðis øll tey
mongu seinastu árini, hevði
eisini varhugan av, at olju-
feløgini veruliga eru til-
reiðar at gera íløgur í ar-
beiðið á landgrunninum - at
tey veruliga vilja "comitta"
seg til hetta arbeiði. -Tað
var sera áhugavert at hoyra
umboð fyri eitt nú Agip,
sum skal bora næsta ár.
Teirra verktætlan er sera
spennandi. Tað er eggjandi
at vita sær, at tá teir nú fara
eftir einum máli - prospekti
- byggir tað eisini á tað,
sum er komið burtur úr hjá
hinum feløgunum - og at
teir hava góðar vónir.
Hann heldur tað eisini
var sera áhugavert at hoyra
umboðini fyri Statoil, BP
og Hess. Eisini har fingu
vit greiðar ábendingar um,
at feløgini arbeiða miðvíst
og við eini ætlan at fara
undir boringar í 2004.
Betri mót
- Hetta gevur mær betri mót
enn eg kanska hevði undan
ráðstevnuni. Vit fingu eina
heilt greiða kenslu av, at tað
verður arbeitt seriøst og
miðvíst við Føroyaøkinum,
og at tað verða gjørd stór
framstig við at skilja um-
ráðið.
Vit hava við hesum fing-
ið eina meira realistiska
støðu til alt hetta málið og
eru komin burtur frá tí at
ganga og bíða eftir at vinna
tann stóra Jackpot vinning-
in yvir til at siga, at nú er
tað hart arbeiði, sum skal
gerast fyri at skilja tað heila
betri og har tað krevst tol
og áhaldni.
Magni Arge sigur, at
hann eftir fundirnar í gjár á
ongan hátt hevur eina fatan
av, at nakað av oljufeløgun-
um vil royna at sleppa
burtur úr økinum og heldur
brúka pengarnar onkra
aðrastaðni. - Man fekk eina
fatan av, at summi feløg
vóru kanska komin longur
at endurskoða sín máta at
arbeiða við tí føroyska
økinum enn onnur vóru.
Men tað var týðuligt, at tey
hava fótað sær aftur og
byggja nú í ávísan mun
uppá eitt nýtt grundarlag,
og har tann reyði tráðurin
er, at tað fer at taka tíð.
Magni Arge heldur eis-
ini, at framløgan hjá
Anadarko var sera áhuga-
verda. - Teir hava alla tíðina
arbeitt út frá tí, at føroya-
økið er eitt torført øki at
arbeiða við, og hava teir
lagt á tann tyngra partin,
sum er at hyggja niður
gjøgnum basaltið, og har
teir leita eftir møguligum
stórum
fundum
undir
basaltinum. Men hóast teir
viðganga, at tað er meira
kompliserað enn kanska
mett frammanundan, so
hava teir ikki mist mótið.
Tvørturímóti tykjast teir
vilja brúka nógva orku
uppá at halda fram við
sínum so týðandi kanning-
um.
- Hvat er so tann mest
týðandi
meldingin
til
føroyska almenningin frá
slíkari ráðstevnu?
- Tað er tann, at her er
eingin skjótur gevinstur at
fáa, men vit vita, at vit hava
eina virkna oljuskipan, vit
hava fingið eitt nógv betri
forstáilsi
fyri,
hvussu
tingini síggja út, og við toli
og áhaldandi arbeiði og við
íløgum í hetta økið, so ivist
eg ikki í, at vit finna
virknar oljuskipanir, sum
eisini fara at løna seg. Men
vit mugu hava tol og stað-
festa, at hetta kann taka
nógv ár.
Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum:
Ráðstevnan gav okkum
eina realistiska vón
Magni Arge, formaður í Oljuvinnufelagnum hevur góðar vóni um eina framtíðar oljuvinnu eftir ráðstevnuna í vikuni