Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 1987síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Norrøn Heima- virkisframsýning í Norðurlandahúsinum Feroyar hava í mong ar av og á verið umboðaðar á Norrenum Heimavirk- istingum. Norren Heimavirkisting eru 3. hvert ár og Norðurlond skiftast um at vera vert- ur. Feroyskt Heimavirki hevur umboðað Feroyar á hesum tingum og hev- ur síðani XVII Norrena Heimavirkistingið i Tromsø i 1980 havt egn- an bås vid føroysku framsyningarlutunum. i 1983 var heimavirkis- tingid vid framsyning hildið á Nyborg Strand og í 1986 í Kuopio í Finn- landi. Í 1983 var á stjórnar- fundi á Nyborg Strand viðtikið at hava næsta stjórnarfundin i Per- oyum. Hesin fundur varð hildin i døgunum 3. — 6. september 1984. Tveir nevndarlimir komu ur Finnlandi, 2 år Svøriki, 1 úr Noregi, 1 úr Íslandi og úr Danmark mettu 7 fólk. Á fundinum á Nyborg Strand var viðtikið at hava summarlegur fyri heimavirkisfólk, fyri á henda hátt at styrkja norrent samarbeiði. Sve- ríki beyð sær at verða vertur á fyrstu summar- leguni, sum varð hildin á sumri 1984. Danmark beyð sær at verða vertur á sumri 1985 og Noreg á sumri 1986. Á sumri 1987 fer Finnland at verða vertur. Ætlanin er at hava hesa summar- legu í døgunum 27. — 31. juli 1987 á Vihtis heima- virkisskúla nærindis Helsingfors. Hesar = summarlegur hava verið lýstar í blød- unum. Á summarleguni á Kerteminde í Danmark vóru fleiri føroyingar og á summarleguni seinasta summar í Noregi vóru 2 føroyingar. Summer- legan i Finnlandi fer seinni at verða lyst í blødunum. Á stjórnarfundi i før- oyum varå vidtikid, at framsyningin í Finn- landi átti at verða løgd soleiðis til rættis, at hon aftaná kundi verða nýtt sum ein ferðaframsýn- ing, fyri eisini á henda hátt at kunna fólk um heimavirksiarbeiði í Norðurlondum. Alagt varð hverjum landi sær at koma við uppskoti til eina kistu, sum skuldi vera 140x70x72 cm og sum skuldi verða smíðað soleiðis, at tá ið hon varð latin upp. so skuldi fram- sýningin hanga uppi ! kistuni. Hetta fyri at lætta um arbeiðið hjá móttekulandinum, tá ið framsýningin kom fram. Heimavirkisting 0g framsýning var í Kuopio í Finnlandi frá 1. — 5 juli 1986. Síðani hevur framsýningin verið á ymiskum plássum í Finnlandi, haðani hon varð send til Sveríki, Sveríki sendi hana til Danmarkar, sum nú hev- ur sent hana til Feroya. Framsýningin verður í Norðurlandahúsinum seinnu helvt av januar mánað. — Lýst verður í blødum og útvarpi, nær opið verður. Úr Feroyum verður framsýningin send til Noregs, har hon skal verða á ymiskum plássum frá seinnu helvt av februar til miðjuna av mai mánað. Tá verður hon send til Íslands, sum aftaná miðjan apríl skal senda hana aftur til hvert landið sær. Henda lítla frásegn fyri at fólk skal fáa eina hilling á, hvat tað er fyri framsýning, sum verður í Norðurlandahúsinum, sigur Feroyskt Heima- virki í tíðindaskrivi. Orðatakið sigur, at neyðin lærir nakna kvinnu at spinna Spunatráður verð- ur brúktur bæði til at binda og til at veva við til klæðir. Í fyrstani vóru klæðir bert tilvirkað fyri at verma, men sum tíðin leið, og umsteður gjørdust betri, fóru fólk eisini at hugsa um sniðið á klæð- unum. Tí varð neyðugt at skera klæðini til. Fyri at styrkja um seymin og til at prýða um klæðini vórðu bregdað bond nýtt. Um tað var av neyð, at kvinnur lærdu at virka og at bregda, er óvist. Men bondini, sum her verða víst, eru bert gjørd við fingrunum. Her eru ongi amboð nýtt. Kanska var tað av neyð, og tó? Øllum kunnugt, so var fyrr í tíðini trot á viði í Feroyum. Fólk hjálptu sær við tí, sum tey høvdu. Demi um, at so var, er gamli feroyski vevurin »kliggjavevurin«, har vev- skeidin er gjørd år hvala- beini og ikki úr viði. Fyri at virka, bregda og tólvta tervaðust ongi am- boð. Virkað bond og tóvtra bond verða nýtt til ívíst brúk, meðan bregdað bond altíð verða brúkt til pynt- ella slitbond. Hosubond verða virkað. Men hosubond verða eis- ini vovin á vevi. Hosu- bond kunnu eisini eftir fornum arbeiðslag verða vovin uttan vev. Tá liggur renningin millum munnin og stóruta. Tólvtáttabandið. Sum navnið sigur, so eru 12 táttar í hesum bandi. Tólvtáttaband verður brúkt sum slíðraband. Nr. 6 — 15. januar 1987 Virkað — bregdað og tólvtáttaband Grindaknivur hongur í tólvtáttabandi. Tí er hann so lættur at binda uppá seg, tá ið grindaboð eru. Men tólvtáttabandið verð- ur nú eisini brúkt sum pynt ella sum belti. Elsti bindingarháttur er at binda runt. Tað sæst av gomlum bíletum. Vanligt var í Feroyum, at tvær bundu bul saman. Hesin arbeiðsháttur verður allar- helst nýttur onkustaðni í Feroyum enn. Bregdað bond verða nýtt bæði til bundin og til vovin plegg. Knappa- troyggja verður kantað við bregdaðum bandi, bæði fyri at styrkja um og eisini til pynt. Upp undir skjúrtufald á føroyskum skjúrti skódúkur settur, og um kantin á faldinum verður bregdað verður band sett fyri at verja móti sliti. Alt, sum er á feroysku framsýningini, er virkað úr feroyskari ull, sum einaferð var Feroya gull. Hosubondini eru virkað til tað, sum tey verða nýtt til. Men eisini ber væl til at virka eitt nú beltir ella slips. Slidraknivurin hongur í tólvtáttabandi. Knappatroyggjan, stimatroyggjan og skjúrt- ið eru kantað við bregd- aðum bandi. Kjólin er seymaður úr handvovnum toy, og hann er kantaður við bregd- aðum bandi. Beltið og slipsið til kjólan er virkað úr ullintum tráð Føroyskt Heimavirki Gunnvor Bærentsen nevndarlimur $ 4