týsdagur 13. januar 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 —
13. januar 1987
Niclas Joensen, formaður í Flogbóltssambandinum :
— Vit fara helst at
klaga um hendingina í | treytirnar, áðrenn
dysturin byrjaði
Trongisvågi
Leygardagin skuldu bædi
vera flogbóltur og hond-
bóltur í ítróttarhellini i
Trongisvági.
Men tað letur til, at illa
gongst at fáa hetta at
passa saman.
i øllum feri hendi so tað
heldur óvanliga, at eftir-
litsmaðurin i ítróttar-
hellini undir 4. setti av
flogbóltsdystinum í 3.
deild millum TB og Fleyr
6 kom og tók netið niður
undir dystinum, so dyst-
urin mátti steðga.
Hetta hendi kl. 14.00,
ella eitt korter eftir ath
ondbóltsdysturin var sett-
ur at byrja.
Niclas Joensen, formað-
ur í Flogbóltssamband-
inum, sgiur, at hann er
ógvuliga bilsin um hetta,
sum hendi.
— Spælararnir hjá Fleyr
komu suður til Tveroyrar
um hálvgum eitt tíðina, og
dysturin byrjaði kl. uml.
12.45. Kl. 14 stendur úr-
slitið í settum á 2—1, og
fjórða settið var júst
byrjað, tá eftirlitsmaðurin
kom og tók netið niður.
— Vit halda, at hetta
var heilt óneyðugt. Dyst-
urin millum TB okg Fleyr
6 hevði ikki vart so langt
út um kl. 14, so tað skuldi
ikki verið til hindurs fyri
hondbóltsdystirnar.
- Tað mátti eisini borið
til at leikt tveir hondbólts-
dystir upp á minni enn
tríggjar tímar.
— Men fara tit at gera
nakað við málið?
— Tað er ikki greitt enn,
sigur Niclas Joensen.
Vit fara fyrst og fremst at
viðgera málið á einum
fundi, og tað er ikki óhugs-
andi at vit fara at senda
eina klagu um málið.
— Vit hava eina avtalu
við Hondbóltssambandið
um at ein byrjaður dystur
skal gerast liðugur, áðr-
enn hini sleppa framat.
T.d. kunnu vit nevna, at
tvey flogbóltslið hetta
vikuskifti bíðaðu í ein
hálvan tíma til ein hond-
bóltsdystur var liðugur,
áðrenn vit sluppu framat.
Og tað mafti eisini latið
seg gjørt at bíða nakrar
minuttir við hasum hond-
bóltsdystunum á Tver-
oyri, soleiðis at vit kundu
gjørt okkum lidnar. Teir
hava eisini meguleika at
sytta hálvleikssteðgirnar,
um tíðin knípir.
Men í øllum føri eru
vit harmir um, at slikt
hendir, og vit kunnu ikki
lata slikt fara fram vid
bordinum, uttan at vit
gera vart vid tad, sigur
Niclas Joensen, formaður i
Flogbóltssambandinum at
enda i stuttari viðmerking
til Itrottarsosialin.
sj
Sigurdbjørn Niclasen, hallareftirlitsmaður:
— Teir
Veruleikin viðvíkjandi
hasum flogbóltsdystinum
í Trongisvági var tann, at
tvey hondbóltslið úr Vest-
manna komu við
Smyrli kl. 1230 og
skuldu 1. deildarliðini hjá
TB og VIF spæla kl.
13.45, medan 3. deildar-
liðini hjá somu feløgum
skuldu spæla aftaná.
Hetta sigur Sigurdbjern
Niclasen, hallareftirlits-
maður í Trongisvági, og
hann heldur fram:
— Steðan er nú soleiðis
her, at tað er ógjerligt at
hava bæði hondbólt og
flogbólt her samstundis,
tá lið koma norðaneftir.
Tað hevur so ofta víst seg
at liggja illa fyri at halda
tíðirnar, og tað havi eg eis-
ini gjert teimum vart við.
— Eg segði vil flogbólts-
liðið hjá TB áðrenn dyst-
in, at tíðin kom at vera
sera knepp, men teir vildu
taka meguleikan kortini,
suður
sjálvt um teir fingu at
vita, at kl. 14.00 varð
dysturin stedgadur, um
hann ikki var lidugur.
— So teir vistu treyt-
irnar, men kortini valdu
teir at spæla tå, og tå
klokkan var vorðin 14,
tíðindablaðið
vistu
stedgadi eg so dystinum
fyri at geva plåss fyri
hondbóltinum, sum eftir
skránni skuldi byrja kl
13.45.
Tað er soleiðis leyg-
ardag her, at um lið koma
norðaneftir, so skulu dyst-
irnir spælast millum kl. 13
og 17, um liðini skulu
sleppa norðuraftur við
Smyrli. Tí er tað sera trup-
ult at fáa bæði flogbólt og
hondbólt at passa inn í
hetta tíðarskemaið. Tað
átti at borið til hjá Flog-
bóltssambandinum og
Hondbóltssambandinum
at skipa soleiðis fyri, at
hesar báðar ítróttargrein-
arnar ikki vóru sama dag,
tí tað eru fleiri aðrir møgu-
Tit ringja
Síða 11
koma suður
hava t.d
leikar við at
fyrr, ella við at
hondbóltin
flogbóltin sunnudag
Men
hevði eg boðað flogbólts
leygardag og
sum sagt, so
fólkunum frá framman-
undan, at kl. 14.00 varð
dysturin slitin, um hann
ikki var liðugur tá, so tey
kendu treytirnar. Men tey
valdu at spæla kortini,
og hatta gjørdist so úr-
slitið, sigur Sigurdbjern
Niclasen, hallareftirlits-
maður í Trongisvági, at
enda í stuttari viðmerking
til Ítróttarsosialin
sj.
— vit skriva
Ringið teiefon
IN 11820