Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. desember 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 236 - 7. desember 2002 Nr. 236 - 7. desember 2002 9 Varpaðu í kring Hóskvøldið varð al- ment tendrað fyri Televarpinum. Hetta hendir á samkomu í Fornminnissavninum í Hoyvík, har nýggja tøknin lýsti upp mill- um fornlutirnar FRUMSÝNING Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang Fornminnissavnið í Hoyvík var hóskvøldið karmur um almennu frumsýningina av Televarpinum. Dóttirfyritøkan hjá Før- oya Tele fer nú undir at bjóða fylgiveinarásir á UHF netinum. Tað var landsstýrismað- urin í fjarskiftismálum, Bjarni Djurholm, ið við at trýsta á ein knøtt byrjaði ein nýggjan kapittul í før- oysku fjarskiftisøguni. Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið, Andras Ró- in, nevndarformaður og stjóri fyri Føroya Tele hildu saman við Bjarna Djur- holm røðu á hátíðarhaldi- num í sambandi við fyrstu sendingarnar. Bæði Andras Róin og Bjarni Djurholm nevndu, at tað var spennandi og týdn- ingarmikið hjá Føroya Tele at gera tílíkar fyritøkur, sum styrkja av útboðið og kunnu vera til at menna marknaðin og fyritøkurnar. Bjarni Djurholm legði dent á, at treytin fyri, at hann hevði givið loyvi til hetta, var, at Televarpið varð rikið sum ein sjálv- støðug eind fyri seg – rokn- skapur og virksemi sundur- skilt frá Føroya Tele. Skipanin hjá Televarpið byggir á framkomna tal- gilda sendiútgerð, ið í roynd og veru ikki er roynd aðrastaðni í okkara parti av heiminum. Tøknin kallast fyri DTT, ið stendur fyri Digital Terrestrial Television. Í stuttum ber til at siga, at við hesari tøknini verða fylgi- sveinarásir tiknar niður og sendar útaftur á UHF-netið umvegis eina støð. Alt verður sent tráðleyst, og neyðugt er ikki við einari parabolskál í hvørjum heimi. Kortini er neyðugt við einum móttakara – ein- ari set-top boks – fyri at gera talgilda signalið um til myndir. Fyrimunurin við hesari skipanini er, at tey, ið búgva í útbreiðsluøkinum, kunnu fáa talgildu myndirnar inn við einari vanligari ann- tennu, sum ofta er tann sama sum nýtt hevur til at taka ímóti Sjónvarpi Før- oya ella møguliga Rás Tórshavn. Tróndur Djurhuus nevndi í sínari røðu, at áhugin fyri hesari skipanini eisini er vaknaður uttanlands, og fólk fegin vilja læra av før- oysku royndunum. Upplýst verður, at íløgur- nar í rundum tølum liggja um tær tíggju milliónirnar. Føroya Tele hevur innskotið tvær milliónir í eginpeningi og restin er fíggjað við lán- tøku. Fyrst í Havn Í fyrstu atløgu sendir Tele- varpið bara í Havn, men ætlanin er í komandi ári at dekka størri part av landi- num. Tað verður mest sann- líkt partar av Eysturoynni og Klaksvík, sum fyrst sleppa at síggja Televarpið. Avtala er gjørd við radio- deildina hjá Føroya Tele um at fara undir tað arbeiða, sum í síðsta enda skal flyta Televarpið til aðrar oyggjar eisini. Tróndur Djurhuus sigur seg vóna, at eitt úrslit frá hesum arbeiðinum sæst í 2003. —Sendararnir undir Varða og í Nólsoy eru tendraðir. Arbeitt verður næstu tíðina við at justera sendararnar í Nólsoy, sum tí kunnu vera eitt sindur óregluligir í fyrstuni. Sendararnir á Sandvíka- hjalla, sum m.a. senda til Kaldbaks, verða tendraðir um nakrar dagar. Televarp- ið fer fyrst at hækka mastr- ina á Sandvíkahjalla fyri at fáa eitt betri signal. Signal- ið sæst ikki á Norðasta Horni enn. Eisini har er neyðugt at hækka eina mastur. Televarpið kannar tó møguleikarnar fyri eini fyribilsloysn, skrivar Tele- varpið í tíðindaskrivi. Somuleiðis kannar Tele- varpið møguleikarnar at menna sína egnum tøkni, soleiðis at pláss verður fyri fleiri rásum og fleiri tæn- astum. —Vit fara at hyggja at, hvussu vit tøkiliga kunnu fáa størri bandbreidd út frá verandi kapasiteti. Hin møguleikin er so at fáa størri frekvensir, sigur Tróndur Djurhuus. Svartur skíggi Tær løturnar, ið ein av rás- unum hjá Televarpinum, Canal+, sendir pornograf- iskt tilfar verður sjónvarps- skíggin hjá fólki svartur. Tróndur Djurhuus sigur, at fólk fara einki at síggja og einki hoyra, tá tilfarið, ið vísir meira enn gott er, kemur á skíggjan. Næsta ár skulu fólk, ið higartil hava sæð Rás Tórshavn at kalla ókeypis, gjalda á leið 4500 krónur fyri móttakara og bílig- asta pakkan hjá Tele- varpinum. – Rás Tórshavn hevur verið eitt gott tilboð, sum tað tó ikki ber til at halda fram við at bjóða, sigur Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, ið ikki vil lova stuðul, eitt nú til pensjónistar ella feløg, nú kommunan fer at spara útreiðslur av Rás Tórshavn. KRINGVARP Jón Brian Hvidtfeldt Rás Tórshavn er endaliga farið í søguna, og alterna- tivið, hevur tú ikki hug at fáa tær eina parabol, er Televarpið. Men meðan Rás Tórshavn higartil hevur verið ein at kalla ókeypis tænasta hjá havnaborgar- um, ið tó hava goldið eina millión um árið umvegis skattarokningina fyri rásir- nar, verður rokningin frá Televarpinum fyrsta árið 4500 krónur fyri minsta pakkan, tí serligur móttak- ari eisini skal keypast. - Tað er greitt, at borgar- arnir missa eitt gott tilboð. Rás Tórshavn hevur sent í umleið 20 ár, og eg haldi, at fólk hava verið glað fyri til- boðið. Men vit mugu ásanna, at tíðin er farin frá Rás Tórshavn. Teknikkurin er gamal, og harumframt gjørdust rásirnar, ið vit higartil hava fingið bíliga, nú sera dýrar fyri kommun- una at keypa, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn. Rás Tórshavn hevur kost- að Tórshavnar Kommunu umleið eina millión um ár- ið, og hóast kommunan nú sparir hesar pengarnar, verður neyvan talan um at lata hesa upphædd útaftur í stuðli, so fólk kunnu fáa til- boðið frá Televarpinum bíl- igari. Møguleikin hevur als ikki verið uppá tal, sigur Jan Christiansen. - Eg meti hatta at vera ein sera prinsipiellan spurning. So skjótt vit gera av at lata stuðul renna vit okkum í eina breiða viftu av fólki og feløgum, ið kundu hugsað sær stuðulin. Eisini kunnu vit spyrja, hvør so skuldi fingið henda stuðul. Skuldi tað verið pensjónistar, ella barnafamiljur, ella kanska bara feløg, spyr Jan Christ- iansen, og vísir á, at tað er rættuliga ymiskt, hvussu fólk eru fyri fíggjarliga. Ein mánað afturat í Kollafirði Tá Tórshavnar Kommuna gjørdi avtalu við Televarpið um at »yvirtaka« Rás Tórs- havn, tryggjaði kommunan sær, at rásirnar hjá Tele- varpinum skuldu røkka út til allar borgarar í kommun- uni, umframt tey Inni á Fjørð í Kollafirði, ið higar- til ikki hava havt møguleika at síggja Rás Tórshavn. Men higartil røkkir sendinetið hjá Televarpi- num ikki til norðastu bygd- ina í Tósrhavnar Komm- unu, og tí er Rás Tórshavn enn at síggja í Kollafirði. Jan Christiansen sigur seg hava skilt, at tað fer at taka Televarpinum umleið ein mánað, áðrenn rásirnar hjá felagnum røkka norður á Kollafjørð, eisini til teirra, ið búgva Inni á Fjørð. Hóskvøldið varð tendrað fyri Televarpinum. Hátíðarhald var í Fornminnissavninum. Ein lítil framsýning við gomlum sendilutum stóð eisini millum gomlu bátar- nar á Fornminnissavninum. Kommunan fær einki gjørt Televarpið leggur eina við, at tað er lætt at fáast við móttakaran. Her er Bjarni Djurholm, ið roynir seg við kønari hjálp. –Prísurin fyri Canal+ pakkan fáa vit einki gjørt við. Hesin prísurin er dikteraður úr Frak- landi, og Canal+ var ikki til at vika, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarp- ið TELEVARPIÐ Orð:Heri á Rógvi Myndir: Jens Kristian Vang Burturúr øllum tí nógva, sum er skrivað um Tele- varpið og fylgisveinrásir í seinastuni, hevur kanska lítið verið skrivað um prísirnar. Orsøkin er tann, at allir prísirnir ikki eru vorðnir almannakunn- gjørdir fyrr í síðstu løtu. Prísirnir fyri Danmarks Radio hjá Televarpinum eru heldur ikki vorðnir al- mannakunngjørdir enn. Prísirnir koma kanska óvart á mong. Tað vísir seg, at prísirnir hjá Tele- varpinum liggja væl om- anfyri prísirnar hjá kapp- ingarneytanum Canal Digital, verður sæð burt- ur frá meirkostnaðinum fyri útgerð. Undan almannakunn- gerðingini av prísinum hevði stjórin fyri Tele- varpið, Tróndur Djur- huus, boðað frá, at teir illa kunda gera pakkan við Canal+ bíligari enn kappingarneytin. Prísirnir hjá Televarpi- num eru soleiðis háttaðir, at grundpakkin kostar 179 kr. um mánaðin. Hes- in pakkin er neyðugur, skalt tú keypa tær rættin til at síggja aðrar rásir eisini. Tríggir aðrir pakk- ar eru eisini. Ein pakki er við DR1 og DR2, men prísurin fyri hendan ikki er kendur enn. Canal+ pakkin kostar 219/mðn. Tað vil so siga, at fyri Televarpspakkan og tær fýra Canal+ rásir- nar, skalt tú gjalda 398 kr. hvønn mánað. Ein tilsvarandi pakki hjá Canal Digital kostar fyri føroyskar kundar 299 kr./mðn. Í tí pakkanum er eisini MUTV, sum kostar 59 kr. eyka frá Televarpi- num. Við øðrum orðum er prísmunurin 1.188 kr. árliga. Men Televarpið fær einki gjørt við prísin fyri Canal+. –Prísurin fyri Canal+ pakkan fáa vit einki gjørt við. Hesin prísurin er dik- teraður úr Fraklandi, og Canal+ var ikki til at vika. Vit fingu greitt at vita, at hetta skuldi vera prísurin, sigur Tróndur Djurhuus. Stjórin fyri Televarpið roknar við góðari undir- tøku fyri tilboðnum hjá teimum. Broytingar í út- boðnum kunnu væntast við tíðini, men stjórin kann ikki vísa til nakrar ítøkiligar ætlanir. Prísurin ásettur í Fraklandi Tá handlarnir lótu upp fríggjamorgunin bar fyri fyrstu ferð til at keypa móttakaran, ið krevst fyri at síggja rásirnar hjá Tele- varpinum. Umleið 200 móttakarar fóru um handilsdiskarnar tveir teir fyrstu tímar- nar KRINGVARP Jón Brian Hvidtfeldt Eftir móttøku hóskvøldið, har m.a.Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu- málum, alment tendraði sendaran hjá Televarpinum, stóð móttakarin, ið krevst fyri at síggja rásirnar, á handilshyllunum fríggja- morgunin. Fyribils røkkur Televarp- ið bara so dánt út til allan høvuðsstaðin, og tí verða móttakarnir í fyrstu atløgu bara seldir í Havn. Móttakarin til Televarpið fæst á hesum støðum: Da- mor á Argjum, Delta El- ektronikktænastan í Gong- ini, LM Handilin við Hoy- víksvegin, Radiohandilin í N.Finsensgøtu umframt í Teledeplinum í Miðbýnum. Í heilsíðulýsingum í bløð- unum er vegleiðandi prísur- in fyri móttakaran settur til 2195 krónur, og allir fimm handlar hava tikið vegleiðandi prísin so bók- staviliga, at móttakarin kostar 2195 krónur hjá øll- um. 100 um tíman Líkt er til, at fólk ikki aftra seg við prísin á móttakara- num, og heldur ikki á prís- unum fyri at síggja rásirnar, ið tey tó ikki skulu gjalda fyrr enn eftir nýggjár. Øll, ið keypa ein móttakara, skulu í minsta lagi tekna seg fyri minsta pakkan, ið kostar 179 krónur um mán- aðin. Men hetta til nýggjárs ber til hjá øllum, ið keypa sær ein móttakara, at síggja allar rásirnar, eisini tær í Canal+ pakkanum og MUtv pakkanum, ókeypis. - Hetta er næstan sum í Russlandi – fólk standa í bíðirøð fyri at keypa, segði sølumaðurin í Radiohandli- num í Niels Finsensgøtu, og legði afturat, at tey royndu at bjóða fólki kaffi og piparnøtur meðan tey bíðaðu. Har gekk sølan so væl, at um ellivu tíðina fyrrapartin fríggjadagin høvdu tey longu selt umleið 50 móttakarar. Hann vænt- aði seg at hava selt umleið 200 móttakarar, kanska meira, áðrenn handilin stongdi fríggjakvøldið. Eisini hjá Delta Elektro- niktænastuni, nakað longur niðri í býnum gingu mót- takararnir sum heitt breyð. Har høvdu tey selt umleið 80 móttakarar, tveir teir fyrstu tímarnar fríggja- morgunin, og væntaðu at selja nakað tað sama rest- ina av degnum. Fyri at vera eitt sindur »uppá forkant« sendi Delta fyrr í vikuni nøkrum av sínum føstu kundum bræv við tilboði um at koyra móttakaran út og seta hann upp, og higar- til hava umleið 100 tikið av hesum tilboði, siga tey hjá Delta. Triðji handilin í Miðbý- num, ið selur móttakarar, er Teledepilin hjá móðurfyri- tøkuni hjá Televarpinum. Um ellivu tíðina fyrrapartin vóru 35 móttakarar farnir um diskin hjá teimum, og tey væntaðu at selja yvir 100 fríggjadagin. Hjá Damor á Argjum høvdu tey selt umleið 15 móttakarar tveir teir fyrstu tímarnar fríggjamorgunin, men har væntaðu tey nógv seinni fríggjadagin, og at sølan helst fór uppum 70. Nakað tað sama, ella um- leið 20 móttakarar, vóru seldir í LM Handlinum, tá Sosialurin prátaði við tey um ellivu tíðina fríggjadag- in. Eisini har væntaðu tey at selja nógvar seinni um dagin, so samlaða sølan fór at tátta í 80 móttakarar. Eis- ini kundi hugsast, at nógv høvdu ørindi hjá granna- num hinumegin vegin, nú tað stundar til vikuskifti, og tí eisini fingu sær ein »kassa« frá teimum í sama viðfangi, helt sølumaðurin hjá LM Handlinum fyri. Verða sølutølini hjá teim- um fimm handlunum løgd saman, so seldu teir umleið 200 móttakarar til Tele- varpið, tveir teir fyrstu tím- arnar, móttakararnir vóru til keyps. Hædd verður ikki tikin fyri stóru økingini í sjón- varpsgjaldinum, nú síðsta hond verður løgd á fíggj- arlógaruppskotið, áðrenn tað skal til 2.viðgerð í næstu viku. Tað vil m.a. siga, at í samband við skattalættan, ið samgong- an hevur lovað, verður ikki lagt upp fyri, at krevjast skulu millum fimm og seks milliónir krónur meiri inn í sjón- varpsgjaldi næsta ár, sammett við í ár. Annlis Bjarkhamar, landsstýrismaður í mentamálum, hevur valt at hækka sjónvarpsgjald- ið upp í 2000 krónur, so fólk næsta ár skulu gjalda 1600 krónur til SvF, og 400 krónur í meirvirðis- gjaldi til landskassan. Hóast landsstýrismað- urin síðan hon tók av- gerðina hevur verið á fundi við Fíggjarnevnd- ina í samband við við- gerðina av fíggjarlógar- uppskotinum, so fekk hækkingin av sjónvarps- gjaldinum ikki stórvegis umrøðu. - Málið fekk ikki ta stóru umrøðu. Fólk mugu gjalda fyri tað tey fáa, og í hesum føri hevur lands- stýrismaðurin í menta- málum mett tað verða neyðugt at hækka gjaldið, so Sjónvarpið fær nóg mikið av pengum, sigur Óli Breckmann, formað- ur í Fíggjarnevndini. jbh Ikki okkara borð Sum heitt breyð Framúr væl nøgdur - Hetta má vera eitt tað mesta, ið ber til at selja uppá so stutta tíð. Tað sigur ein væl nøgdur Aksel Haraldsen, stjóri á Televarpinum, ið fekk 200 nýggjar kundar, tveir teir fyrstu tímarnar fríggjamorgunum. Stjórin á Televarpinum sigur, at tey sum er hava 3000 móttakarar á goymslu. Harumframt kemur ein sending í næstu viku, og ein í aðruviku, so tilsamans fara tey at hava 5000 móttakarar klárar áðrenn jól. - Vit vita, at umleið 6.700 fólk hava sæð Rás Tórs- havn, og hesi eru so okkara marknaður í fyrstu atløgu. Men vit vita, at nú Rás Tórshavn hevur sløkt, skulu nógv gera upp við seg sjálvi, um tey ynskja at gjalda fyri at síggja útlendskar sjónvarpsrásir. Men vit hava so bundið okkum til at geva øllum, ið hava sæð Rás Tórshavn, henda møguleika, sigur Aksel Haraldsen. Eftir nýggjár fer Televarpið at seta útgerð upp, so rásirnar eisini kunnu síggjast í stórum pørtum av Eyst- uroynni og í Klaksvík. Aksel Haraldsen sigur, at talan er um nýggja tøkni, og tí má Televarpið í næstum gera nakrar royndir, áðrenn sendinetið verður víðkað. jbh Aksel Haraldsen stjóri á Televarpinum, er sera væl nøgdur við góðu byrjanina hjá Televarpinum. Fólk stóðu í bíðirøð fríggjamorgunin fyri at keypa sær ein móttakara til Televarpið. Umleið 200 móttakarar fóru um diskin í teimum fimm handlunum, ið selja móttakaran, tveir teir fyrstu tímarnar fríggjadagin. Bara í Radiohandlinum í Niels Finsensgøtu, har henda myndin er tikin, høvdu tey selt 50 móttakarar, tá klokkan var farin av ellivu. Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 9 8