Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. januar 1987síða 15

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — — 17. januar 1987 ingja úr Íslandi biðja um arbeiði Útlendingarnir biðja sjálvir um arbeiði á flakavirkjunum. Higartil hava tey ikki gjørt sum t.d. Vágs skipasmiðja, ið hevur fingið fólk úr Hollandi. Serliga síðan verkfallið byrjaði í Íslandi, hava fleiri fólk ringt úr Íslandi og biðið um arbeiði á Lyn- frost í Runavík. Fýra eru komin úr Íslandi, íslend- ingar men eisini sviar, sum hava arbeitt í Íslandi. Meguliga koma fleiri, eini 8-10 fólk. Tað eru bæði íslendingar, ein týsk- ari, ein breti og ein ísrael- ittur, sum hava sekt um arbeiði, men enn er ikki avgjert, um tey koma. Hetta kemur væl við hjá Lynfrost. Virkinum vant- ar eini 15 fólk, og torfert er at finna tey her. Útlendingarnir, sum Lynfrost hevur havt í ar- beiði, hava búð á Sjómans- heiminum í Runavík. Hvussu verður við teim- um næstu, er ikki greitt. Tosað hevur verið um at leiga hús til teirra. Annars hevur virkið ongar skyld- ur mótvegis teimum og skal ikki gjalda fyri ferð- ina, tí útlendingarnir biðja sjálvir um arbeiði. Nógvar skúlagentur Handils- & Frystivirkið í Fuglafirði er ikki í neyð Pumpan hjá Sólbirni umborð á norskan trolara Norskur skipari vrakar vánaligt norskt kopi av føroyskari pumpuútgerð og út- vegar sær ta foroysku ístaðin Norski trolarin Vesttrál, sum fiskar svartkjaft und- ir Feroyum, hevur nú fing- ið eina føroyska pumpu- skipan umborð. Leygar- dagin var trolarin á Havn- lin eftir pumpuútgerðini. Sonne Johannesen, skip- ari á Andreasi í Hvanna- sundi, ið hevur líknandi pumpuskipan umborå, gav norðmonnum eina hjálpandi hond, tá teir riggaðu pumpuútgerðina til. Tað var annars hetta sama skipið, sum í fjer heyst kom á Havnina at umvæla eina norska pumpuskipan av nærum sama slag. Sólbjern Jac- Framhalda síðu 18 fyri arbeiðsfólk, men ar- beiði er til einar 20 kvinn- ur og 10 mans aftrat. Hevði virkið fingið hesi fólkini aftrat, hevði ar- beiðið gingið skjótari. Handils- & Frystivirkið hevur eisini havt útlend- ingar í arbeiði. Onkur hev- ur verið í nógv ár, ein egytari, ein fransmadur og tríggir israelittar, sum áð- ur arbeiddu í Noregi. Nakrir danir hava eisini arbeitt har. Fyri stuttum ringdi ein ísraelittur aftr- at úr Íslandi, men hann er ikki komin enn. Aftrat tí fasta fólkinum arbeiða eisini fleiri skúla- gentur á Handils- á Frystivirkinum. Tað eru gentur úr framhaldsdeild- ini, og tær arbeiða tveir tímar eftir skúlatíð. Til dagligt eru tær eini 20 í tali, fríggjadag upp í 20. Tað verður ikki arbeitt so nógv yvir á virkinum, onkrar dagar ein tíma. Sjónvarps- sendingin munaði Siónvarpið visti fríggja- dagin at siga, at Bacalao í Havn vantaði 50 arbeiðs- fólk. Um vikuskiftið sekti virkið eisini eftir fólki. Hetta gjerdi mun. Í gjár vóru 10 kvinnur og onkrir menn komin aftrat á Bacalao at arbeiða. Eingin hevur beint nú ringt úr Íslandi og biðið um arbeiði á Bacalao. Men har hava áður arbeitt út- lendingar. Norðurlending- ar kunnu koma higar at arbeiða uttan nakað. Leiðsluni å Bacalao dámar lítið at skula venda sær til útlondini fyri at fáa arbeiðsfólk. Men heldur tað fram við at vera líka torfert at fáa fólk, verður tað kanska neyðugt, siga tey á Bacalao. randi Í 1981 vitjaðu foroyingar eisini í Tbilisi. Myndin er frá vitjan í einum skúla Stór páskaferð til Sovjet Pláss verður fyri 63 fólk- um á tí stóru páskaferð- ini, ið gjerd verður úr Feroyum til Sovjetsam- veldið. Hesu ferð vitja feroy- ingarnir í grusinsku sov- jetrepublikkini heilt suð- uri í Kaukasus. Páskir- nar eru seinar í ár, so vit vóna at uppliva várið í Kaukasus, sigur Hans Laureng, sum er ein av fyrireikarunum. Fleiri ferðir eru áður gjerdar úr Feroyum til Sovjetsamveldið, og áhugin veksur alsamt. Longu nú hava yvir 50 fólk teknað seg til páska- ferðina í ár, áðrenn nøk- ur lýsing hevur verið í blødunum um ferðina. Ein partur av teimum ferðandi eru næmingar, sum hava russiskt á studentaskúlanum í Hoydelum, og sum har- við fáa meguleikan st royna seg í málinum, hf tað verður talað. Abe næmingar í HoydeluiF plaga eisini at vera eins og onnur fólk, s vilja síggja og upplis hvussu vidurskiftini veruleikanum eru í SØ jetsamveldinum. Hans Laureng sigur, at tey hugsa um hereftir at gera tríggjar ferðir um árið, eina mitt um summarið og eina í sep- tember umframt páska- ferðina. Sovjetsamveldið er stórt, og ein verður ongantíð liðugur við at ferðast har. — Vit hava tosað um, kanska longu næsta ár, at fara longur eystur at vitja, heilt til tær muslimsku republ ikkirnar, sigur Hans Laureng. randi Vesttrál er komin á Havnina eftir nýggju føroysku pumpuútgerðini. Sólbjern Jacobsen, uppfinnari, er hjástaddur, meðan skiparin á Andriasi í Hvannasundi, Sonne Johannesen, saman við norðmonnum riggar útgerðina til rr