Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. januar 1987síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i RS or . p Så fx >f| År teirra heimleysu Árið 1987 er lyst år teirra heimleysu. Í 1974 hevdi FAO eina stóra kon- gress i Rom, og endadi hon vid at samtykt bleiv, at 10 år seinni skuldu eingi børn doyggja í hungri. Fimm år seinni helt Willy Brandt ein fyrilestur, har hann ikki var so veruleikafjarur, men segði, at um eingi børn doydu i hungri år 2000, høvdu vit rokkið nógv. Sannast má, at alt ov lítið verður gjort fyri at hjálpa tilafturskomnu londunum. Nógu siga, at vit geva so nógvan pening, vit kunnu, men er hetta heilt burtur við. Hvønn dag hoyra ella síggja vit í fjølmidlunum um hungursneyð ymsastaðni í heiminum. Um tað doyggja 12 ella 15 milliónir í hungri um árið, ella um tað eru 500 ella 800 milliónir fólk, sum liva á hungurs- markinum, so er hetta fyri okkum bert vekur avrundað tøl. Men vit hava skyldu til at hugsa um hvort einstakt menniskja, hvorja einstaka menniskjalagnu, ið er ein av talinum 500.000.000. Hvort minutt lata 28 born undir 5 ár lív. 41.000 born um dagin. 15.000.000 born um árið. Nógv av hesum bornunum eru heimleys, og hvort barn, ið noyðist at sita svangt, er eitt brot mótvegis teimum grundsjónarmiðum, virðum og málum, sum vit, ið ikki sita svong, siga okkum liva eftir. Trupulleikarnir verða nógu við- gjordir, men lítið verður gjort fyri at loysa teir. Fleiri milliónir missa tann einfald- asta rættin vit oll eiga, rættin til at liva, rættin at vera til. Lat okkum í framtíðini eisini vera tað landið, sum letur mestan pening pr. persón, til flóttafólkahjálp og onn- ur líknandi endamál. Lat hetta ikki blíva ein koddi, sum vit sovna á, men lat okkum minnast, at vit bert lata 20 kr. hver. Eyðólv 7 Gå HG ff" SU sett tær óhugnaligu Nr. 6 — 15. januar 1987 MÅLGAGN HJÅ SOSIALISTISKUM UNGMANNAFELAGI ferðsluvanlukkurnar á virkisskrá sína SU heur sett sær fyri at fáa steðgað teimum mongu óhugnaligu og skilaleysu ferðsluvanlukk- unum, ið krevja alt ov nógv, og aloftsat alt ov ung lív. Hallstein Sigurdsson, limur í samferðsluráðn- um, hevur lagt eitt upp- skot fyri ráðið at arbeiða við. Vit hava tosað við Hallstein og biðið hann greitt okkum frá, hvat uppskotið snýr seg um. Vit hava í SU hildið nógvar fundir, har vit hava vidgjørt ferðsluvið- urskifti og tær óhugnaligu vanlukkur, ið vaksandi ferðslan hevur havt við sær. SU hevur eisini gjert sítt fyri at ávirka javnað- arflokkin, og kunnu vit nevna, at Vilhelm Johannesen herfyri legði eitt uppskot fyri tingið, ið eg haldi hevði bett um hesi viðurskifti. Tað er øll- um greitt, at ein lóg einsa- mell er ongin haldgóð loysn, men hetta var eitt stig á leiðini. Tiver2ri var henda lóg so barberað, tá hon bleiv viðtikin, at hon, eins og aðrar lógir á hes- um eki, ikki fekk ta åvirk- an hon annars hevði fing- ið. Hvat snýr hetta upp- skotið seg um? Hetta er eitt uppskot um at fáa sett eina roynd- ar-bussrutu í verk í Eyst- uroynni, ið skal koyra ungdómin til heimbygd sína eftir dansin. Hetta er ikki eitt liðugt uppskot, tí tey tel o.a., ið einum tørv- ar í hesum sambandi, er samferðsluskrivstovan betur fyri at fáa til vega. Tí liggur í mínum upp- skoti, at samferðsluráðið og samferðsluskrivstovan skulu arbeiða víðari við uppskotinum. Um td hvussu nógvir bussar tal- an skal vera um — hvussu nógv starvsfólk skulu vera í hverjum bussu og hvussu umfatandi hetta royndartiltak skal verða? Hví hevur tú valt Eyst- uroynna royndar- stað? Eysturoyggin liggur ov- ast á hagtalslistanum yvir ferðsluvanlukkur, og er tí tað staðið, har vit, ið skulu skipa samferðsluna í Feroyum, fyrst eiga at gera eitthvert. Eisini er Eysturoyggin best egnað sum royndarstað, av tí at har eru fleiri dansisteði, ið hava dans hvert viku- skifti. Heldur tú hendan buss- skipan fer at verða væl móttikin? Ja, tað meti eg avgjørt. Tey ungu fara at fáa ein álítandi meguleika fyri at sleppa til hús eftir dansin. Eisini fer hetta at hava stóran týdning fyri for- sum eldrini, ið nú Hallstein Sigurðson, fara at ruðuleikin verður loystur. sleppa undan at sova við telefonini á náttborðinum við einum ævigum ótta. Eisini meti eg, at dansi- fyrireikararnir, sum i Eysturoynni aloftast eru ungmannafeløg, sjålvir hava áhuga fyri at ferðslu- Tað eru tey sjálvi, teirra javnaldrar og vinir, ið verða rakt av ferðsluvan- lukkunum. Harðskapur millum ung í Føroyum er vaksandi Hyggja vit at okkara grannalondum, síggja vit, at tey hava fingið stórar trupulleikar av ellum harðskapinum millum ungdómar. Fleiri staðni hevur hann tikið valdið. Fólk tora ikki út aftan á at tað er vorðið myrkt, fólk tora ikki at blanda seg um onkur verður álopin, og fólk tora ikki at melda ella vitna. Eitt er vist at tað eru nógvar grundir til harð- skapin. Í Sveríki eru fleiri farin í hernað ímóti ellum judo-, jiu-jitsu- og karatufelegum, ið har blomstra sum hundalond. Nógvir av hesum kampteknikk- inum hava retur í gomlum religiónum, og tað fylgja nógvir siðir við. Men hesir siðir verða í flestum førum gloymdir, og teir, ið stovna hesar klubbar, hava ikki nóg góða útbúgving innan hes- ar teknikkir. Her hómar onkur lætt vunnan pen- ing, stovnar ein klubba, og úrslitið er at ein fær ein hóp av sonevndum »bullum«, ið klára seg væl við harðskapi og fremmandum kampteknikkum, og kunnu á henda hátt kúga onnur. Í Feroyum er harðskapurin vaksandi, men ikki haldi eg, at judofeløgini hava skyldina av harð- skapinum. Grannalond okkara hava verið ov sein á sjóvar- fallinum og skulu vit vera varin ikki at enda í somu steðu.