Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 6 — 15. januar 1987 Morðroynd ella hvussu? Alvarsligt ljóðar tað i øll- im førum — hålvavegna kvaldur vid hálsturri- klæðnum og síðan munnin kílaðan fullan av kava. Hesi tíðindi lesa vit í Oyggjatíðindum og Dimmalætting nú um dag arnar Einki av hesum varð gjørt av óvárt, men við vilja, skilst. At hin so ó- vart álopni ikki kvaldist, er neyvan álopsmanninum fyri at takka, men teim- um, sum komu til hjálpar Eftir øllum at døma, so hevði hin álopni heldur ikki á nakran hátt gjert seg inn á álopsmannin, men bert fyri friðar sakir biðið hann komið út undir veggin at práta við seg, heldur enn at elva til >pol- itiskan« ófrið í dansihøl- inum. At hetta fær fylgjur fyri álopsmannin er væntandi, áðrenn hann fær gjert meira um seg. Tí at tað er kvæmt, vita vit ell — hver minnist ikki jugend- ptruljurnar hjá H itler ella brúnskjúrturnar hjá Mussolini? At siga, at dáraverk, framt av liga harðligum og sunnum fólkafloksungdómi og so einki meira, ber ikki til hetta var van- Hesin persónur var jú for- maður Ungdómsfelag Fólkafioksins í Norð- oyggjum og eingin hevur dult fyri, at álopið varð framt av politiskum áv um, altso í góða gamla fascistiska fólkafloksvit loysinum. Okkum, ið dámar at liva og virka í frið og semju við medmennikskju okkara í hesum samfelagnum eisini saman við politisku mótsteðumonnum okkara, kemur hetta illa við. Tí Fólkaflokkurin við Jógvan Sundstein á odda plagar ferð eftir ferð at vissa okkum um, at hatta er bert hasin ella hasin, ikki flokkurin sum so og so víðari..., tá ólíkindi floksins ella blaðsins hava verið fúlast. Men hvat síggja vit jú meira fyrigevandi og al- fadirligt floksformaðurin ber í betuflaka fyri per sónligu skarnsgerðir flokslimanna, tess fleiri og álvarsligari gerast tær. Av ið ikki sonnum flokkur, eigur heimarætt í okkara upplýsta samfelag. men sum kanska so dánt kundi sloppið upp í part í Suður- afrika. Gomlu garduna i Fólka- flokkinum hava vit lært at vara okkum fyri og Gud havi lov fyri tad, men syndarligari er, at frålika upplýsingin, sum tey yngru hava fingið lut í við góðum skúlum, útvarpi og sjónvarpi, als ikki sýnast at rína við hetta slagið. Orsekina kenna vit nevniliga, at henda muran ikki verður bast við upp- lýsing aleina og, tíanverri kanska, aftra vit okkum við at gera hana kalda við hennara egnu vápnum, júst teimum illgerðum Fólkafloksins, sum »peni« formaðurin í tíð og ótíð hevur úr at gera við at »burturforklåra« sum ótangalótir hjá hesum ella hasum fólkaflokspampara og sum als ikki verandi floksins politikkur. Gud viti, hverji umber ing fólkafloksformaðurin man fara at koma við sum verju fyri ideologiska álop Fólkafloksins á friðarliga klaksvíkingin, sum einki annað hevði gjert til sak- ar, enn av óvart at vera undir taki við komandi ættarliði Fólkafloksins í Klaksvík eina lítla letu Tað skerst ikki burtur, at álopið var politiskt, framt av umboðsvalda for- manni Viljans í Norð- oyggjum, av einum teirra, ið hesin harðræðisflokkur ivaleyst hevur havt sterstu politisku vónir um - júst sum við eðrum Vilja-formanni Fólkafloks- ins. Ræddi Ein vottur Vit, sum hava staðið sum áskoðarar til ultra-hegra- geringina av Fólkaflokkin- um, hava innast inni havt ta lítlu vón, at »réligir og skynsamir menn« sum til dømis Jógvan Sundstein fóru at steðga Óla Breck- mann — um ikki fyri Fer- oya sakir so fyri floksins. Henda vón má nú sigast at hava verið fáfongd. Eg hugsi her ikki bara um tað, at Óli hevur fingið Fólkaflokkin at svíkja túsundáragamlan fer- oyskan sið: at vit skulu halda okkum uttan fyri kríggj og ófrið. Hetta stig er nóg ringt, og tess fylgjur: megulig feroysk hertænasta, amer- ikanskar hersteðir í Fer- oyum við allari teirri sið- spillu og neyð, sum vit síggja aðrastaðni, hesar fylgjur kunnu gerast sein- asta kapitlið í ellum fer- oyskum sjálvstýrisstríði. Eg hugsi eisini um, hvat tað sigur um Fólkaflokk- in, at hann letur seg draga eftir halanum av einum politiskum figuri sum Oia Breckmann. Øll hava sina fortíð — meir og minni. Fólkaflokkurin hevur í vissan mun eina dekka fortíð. Fleiri av teimum nazistum, sum vóru í Fer- oyum undir krígnum, vóru í Fólkaflokkinum. Og tað var ikki bara eina ferð, at fólkafloksreiðarar koyrdu fiskimenn í land, tí teir vóru undir illgruna fyri at halda seg til annan flokk enn Fólkaflokkin. Í 1950- unum — eftir fólkafloks- bankageluna, gjerdist flokkurin sáttligari, var nú »midleingjuflokkur« og fór aftur at leggja dent á føroyskt sjålvbjargni og mótsteðu móti útlendsk- um valdi og hervaldi í Fer- oyum. Skaldið Hákun Djurhuus, fyrrverandi sosialdemokratur, gjerd- ist leiðari floksins, og und- ir hansara leiðslu vann flokkurin sær virðing sum reiðiligur borgarligur flokkur, sum tosast kundi við um til demis sjálvstýr- ismál. Men síðani 1974 hevur ein innantómur og eirinda- leysur maður stýrt Fólka- flokkinum. Við einum full- komiliga ósemiligum og ó- menniskjansligum at- burði og hevur Óli Breck- mann trýst og skumpað og manøvrerad Fólka- flokkin út til hegru, út hagar sum nógvir pengar eru, nógv kúgan og nógv diktatur, men — og tað skal Jógvan Sundstein fáa at vita í hesi letu — har eru ikki nógvar atkveður. So mikið av upplýsing er til um okkara leiðir. Tað, sum Fólkaflokkur- in er við til at leggja rygg til, er t.d. hetta: at heingja fólk út og offra medmenniskjur í svínsk- astu bladskriving, sum nakrantíð er sæð í Feroy- um, at dríva mannahatur og rasismu móti negarum og arabarum og russarum og eðrum, aí útnytta kristindómin, í einum skitnum politiskum spæli og nú til seinast: at vit 45.000 feroyingar skulu fara upp í tann vit- leysa krígsdansin, sum øll onnur royna at trilva seg burtur úr. Spyr í Sveríki, Finnlandi, Eysturríki, Schweiz ella Irlandi um tey ætla sær upp í nakra hernaðarsamgongu. Hetta seinasta stigið: at Fólkaflokkurin nú er ein flokkur, sum umboðar út- lendskt hervald, verður dropin, sum fær bikarið at flóta yvir. Í Sosialinum hevur Jóannes Dalsgaard kunngjert, at Fólkaflokk- urin eftir hansara tykki eigur at haldast uttan fyri politiska ávirkan hereftir. Vit eru mong, sum hava lovað hverjum eðrum mangt slíkt. Jógvan Sundstein skal vita, at tað hereftir verður ein djúp og breið gjógv millum feroy- ingar og Fólkaflokkin, millum teirra, sum vilja hava frið og demokrati og mannavirding, og so teirra, sum vilja hava her- ald og mannahatur og sum fegnast um, at demo- kratiið í Chile „fekk spark- ið< (Dagbl.). Hesari leið Fólkafloks- ins kundi Jógvan Sund- stein havt steðgað. Hann gjørdi tað ikki. Av einum diktaturvini læt hann seg syfta sum ein vett. Pax Síða 7 Koyrilærari um ferðsluóhapp: Veruleikin verður altíð pakkaður inn Herfyri skrivaði Turid Debes Hentze grein í Sos- ialinum um ferðsluvanlukkur og koyring. Henn- ara niðursteða var, at fjølmidlarnir alt ov sjáldan skriva um veruligu orsekina til ferðsluvanlukkur- nar. — Vit balla veruligu orsekina inn í eina rúgvu av uttanumtosi. Veruleikin er tann, at óansni og ov nógv ferð er orsekin til flestu ferðsluvanlukk- ur, skrivaði Turid D. Hentze. Jóannes Hammer, koyrilærari í Suðuroynni, hevur sett seg í samband við blaðið og vil fegin takka Turid fyri ta framúr góðu grein, sum hann málbar seg. Hann fegnast um, at tað endiliga er ein, sum torir at siga veruleikan sum hann er. Jóannes Hammer: — Ferðin hevur allar dagar verið ein trupulleiki — ikki tað at kunna koyra skjótt men at kunna koyra við umhugsni og laga ferðina eftir umsteðunum. Tað eru tær mongu ferðsluvanlukkurnar eitt gott prógv um. Hvussu oftani lesa vit ikki í bleðunum, at bilferarin misti harradømiå í hålkuni. Vit gloyma at spyrja hví og hver orsekin var. Jóannes Hammer vil annars vegna Suðuroyar Teori- og Koyriskúla ynskja ellum viðskiftafólki, samstarvsfelagum og Bileftirlitinum eitt gott nýggjár og tekk fyri tað farna við ynski um eitt betri ferðsluár.