Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-22, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 1987síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 22. januar 1987 Fleiri komur ístaðin fyri stóra stovu Tí komrini kunnu leigast út — tað kann stovan ikki so gott Hóast lenirnar, prístalið og byggitilfarið ikki eru dýrkað nakað serligt sein- astu árini, er húsaprísurin komin upp móti tílíkum hæddum, at fólk við hampiligari góðari inn- tøku neyvan kunnu droyma um at byggja sær hus. Væl at merkja, um tey ikki finna uppå eitt ella annað. Tað, „eitt ella ann- að< er í dag at leiga part av húsinum út. Hetta let- ur seg væl gera, tí eftir- spurningurin eftir kemr- um til leigu er stórur og prísurin hareftir. Sæð við eygum húsaán- arans er hetta ein stak góð forrætning, hóast húsini upprunaliga helst vóru ætlað teimum sjálvum burturav. Og hetta hugskotið við at byggja hús, partvíst til at leiga út, er eisini sett í system. Soleiðis at skilja, at nógv sethús, sum í dag eru á feroyska marknaðin- um, eru serliga gjerd til hetta endamálið. Á tekn- ingunum er eingin stór stova, sum var status- symbolið fyri fáum árum síðani, men nekur kemur ístaðin. Hesi komur liggja saman fyri endan í håsun- um við egnum baðirúmi og tá væl stendur til, eis- ini við egnari inngongd, og hegligt at sleppa til køk. Ein av teimum, sum hevur tilik hus å sini sølu- skrå er Bjarki Højgaard, stjóri i P/f Havnarhúsum. Hann sigur, at vanligi húsaprísurin liggur um 650.000 krónur. Haraftrat kemur grund, útgrevstur, el, vvs og málaraarbeiði, sum liggur um einar 350.000 krónur. Tað vil siga, at umframt sjálvt grundstykkið, er húsa- prísurin komin upp á eina miljón. — Fyri tað fyrsta er tor- ført at fáa eina miljón i láni og haraftrat skal ein óvanliga góð innteka til at gjalda eitt tílíkt lán aftur. Tí er eittans at gera — at leiga út og tað er tí als ikki av tilvild at vit tekna hús- ini soleiðis, at hetta lætt letur seg gera, sigur Bjarki Hejgaard. Hann heldur, at um tær sterru Brunatryggingin Tryggjar ikki overuliga virðið Sethúsaprísurin er dag ikki bert ótrúliga hegur, men hann er eis- ini í flestu forum óveru- ligur. Hetta ger seg serliga galdandi um tú keypir eini hús, sum eru nekur ár gomul. Tað er ikki óvanligt, at prísurin fyri eini tí- lík hús liggur um hálvaaðru millión. Tað óveruliga liggur í, at hóast tú dregur grund- stykkjaprísin frá, ligg- ur prísurin á húsunum langt oman fyri tað, húsini hevdu kostað at bygt — sum nýggj. Hendan mun — tað óveruliga virðið — fært tú einki tryggingar- felag at tryggja. Held- ur ikki Brunatrygging- ina. Vit hava spurt Suna Joensen, stjóra á Brunatryggingin, hvat tryggingin sigur til hetta dømi. bygdirnar ikki gera meira við at stykkja út, verður eftirspurningurin eftir grundstykkjum í Havn enn sterri, og prísirnir verða hareftir. 130 krónur um tíman Bjarki Hejgaard sigur, at tað er ikki tilfarsprísurin, sum ger, at húsaprísurin er so nógv hækkaður. Men harafturímóti kostnaðurin fyri, at fáa sett húsini upp. Ikki tí, at hin sáttmála- bundna tímalenin hjá fer- oyska handverkaranum er hækkað serliga nógv, men serliga av tí, at orsakað av tervandi feroyskari ar- beiðsmegi, er henda kom- in uttanífrá, og til ein prís, sum teir sjálvir áseta. Hetta hevur eisini gjørt, at hin føroyski handverk- arin eisini hevur fingið væl meira enn sáttmála- løn. Hann heldur, at neyvan man nakar feroyskur timburmaður sum fæst við húsasmíð í Havn Framhald á síðu 19 Keypsprísur Grundstykki (mett virði) Betri lånimøguleikar — hægri húsaprísir — Tað er eitt greitt sam- band millum betri láni- møguleikar og hægri húsaprísir. Hetta hevur ; vist seg seinastu árini. So hvert lánistovnarnir hava útvegað betri lánimegu- leikar, eru sethúsini bert blivin so mikið dýrari, so tey, sum byggja, sita líka hart í tí, sum áður. Hetta sigur Steingrím Nielsen, stjóri í Sjóvinnu- bankanum. Hann sigur, at tað kem- ur meira enn so fyri, at bankin ræður frá at keypa ov dýrt tí tey hava lítlan meguleika at gjalda lánið aftur. Í samband við ný- bygging er tað ofta grund- stykkið, sum er ein stórur partur av húsaprísinum. — Húsaprísurin, bæði gomul hús og nýbygt — er alt ov hegur, og svarar tann nógv hækkaði húsa- prísurin als ikki prístals- ella lenarvekstrinum, sig- ur Steingrím Nielsen, sum leggur aftrat, at tað nógva byggivirksemið hevur ein stóran part av skyldini. Steingrím Nielsen sigur, at Sjóvinnubankin í nov- ember gjerdi eitt yvirlit yvir vanligu lánsupp- hæddirnar og meguleikar- nar. Teir komu tá til, at 1.500.000,- N 280.000,- 1.250.000,- Kunnu hesi húsini tryggjast fyri 1.250.000,-? húsini fyri Kunnu hesi tryggjast 1.250.000,-? — Nei, tað er als ikki vist. Tað grundleggj- andi hjá tryggingini er at lata húsini byggja uppaftur til tað tey vóru frammanundan. Í einum tilikum feri hevdu vit biðið sýns- mann okkara sýnað húsini, og tá kundi tað hent seg, at hann kom til, at húsini kundu verið bygd fyri eina millión í dag, sigur Suni Joensen. Hetta sigur okkum so mikið, at hesin húsa- ánarin hevur eitt „virðis uppá 250.000 krónur, sum hann als ikki fær tryggjað. Brenna hesi húsini í grund, fær maðurin 1 million útgoldna frá Brunatryggingini = — hverki meira ella minni. At hann so kann ugga seg við, at grund- stykki er 500.000 krónur vert, er ein onn- ur sega — men tað verður hann ikki ríkur av. ein lániupphædd uppá 800.000 krónur var rímu- lig og somuleiðis tað mesta, sum tvey fólk, við vanliga góðari innteku kundu klára. Eitt lán uppá 800.000 krónur býtt á lánistovnarnar Spari- kassan, Sethúsabankan hjá Sjóvinnubankanum, Húsalánsgrunnin og Sjó- vinnubankan kostar 8.881 krónur um mánaðin. Onnur trygd Men hvussu bera fólk seg so at, um vanliga lánið tey fáa er uppá 800.000 krón- ur og húsini — gomul ella nýggj — kosta hálva aðru miljón? Til hetta sigur Stein- grím Nielsen, at bankin sjálvandi kann lata eitt lán, um trygdin er í lagi. Hinvegin má bankin eisini vera sannferdur um, at fólkini, sum taka lánið, eru fer fyri at gjalda hetta aftur, tí annars verður lán- veitingin ein bjarnatæn- asta. Letur bankin eitt lán meira enn tað vanliga, krevur hann ofta annað veð enn sjálvi húsini, sig- ur hann. tór.- Meguligur eginpeningur 1. veðrættur Sparikassin kr. 300.000 2. veðrættur Sethúsabankin kr. 200.000 3. veðrættur Húsalánsgrunn- urin kr. 180.000 4. veðrættur Sjóvinnubankin kr. 120.000 Eitt dømi um figgjan, sum Sjóvinnubankin setti upp í november 1986. Hetta verður eitt lán, tilsamans uppá 800.000 krónur. Hetta lánið kostar 8.881,00 krónur um mán- aðin. Tað er ikki vist, at Brunatryggingin tryggjar fult keypsvirði