Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 1987síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 8 — 20. januar 1987 Síða 11 Bodybuilding anlig ítrótt millum fólk í Havn Seinastu árini hava tær sonevndu heilsumiðsteð- irnar stungið seg upp í hópatali kring landið, einamest í Havnini. Helar tríggjar = heilsumiðsteðir hava verið í Havn, so kappingin hevur verið herð. Nakrar hava borið seg, meðan aðrar eru farn- ar av knóranum. Eisini er onkur flutt út á bygd Vit vóru inni á gólvinum hjá Form á Figur í Djóna í Geilsgøtu, har vit hittu eina fryntliga unga gentu, ið greiddi okkum frá um Form & Figur Umstødur Umstødurnar at eru stak góðar, tí húsið er i ovaru hæddini eru 2 venja 1 nýtt venjingarhøli og av- greidsla, i nidaru hæddini er venjingarhøli og 2 skift- ingarrúm. Ein kann venja á ymsar hættir, ein kann nýta »friar« vektir ella venjingarmaskinur. Kondisúkklur eru eisini til taks, og sum prikkurin yv- ir i-num, er eisini meguligt at fáa sólviðgerð á stað- num. Eftir venjingina kunnu fólk fara í sauna ella fáa sær eitt frískligt bað. Umstutta tíð fara menn at umvæla partar av høl- unum. Summa staðni skal nýtt gólv leggjast á, men serliga er tað eitt nýtt aerobic-rúm, ið skal ger- ast. Hetta aerobic-rúmið skal bert nýtast til fimleik og millum annað verður eitt serligt lagt á. Hetta fyri at spara føturnar »vatngolv« Menn tosa eisini um at keypa 2 »boblubad«. Hvør venur i F&F??? Øl, ið hava hug, kunnu venja i hølunum í Djóna í Geilsgetu. Tá vit komu inn, sóu vit nógv fólk venja. Tó eru fleiri menn enn kvinnur, ið idka hesa ítróttina. Itrottarfeløg hava eisini meldað heil fótbólts- og hondbóltslið til venjing í F&F, hesi fáa munandi av- sláttur, tí persónarnir verða so nógvir. Skúla- næmingar eru eisini nógv- ir í tali. Fólk, ið hava fingið onkran veddaskaða, venja veddarnar upp av nýggj- um. Onkur av limunum vildi vera við, at ov fá mið- aldrandi fólk vandu; aldursmarkiðer 16 ár, elsti limur er 62 ár. 800 limir eru í F&F, 400 aktivir limir og uml. 400 venja av og á, so undir- tøkan er heilt góð. Venjing — venjingartilboð Skúlanæmingar, arlið og pensionistar fáa venjing- serlig venjingartilboð, hesir bólkar gjalda uml 75% av vanliga prísinum. Væntandi vera eisini ser lig summar-venjingartil- boð, av tí at flestu limirnir venja um veturin; um summarið er ju so nóg annað at venja. Tann unga gentan, vit vendu okkum til, væntaði at tað fór at vera munandi bíligari at venja i Form & Figur í framtíðini. Ætlanir eru um at gera serstaka selubúð, har fólk kunnu keypa ymiskt í samband við venjingina til ein sámuligan prís, t.d. venjingarbúnar, shampoo 0.a. Nógv fólk spyrja um ymiskt í samband við venjingina, hvussu, hvat, hvar og nær. I FÆF kunnu oll fáa ein ókeypis roynd- artíma við vegleiðing frá venjingarleiðara. Hesir venjingarleiðarar = greiða frá um styrkisítróttina, tilrættalegging o.a. Form & Figur sum heild F&F er ikki bert i Før- oyum, men eisini i Noregi, Svøriki og Danmark, og er tad danin Tage Nielsen, id stendur fyri øllum heilsu- midstødunum. Sum heild Form & kann sigast, at Figur er bædi fyri ung og gomul, id vilja hava, sum orðatakið sigur; »Eina sunna sál í einum sunnum likami« P.H. og mik.