hósdagur 22. januar 1987síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 tíðindablaðið ; | Nr. 9 — 22. januar 1987
Peter Eikrem, skipari á Vesttrál: PA
Framtíð i svart- *""
kjaftinum um vit | f
viðgera hann til '-
matnaumborð!
Nninum,
eee,
— Eg beri ótta fyri svartkjaftasto
um vit framhaldandi fiska burtur av hes-
#
um stovni til guano. Vit eiga at utnytta
hann betur og gera matveoru burtur úr
honum. Royndirnar við Vesttrál og Andr-
iasi í Hvannasundi hava prógvað, at tað
ber til at gera eina góða matvoru burtur úr
svartkjaftinum. Latið okkum halda fram
á hesi leið. M. a. hetta sigur Peter Eikrem,
skipari á norska svartkjaftatrolaranum
Vesttrál, sum í lotuni er einasti norski j Á ; TR ;
Peter Eikrem, skipari á Vesttrál var millum teir fyrstu at fiska svartkjaft undir Feroyum. Hann hevur góðar vónir
verksmiðjutrolarin undir Foroyum.
Peter Eikrem, skipari á
norska trolaranum Vest-
trál, sum í løtuni er einasti
norski verksmidjutrolari
undir Feroyum, er ein av
pionerunum í svartkjafta-
vinnuni.
Hann var ein tann fyrsti
at fiska svartkjaft undir
Feroyum. Hetta var í
1972 við nóta- og trolbát-
inum Dulsey úr Vardal
Gjørdi fyrstu
royndina
— Hesi fyrstu árini vóru
royndarár. Vit fóru sum
teir fyrstu í Noregi at vita,
um tað yvirhevur bar til
at fiska svartkjaft, sigur
Peter Eikrem.
Tíðin hevur so víst, at
royndir hansara vóru ikki
til fánýtis. Í dag er hann
millum fremstu norsku
svartkjaftaskipararnar.
Peter Eikrem hevur
fiskað svartkjaft undir
Feroyum næstan ell árini
síðan fyrst í 70-unum. Tá
norðmenn fingu størri
skip við sterri maskin-
orku vísti tað seg so eisini
at bara enn betri til. Fisk-
urin øll hesi árini fór til
guano. Í 1982 vóru ikki
færri enn 40 norskir bátar,
ið royndu eftir-svartkjafti,
men tå var tað, at svart-
kjafturin å Føroya Banka
hvarv. Vanligt var at
fiska har um várið. So
varð farið í EF-sjógv og
síðani hevur verið lítið
fiskað i føroyskum sjógvi.
Men nú eru so útlit til,
at vend fer at koma í aftur
fiskiskapin. Vesttrál er
einasti norski verksmiðju-
trolarin, sum í letuni royn-
ir eftir svartkjafti. Peter
Eikrem hevur fert skipið
síðani í fjør — hann fór
umborð nakað um somu
tíð) sum Andrias í
Hvannasundi fór á svart-
kjaftaveiðu.
Hent pumpa
Henda fyrsta tíðin hevur
verið mest sum royndar-
tíð hjá teimum, heldur
Peter Eikrem fyri. Teir
hava noyddir at
royndarkoyra maskinur-
nar á verksmiðjuni og fyri
tað eisini veiðiútgerðina.
M.a. vísti tað seg, at
pumpuútgerðin, teir
hevdu keyp í Noregi, var
skeivt konstruerað, og
teir hava tí júst nú fingið
føroyska pumpuútgerð
umborð. Hana hevur Pet-
er Eikrem gott álit á, tí
hann hevur fylgt Andriasi
í Hvannasundi á fiskileið-
ini, tá hann hevur brúkt
hesa somu útgerðina. Og
hon hevur virkað til fuln-
ar.
— Henda pumpuútgerð-
in er alfa og omega, tí við
henni eru vit ferir fyri at
fáa fiskin heilan umborð
og kunnu vit framleiða,
meðan fiskað verður.
Síðani hava teir umborð
á Vesttrál á sama hátt
sum Andrias í Hvanna-
sundi royndarkoyrt tær
nýggju VMK-maskinur-
nar og hava fingið tær at
rigga.
— So eg eri negdur nú
og eri rættiliga bjarg-
skygdur hvat viðvíkur at
framleiða svartkjaft um-
borð á skipi, leggur Peter
Eikrem aftrat.
Tað er greitt, at við
meira enn 40 árum á sjón-
um veit hann, hvat hann
tosar um og ber hann eis-
ini orð fyri at vera millum
dugnaligastu fiskimenn.
Peter Eikrem er 58 ára
gamal og ætlar sær nú at
fáa nakað burtur úr tí
svartkjaftaævintýri, sum
so mangan hevur verið
tosað um.
Hann dylur ikki fyri, at
framtíð er í svartkjafta-
vinnu undir Feroyum, Ís
verið
um svartkjaftavinnuna, nú vit av álvara fara at brúka hetta fiskaslag til matna
landi og í Norskahavin-
um. Hetta er kanska ein-
asti stór! stovnur, vit
hava eftir í Norðuratlants-
havi, ið vit kunnu byggja
framtíðina á.
Eg beri ikki ótta fyri
stovninum sum nú er,
men vit mugu nú beinan-
vegin leggja um frá at
fiska svartkjaft til guano
og heldur veiða hann til
matna. Hetta er einasti
rætti vegur at ganga. Jú
fleiri bátar fara at viðgera
svartkjaftin til matna,
tess betur rekta vit stovn-
in og tess meira fáa vit
burtur úr honum.
Peter Eikrem heldur, at
eisini norðmenn eiga at
leggja seg eftir at brúka
tann fisk, sum er í havin-
um, til matveru. Her
hugsar hann ikki bert um
svartkjaftin, men eisini
um lodnuna, sildina og
makrelin.
— Vit síggja, hvat vit
hva gjert við sildina,
makrelin og nú eisini lodn-
una. Vit hava útbyttað
hesar stovnar so vánaliga,
at teir nú eru niðurfiskað-
ir. Halda vit fram við at
fiska svartkjaftin til gu-
ano, eins og vit hava gjert
tað við hinar stovnarnar,
so verður tað ikki seinur
dagur, til vit eisini hava
niðurfiskað henda stovn-
in, sigur hann.
Tað er tí eingin loyna, at
Peter Eikrem heldur tað
vera at gera skilagóða
ílegu at byggja fleiri
nýggj verksmiðjuskip til
svartkjaft og lutvíst eisini
hinar pelagisku fiska-
stovnarnar.
Norðmenn hava fylgt
væl við royndunum hjá
bæði Vesttrál og Andriasi
í Hvannasundi og longu í
februar koma tveir um-
bygdir norskir verk-
smiðjutrlarar aftrat á fer-
oyaleiðina at fiska svart-
kjaft til matna.
Vit spurdu Peter Eik
rem, hvussu fiskiskapurin
hevur verið!
Hann sigur, at tað hev-
ur verið lítið at fáa nú í
seinastuni, tí svartkjaft-
urin stendur so spjaddur.
Tað er ikki tí at lítið er til
av honum. Hann fer aso at
savna seg aftur einaferð.
Men hvussu stóran part
av árinum heldur hann so,
at ein kann fiska svart-
kjaft undir Føroyum!
— Ein kann stórt sæð
fiska svartkjaft undir Fer-
oyum alt árið, tó við und-
antaki av august og sep-
tember, sum eru vánaligir
mánaðir.
— Hvat dámar tær fer-
oysku svartkjaftatrolarar-
nar Andrias i Hvanna-
sundi og Olaf i Garda-
stovu?
— Andrias i Hvanna-
sundi er so avgjørt tann
besti svartkjaftabåturin
sum finst her í Norðurat-
lantshavi. Hann hevur
eina nýggja verksmiðju
umborð sum fungerar,
sum hon skal, so tað er av-
gjørt framtíð í hesum
skipinum. Tað havi eg
ongantíð verið tað minsta
í iva um.
Hvat viðvíkur Olaf í
Garðastovu, so er hann
nærum dupult so stórur,
so kann hann fáa nokk av
fiski, so skuldi hann eisini
kunnað klárað seg.
Peter Eikrem heldur tað
annars vera rætt at skifta
tey gomlu skipini út og
byggja nýggj skip til
svartkjaftavinnuna ístað-
in.
Hvat heldur hann so um
royndirnar hjá Giljanesi
og Reynsatindi?
— Til tað havi eg tað at
siga, at hesi bæði skipini,
hóast tey ikki kláraðu seg,
hava verið royndarskip
sum so. og hava tey slóðað
fyri teimum sum nú eru
komin og koma aftrat. Eg
ivist ikki i, at royndirnar,
sum hesi bæði skipini
hava gjert, hava skapt
grundarlag fyri teimum
skilagóðu ílegunum, sum
nú fara at vera gjerdar í
svartkjaftaskip, ið viðg
era fiskin umborð
Men hvat heldur tú
um hina loysnina at
byggja skip, sum so av-
reiða svartkjaftin til virki
á landi?
— Eg haldi tað er besta
loysnin at viðgera fiskin
umborð á verksmiðjutrol-
arum. Tá fáa vit ta bestu
veruna. Ein verksmiðju-
trolari hevur eisini nógv
fleiri mans við enn ein bát-
ur, sum fiskar til virki á
landi.
Sambart Peter Eikrem so
eru vit á einum avgerandi
vegamóti júst í hesum tíð-
um, tá talan er um fram-
tíðina hjá svartkjafta-
vinnuni. Hann heldur, at
vit hetta seinasta hálva
árið hava prógvað, at
framtíð er í hesi vinnu,
serliga nú verksmiðjurnar
umborð tykjast at fungera
sum tær skulu.
Men hvat hevur hann so
at siga til teir svart-
skygdu og ivasomu, sum
seta eitt stórt spurnartek-
in við ílegurnar í svart-
kjaftavinnuna.
Peter Eiikrem: — Í
fiskivinnu eins og í eðrum
vinnugreinum má ein ong-
antíð stagnera. Ein má
alla tíðina hugsa frameft-
ir. Vit mugu spyrja, hvat
liggur fimm ella tíggju ár
frammi í tíðin og laga okk-
um eftir tí. Vit mugu fara
betri um stovnarnar og
ansa eftir, at vit ikki eisini
niðurfiska svartkjaftin —
eins og vit hava gjert við
sildina. makrelin og lodn
una
Tí hava vit meguleika
at forða fyri nú, tí bæði
Andrias í Hvannasundi og
Vesttrål hava prógvað, at
tað ber til at framleiða
eina voru umbroð á skipi
burtur úr svartkjafti held-
ur enn at lata tey mongu
tonsini fara til guano.
Við einum yvirstórum
fiskiflota, sum fiskar til
guano, verður svartkjaft-
urin skjótt uppfiskaður.
Vesttrál er eisini skelja-
bátur. Teir royndu eftir
skeljum við Jan Mayen í
tvey ár. Hetta vóru stórar
skeljar, men máttu teir
gevast við hesi veiðu, tá
stovnurnar har varð nið-
urfiskaður.
Men er so framtíð í
skeljaveiðu í Barentshav-
inum og er rætt at gera
ílegur í stórar skeljatrolar-
ar til henda sjógv?
Peter Eikrem er sjálvur
rættiliga ivasamur. Hann
vísir á, at skeljarnar við
Bjarnoynna eru torferar
at viðgera við verandi
maskinum og útgerð.
Hann ivast eisini í, um tað
er rætt at gera stórar iløg-
ur í skeljabátar.
Tilsamans 10 kvinnur eru
við Vesttrál. Manningin
telur annars 31. Tvær av
kvinnunum arbeiða í
messuni og hinar átta á
verksmiðjuni.
Hverjar royndir hevur
hann so av at hava so
nógv konufólk við?
Peter Eikrem: — Vit eru
tað skipið í norska fiski-
flotanum, sum hevur flest-
ar kvinnur umborð. Hetta
eri eg sera fegin um, tí tað
hevur víst seg, at vit hava
fingið eitt nógv betur um-
hvervi umborð.
jan