hósdagur 15. januar 1987síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 15. januar 1987
Halt teg burtur,
Reagan
San Jose, Costa Rica: — Amerikanarar eru mínir vinir, men eg
eri ímóti politikkinum hjá Reagan-administratiónini mótvegis
Nicaragua, sigur Don José, ið er fyrrverandi forseti.
Don José Figueres, ella
Don Pepe, ið hann eisini
verður nevndur, var leið-
ari av revolutiónini í
Costa Rica í 1948. Costa
Rica hevur síðan verið
framsett sum eitt friðar-
ligt og demokratiskt land.
Ið hvussu er um ein sam-
metir tað við hini londini í
Miðamerika.
USA
Tann 80 ára gamli Don
Pepe nýtir tíð sína at
skriva seguna hjá Miðam-
erika. Men hann er fram-
vegis aktivur í politikki.
— Costa Rica er alt ov
bundið av samhandli við
USA, og er tað ivaleyst
grundin til, at land okkara
ikki stuðlar sandinistun-
um í Nicaragua, sigur
hann.
Kaffi
Um hvat hann meinar við,
tá hann sigur at Costa
Rica er alt ov bundið at
USA, sigur hann soleiðis:
— Vit fáa alt ov lítlan
pening fyri tað vit útflyta,
men mugu gjalda nógvan
pening fyri tað vit inn-
flyta. Um vit t.d. keypa
ein traktor úr USA, mugu
vit gjalda við inntekum, ið
stava frá kaffi og banan-
um. Prísurin á hesum ver-
um er ógvuliga lágur, og tí
eru inntekurnar av einum
arbeiðstíma í USA tað
sama sum inntekurnar frá
10 arbeiðstímum í Costa
Rica. Á henda hátt út-
nyttar USa ta bíligu ar-
beiðsmegina, ið er í hesum
landinum.
Kriggj ella frið
Don Pepe leggur stóran
dent á, at vesturheimurin
er skipaður í eina hernað-
arsamgongu. Men eins
stóran dent leggur hann á,
at um tað eydnast USA at
taka valdið í Nicaragua og
fella lógligt valdu sandin-
istastjórnina, vil hetta
skapa trupulleikar næstu
50 árini. Hatrið vil vaksa,
tað verða fleiri kríggj og
fleiri deyð. Fyrrverandi
forsetin er ógvuliga illur
um uttanríkispolitikkin
hjá USA mótvegis Nicara-
gua. Don Pepe hevur
sjálvur roynt at stríðast
móti Somoza-brotsmonn-
um. Nú nicaraguanar
endiliga eru slopnir av við
Somoza, er tað ræðuligt at
USA ikki vil geva teimum
arbeiðsfrið.
Men Don Pepe kundi
hugsað sær, at sandinist-
arnir broyttu Nicaragua
eftir eini samfeagsskipan
meinlík tí í Costa Rica.
Men heldur lata Nicara-
gua útvikla seg tann veg-
in ið Nicaraguanska fólkið
vil, enn at USA leggur
uppí.
Norðurlond besta
dømi um hvussu
eitt samfelag
eigur at vera
Tað besta domið um sam-
felag har friður og vælferð
valda, eru Norðurlond. Tit
gjalda hegar skattir, men
leggið til merkis, hvat tit
fáa afturfyri. Tað er um-
ráðandi at fólk fata, at
besti máti at loysa trupul-
leikar í einum samfelag, er
at øll eru við til at loysa
teir.
Síða 13
Sosialistiskt
Ungmannafelag
i Eysturoynni
og ferðslan!
Sosialistiskt Ungmanna-
felag i Eysturoy varð
stovnað 1. mai 1986 og er
politiskt ungmannafelag, i
arbeidir saman vid Javn-
adarflokkinum. Felagid
hevur sum mål at arbeida
fyri betri vidurskiftum hjå
ungdómum í oynni.
Dansiviðurskiftini i
oynni mettu vit at
eitt sera åtrodkandi mål at
arbeida vid her verður
beta um
vera
hugsað um at
samferåslumøguleikarnar
til dansistødini. I mun til i
Havn t.d. har tey ungu
kunnu fara til gongu i
dans, eru tey ungu i Eyst-
uroynni noydd at fara í
bili fyri at koma til okkurt
av dansisteðunum. Tí
hendir tað av og á, at onk-
ur, ið hevur fingið nakað
nógv upp í hevdið, ikki
finnur nakran at sleppa
við ella at koyra fyri seg
og tí sjálvur setir seg aft-
an fyri rattið.
Fyri at royna at beta
um hetta hevur Sosialist-
iskt Ungmannafelag í
Eysturoynni saman við
Sosialistiskum Ung-
mannafelag í Feroyum ar-
Enn einaferð ein
formaður hjá
ungmannafelag
Fólkafloksins víst
sanna andlit
Enn einaferð hevur ein formaður í ungmannafelag
Fólkafloksins víst, hvenn týdning teir leggja í
orðið frælsi.
Vit onnur meina, at í einum fólkaræði skal ein-
staka frælsið vera avmarkað av frælsinum hjá
næstum okkara. Men soleiðis er ikki hjá Fólka-
flokkinum.
Fyri ikki so langari tíð síðan »opinberadi« Vilja-
formaður Fólkafloksins í Suðurstreymoy so álv-
frá sær.
Nú er tað formaðurin í ungmannafelag Fólka-
floksins í Norðoyggjum, ið hevur lagt á ein ungan
mann, bert tí hesin ikki var borgarligur ella hevði
rættan lit. Teimum er tað ikki pláss fyri í sam-
felag Fólkafloksins.
Ein má sanna, at tað eru spýggiligir eginleikar,
sum telja, tá teir velja førara i Jugend Fólkafloks-
ins.
beitt vid eini ætlan at fåa
Bygdaleiðir at koyra til
dansisteðini.
— Vit kundu hugsað
okkum, at bussar blivu
settir at koyra frá teimum
ymisku økjunum til dansi-
steðini. So hevði ikki verið
neyðugt hjá teimum ungu
at sett seg í ein bil fyri at
fara i dans. Um henda ætl-
an verður framd, trúgva
vit, at rúsdrekkakoyring-
in fer at minka munandi.
Hetta kundi eisini verið
ødrum
gjørt å
oyggjum
við líknandi trupulleikum
Uppskotið er sent inn til
Samferðsluráðið, og vóna
vit, at teir har vilja við-
gera tað við vælvild
Sosialistiskt
Ungmannafelag í
Eysturoy
SI í Eysturoy hevur
fund mánadag 1
fyrsta
hvorjum mánaði og verður
tað lýst í Sosialinum áðr
enn hvar fundurin verður
MYNT-
VASK
Jónas
Broncksgeta 34
Opið allar dagar
kl. 7—21
Sunnudag stongt