Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-22, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. januar 1987síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 9 — 22. januar 1987 Sonni Johannesen, skipari: Mugu siga svart- n kjaftinum farvæl T miseydnast tad hjå Andriasi í Hvannasundi — Eg ivist ikki í, at vit kunnu fiska svart- kjaft so gott sum alt árið. Vit miða ímóti at fáa góðar fýra túrar. Fáa vit góð 10.000 tons av svartkjafti, kunnu vit gera 3600 tons av lidnari voru og selja hana fyri 35- 40 mill. kr. Hetta er nóg mikið til, at skip- ið kann svara sínar skyldur. Hetta sigur skiparin á Andriasi í Hvannasundi, Sonni Johannesen. Hann leggur aftrat, at fer tað at miseydnast hjá Andriasi í Hvanna- sundi, so kunnu vit siga farvæl við svart- kjaftin. Hvussu hevur gingist, síðani tit fingu Andrias í Hvannasundi? Nú er tað so eingin loyna, tað gekk teir fyrstu tríggjar mánað- iIrnar, men so voru vit 1 hvussu Noregi og umbygdu skip- ið, og síðani tá hava vit fingið eitt skip, sum heilt vist skal klára seg og tað uttan studning Hesar seinastu sjey dag- arnar hava vit framleitt umleið 170 tons av lidnari veru, og tá hevur ikki ver- ið framleitt fullan dag Fingið gott skip aftaná umbygging Hverjir hava so sterstu vansarnir verið higartil? At vit í byrjanini høvdu ov lítla mótteku- orku, onga keling, og tá' fiskurin varð pumpaður í tangar, var helvt um helvt fiskur og sjógvur og tað gjørdi, at fiskurin varð bleytur og kundi illa ar- beiðast aftaná tríggjar tímar. Nú kunnu vit hava fiskin í tanganum í tvey samdegur, um tað skal vera, og tá er hann júst líka góður. Vit hava so eis- ini bygt verksmiðjuna um, soleiðis at vit nú kunnu framleiða ikki bert meira, men vit kunnu gera bæði fars og butterflyfløk um somu tíð. Hetta er ein veldugur fyrimunur. Sum nú er, framleiða vit bara butterflyfløk, men so eru tað flok, sum ikki egna seg til butterfly, og tey gera vit so fars burturúr Um tit skuldu bygt Andrias í Hvannasundi í dag, hvussu hevði hann so sæð út? Bygdu vit ein bát nú, so fingu vit eina verk- smiðju, sum var 100%. Eg vil siga tað soleiðis, at ver- andi verksmiðjan kundi verið eitt sindur eðrvísi. Vit fáa so einki gjørt við tað nú, men vit eru væl- negdir kortini Riggar tað ikki kunnu vit siga farvæl við svartkjaftin Hverjar vónir hevur tú um framtíðina hjá And- riasi í Hvannasundi? - Vit bygdu skipið, tí vit hildu, at tað fór at ganga. Vit kundu longu nú havt selt tað við stór- um vinningi, men vit halda avgjert, at framtíð er í hesum skipinum. Fer tað so ikki at rigga við hesum skipinum, so kunnu vit beinanvegin siga farvæl við svartkjaft in Vit hava loyst teir flestu trupulleikarnar, soleiðis at vit í dag hava ein nærum skræddaraseymaðan bát til svartkjaftaveiði og viðgerð. Síða 17 Andrias í Hvannasundi er best útgjerda svartkjaftaskipið í Norðuratlantshavi heldur Petur Eikrem „Á - Tveir bjartskygdir svartkjaftaskiparar. Til vinstru Peter Eikrem. skipari á Vesttrål og við lið hansara Sonni Johannesen, skipari á Andriasi í Hvannasundi. Báðir hava teir góðar vónir um framtíðina hjá versmiðjutrolarunum Men ber hesin skræddaraseymaði bátur- in seg við einans at fiska svartkjaft? Ja, so avgjert. Vit ætla at fiska svartkjaft alt árið. Í fjør byrjaðu vit í apríl og vit fingu nógvan svartkjaft líka til seku, tá vit fóru til Ong- lands at selja. Tá vit góv- ust, fór Olaf í Garðastovu vestan fyri Føroyar at royna, og hann fekk nógv- an fisk í august mánað. fleiri dagar kom hann uppá 200 tons. Men tað vísti seg, at oktkober mán- aði var slakari. Í ár hava vit lagt okkum eftir at fiska til summarið er av, og so pussa vit bátin upp í oktober og so byrja aftur ólav- síðst í oktober ella fyrst í november. Júst tað tíðina vóru vit varugir við nógv- an fisk ífjer. Kann fiska alt árið! Men tað eru teir, sum siga, at tað ber ikki til at fiska svartkjaft alt árið, tí tað er so svikaligt við hes- um fiski. Arini eru so ym- isk eisini! — Soleiðis er tað við øll- um fiskiskapi. Ein sum hevur fiskað leingi, hann hevur góð og vánalig ár, men samanumtikið haldi eg, at ein kann leggja seg eftir at fiska svartkjaft til at framleiða umborð ált árið. Tað vit t.d. hava fingið at vita frá russum er, at teir hava kunnað fiskað alt árið til eitt verk- smiðjuskip. Nú hevur ein annar svartkjaftaskipari, Regin á Rógvu, úttalað seg um, at hesir stóru svartkjafta- trolararnir eru fallittkass- ar longu, áðrenn teir leggja frá landi. Hvat heldur tú um tað? At kolldøma ein bát, áðrenn hann hevur lagt frá landi, haldi eg vera skeivt. Tað er givið, at jú fleiri bátar eru, tess betri verður fiskiskapurin, av tí at fleiri bátar kunnu leita á einum sterri eki. Tá bert ein bátur er úti og leitar. fær hann onga mynd av. hvussu fiskiskapurin kann vera, og hvar fisk- urin er. Russar hava ligið her undir Feroyum við 10 til 15 bátum og hava teir verið spjaddir. Teir hava havt gott fiskari. Ti hevur ein av teimum troffið við. so hava teir samlað seg saman aftur osfr. Ein bát- ur einsamallur ger ongar skreytir á einum eki, sum er úr Feroyum norður til Jan Maien. Jú fleiri bátar. tess fleiri meguleikar eru at finna svartkjaftin. So eg eri ikki bjartskygdur, h vat viðvíkur teimum nýggju svartkjaftabát- unum Óreglulig fram- leiðsla forðar fyri prisvøkstri Sonne Johannesen visir síðani á príslagið. Hann heldur, at prísurin fer at vaksa, tá fleiri bátar fara at fiska svartkjaft til matna Tað, sum hevur verið orsekin til, at prísirnir hava verið so lágir. er m.a tann, at framleiðslan hev- ur verið so lítil og hevur verið so óreglulig. at keyp- ararnir hava ikki torað at rokna við eini veruligari Framhald á síðu 79 Á Á pE