Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. desember 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 13 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Áhugabólkurin aftan fyri Vælskapt Brek handaði týsdagin tveimum feløgum peningagávu. Megin- felag teirra brekaðu í Føroyum og Ítróttar- sambandið fyri brekað fingu 20.000 krónur í part PENINGAGÁVUR Ingrid Bjarnastein Samanlagt hevur fløguút- gávan Vælskapt Brek givið feløgunum MBF og ÍSB 105.000 krónur í part. Sein- asta gávuhandanin var týs- dagin í ÍSB húsunum. Peningurin, sum MBF fekk, fara í tiltaksgrunnin hjá felagnum. Hetta gjørdi Marjun Sigurðsdóttir greitt, tá peningurin varð hand- aður. – Komandi ár verður ár teirra brekaðu, og tá er hent at hava pening at taka til, segði formaðurin millum annað. Peningurin hjá ÍSB fer til eina norðurlendska barna- og ungdómslegu fyri 12 – 16 ára gomul, sum verðr í Føroyum komandi summar. – Henda gávan er ein góður stuðul hjá okkum, tá tað væntandi verða eini 250 fólk við á leguni, sum er fyri menningartarnða, rørslutarnað og tarnað við ringari sjón, segði formað- urin í ÍSB Jógvan Jensen við gávuhandanina. Onki undantak Fløguútgávan »Vælskapt Brek« hevur fingið góða undirtøku millum fólk. So góða, at selt er fyri yvir fjórðingsmillión krónur, og tað eru stigtakararnar sera væl nøgdir við. Tað, sum áhugabóolkurin tó harmast um er, at tey hava onga hjálp fingið frá fíggjarmyndugleikunum. – Hóast vit hava biðið um at fáa undantak frá lógini um meirvirðisgjald, hevur hetta verið noktað okkum. Heldur ikki hevur tað hjálpt, at vit hava víst á, at hetta út í odda og egg hevur verið sjálvboðið arbeiði, ið eingin einstaklingur hevur havt peningaligan vinning av, sigur áhugabólkurin. Um fløguútgávan hevur fingið undantak frá lógini, høvdu 55.000 krónur verið afturat at býtt út millum feløgini bæði. Endamálið við fløguni og tiltakinum var at skapa eina betri fatan av teimum brekaðu og teirra brekum, og ikki minst trupulleikan, sum tey avvarðandi ofta hava at dragast við. – At fólk hava tikið hetta til sín hava vit sæð av søluni, ið hevur verri størri enn vit nakrantíð høvdu torað at droyma um. Sang- irnir hava eisini verið nógv at hoyrt, siga tey í áhuga- bólkinum. – Nú vit meta, at okkara leiklutur í hesum er liðugur, vilja vit bara takka øllum, ið hava hjálpt og stuðlað frá byrjan til enda. Umframt at hava givið fløgu út, var eisini ein plakat gjørd og seld. Hon gav tilsamans 15.000 krón- ur, sum vórðu handaðar barnadeildini á Lands- sjúkrahúsinum í desember 2000. Leiðarin í The Real Group, sum var her til Listastevnuna í ár, gevur føroyska song- fuglinum, Eivør Páls- dóttir góð ummæli á heimasíðuni. Somu- leiðis fáa Yggdrasil og Clickhaze eisini góð ummæli TÓNLEIKUR Ingrid Bjarnastein Í hesum døgum fáa Eivør Pálsdóttir, Yggdrasil og Clickhaze framúr góð um- mæli frá leiðaranum í The Real Group, Peder Karls- son. Á heimasíðuni rósar hann bæði Eivør, Yggdrasil og Clickhaze. – Eivør Pálsdótti er ein 19 ára gomul sangarinda frá Føroyum, sum syngur við eini slíkari innliving, at tú gerst lukkuligur! Í øllum førum verði eg tað. Eg vóni, at fleiri fáa møgu- leikan at síggja hesa uniku sangarinduna og sang- skrivaran, skrivar Peder Karlsson á heimasíðuni. Um Yggdrasil sigur hann, at tað er ein góð blanding av jazz og fólka- tónleiki. – Eivør og yrkjarin, Petur Pólson. Ein óhoyrd suggestiv blanding av yrkingum og rokki. Eg havi veruliga lurta eftir Eivør á hesum trimum fløgunum hon er við á. Hon skiftir stílin og ljóðið í sanginum hjá sær frá sangi til sang.... Hon klívur inn í sangin og letur hann fara ígjøgnum røddina og út í luftina. Undurfult!, skrivar Peder Karlsson at enda. Eivør Pálsdóttir skal nú um vikuskiftið hava tvær jólakonsertir. Eina í Norð- urlandahúsinum leygar- kvøldið, og hina í Ment- anarhúsinum í Fuglafirði, sunnukvøldið. Eivør góð ummæli í Svøríki Vælskapt brek handaði peningagávur Eivør Pálsdóttir fær framúr góð ummæli frá leiðaranum í The Real Group, Peder Karlsson. Peder Karlsson var her saman við bólkinum til Listastevnuna fyrr í ár MBF og ÍSB fingu týsdagin 20.000 krónur í part frá áhugabólkinum »Vælskapt Brek«. Frá vinstru: Anna Suffía Durhuus, Sigrid Sivertsen, Marjun Sigurðsdóttir, Bartal Kass, Jógvan Jensen, Lis Eklund í Niðristovu, Jóhan í Niðristovu og Hilmar Jan Hansen. Jóhannus á Rógvu Joensen vantar á myndini Mynd: Jens Kr. Vang 8 Nr. 235 - 6. desember 2002 Nr. 235 - 6. desember 2002 9 Millum tiltøkini, sum hildin verða í Vágum í samband við, at Vágatunnilin verður tikin í nýtslu, er ein stór gallakonsert í ítróttarhøllini á Giljanesi VÁGATUNNILIN Edvard Joensen Vágar: Stór oyggjakon- sert verður i Vágum leygar- kvøldið 14. december. Lut- takararnir verða allir úr Vágum. Í samband við, at Vágatunnilin verður latin upp, fara sangarar, tónleik- arar og kvøðarar í Vágum at luttaka í gallakonsert á Giljanesi. Tiltakið verður í ítróttarhøllini klokkan átta leygarkvøldið í næstu viku. Mads Karlo Johannsen sum vegna samskipanar- bólkin hjá Felagskommun- uni í Vágum stendur fyri teimum tónleikaligu tiltøk- unum, sum verða í sam- band við tunnilin, sigur, at hetta er ein møguleiki hjá tónleikalívinum í Vágum at vísa, hvat tey duga til, sum Mads tekur til. Konsertin er skipa í tveir partar. Byrjað verður við barnakóri, og endað verður við felagssangi. Fyrri parturin av konsert- ini er mest sangur. Tó so, at Sørvágs tónleikarafelag endar tann partin. Seinni partur er hinvegin mest tón- leikabólkar, tó við Vága Dansifelag sum einum íleggi inn ímillum. Luttakararnir fáa átta minuttir í part til sína skrá, og fyrireikararnir heita á øll um at vera tilreiðar, tá tey eiga tørn, so sum minst av tíð fer til at bíða. Sjálv konserrtin endar við, at miðvágsbólkurin Bimbs fer at spæla Fagra blóma, sum áhoyrararnir so fáa høvi at syngja sum fel- agssang. Ætlanin er so, at Vága Dansifelag skal skipa fyri, »at dansa verður út«, sum sagt verður. Ringur verður sligin, og øll verða boðin uppí. Saktans verður onkur løtt vísa, sum tey flestu duga, tikin. Oyggjarkonsert á Giljanesi Fimm dagar fyri, at Vágatunnilin skal takast alment í nýtslu við stórum hátíðar- haldi, ber ikki til at fáa skránna fyri hátíðarhaldið at vita VÁGATUNNILIN Edvard Joensen Vágar: – Skráin verður útflýggjað, tá hon er klár. Tað tekur sína tíð, og fyrr enn hon er endaliga fast- løgd, vil eg einki siga um, hvat fer at henda. Soleiðis svaraði stjórin fyri partafelagnum Vága- tunlinum, tá Sosialurin fyrrapartin hósdagin – fimm dagar áðrenn tunnilin skal latast upp – spurdi eftir skránni fyri hátíðarhaldið. Frætt er umvegis, at ymiskt skal verða gjørt í samband við, at tunnilin skal latast upp. Kór og hornorkestur hava vant í mánavís til hátíðar- haldið, og Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vága- tunlinum, váttar, at Vága- kórið og Vestmanna Sang- kór skulu syngja eina kan- tatu, sum Heini F. Petersen í Sandavági hevur gjørt orð til, og Kári Bæk í Kvívík hevur gjørt lag til. Umframt skal eitt barnakór úr Vág- um syngja við tunnils- munnan, eins og Sørvágs Tónleikarafelag og Vest- manna Hornorkestur í felag skulu framføra okkurt tón- leikaverk. Meira við tunnilsstjórin ikki upplýsa, tí skráin er ikki endaliga avgreidd enn, sigur hann. Hann sigur seg vita, hvat skal henda, men vil ikki upplýsa tað, fyrr enn tað hevur verið runt til viðmerkingar, sigur hann. Tó viðgongur hann, at eitt bilafylgi skal koyra gjøgnum tunnilin. Sosial- urin hevur aðrastaðni frætt, at talan er um eitt fylgi av ellisakførum, sum skal við Ternuni seinasta túr av Vestmanna yvir á Oyrar- gjógv, haðani fylgið tekur VIP’arar, sum har eru komnir, uppí, og flytir fyrst suður til tunnilsmunnan. Eftir at snórurin so er kliptur, skal fylgið koyra gjøgnum undirsjóvartunni- lin, runt rundkoyringina í Leynum og vestur aftur, hava vit skilt. Hvør og hvussu nógv skulu halda røðu, vil stjórin fyri partafelagnum Vágatunlinum ikki upp- lýsa. Ikki annað enn, at røð- ur verða hildnar. Hann vil heldur ikki uplýsa, hvør skal klippa snórin. – Skráin verður gjørd endaliga liðug í dag ella í morgin, segði Dávur Rein- ert Hansen við Sosialin fyrrapartin hósdagin. Loyniligt hátíðarhald Stóra oyggjarkonsertin verður í ítróttarhøllini á Giljanesi Ókend ferðaætlan Ferðaætlan og prísir fyri at koyra við bussunum hjá Bygdaleiðum undir Vestmannasundi eru enn ikki kunn- gjørd VÁGATUNNILIN Edvard Joensen Vágar: Fasta samband- ið undir Vestmannasundi er ein líkning við nógv- um ókendum. Í skrivandi stund veit almenningurn ikki, hvussu verður við ferðsluni hjá Bygdaleið- um undir Vestmanna- sundi. Fólk, sum daliga ferð- ast um Vestmannasund, fregnast dúgliga um, hvussu verður við ferða- ætlan og ikki minst prísi, nú koyrast skal heldur enn siglast. Pendlararnir hugsa sum vera man mest um mánaðar- kortini, men sjálvandi eisini um, hvussu nógvir túrar verða koyrdir. Fyrrapartin hósdagin varð roynt at fáa eina viðmerking frá Strand- faraskipum Landisins fyri at frætta, hvussu støðan er í løtuni. Men hvørki stjórin á Strand- ferðsluni ella fólkaflutn- ingsleiðarin vóru at hitta. Teir sótu á fundi. Hvat fundarvirksemið gekk út uppá, og um teir vóru á sama fundi, bar ikki til at fáa upplýst. Sostatt ganga fólk, sum ferðast regluliga um Vestmannasund, í óvissu um rutur og prísir, nú bara fimm dagar resta í, til Ternan verður løgd. Nógv fólk var komið saman, tá fyrsta skotið fyri Vágatunlinum varð skotið á Vágalandinum. Væntandi verður eisini heilt nógv fólk, sum ætlar sær at vera til staðar, tá latið verður upp. Men enn veit eingin, uttan leiðslan fyri Vágatunlinum, hvat fer at henda C M Y K 9 8