hósdagur 15. januar 1987síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 15. januar 1987
Heimavirkisarbeiði
mentanarligan týdning
— Fedranna arvur og mentan verður varðveitt til kom-
andi ættarlið. Men sjálvsagt skal ein ikki læsa seg fastan
í tí gamla. Nýhugsan og nú tímansgerð er grundarlagið
undir framtíðardesigni. Nútíðin verður eisini einaferð for-
tíð. skrivar Ása Klein í Gerðinum m. a. í hesi greinini um
heimavirkisarbeiði
Arbeiðið hjá heimavirkis-
fólki er í tveimum. Fyri
tað fyrsta arbeiða heima-
virkisfólk av egnum
áhuga, men harafturat
hevur heimavirkisarbeiðið
mentunarligan tydning,
vid tad at fedranna arvur
og mentan verður varð-
veitt til komandi ættarlið.
Ongar myndir ella skriv-
ligar frágreiðingar eru frá
teimum fyrstu 10 túsund
árunum, fólk livdu.
Útgrevstur hevur seinni
givið fólki eina hugmynd
um, hvussu fólk hava bú-
leikast. Lutir og amboð,
sum eru funnir, sýna,
hvussu vitug, dugnalig og
snild fólk hava verið.
Fyrr í tíðini noyddust
fólk sjálv at skapa alt,
sum tey skuldu brúka.
Nútíðarídnaður ger, at
alt. sum skal brúkast,
fæst til keyps. Hóast stór-
ar fyrimunir av fram-
komnari teknifreði og
hópframleiðslu, so ynskja
nógv fólk kortini at venda
aftur til tað gamla.
Um tað, sum forfedrar
okkara við tolni hava bygt
upp ætt eftir ætt, fer til
grundar, er mentunararv-
urin horvin, og fólk stend-
ur eftir á berum.
Í Feroyum er alsamt
vaksandi áhugi fyri at
varðveita tað gamla, sum
vit eiga. Bundnaturri-
klæðið er dømi um, at so
er. Bindibókin við upp-
skriftum av gomlum og
nyggjari bundnaturriklød-
um, sum Føroyskt Heima-
virki gav ut i 1983, ger, at
hetta aldargamla føroyska
plaggið ongantíð fer at
hvørva.
Fyri at tilevna er neyd-
ugt at kenna eginleikarnar
á ti tilfari, ið arbeitt
verður við.
Eins og í hinum Norður-
londum er í Feroyum tað
ráevni, sum frá gamlari tíð
rest hevur verið nýtt.
Nú so stórt úrval er av
tógvi og garni til ymisk
endamál, ta veri seg til
binding, veving ella tev-
ing, eru stórir meguleikar
at skapa vekur og tíðar-
leys pløgg og lutir.
Sum dømi um,at gamalt
foroyskt snið og mynstur
eru tíðarleys, skal verða
greitt frá brævi, sum Fer-
oyskt Heimavirki í fjer
fekk frá manni av Isle of
Man. Inni í brævbjálv-
anum lá lepi av einari út
slitnari foroyskari
troyggju, sum maðurin
hevði keypt í heimavirk-
inum undir seinna heims-
bardaga. Maðurin skrivar,
at hann hevði brúkt
troyggjuna ell hesi mongu
ár, men nú var hon so slit-
in, og tí ynskti hann at
vita, um tað var meguligt
at keypa eina troyggju av
sama slag.
Føroyskt Heimavirki
hevur i seinastuni fingið
fleiri líknandi fyrispurn-
ingar ymsa staðni frá.
Hetta prógvar, at okkara
avgomlu føroysku bind-
ingarmynstur framvegis
hava stóran áhuga millum
fólk.
Gott var, at fólk fyri
umleið 70 árum síðani fóru
undir at samla tey gomlu
bindingarmynstrini, sum
tá vóru um at hverva, av
tí at fólk vóru farin at
brúka einlittar troyggjur.
Gomlu mynstrini vórðu
savnað í bókina Feroysk
Bindingarmynstur, sum
kom út fyrstu ferð í 1932.
Bókin hevur gjørt, at
mynstrini eru varðveitt
frá at fara í gloymskuna.
Lutir virkaðir úr seyða-
littum eru altíð vakrir. Í
Feroyum eins og í eðrum
londum hevur frá gamlari
tíð verið litað við plantum.
Men eitt er greitt, at um
plantur verða hentaðar
fyrilitarleyst at lita við, so
fer tað at henda, at summ-
ar plantur hverva og aðrar
verða truplar at finna, Tá
er skaði hendur, sum ikki
betist aftur.
Um heimavirkir í Norð-
urlondum skulu fáa hug-
skot og læra hvert av ødr-
um, so er neyðugt við góð-
um samstarvi. Men fyri
komandi ættarlið má ans-
ast væl eftir, at sereyð-
kenni hjá hverjum landi
sær ikki hverva, tí tá er
mentunararvurin mistur.
Skulu allir meguleikar
troytast best meguligt, so
er neyðugt við góðum
samstarvi millum tilevn-
ara/designara, spinnara,
vevara, tilskerara 0.0. Utt-
an eitt tilikt samstarv er
ikki møguligt at fåa eitt
gott urslit.
Sjålvsagt skal ein ikki
læsa seg fastan i ti gamla.
Nyhugsan og nutimans-
gerå er grundarlagid undir
framtidardesigni. Nutidin
verður eisini einaferð for-
tíð.
Ein góður designari eig-
ur altíð at vera framman-
fyri tíðina og at fylgja væl
við tíðarbroytingum. Tað
er m.a. hetta, sum ger tað
spennandi at designa.
Heimavirkislutir verða
gjørdir av fólki vid ymisk-
um hugsjónum og við ym-
iskum sinnalag.
Hetta er tað, sum ger, at
heimavirkislutir eru nak-
að serskilt, id ikki er
møguligt at fåa i einari
hópframleiðslu.
1. Nýskapan
Designari skal hava bæði
veðurlag og umhvervi í
huga, tá ið hann designar
Gunnver Bærentsen skrivar
klæðir. Klæðini eiga at
hóska til tað, sum tey eru
ætlað til, og tey eiga at
hóska til veðrið.
Klæðir og skreytlutir
frá víkingaeldini kunnu
saktans tilevnast soleiðis.
at tey verða nýmótans.
»Sagadraktin« í Noregi er
tilevnað við fyrimynd í
klæðum frá hesi tíðini.
Hon er prýdd við bondum,
sum eru designað eftir
bondum frá klæðum úr
Osebergfundinum. Væl
ber til at gera smykkur
eftir smykkum frå vik-
ingaøldini, ella at nyta
hesar sum fyrimynd, tå id
smykkur verða smíðaðar.
Alt ov lítið verður gjert
við at seta klæðir saman
úr bæði vovnum og
bundnum tilfari og at
prýða klæðir við baldýring
ella við kniplingum. Kjóli
úr ullintum kann t.d.
verða prýddur við at seta
bílætavovið uppá kjólan.
Tá ið veitslukjóli verður
designaður, kann toyið
t.d. verða vovið við silki
sum innslag her og har, og
kjólin verða prýddur við
bílætavovnum. Vovnir
jakkar kunnu hava bundn-
ar ermar.
Uttan iva sita ymsa
staðni fólk, sum hava góð
hugskot og góð skapar-
evnir, men sum eru so
smæin at gera vart við
seg. Virðismikið hevði
verið at fingið hesi fólk
fram.
2. Samarbeidi
Í kapping um design hevåi
tað verið gott. um skúlar
og heimavirkir samar-
beiddu, og um hugskot úr
gomlu klædnasiði verða
gjørd til nútíðar klæðir.
Hildið verður, at heima-
virkir kanska leggja sær
ov nær við at varðveita
tað gamla og leggja seg ov
Síða 11
lítið eftir nútíðardesign.
Nýggir læruhættir eiga at
verða góðkendir, og her
eiga heimavirkini at fylgja
við.
3. Ídnaður — handverk
Prísmunurin á handvirk-
aðum og maskinfram-
leiddum verum er lítil.
Handvirkaðar verur verða
bert virkaðar í smáum
nøgdum og verða seldar til
fólk, ið ynskja dygdar-
verur.
Tað slepst allarhelst
ikki undan at góðtaka, at
maskinur verða tiknar til
hjálpar. Men er ráveran
fyrsta floks og tilevn-
ing/design gott, verður
lidna veran eisini góð. Tó
er tað av allarstersta
týdningi, at handvirkaðir
lutir verða merktir so-
leiðis, at tað týðiliga sæst,
at teir eru handvirkaðir.
Uttan mun til, um veran
er gjørd við hond, ella um
maskina er nýtt til hjálp-
ar, so er høvudsmålid, at
veran er vælegnað til tað,
sum hon er ætlað til.
Tað eigur ikki at vera
nakað mark millum list-
handverk og fyrsta floks
heimavirksilutir, tí fyrsta
floks heimavirkislutir
eru listhandverk.
Virkað eigur at vera
fyri, at ongin munur
verður millum hesi bæði
handverk.
Eru nútíðar heimavirk-
islutir framtíðar listhand-
verk? Er tað, sum fyrr
varð roknað sum heima-
virkislutir, nú listhand-
verk?
Semja er um, at heima-
virkir hava allarstersta
týdning í teknisku tíðini,
ið nú er.
Asa Klein í Gerðinum
nevndarlimur