týsdagur 27. januar 1987síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
Orsakað av bygging í Hoyvík noyddist
Hoyvíksgarður fyri 10 árum síðan at
flyta niðan á Vatnaskarðar. Ikki fyrr enn
nú ber garðurin seg aftur, tí tað tekur
sína tíð at fáa góðan be úr nýveltum.
Hoyvíksgarður er aftur hóttur, tí við ætl-
aðu útbyggingini hjá kommununi, missir
garðurin allan undirhagan.
— Vit fegnast um, at bøurin fyri hvert
ár verður betri og betri, og so ætla teir
bara at taka alt. Tað er eitt sindur beiskt,
sigur Hanus Vang, bóndi á Hoyvíksgarði.
Hanus Vang er ikki sert
argur inn á Tórshavnar
býráðið. Hann hevur
gjølla lisið bóklingin um
útbyggingarætlanina hjá
Tórshavnar kommunu
Og tað er eingin hugnalig-
ur lesnaður hjá hoyviks-
bóndanum, tí verður ætl-
anin veruleiki, hevur Hoy-
víksgarður onga framtíð.
Húsini standa á 180
metra hædd, slættin á
160. Sambært ætlanini
skal alt ekið undir 200
metra hædd nýtast til set-
husaøki.
— Stutt sagt fer allur
undirhagin, og so ber ikki
til at halda fram við garð-
inum. Sjálvur garðurin fer
at liggja mitt í býnum,
sigur Hanus.
Hann heldur tað vera
ógvuliga harmiligt. Tað
eru 11 ár síðan tey fluttu
niðan. Neytini komu nið-
an árið eftir. Beurin var
ikki liðugt veltur fyrr enn í
1977.
— ØI, sum velta úr
nýggjum lendi, vita, at
tað ganga nógv ár at fáa
góðan be. Ikki fyrr enn nú
ber garðurin seg. Fyri
okkum persónliga bilar
tað kanska ikki so nógv.
Men hetta er beiskt kort-
ini. Vit gleða okkum fyri
hvert beurin
verður betri og betri
— Og so koma teir bara
og taka alt. Ikki ti, tað
finnast domi um tað sama
aðrastaðni i Føroyum, eitt
nú í Klaksvík, at beurin
verður tikin til byggilendi.
- Væntað tað hevði eg
ikki. Men nú eri eg farin at
hugsað um nakað, sum eg
havi hoyrt: Byýráðsfor-
maðurin í Havn skal hava
sagt, at Sundsgarður var
bara byrjanin. Næst skulu
vit verða. og eingin bóndi
skuldi verða eftir í Suður-
streymi. ti bendur hósk
aðu ikki saman við sivil-
iseraðum fólki. Í eðrum
londum verða landbúnað-
arfólk annars hildin vera
við til at varðveita ment-
anina í landinum, sigur
Hanus.
Hann heldur, at Hoyvík
fór illa við at fara upp í
Havnar kommunu. Ikki
gekk væl at vera í komm-
unu saman við Argjum,
men hetta gjørdist hvaðna
verri.
— Hetta ekið hevur í
veruleikanum latið alt og
meira aftrat. >Ger skálk-
inum gott, og hann lenar
tær tað aftur við háð og
ar um, at
1 A Vi sig i
kunnu vit siga i
spoii«,
hesum målinum.
Vit hava fingið
brennisteðina, og nú skal
eisini koma Sundsdepil og
eitt stórt idnadarøki fram
við Kaldbaksfirði. I blød-
unum siga teir, at tað skal
verða Føroya størsta idn-
aðaroki. Hvi ikki fara út á
Nr. 11 —
Glvvursnes við øllun: has
um, tá Glyvursnes kortini
ikki skal hava frið?
27. januar 1987
Jarðarráðið
Hann finst at jarðarráð-
num, tí tað ov lætt gevur
eftir og letur almenna ørå,
eitt nú til brennisteðina og
byggingina inni á Sundi.
Men í hesum ferinum
vænti eg, at jarðarráðið
talar at og sigur nei. Ein
landsstovnur kann íkki
soleiðis lata seg telva und-
ir borðið fleiri ferðir á rað.
Og viðvíkjandi selu av
jørd kann jarðarráðið eis-
ini broyta hugsan eins og
Yvirfriðingarnevndin, tá
hon avgjørdi at friða
Fjallavatn, sigur Hanus.
Í rammuætlanin eru
nevnd nekur eki, ið verd
eru at varðveita, fram við
Havnará, Hoyvík, Drifts-
nes, Hvítanes, Kaldbaks-
botnur, Kaldbak. Kirkju-
bøur, fram við Sandá og
Havnardalur. Tað eri eg
fegin um, men eg haldi
eisini, at ein stórur partur
av Hoyvíkshaganum et
verdur at varðveita.
hvussu er lendið oman fyri
140 metra hædd. Fyri
hetta jarðarbrúkið, fyri
heiðafugl og annan fugl,
og fyri fólk, tí jú sterri bý-
urin verður, jú sterri verð-
ur tervurin hjá fólki á at
sleppa út í náttúruna.
Offra
náttúruvirði
Her uppi offra teir stór
náttúruvirði. Ein fugla-
teljing varð gjørd fyri
nøkrum árum síðan. Tá
varð sagt, at ongastaðni í
Føroyum var so nógvur
heiðafuglur sum júst her
Tann fuglurin verður púra
heimleysur. Her á Vatna-
skorðum er eisini stórt
vátlendi, ið hevur stóran
týdning fyri fuglin. T.d.
tá regn er um heystarnar
er hópur av villdunnum
her.
Býráðið heldur ikki,
at landbúnaðaroki er nak-
að vert, og náttúra er
neyvan til í teirra verð. At
fólki dámar at koma út í
náttúruna, skilja teir
neyvan heldur, sigur Han-
us.
Ikki neyðugt
Hanus Þeldur tað heldur
ikki vera neyðugt fyri
Havnar kommunu at fara
niðan í Hoyvíkshagan
Kommunan eigur Flatna-
haga. Við vanligari bygg-
ing hevði Havnin kunnað
blivið ríkiliga stór við at
bygt tann vegin.
— Men teir spara held-
ur sítt egna og royna at
leggja almenna jerð undir
27
Fer Tørshavnar kommuna
at utstykkja Hoyvikshag-
an, kann Hanus Wang
ikki halda fram vid sinum
bondagardi.