leygardagur 7. desember 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 236 - 7. desember 2002
Nr. 236 - 7. desember 2002
5
Fyrsta bókin hjá
Svenningi av Lofti í
røðini um menn, sum
komu til trúgv um-
borð á føroyskum
fiskiskipum, er nú at
fáa
BÓKAÚTGÁVA
Eirikur Lindenskov
– Altíð havi eg kent tað
vera sera hugtakandi at
hoyra menn greiða frá, tá ið
teir umborð á føroysku
sluppum, trolarum, línubát-
um og øðrum skipum sótu
á møti í lugarinum, kahútt-
ini ella messuni og har
hoyrdu skipsfelagar sínar
boða evangeliið um jesus
Kristtus – og at teir sjálvir
tóku lut í hesum boðskapi
og komu heim aftur til síni
kæru sum umbroytti menn.
Soleiðis greiðir Svenning
av Lofti frá í nýggju bók
sini, »Tað hendi umborð«,
sum her hini fyrsti í eini
røð, ið nemur við andaliga
lívið umborð á fiskiførum
okkara aftur í tríatiárini.
– Petur Háberg plagdi
ofta at siga við meg, eftir at
hann hevði hoyrt vitnisburð
frá monhum, sum vóru
umvendi umborð á skipum,
at hann ætlaði sær at skriva
eina bók um hesar menn,
greiðir Svenning av Lofti
frá.
– Men Petur náddi ikki at
skriva bókina, men eldhugi
og orð hansara um slíka
bók hava livað í mær alla
tíðina og skundað undir
hetta verið, sigur Svenning
av Lofti.
Onnur orsøk er, at pápi
Svenning, Jóan petur Poul-
sen, á Lofti, var ein av
hesum mongu føroysku
fiskimonnum, sum komu
til umvendingar umborð –
og var tað umborð á »Lilie«
undir Grønlandi í 1937 –
og hevur Svenning vígt
bókina minninum um páp-
an.
Svenning av Lofti tekur
eisini til Jákup Oluf á
Lakjuni í Fuglafirði, sum
eisini kom til trúgv á Frels-
aran úti á havinum.
– Hann plagdi at siga, at
»tað hava verið nógvir
flótandi møtisælir í Føroy-
um«, sigur Svenning av
Lofti.
Ætlanin hjá Svenningi
við hesi bókarøðini er at
lata eitt íkast, sum varpar
ljós á ein higartil lítið kend-
an part av Føroya sigl-
ingarsøgu. Bókin er prent-
að í 2500 eintøkum, oghon
kostar 275 kr.
Teir funnu
Harran
umborð
Svenning av Lofti við nýggju bókini um menn, sum komu til
trúgv umborð á føroyskum fiskiskipum
Mynd: Jens Kristian Vang
FJØLMIÐLAR
Jan Müller
Mánadagin 9. desember,
dagin fyri søguligu hend-
ingina í Vágum, tá fyrsti
undirsjóvartunnilin í Før-
oyum, letur upp, letur
Sosialurin
upp
nýggja
redaktión í Vágum. Blaðið
hevur leigað høli frá Sanda-
vágs kommunu, í vøkru og
hugnaligu kommunuhús-
unum í bygdini, har komm-
unan heldur til umframt at
læknaviðtala og sjúkrakassi
eru í húsunum.
Tað verður blaðmaðurin,
Edvard Joensen, sum fer at
manna nýggju redaktión-
ina. Við nýggju tøknini,
sum blaðfólk í dag hava
atgongd til og tí góða sam-
skiftinum, er lagamanni at
hava blaðredaktiónir kring
landið. Hetta er so eisini í
tráð við strategiina hjá
Sosialinum: at gerast meira
sjónligur kring alt landið
við at hava blaðfólk, sum
bæði búgva og kunnu ar-
beiða á staðnum.
Ætlanin við hesum tiltak-
inum er at kunna nøkta
tørvin á tíðindum og yms-
um fjølmiðlatænastum í
oynni so nógvar dagar á
árinum tilber. Fólk í oynni,
sum hava brúk fyri at lata
inn lesarabrøv, heilsanir,
lýsingar ol. kunnu so venda
sær beinleiðis til redak-
tiónina í Sandavági.
Við hesum tiltakinum
hevur blaðið nú umframt
høvuðsredaktiónina á Argj-
um eisini redaktiónir í Suð-
uroynni, Norðoyggjum og
Eysturoynni.
Sum knútapunkt millum
Føroyar og umheimin hev-
ur Vágoyggin sera stóran
samfelagsligan
týdning
umframt at oyggin er ein
livandi og týðandi partur av
Føroyum.
Í sambandi við upplat-
ingina av hesi 4. lokal-
redaktiónini hjá Sosialinum
verður móttøka í blaðhøl-
unum í Kommunuhúsunum
í Sandavági mánadagin 9.
desember frá klokkan 16 til
18.
Dagin fyri at Vágatunnilin letur upp:
Sosialurin letur
upp redaktión
í Vágum
Sosialurin fer at halda til í kommunuhúsunum í Sandavági
Sum knútapunkt millum Føroyar og umheimin hevur
Vágoyggin sera stóran samfelagsligan týdning umframt at
oyggin er ein livandi og týðandi partur av Føroyum. Tí er tað
týdningarmikið at hava blaðdeild í oynni
C
M
Y
K
5
4