hósdagur 15. januar 1987síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Koyrdu råvøruna í hjolbøru
Nú koyrir bilurin til dyrnar vid toyt og
plastpulvuri, sum er rávoran hjá handska-
virkinum í Haraldssundi.
Eitt av landsins minstu
virkjum í einari av lands-
ins minstu bygdum er
handskavirkið í Haralds-
sundi. Har framleiða tey
arbeiðshandskar til ar-
beiðsfólk, flakafólk og
onnur kring alt landið, so
lítið og einki av tílíkum
handskum verða innflutt-
ir.
Tað var Páll Klettskarð,
sum stovnaði virkið fyri
tíggju árum síðani.
Spurdur um hví tað júst
var eitt handskavirki, ið
Páll fór undir,sigur hann,
at tað var ikki tí, at hann
hevði arbeitt við tílíkum
fyrr, men okkurt skuldi
tað vera, sum egnaði seg í
eini tílíkari lítlari bygd,
sum ikki hevði vegasam-
band við aðrar.
— Eg hevði hugsað um
ymiska framleiðslu. Tað
einasta, ið lá heilt fast,
var, at tað skuldi vera eitt
lítið virki, og her í bygdini
skuldi tað vera. At fáa eitt
virki her í Haraldssundi
var tað týdningarmesta.
Hvat fyri eitt virki hevði
minni at siga, sigur Páll
Klettskarð.
— Pengarnir vóru ikki
nógvir og eg helt, at best
var at byrja í smáum. Eg
bygdi mær eini lítil hús til
virkið at húsast í og ílog-
urnar til tær neyðugu
maskinurnar vóru ikki
stórar. Ein visti jú heldur
ikki, um hetta fór at bera
til, men eftir góðum ári
helt eg meg vera sannferd-
an um, at tað fór at bera
til, sigur Páll.
Arbeiði til trý fólk
Trý fólk arbeiða, á
handskavirkinum. Eitt
virki við trimum fólkum
ljóðar kanska ikki av mikl-
um, men í einari bygd sum
Haraldssundi ger tað
mun.
Húsini, sum Páll bygdi
til handskavirkið, gjerd-
ust og lítil, og fyri hálvum
eðrum ári síðani flutti
virkið inn í nýggj og væl
sterri hús. Við hesum
gjørdust arbeiðsumsteð-
urnar nógv betri hjá teim-
um trimum fólkunum,
sum dagliga arbeiða á
virkinum.
Sela um alt
landið
Tað stendur ikki á at selja
tey 47.000 handskapørini,
sum handskavirkid fram-
- -
5
3
i
i
$
}
og á sleðu
Handskarnir verða fyrst
seymaðir úr toyi, settir á
form og síðani latnir niður
í plastevni
leiðir árliga. Handlarnir
taka væl ímóti, og kemst
hetta sjálvandi av tí, at
tey, sum skulu nýta teir,
eru nøgd
Tað kemur eisini meira
enn so fyri, at Páll upp
ringdur uttan úr heimi
úr Danmark, Noregi og
t.d. úr Grenlandi, har fólk
spyrja eftir handskunun
Hetta kemst helst av, at
útlend nygar hava så ð
forovingar á útlendskur
fiskiførum vta handsk
irnar, so umframt at hava
allan føroyska marknaðin
skuldi verið meguleiki til
at selt nakað av landinum
Páll heldur tó, at um
hetta skal loysa seg. má
tað vera í rættiliga stórum
negdum, men nakað hava
tey selt bæði til Dan-
markar og Grenlands
Góðskuna eru teir avgjort
nøgdir vido, men tað verð-
ur trupult at kappast í
Páll Klettskarð letur væl
at. og tað kann hann eisini
gera. Hann hevur so at
siga allan tann feroyska
marknaðin
Nr. 6 — 15. januar 1987
prísi um talan skal vera
um útflutning
Avgjald verður latið, tá
ráveran verður innflutt,
og síðani skal lidna veran
út aftur. Tá verur aftur
talan um toll og farma
gjald, so trupult verður at
kappast í prísi, men eina
roynd er tað vert, heldur
Páll fyri
Toy og plast
Ráveran hjá handskavirk
inum er toy og plastpulv
ur. Maskinurnar eru ein
seymimaskina, formar til
handskarnar, ein pottur
vid plastevninum og ein
ovnur.
Handskarnir verða fyrst
skornir út i toynum og síð-
ani seymaðir. Tann seym-
aði handskin verður settur
á ein form, sum verður
koyrdur niður í flótandi
plastbaðið. Síðani fer
hann í ovnin og úr ovn-
inum kemur hin lidna ver-
an.
Vegasambandið
hjálpir munandi
At Haraldssund nú hevur
fingið fast vegasamband
við Klaksvíkina merkir
nógv fyri virkið.
Tá eg byrjaði, var
eingin bilur í bygdini.
Tunnur við ráevni komu á
lendingina og máttu vit
rulla tær niðan. Hetta var
bæði tungt og trupult, tí
bratt var. Sekkirnar við
plast-pulvrinum koyrdu
vit niðan við hjólberu og
tá kavi var, brúktu vit
sleðu
Nú verður alt lagt á ein
lastbil í Klaksvík og koyrt
til dyrnar. Sama er tá vit
senda veruna av virk-
inum. Strandferðslubil-
urin steðgar uttan fyri
virkið og koyrir veruna
beinleiðis á pláss.
Páll Klettskarð leggur
aftrat, at hetta hjálpir
sjálvandi almikið um hjá
teimum á virkinum eins
og fyri bygdarfólkið alt.
Hann ivast ikki í, at fasta
sambandið, bygdin hevur
fingið, gevur bygdini
møguleikar, sum hon ong-
antíð hevur havt soleiðis,
at fólk stødast betur eins
og onnur koma til. Hetta
hevur longu víst seg, tí
fleiri nýggj sethús eru
uppkomin hetta seinasta
árið.
tor.-