leygardagur 17. januar 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
KS a OO
Bóðu teir um tað
»rætta« úrslitið ?
DANSKA sjónvarpið hevði hóskveldið
eina sending um dálking av havinum. Í
hesi sendingini, sum m.a. snúði seg um
dálkingarkanningar á Skålafjørdinum, lut-
tóku eisini fleiri føroyingar. Teir vóru
Mikkjal Heimsdal, fungerandi landsverk-
frødingur, Bogi Hansen, havfrødingur,
Marjun Hanusardóttir, leiðari á Heilsu-
frødiligu Starvsstovuni og Åki Mortensen,
landsdjóralækni. Tað hevur ikki eydnast
okkum at síggja hesa sending. men vit
hava fingið endurgivið okkurt úr innihald-
inum. Sert at siga ikki so skelkandi heldur
um so er, at rætt er endurgivið fyri okk
um.
Í SENDINGINI verður danski granskingar-
stovnurin — VKI — sum stendur fyri Vand-
kvalitetsinstituttet, og sum er ein privatur
stovnur — avdúkaður ella illtonktur fyri at
selja kundum sínum biløgd úrslit. Tað er í
hesum sambandi, at donsku tíðindamenn-
inir, sum eisini hava verið í Føroyum fyri at
era hesa sending, brúka kanningarnar hjá
VKI av dálking á Skálafjórðinum sum
dømi um vånaliga og muturkent arbeiði
hjá hesum stovni.
FYRI betur at kunna skilja málið eiga vit
fyrst at greiða eitt sindur frá gongdini í
málinum. Tað var landsverkfrødingsstovn-
urin, sum saman við tåverandi løgmanni
og alimálaráðharra Paula Ellefsen, sum
bóru so í bandi, at VKI varð litið upp í
hendi at gera kanningarnar av dálkingini á
Skålafjørdinum. Tvær reisir varð VKI biðið
um at gera slíkar kanningar. Um sama
mundið tók stríð seg upp millum stovnar-
nar á Debesartrød og so landsverkfrød-
ingsstovnin. Landsverkfrødingurin, sum tå
var formaður í Alinevndini og ti hevði tætt
tilknýti til alimálaráðharran Paula Ellefsen,
metti helst, at slíkt mál sum kanning av
dálking á firðinum átti at verða umsitið av
landsverkfrødingsstovninum og ikki av
stovnunum á Debesartrød. Leiðarin á
Fiskirannsóknarstovuni var eisini limur í
Alinevndini og var tað hann sum ávaraði
harðliga ímóti at geva fleiri aliloyvi á
Skålafjørdinum fyrr enn dålkingin var
nærri kannað. Hetta tók nevndin undir við,
men ósemja var um, hver skuldi gera
hetta. Bogi Hansen, havfrødingur gjørdi
eitt uppskot til hesar kanningar, men var
tað vrakað í fyrstu syftu. Ístaðin fóru
landsverkfrødingurin og løgmadur til Dan-
markar at tosa við VKI, og úrslitið av hes-
um samreðum var, at VKI varð biðið um at
gera fyrstu kanningina. Um sama mundið
var nýggjur djóralækni settur á Heilsu-
freðiligu Starvsstovuni.
MEN hvussu og ikki, so var tað landsverk-
frødingurin, sum jú var í eini lyklastødu við
eisini at vera formaður í alinevndini, sum
hevði fingið játtað pengarnar til hesar
kanningar, og tað bleiv soleiðis sum hann,
Pauli Ellefsen og VKI høvdu rátt saman
um. Hetta fekk ødi í Jákup Sverra Joen-
sen og hann tók seg úr Alinevndini.
ÚRSLITIÐ av hesum kanningum kenna vit.
Mælt varð til at tvífalda um alingina á
Skålafjørdinum. Vandi var ikki fyri dålk-
ing. Og fyri at gera meira gjøllar kanning-
ar, tí skotbráið var stutt til fyrstu kanning
ina, so var VKI bíðið um at gera enn eina
kanning. Um hetta mundið kundi Bogi
Hansen ikki bara sær longur. og í samrødu
við Sosialin 14. februar 1985 loysir hann frá
posabandinum og sigur m.a., at landsverk-
froðingsstovnurin kann koma at gera
bæði umhvørvi og alivinnuni stóran skaða
sleppur hann at halda fram at hava stýr
ingina á hesum målsøki. Hann vísti á, at
VKI hevði latið eina frágreiðing frá sær
sum er so út av lagi vånalig, at tað er tí
heilt ófatiligt at landsverkfrødingurin kann
biðja sama stovn gera fleiri kanningar um
sama evni. Meðan VKI í síni niðurstøðu
sigur, at tað ber til at tvífalda um alingina á
fjørdinum, so sigur Bogi Hansen, at nýggj
loyvi kunnu føra til eina vanlukku.
NÚ kemur so henda sendingin í DR. Har
kemur fram, at teir báðir VKi-menninir,
sum høvdu gjørt kanningar i Føroyum, í
samreðu við mann frá Miljøstyrinum skulu
hava sagt, at teir vóru kroystir (!!!) til at
koma við einum meira ljósareyðum og
bjørtum úrsliti enn veruleikin vísti. Hetta
avsannaði stjórin í VKI. Tidindamenninir
fingu tó íkki loyvi at tosa við teir, ið gjørt
høvdu kanningina. Landsverkfrødingurin
Mikkjab Helmsdal varð eisini spurdur um
hetta og segði hann seg einki kenna til, at
nakar skuldi vera kroystur til nakað ávíst
úrslit.
HER verða førdir fram fleiri pástandir.
Omøguligt er at siga hver er tann rætti.
Men úrslitið av arbeiðinum hjá VKI kenna
vit — nevniliga at tað var ónýtiligt. Onkur
man nú spyrja, hvønn leiklut åvikavist tå
verandi løgmadur og alimålarådharri og
landsverkfrødingurin hava havt i hesum
spæli! Er tad hugsandi, at teir hava lagt
sektina á ávarðingarnar frå fólkunum á
Debesartrød um dálkingarvandan og
ynski teirra um, at kanningarnar vórðu
gjørdar í Føroyum — og tí heldur eru farnir
til Danmarkar at fáa eitt úrslit, sum gjørdi
tað lættari hjá táverandi landsstýri at geva
nekur nýggj aliloyvi, nú val stóð fyri
framman?
VIT siga ikki, at hetta er so, men við teim-
um upplýsingum, sum fyriliggja í hesum
máli eru tað helst mong. sum meta hetta
sum ein av møguleikunum. Kanska okkurt
nýtt fer at spyrjast, sum kann geva okkum
tað rætta svarið
Nr. 7 — 17. januar 1987
Tøkk til løgmann
og Landsstýrið
Við avgerðini um at játta
pening til útbygging av
flakavirkinum í Skopun,
og við avgerðini um at
burturbeina gamla skuld,
hevur Landsstýrið so
dyggiliga skapt tær fyri-
treytir sum koma at
tryggja hesi arbeiðspláss
framyvir.
Vit eru nógv sum í
spenningi hava bíðað eftir
hesi avgerð.
Skiftisavlopið til flaka-
virkini verður grundað á
hvussu eitt meðalrikið
flakavirki klárar rakstur-
in.
Flakavirkið í Skopun er
langt frá eitt meðalrikið
flakavirki við teirri mask-
inútgerð og vánaligu um-
stødum sum arbeitt verð-
ur undir í letuni.
Tí hevur flakavirkið eitt
reelt tap hvenn fram-
leiðsludag.
Krevini um rakstrarinn-
lit v.m. sum fylgja við
játtanini eru als íkki
órímilig.
Serliga tá hugsað verð-
ur um tær meguligu
broytingar sum koma at
verða gjerdar innan fram-
leiðslumynstrið, har tað
einasta virkið fær eina
meira beinleiðis ávirkan á
og ábyrgd av roknum úr-
slitum.
Vit eiga at takka Lands-
stýrinum fyri avgerðina,
og minast hetta til eitt
komandi val.
Vælnegdur
Ræðslubacillan
Áhaldandi skrivingin ser-
liga í einum av okkara
dagbløðum um russar,
kommunismu, sosialismu
og tað sum hartil hoyrir,
fær hugsandi fólk at
spyrja, hvat endamálið
ella ætlanin er við hesi
ræðandi og niðurbrótandi
skriving.
Satt at siga hevði tað
semt seg betur, at hetta
hálvalmenna blaðið brúkti
árliga landskassastudn-
ingin til tað ætlaða enda-
málið, nevniliga til polit-
iska upplýsing í staðin
fyri til mannminkandi og
útspillandi skriving um
eina av heimsins sterstu
tjóðum; hóast mær vit-
andi hava hesir russar,
sum hava válað í Havnar
getum síðan einaferð í
1953, ikki gjert annað enn
skikkað sær væl.
Fólkaligir. Láítillátnir.
Hava valla kroyst eina
føroyska skinnflugu.
Tó. — Fyri 50 árum síð-
ani var tað ein maður í
Týsklandi, sum eisini
sprændi lygn og ræðslu í
fólk um kommunismu og
jedadóm.
Úrslitið av hesum kenna
vit.
Kendi amerikanski rit-
hevundurin Stefan Lorant
gav út í 1974 bókina >Heil
Hitler«.
Einastadni i bókini
skrivar hann soleiðis um
Hitler, tá hann var í væl-
maktini (1937) í danskari
týðing:
»Højfinansen i de Fore-
nede Stater og Storbritia-
nien var glade for Hitleris-
men For Lady Astor
(ið var limur í undirhúsin-
um og átti nakað nógv í
blaðnum Times) var nazi-
sterne »et bolværk mod
kommunismen« at han
ikke ønskede andet end
fred, at han ikke nærede
territoriale ambitioner, ik-
ke betragtede efter andre
nationers jord, men at han
vilde bekæmpe kommu-
nismen til den bitre
ende . «.
Og tad gjørdi hann eis-
ini vid lyt: Russland sund-
ursorla3 og — russarar
dripnir og myrdir i ótelj-
andi tali.
Hetta Russland, sum
hevur givið okkum ótem-
andi keldur úr andans
heimi: Lermontov, Pusj-
kin, Dostojevskij, Turgé-
nev, Tjékov, Tolstój,
Gorkij, Kropotkin, Sjolo-
kov, Jevtusjenko og nógv,
nógv onnur, ið hava ríkað
mannalívið skulu vit ræð-
ast, skulu vit kasta hatur
á, tí eðrvísi kann tann
ónda, mannajagstrandi
skrivingin ikki skiljast.
Navnfranu amerikanski
blaðmaðurin og rithev-
undurin Edgar Snow, sum
í mong ár búði í Kina og
harumframt ferðaðist
nógv í Asiu, Indien og
Russlandi, skrivadi m.a.
áhugaverdu bókina »Sejr
oig Slaveri« í 1945.
Bókin er objektiv, upp-
lýsandi og spennandi.
T.d. var Edgar Snow í
Russlandi í 1942 og 1943,
og sum blaðmaður hjá
Washington Post var
hann á ymiskum vigvøll-
um eitt nú í Stalingrad. Í
bókini skrivar hann um
kríggið, um ræðuleikar og
líðingar hjá tí russiska
fólkinum.
Viðvíkjandi tí ræðuliga
bardaganum skrivar hann
einastaðni soleiðis (í
danskari tíðing):
„Hvis Den Røde Hær
var blevet tilintetgjort, er
det højst sansynligt, at
Millioner af Amerikanere
ikke vilde have levet læn-
ge nok til at opleve Enden
pá Krigen. Amerike blev
sparet for enorme Ofre af
Menneskeliv som Følge af
Russernes Kamp for deres
egen Frelse, men Resulta-
tet af deres Beslutning om
at bekæmpe Nazisterne til
den bitre Ende var, at
Rusland frelste Afrika,
Mellemasien og Forasien.
Det hindrede Tyskland i
at forene sig med Japan
og yde Fjenden den
Hjælp, han behøvede for
at kunne holde sine Besid-
delser i Asien og Stilleha-
vet. Selvfølgelig faar man
ikke noget for ingenting i
denne Verden, og paa en
eller anden Maade vil Hi-
storien nok engang præ-
sentere Regningen for
Ruslands Hjælp til de
vestlige Lande«.
Eina aðrastaðni skrivar
hann: > jeg tror nok, at
det sidste, Gennemsnits-
russeren ønsker, og her vil
jeg indbefatte Kommuni-
sterne, er en krig med De
forenede Stater. Bortset
fra ideologiske Forskellig-
heder, ser der ikke ud tilat
foreligge nogen af de tra-
ditionelle = Aarsager til
Krig mellem disse to Nati-
oner. . «
Tað hevði verið gott, um
almenni peningurin, sum
Legtingið nú í nógv ár
hevur játtað nøkrum blød-
um til politiska upplýsing,
í nógv sterri mun varð
umsitin eftir ætlan og
sum minst brúktur til
fígging av býttum revara-
søgum hjá ávísum blað-
stjórum.
H.M.
Lýsið í SOSlalinum