Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. januar 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 tíðindablaðið Gentur í judokapping Tað, at gentur luttaka í judokapping, er íkki nakað nýtt fyribrigdi. Síðani Judosamband Føroya fyri nøkrum árum síðani byrjaði at fyriskipa judokappingar fyri lið, skipað sum ein landskapp- ing, hava feløgini havt møguleika at tekna lið til við gentu- og kvinnu- manningum Men tunnligt hevur ver- ið. Hóast judo er ein ítrótt- ur fyri bæði gentur og dreingir, so hava dreingir- nir verið so nógv fleiri í tali, at genturnar síggjast ikki aftur. Fyri nekrum árum síð- ani teknaði Havnar Judo- felag eitt gentulið til, men við tað at bert tað eina gentuliðið var, gjerdist eingin liðkapping fyri gentur tað árið. Í ár teknaði Klaksvíkar Judofelag eitt gentulið til liðkappingina. Men tað gjordist einasta gentuliðið í kappingini, so liðkapping bleiv ikki talan um. Men eftir sum gentur- nar vóru áhugaðar fyri at luttaka í kappingini, metti Judosambandið at tær áttu at fáa hevi at royna seg. Tí var avgjørt at gera einstaklingakappingar fyri gentur samstundis sum liðkappingin fer fram. Fyrsta tílíka kappingin var í Klaksvík sunnudag- in. Tá kappaðust gentur í tveimum bólkum, — 38 kg. og —48 kg. Úrslitið gjørdist: —38 kg.: 1. Annika Nielsen, KJF 2. Mathilda Svestein, KJF 3. Meta Sunrid Dahl, KJF —48 kg.: 1. Maiken Festirstein, KJF 2. Joan Hejsted, KJF 3. Vivian Lind, KJF Ætlanin er at halda fram við tilikum kappingum fyri gentur. Higartil eru tad bert gentur i Klaksvikar Judo- felag. sum hava vist åhuga fyri kappingunum i år, men um tað eru onnur judofeløg, sum hava gent- ur, ið hava áhuga at lut- taka i kappingini, so fåa tær eisini høvi til tad i komandi kappingarumfør- um. Í londunum uttan um okkum eru judokappingar fyri gentur og kvinnur rættiliga vanligar, og royndir vísa, at tað er millum kvinnurnar, at ein finnur teir bestu og mest undirhaldandi judodystir- nar. Tað vísir seg nevni- liga at vera so, at dreingir og menn nýta meira vødd- arnar, meðan kvinnur og gentur gera sterri nýtslu av teknikki, tá tær royna seg í judodysti. Í 1989 verður NM í judo í Feroyum. Tá kunnu kvinnur royna seg, og um vit í Feroyum tá hava skikkaðar kvinnuligar judoíðkarar, ið kunnu met- ast at hava meguleika at royna seg í kappingini, so er tað ikki ógjorligt tá Men í øllum førum ar- beiðir Judosambandið fram í móti, at vit í Fer- oyum fáa bæði kvinnur og menn, ið gerast so stinn í judo, at tey við góðum rætti kunnu royna seg í al- tjóða kappingum. Nr. 5 — 13. januar 1987 Klaksvíkar Judofelag stinnarl Sunnudagin var fyrsta umfar av liðkappingini i judo leikt i Klaksvik mill- um Klaksvikar og Havnar Judofelag Kappast varð í dreingja- . unglinga- og mansdeild ini, og vann KJF dreingja- og mansdystirnar, meðan HJF vann unglingadeyst in Í dreingjadeildini vann KJF å HJFa vid 6-4 og leikstigunum 30-17 Gimmi Svestein, Louis Balsa og Eliesar N. Lyder- sen vunnu fyri KJF, medan Olavur Debes og Bugvi Poulsen vunnu fyri HJF Dystin millum KJF og HJF b vann KJF 8-2 vid leikstigunum 35-5. Her vunnu Kåri Regin Jacob- sen, André Matras, Louis Balsa og Eliesar N. Lyder sen fyri KJF, meðan lan Johannesen vann fyri HJF Í unglingadeildini vann HJF 8-2 å KJF vid leik stigunum 37-5 John Thomsen, Ragnar Joen- sen, Ingi Skougaard og Marner Olsen vunnu fyri HJF, meðan Odd Svøstein vann fyri KJF Mansdeildina vann KJF 6-4 å HJF. Leikstigini vóru 27-20. Josef Grettirs son, Marni Isaksen og Birgir Christiansen vunnu fyri KJF, og Benny Ej- desgaard og Jåkup Poul- sen vunnu fyri HJF. Næsta umfar av iið- Dreingjalandsliðið við í NM 87 Feroyska dreingjalands- liðið verður aftur í ár við í NM í fótbólti, sum verður í Sveríki í summar. Uttekukapping hevur longu verið fyrstu ferð og eru nú 44 dreingir slopnir igjøgnum til næstu út- tekukappingina, ið verður í Tórshavn tann 24. janu- ar. Ætlanin er at 22 dreingir = skulu halda áfram at venja til NM verður síðst í juli, og verða teir úttiknir eftir venjing- ina í Havn 24. januar Enn er eingin skrå løgd fyri árið, men væntandi verður farið á venjingar- legu eina viku framman- undan NM. Hendan venj- ingarlegan verður ivaleyst hildin í Sveríki ella Dan- mark. Páll Joensen, venjari, sigur at í ár verður kapp- ingin broytt soleiðis, at tað verða tveir bólkar við liðum í hverjum. Hetta kemst av, at Ongland og V.Týskland eru boðin við í kappingina, tó at tey ikki kunnu kallast norðurlond I fjør luttóku feroyingar eisini í NM, og var úrslitið tað besta nakrantíð, sjálvt um tað var langt frá at kunna kallast gott. Tveir teir fyrstu dagarnir vóru út av lagi vánaligir, með- an tann triði vísti at føroy- ingar kunnu gera seg galdandi. Dreingirnir bardu seg til eitt heiður- ligt úrslit, har svenskarnir scoraðu í fyrsta min. uppá brotsspark og aftur í end- anum av dystinum kappingini í judo verður á Oyrabakka 25. januar, og tá skulu Sunda- og Klaks- víkar Judofelag royna seg. sj. Urslitið gjørdist 2-1 til Svøriki. Høvdu svenskar- arnir scorað seks mål meira i kappingini høvdu teir verið norðurlendskir meistarar og feroyingar- nir gjørdu sítt til at tað ikki bleiv so. Annars taptu Feroyar 4-1 ímóti Íslandi og 2-1 ímóti Finn- landi Páll Joensen sigur, at hann aftur í ár fær ein hjálparvenjara afturat sær, og verður tað megu- liga Martin Nudgent eis- ini úr LÍF. EHH