hósdagur 22. januar 1987síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Tað má gerast eitt drúgt
arbeiði: Í málneyndina
mugu setast minst tvey
konufólk. Javnsteðis-
nevndin má taka sær um
reiggj og átala, at mis-
munur verður gjerdur á
monnum og kvinnum í
starvssetanum, á arbeiðs-
marknaðinum sum heild
og í málinum. Og ikki
minst mugu kvinnurnar
sjálvar, eitt nú í politisku
flokkunum, gera meira
vart við seg.
Hetta skal til fyri at fáa
málið at verða eitt mál
fyri ell, kvinnur og menn.
Tað er ein niðursteða eftir
at hava lisið bókina >Fær-
øerne, sprog og kultur«, ið
Kirsten Didriksen hevur
skrivað. Bókin er ein lys-
ing av støduni hjå kvinn-
uni i Føroyum — við mål-
inum sum grundarlagi.
Kirsten hevur umskrivað
bókina út frá serritgerð
síni um sama evni á Árhus
Universiteti.
Kirsten heldur seg til ta
granskingina, ið sigur, at
málið endurspeglar sam-
felagsmynstrið. Málið sig-
ur tí eisini nakað um leik-
lutin hjá kvinnunum í
samfelagnum. Og við at
kanna málið sæst lítið til
kvinnurnar. Tær eru
ósjónligar.
Bokin byrjar við eini
samfelagslýsing av Feroy-
um, við hevuðsdenti á við-
urskiftini hjá kvinnuni.
Síðan gongur Kirsten mál-
teoriina ígjegnum, og
seinasti partur av bókini
eru dømi úr føroysku blød-
unum og viðmerkingar frå
fólki år politisku flokkun-
um og frå Kvinnufelagn-
um í Havn. Eisini verður
greitt frá málnevndini,
javnstødisnevndini 0.0.
Samband er millum mál-
ið og umsteðurnar hjá
kvinnunum. At kvinnur-
nar hava torferari við at
fáa sterv enn menn, at
færri kvinnur enn menn
fáa hægri útbúgving, at
tað framvegis verður hild-
ið at vera uppgávan hjá
kvinnuni at fáa bernini
ansað. Og fordómar og
vanahugsan. Tað eru ikki
kvinnurnar, sum stíga
fram við meiningum. Tær
avgera ikki, hvat hevur
týdning í samfelagnum.
Teir halda
og valda
Hetta sæst aftur í málin-
um. Kirsten hevur í lýsing
síni kannað føroysku blød-
ini eina tilvildarliga viku í
1984 og hugt eftir mál-
burðinum. Kvinnurnar
eru so at siga ikki til.
Sjálvt vit, sum dagliga fá-
ast við at skriva og
kanska eisini kenna og
góðtaka sjónarmiðini hjá
Kirsten, øtast av dømun-
um, ið hon dregur fram.
Vit detta sjálvar av og á í
veitina, so fastgrógvin er
málburðurin. Menn halda
og valda. Jóngerð Purk-
hús er fíggjarmálaráð-
harri, Harin Kjelbro leg-
Ingeborg
Hinar
kvinnurnar hoyra vit lítið
tingsmaður,
Vinther formaður.
um.
Við at fylgja rættskriv-
ingini slepst ikki undan av
og á at gera mismun í mál-
inum móti kvinnum. Eitt
nú tá vit umreða kvinnur í
ymsum stervum, tí tey
flestu stervini hava kall-
kynsheiti. Skal javnstøda
vera í málinum hesum við-
víkjandi, má málið broyt-
ast. Sjálv haldi eg tað vera
rætt i summum førum at
víkja frá rættskrivingini
fyri at sleppa undan at
umreða kvinnur sum teir.
Nógvar vendingar stava
frá fornmálinum. Saman-
setingar við mans- og
manna-. Málfreðingar
brúka altíð sum undan-
førslu, at maður í fornmål-
inum var tað sama sum
menniskja. Men tað er ein
farin tíð, ein maður er ein
maður, eitt menniskja eitt
menniskja. Vit liva í eini
aðrari tíð. Sjálvandi verð-
ur tað ikki gjert eftir ein-
um degi, men skulu vit
hava javnstødu í málin-
um, mugu vit lúka burtur
og seta nýggj orð í staðin
fyri orð sum manngarð,
mannahugsan umframt
allan annan mannamun.
Kirsten hevur tosað við
menn og kvinnur í teimum
politisku flokkunum. Í øll-
um flokkum eru kvinnur-
nar í minniluta. Fleiri
kvinnur eru bara limir
sum kona mannin. Kirst-
en finst at flokkunum, tí
teir allir gera ov lítið fyri
at halda kvinnunum til í tí
politiska arbeiðinum. I
stadin fyri at luttaka i pol-
itiska ordaskiftinum, gera
kvinnurnar kaffi. Tad er
tó munur á flokkunum. Jú
longri til hegru, jú minni
er fatanin av, at kvinnur-
nar hava rætt til at hava
lent arbeiði uttan fyri
heimið, og at barnaansing
átti at verið ein sjálv-
fylgja. Sum ein reyður
tráður gongur aftur í øll-
um flokkum, at kvinnur-
nar verða stillaðar upp
mest til pynt, og kanska
er tað skomm ikki at hava
kvinnur á listanum. Hver
veit, um tær ikki kunnu
Kvinnurnar
vilja eisini
hava orðið
FÆRØERNE
SPROG &
bjarga flokkinum nakrar
atkvødur, men fåa tær
nógvar, eru tær ein hótt-
an.
Sosialurin frægast
Kirsten leitaði í teimum
føroysku blødunum og
teir fægstu mismunirnar
millum kynini fann hon i
Sosialinum. Sosialurin
hevur eisini tær flestu
greinirnar um viðurskifti
hjá kvinnum. Kirsten
heldur orsekina vera, at
javnaðarkvinnur eru lut-
falsliga virknar — ið
hvussu er í mun til hegra-
flokkarnar. Sosialurin
hevur heldur ikki bara
blaðmenn. Og eg kann
legfgja aftrat, at tað finn-
ast blaðmenn, sum hava í
huganum, tá teir skriva,
at kvinnur eru til.
Tjóðveldiskvinnur eru
minst líka virknar, sum
javnaðarkvinnur. Hvussu
ber tað so til, at Kirsten
fann tey flestu dømini um
mismun millum kynini í
málinum júst í Fjúrtanda,
málgagninum hjá Tjóð-
veldisflokkinum? Kirsten
heldur hetta hava sam-
band við, at flokkurin í so
nógv ár hevur havt ein
mann sum leiðara, sum
hevur orðað sjónarmiðini
hjá flokkinum. Ég vil tó
halda, at orsekin minst
líka so nógv er, at tað eru
stór orð at tosas um tjóð-
veldi. Politikkurin byggir
á orðavalið hjá tjóðskap-
arrersluni, tí gomlu, sum
menninir orðaðu fyri 100
árum síðan. Um fedrar-
nar, vit eru feroyingar,
menskir = menn o.s.fr.
Vendingar frá tí tíðina
verða altíð tiknar fram og
seta seg lætt í málið.
Meira enn ein maður hev-
ur ábyrgdina av tí.
Nøkrum atfinningum
haldi eg vera rætt at koma
við móti lýsingini av Fer-
oyum. Tað skilst, at sam-
felagslýsingin er gjørd út
frá steðuni í 1984
Tá kannaði Kirsten eis-
ini bleðini. Hon nevnir, at
vit liva í krepputíð við ar-
beiðsloysi og tílíkum. Arið
eftir gjørdi hon samreður-
nar. Kirsten kundi ikki
vita frammanundan, at
um tað mundið hendi ein
stór broyting í Feroyum,
við tað at í staðin fyri at
hava arbeiðsloysi, bleiv
knappliga brúk fyri øllum
arbeiðshondum. So nógv
er steðan broytt, at til val-
ið í 1984 gav tað atkveður
at tosa um heimið, har
kvinnur og bern áttu at
vera, meðan arbeiðspláss-
ini nú rópa neyðarróp eftir
ellum, sum kunnu arbeiða,
ikki minst trýtur flaka-
virkjunum kvinnur. Sjálvt
tær smáu kommunurnar
hava dagrektarskipan.
Tða er ikki ljótt longur.
Tann samfelagsliga lýs-
ingin átti tí at verið endur-
skoðað í eini bók, sum
varð givin út fyri góðum
mánaði síðan. Tað hevði
gjørt bókina meira verda,
sjálvt um tað neyvan hev-
ur ávirkað málið eftir so
stuttari tíð.
Logtingsmenn
spilla
Tað verður nevnt, at bara
ein kvinna situr í legting-
inum. Júst hetta haldi eg
hava nógv sterri týdning
enn bara at vera eitt demi
um, hvussu lítið kvinnur-
nar eru umboðaðar. Tað er
ikki bara tað, at menn
næstan einsamallir taka
avgerðir. Tey longu og
drúgvu orðaskiftini verða
ógvuliga ofta fest á band
og útvarpað. Harvið
streyma kvinnufígginda-
ligur hugsanarháttur og
málburður við mismuni út
til hvert hevd í landinum.
Hvussu nógv orðaskiftini
ávirka, kann prógvast við
ellum teimum vánaligu
løgtingsmåliskunum, ið
festa seg í málið, og sum
onnur skjótt taka til sín.
Sum áður nevnt hevur
Kirsten i blødunum funnið
demi um mismun eina til-
vildarliga valda viku
Einki er at ivast i, at vit
framvegis kundu funnið
líka nógv. Til kunningar
og kanska eisini til undir-
hald kunnu nevnsat nekur
demi, sum Kirsten fann í
blødunum:
»Fuglafjardar Arbeids-
mannafelag helt 50-åra
veitsluna i henni (høllini),
og var henda veitsla væl-
eydnað, og tað skulu teir
eiga, at hellin varð sera
væl umgingin.« (Hver
mundi rudda og vaska???)
>Vit hava nú lurtað eftir
legtingsmonnunum. Ja,
hvat skal ein siga, eru
hetta menninir, sum vald-
Nr. 9 — 22. januar 1987
ir eru av fólkinum?<
„Til nýggjan formann
var vald Gunnleyg Dur-
huus.«
„Hetta er jú
mannagongd.«
vanlig
Ger mun
i fyrsta umfari
Tad er ikki bara sum at
siga tað at broyta málið.
Og viðhvert kann tað
hava eitt endamál at gera
mun. T.d. eru tað ógvuliga
nógv heiti, ið enda við -
maður. Sjálvandi er tað
rætt í staðin at tosa um -
fólk. Men so leingi sum
kvinnurnar eru í minni-
luta, er tað kanska rættari
at nevna stervini ávika-
vist -kvinnur og -menn, tí
harvið káva vit ikki út yv-
ir tað skeiva býtið.
Hetta er fyrsta vísinda-
liga lýsingin av sínum
slagi av feroyska málin-
um, og hon er kærkomin.
Eg vildi tó ynskt, at bókin
var á feroyskum, so hon
vendi sær til fleiri feroy-
ingar og gjerdi enn sterri
gagn.
Ikki tí, bókin er lett at
lesa og skilja. Og ellum,
sum fáast við mál, monn-
um og kvinnum, mæli eg
til at lesa bókina. Samd
ella ikki, tú fært kortini
nógv at hugsa um.
Kirsten Didriksen: Fær-
øerne, sprog og køn
Utgevari: Husets Forlag,
Arhus, 1986
Kostnaður: 147 krónur
Randi Jacobsen
TRYGGINGAR
UMBOÐS
STOVA
HOYDALSVEGUR 6
TLF 1 5222
MEIMA TLF 1 2940
ÚTSTOYT
Esmar Simonsen
3813 Fuglafjørdur
FU
i
á
Í
FO
#