leygardagur 7. desember 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 236 - 7. desember 2002
Nr. 236 - 7. desember 2002
7
Annika Næs
Johannesen letur nú
upp nýggja
tannlæknastovu á
Tvøroyri
TANNARØKT
Áki Bertholdsen
Í Norðaru helvt í Suðuroy
hava tey verið illa fyri við
tannlækna seinastu árini, tí
umframt skúlabarnatann-
læknarnar í Vági og á Tvør-
oyri, hevur bara verið ein
tannlækni til vaksin fólk og
hann hevur verið í Vági.
Men nú verður aftur
tannlækni á Tvøroyri.
Tað er Annika Næs
Johannesen, sum nú letur
tannlæknastovu upp í høl-
unum, har gamla tann-
læknastovan hjá Diaba var
mitt á Tvøroyri.
Men hóast hølini eru
gomul, eru tey øll gjørd
spildurnýggj innan eins og
øll útgerðin og øll amboð-
ini eru spildurnýggj.
Hon hevur almenna mót-
tøku í nýggju, ljósu tann-
læknastovuni í dag frá kl.
13 til 17. Men áðrenn hon
fer til arbeiðis av álvara,
skal hon fyrst á eitt stutt
skeið uttanlands, so hon fer
ikki at viðgerða fólk fyrr-
enn í aðru viku.
Men kortini ber tað longu
nú mánadagin til at biðja
um tíð til viðgerð.
Annika Næs Johannesen
tók prógv sum tannlækni í
1997 og síðani hevur hon
arbeitt í Aasiaat í Grønlandi
í trý ár.
– Tað var ógvuliga stræv-
ið, tí tanntrupulleikarnir
vóru stórur og tað var nógv
at gera. Vit vóru bara tveir
tannlæknar til 3.500 fólk og
av tí, at nógv høvdu vána-
ligar tenn, var eisini nógv,
sum kravdi bráðneyðuga
viðgerð, og tí var eisini
nógv arbeiði um vikuskifti.
Men annars vórðu hølini og
útgerðin í Grønlandi fyrsta
floks, leggur hon afturat.
Í Grønlandi skiftust tey
um, so at tey arbeiddu við
børnum aðruhvørja viku og
við vaksnum fólki aðru-
hvørja viku.
Harumframt vóru tvær
oyggjar við í kommununi
og tey høvdu krav uppá
tannlækna einaferð um
árið. So einaferð um árið,
pakkaðu eina flytiliga tann-
læknastovu og fóru við báti
út á oyggjarnar, har vit so
vóru í einar fýra dagar
hvørja ferð. Vit tóku so fólk
í viðgerð eftir aldri, børnini
fyrst, síðani tey ungu og at
enda tey vaksnu.
Annika væntar avgjørt, at
tað fer at vísa seg, at føroy-
ingar hava betri tenn enn
grønlendingar høvdu. Men
her verður arbeiðsbyrðan
heldur ikki so stór, tí í Suð-
uroy vera tey nú eisini fýra
tannlæknar til tey gott
5.000 fólkini, sum búgva í
oynni.
Ímeðan hon var í Grøn-
landi, heittu kommunur í
norðaru helvt í Suðuroy á
hana um at koma heim.
Kommunurnar hava goldið
fyri at innrætta húsini, men
sjálv eigur hon alla útgerð-
ina.
– Hevði eg ikki fingið
hesar sømdir frá kommun-
unum, hevði eg ikki komið
heimaftur, sigur hon.
Og at saknur hevur verið
í tannlækna á Tvøroyri,
hevur hon týðiliga merkt, tí
hon sigur, at allastaðni har
hon kemur, fegnast fólk um
at hon skal byrja á Tvør-
oyri.
Saman
við
tveimum
hjálparfólkum fer hon so-
statt nú undir tannlækna-
virksemi á Tvøroyri undir
navninum »Tannarøkt«.
Í gjárkvøldið fór út-
gerð av Tvøroyri av
landinum til Spania,
har hon skal verða
liður í royndunum at
basa herviligu dálk-
ingini úr tanga-
skipinum Prestige
ALTJÓÐA SAMSTARV
Áki Bertholdsen
Nú eru eisini boð eftir før-
oyingum at hjálpa til við ar-
beiðnum at basa herviligu
oljudálkingini í útnyrðings-
horninum á Spania.
Tað hevur ført til eina
umhvørvisvanlukku
í
ólukkumát at tangaskipið
Prestige gekk burtur har á
leiðini og stór stranda-
strekki í Spania eru illa
dálkað av tjúkkari olju og
nú skilst at eisini portugisar
eru farnir at stúra fyri, at
olja skal reka á land har.
Síðani er manning og út-
gerð savna saman úr øllum
heiminum í eini roynd at
basa dálkingini og í at av-
marka skaðan mest møgu-
ligt.
Og nú eru eisini føroy-
ingar eru komnir upp í hetta
arbeiðið.
Tað er fyritøkan OSR
(Oil Spill Response), hjá
Paula Einarsson á Tvøroyri,
sum hevur fingið áheitan
um at hjálpa til við útgerð.
Og í gjárkvøldið fór út-
gerð av Tvøroyri við farma-
skipinum, Clare, til Dan-
markar, haðani útgerðin
verður førd víðari suður til
Spania.
– Talan er um 200 metrar
av flótiverju, sum OSR
hevur og sum nú verður
send til Spania, sigur Pauli
Einarsson.
Hetta er flótiverja, sum
verður blást upp og sum
verður løgd í vatnskorpuni
at forða fyri, at olja á sjón-
um breiðir seg.
Fyritøkan
hjá
Paula
Einarsson samstarvar við
MMB
(Maritim
Miljø
Beredskab) í Noregi og tað
er í samstarvi við teir, at
OSR letur útgerðina.
– Hetta er so umfatandi
dálking, at tað er neyðugt at
savna inn útgerð allastaðni
frá i heiminum í eini roynd
at basa henni.
Pauli Einarsson sigur, at
útgerðin, teir hava latið, er
ætlað til at brúka úti á opn-
um havi og hetta er útgerð,
sum oljufeløgini hava leig-
að og sum av røttum eigur
at verða til taks hjá bori-
pallunum til Havs.
– Men oljufeløgini hava
verið so beinasom, at tey
hava játtað, at útgerðin
verður flutt til Spaina í
hesum serliga førinum,
bara vit kunnu vátta, at hon
er til taks aftur í Føroyum
næsta vár – og tað verður
hon.
Eisini fólk til reiðar
At komið verður heilt til
Føroyar eftir útgerð, sigur
eitt sindur um, hvussu um-
fatandi oljudálkingin er.
– Men tað sigur eisini eitt
sindur um, hvussu víttfevn-
andi og heimsumfatandi
samstarvið er á hesum
økinum og tað er ein stór
trygd í tí, heldur Pauli
Einarsson, tí tað sigla eisini
stór tangaskip framvið Før-
oyum.
Hann sigur, at enn er onki
fólk frá OSR farið til
Spania.
– Teir vilja royna sjálvir
sum longst við teirra egna
fólki. Men teir hava eisini
boðað frá, at tað kann koma
uppá tal at fáa fólk niður og
tí stendur manning hjá OSR
eisini tilbúgvin at fara til
Spania, verður boð eftir
teimum.
Samstundis kann tað eis-
ini koma upp á tal at senda
meiri útgerð til Spania.
Hetta eru alt fólk, sum
hava verið á skeiði í at basa
oljudálking og sum duga at
brúka slúka útgerð.
Tað er kanska ljótt at siga
tað, nú dálkingin í Spania
er so umfatandi, men Pauli
Einarsson hevði onki havt
ímóti at verðið boðsendur
at komið til Spania.
– Okkara fólk hevur ver-
ið á fleiri skeiðum. Men at
royna tað í verkið er nakað
heilt annað og tað hevði
givið okkum ómetaliga
góðar royndir at verið við í
einum so umfatandi ar-
beiði, har vit sluppu at
royna tað í verki í eini um-
fatandi
umhvørvisvan-
lukku, sum vit annars bara
hava lært á skeiðum.
Nakað at hugsað um
Annars heldur hann, at ein
vanlukka sum tann í Spa-
nia, eigur at verða hugvekj-
andi hjá føroyingum, tí tað
sigla eisini stór Tangaskip
framvið Føroyum.
– Tey sigla aloftast sunn-
anfyri okkum, men við-
hvørt er ættin so, at teir
vera norðanfyri okkum. Og
hóast teir eru langt úr landi,
vísir dømi úr Spania, at vit
skulu aldrin siga aldrin og
vit eiga avgjørt at vera á
varðhaldi, heldur Pauli
Einarsson.
Út við 20.000 tons av
olju runnu úr tangaskipin-
um Prestige, tá ið tað fór at
leka í illveðri útfyri út-
nyrðingsspania 13. novem-
ber. Seks dagar seinni, 19.
november, brotnaði tað av
um tvøran og sakk á yvir 2.
kilometra dýpi. Oljan hevur
dálkað stór strekki av
strond í Spania og higartil
eru nøkur túsund tons av
olju tikin upp at strondini.
Tilsamans eru yvir 180
strendur í Spania dálkaðar
og umframt dálking, hevur
tað fingið umfatandi av-
leiðingar fyri útróður av
ymsum slagi og djóralívið
har á leiðini.
Men nú hevur ein fransk-
ur kavbátur harafturat av-
dúkað, at olja enn lekur úr
skipunum.
Myndir, sum kavbáturin
hevur tikið, vísir, at tjukk
olja lekur úr skipinum upp
ígjøgnum
sjógvin
sum
tannkrem ið verður kroyst
úr eini tubu, og nú rópa
eisini Portugisar varskó tí
teir stúra fyri dálking, um-
framt at oljudálkaðir fuglar
eisini eru funnir í Frak-
landi, har teir eisini stúra
fyri, at olja skal reka á land,
tí tað gongur tann vegin.
Nú er tannlækni aftur á Tvøroyri
Annika Næs
Johannesen fer nú at
verða tannlækni á
Tvøroyri og tað
hevur stórur tørvur
verið á í mong ár.
Hon fer nú at lata
tannlæknastovuna
hjá Diaba uppaftur,
men við
spildurnýggjum
amboðum og
nýggjari útgerð, eins
og øll hølini eru
nýggj innan og
innrættað av
nýggjum
Føroyingar hjálpa til at basa oljudálking í Spania
Nú er útgerð eisini farin úr Føroyum niður til Spania í eini roynd at basa herviligu oljudálkingini
har. Pauli Einarsson, sum letur útgerðina, sigur, at fyritøka hansara á Tvøroyri hevur eisini menn
tilbúnar at fara til Spania, verður boð eftir teimum og tað kann verða so skjótt, tí støðan er
ógvuliga hættislig
Miðvágs- og Sanda-
vágs kommunur hava
keypt brandbil saman
við partafelagnum
Vágatunlinum.
Bilurin verður vænt-
andi í Føroyum í
mars næsta ár
TRYGD
Edvard Joensen
Sandavági: Nógv umrøddi
brandbilurin, sum Mið-
vágs- Sandavágs Sløkkilið
skuldi fáa til vega, er nú
keyptur.
Kommunurnar
báðar hava í felag við parta-
felagnum
Vágatunlinum
keypt bilin.
Talan er um ein bil av
sama slagi sum tann, Kví-
víkar Kommuna fekk her-
fyri, sigur Rósa Samuelsen,
borgarstjóri í Sandavági. Tó
er hesin eitt sindur øðrvísi
bygdur
aftan,
hóast
karrossaríið er tað sama
sum á kvívíksbilinum. Um-
framt hevur hesin bilurin,
sum nú er keyptur, nakað
væl av eykaútgerð eisini.
Kortini er hann bíligari,
enn tað, lagt varð út við, tá
tosað varð um at keypa bil
úr Íslandi.
Fyrsta uppleggið var upp
á hálvaaðru millión krónur
fyri sjálvan bilin, sigur
Rósa Samuelsen. Í dag
kostar hesin bilurin, sum er
keyptur úr Danmark, 1,2
milliónr krónur.
Prísurin fyri sjálvan bilin
er 1,1 millióni, sigur hon,
meðan eykaútgerðin, sum
er
við,
kostar
umleið
100.000,- krónur. Talan er
millum annað um samskift-
isútgerð, sigur borgarstjór-
in í Sandavági.
Kostnaðurin er soleiðis
býttur, sigur Rósa Samuel-
sen, at Miðvágs- og Sanda-
vágs kommunur gjalda til-
samans 550.000,- krónur,
meðan partfelagið vága-
tunnilin
rindar
tær
650.000,- kónurnr, sum
eftir eru.
Bilurin, sum nú er keypt-
ur, er danskur, meðan tann
hjá kvívíkingum er ísl-
endskur. Báðir eru av
merkinum Ford.
Rósa Samuelsen sigur, at
byggitíðin er tríggjar mán-
aðar, og verður bilurin
væntandi í Føroyum eina-
ferð í mars næsta ár. Til ta
tíð er ein bilur leigaður úr
Klaksvík.
Brandbilurin er keyptur
Brandbilurin hjá Kvívíkar Kommunu. Bilurin, sum Miðvágs- Sandavágs kommunur og Vágatunnilin nú hava keypt, líkist hesum. Tó er bygnaðurin aftan eitt
sindur øðrvísi
Mynd: Álvur Haraldsen
Seinasta leygardag
varð jólatræið á
Vaglinum í Havn
tendrað. Í dag verða
hini trøðini í útjaðara
høvuðsstaðsins
tendrað
JÓLATRØ
Tíðindaskriv
Jólatrøini á Argjum, Hvíta-
nesi, í Kaldbak, Norðradali
og í Kollafirði verða tendr-
að leygardagin 7. desember
soleiðis:
kl. 15.30 verður jólatræið
á Argjum tendrað. GHM
spælir, Heri Joensen, prest-
ur, og Bjarti Mohr, býráðs-
limur, tala.
kl. 16.30 verður jólatræið
í Kaldbak tendrað. GHM
spælir, Sonja Klein, prest-
ur, og Tórfinn Smith, bý-
ráðslimur, tala.
kl. 17.00 verður jólatræið
á Hvítanesi tendrað. Havn-
ar Hornorkestur spælir,
Sverri Steinhólm, prestur,
og Páll Petersen, tala.
kl. 16.00 verður jólatræið
í Kollafirði tendrað. Terji
Davidsen talar.
kl. 18.30 verður jólatræið
í Norðradali tendrað. GHM
spælir, Sverri Steinhólm,
prestur, og Tórfinn Smith,
býráðslimur, tala.
Hini jólatrøini tendrað
C
M
Y
K
7
6