Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. desember 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 236 - 7. desember 2002 Nr. 236 - 7. desember 2002 11 »The Way I Am« er heitið á nýggja sjón- bandinum, sum júst er komið í sølubúð- irnar. Sjónbandið snýr seg um ungu sangstjørnuna, Brand Enni. Eisini er ein nýggj tónleikaárbók komin á marknaðin. Hetta er onnur bókin av hesum slagnum. Studio Pegasus í Klaksvík stendur fyri báðum útgávunum ÚTGÁVUR Ingrid Bjarnastein Allir fjeppararnir hjá Brandi Enni kunnu nú gleðast. Nú er eitt nýtt sjónband við heitinum »The Way I Am« er nú komið í sølubúðirnar. – Sjónbandið er 40 min- uttir til longdar, har Brand- ur sjálvur fortelur søguna um tað, sum er hent sein- asta árið, sigur Steintór Rasmussen, manageri hjá Brandi. Tað er Eyðfinn Jensen, sum er høvuðsmyndamað- ur, og er tað eisini hann, sum hevur redigerað allar upptøkurnar. – Ein kann kalla hetta eitt status av, hvussu langt Brandur er komin higartil, greiðir Steintór víðari frá. – Sjálvt heitið á sjónbandin- um er ein sangur, sum Brandur sjálvur hevur skrivað. Hetta er ein nýggj- ur sangur, sum ongantíð er útgivin fyrr, og sjónbandið byrjar eisini við hesum sanginum. Filmurin um ungu før- oysku poppstjørnuna tekur hyggjaran við á eina ferð, har hann sleppur við á konsertir, til Danmarkar, har Brandur er gestur hjá Bubber, handan leiktjøldini tá sjónbandalagið til Wai- ting in the Moonlight varð tikið upp og so framvegis. Lítil ivi man vera í, at hesin filmurin fer at liggja undir nógvum jólatrøum í ár. Nýtt plátufelag Í kjalarvørrinum av eini størri verkætlan um at geva Brand út í bæði Íslandi og Danmark fyrst í komandi ári, verður eisini nýtt plátu- felag stovnað. Talan er um NAME, sum stendur fyri North Atlantic Music Enterprize. Fyrst í næsta árið verður Waiting in the Moonligt givin út sum stakfløga í Danmark, og í februar verður Brandur á eini stór- ari konsert yviri í Íslandi. Í hesum sambandi verður eisini ein nýggj pláta givin út, har ein duett við Brandi og íslendsku Jóhonnu Gúðrun eisini er við. – Málið í løtuni er at røkka útlendska marknað- inum. Vit savna okkum um Danmark og Ísland í fyrsta umfari, men áhugin uttan- fyri hesi londini er eisini til staðar. Men tað er nógv frá einum áhugaðum brævi til veruleika, sigur Steintór. Tónleikaárbókin Á tíðindafundi hósdagin var nýggja tónleikaárbókin eisini løgd fram. Tónleika- árbókin er ein lýsing av tónleikalívinum í Føroyum seinasta árið í orðum og myndum. – Har eru fleiri nýggjar greinar, og nógvar myndir, sum ongantíð hava verið at sæð áður, sigur Eyðun Klakstein, sum hevur redigerað bókina. Bókin er bygd á tilfar, sum hevur staðið í Sosialin- um og á pop.fo seinasta árið, umframt tær nýggju greinarnar. Alt tilfarið er skrivað og redigerað av nýggjum. – Ótrúliga nógv gongur fyri seg í føroyska tónleika- heiminum, og seinasta árið hevur verið ótrúliga merkt av, at føroyskir bólkar hava verið uttanlands og gjørt um seg, greiðir Eyðun frá. – Tónleikabókin er ein tíðarmynd av føroyskum tónleiki, og ætlanin er at gera hana til ein fastan tátt. Fyrstu ferð tónleikaár- bókin kom út var í fjør. Tá vóru tað Sosialurin og Studio Pegasus, sum góvu bókina út í felag, men í ár er tað bara Studio Pegasus, sum stendur fyri útgávuni. Seinnapartin hósdagin varð skipað fyri tónleikacafé á Platform. Her var høvi at ogna sær nýggju tónleika- árbókina og nýggja filmin um Brand. Nakað av fólki var komið saman, har møguleiki var fyri at fáa eitt signerað ein- tak av teimum báðum nýggju útgávunum, og har Brandur saman við øðrum tónleikarum bæði sang og spældi. Í dag letur seinasta framsýningin í Lista- skálanum í ár upp. Hetta er somuleiðis eisini seinasta fram- sýningin, meðan Bárður Jákupsson er leiðari. Tað eru Ama- riel Norðoy, Kári Svensson, Eyðun av Reyni, Anker Morten- sen og Andreas Andreasen, sum sýna fram LISTAFRAMSÝNING Ingrid Bjarnastein Klokkan 16 í dag letur sein- asta framsýningin í Lista- skálanum í ár upp. Listar- menninir eru fimm í tali, og fimm av teimum væl kendu. Talan er um Amariel Norðoy, Kára Svennson, Eyðun av Reyni, Anker Mortensen og Andreas Andreasen. Samstundis sum hetta er seinasta listaframsýningin í ár, er hetta seinasta sýning- in, meðan Bárður Jákups- son er leiðari. Hann fer nevniliga frá 1. januar. Eini 90 verk verða at síggja í Listaskálanum í døgunum 7. – 15. desem- ber. Talan er um skulpturar og málningar. Opið er í Listaskálanum týsdag til fríggjadag frá 14 – 17 og leygardag og sunnudag frá 14 – 18. Tað eru Amariel Norðoy, Kári Svensson og Eyðun av Reyni, sum í felag hava staðið fyri listaframsýning- ini. Brandur á video og tónleikur í myndum Frá vinstru: Eyðfinn Jensen, Brandur Enni, Eyðun Klakstein og Steintór Rasmussen Mynd: Jens Kr. Vang Filmurin um Brand er 40 minuttir til longdar. Ilt er at spáa um, hvussu nógvum jólatrøum hann fer at liggja undir í ár Mynd: Jens Kr. Vang Fimm listarmenn sýna fram Amariel Norðoy, Kári Svensson, Eyðun av Reyni og Anker Mortensen. Hesir fýra saman við Andrias Andreasen, myndahøggara, sum vantar á myndini, sýna fram í Listaskálanum Mynd: Jens Kr. Vang Stendur tað til Kára P. Højgaard úr Sjálv- stýrisflokkinum, verða allir partar hoyrdir og alt fingið upp á pláss, áðrenn fólkakirkjan verður yvirtikin. Tað verður neyvan fyrsta dagin, tí sambært bispi liggur nógv arbeiði og bíðar, áðrenn kirkjan er klar til yvirtøku FÓLKAKIRKJAN Ingi Rasmussen Heimaarbeiðið er ikki gjørt liðugt enn, og tí kemur tað ikki upp á tal at yvirtaka kirkjuna enn. So avgjørdur er Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin. So- statt skýtir hann hol í ætlan- ina um eina skjóta yvirtøku av fólkakirkjuni, sum tykist at vera beint undir landi. Embætissamráðingarnar eru lidnar, og ongar dansk- ar forðingar eru fyri at yvir- taka kirkjuna. Nú er tað upp til føroyingar at gera seg klárar, og tann politiska viðgerðin av málinum er farin í gongd í samgonguni. Men Kári P. Højgaard, sum er avgerandi 17. løg- tingsmaðurin hjá samgong- uni, er so mikið ónøgdur við gongdina í málinum higartil, at yvirtøkan kann verða skotin eitt fitt petti út í framtíðina. Formliga verður kirkjan yvirtikin við, at ein yvir- tøkulóg verður løgd fyri tingið til samtyktar. – Vit atkvøða ikki fyri einari yvirtøku, fyrr enn allar fortreytirnar eru fingnar upp á pláss, og tað eru tær langt frá komnar enn, sigur Kári P. Højgaard. Ongin dato Kári P. Højgaard sigur seg annars verða sinnaðan at yvirtaka kirkjuna. Hann vísir til samgonguskjalið. Har stendur, at fólkakirkjan skal yvirtakast í samstarvi við allar partar í kirkjuni, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meir- útreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum. Talan er um einar 14 milliónir krón- ur. – Eg haldi, at allir partar eru positivir, um teir verða hoyrdir. Bæði politikisku flokkarnir, kirkjufólkið og kirkjumyndugleikarnir, prestar og bispur tykjast sinnaðir at yvirtaka kirkj- una, um rætt verður atbor- ið. Bispur, dómpróvstur og prestar eiga at vera við í at leggja yvirtøkuna til rættis, men tann parturin av heimaarbeiðnum er ikki als gjørdur enn, og tí dugi eg ikki at síggja, at vit kunnu seta nakran sum helst dato á eina yvirtøku, sigur Kári P. Højgaard. Alt greitt áðrenn Einsamalli sjálvstýristing- maðurin í løgtinginum undirstrikar, at skal eitt yvirtøkuuppskot fáa hans- ara avgerandi atkvøðu í tinginum, so skal tað vera fyri einari kirkju, ið líkist henni, vit kenna í dag. – Tað skal vera greitt áðr- enn, hvussu framtíðin hjá kirkjuni sær út. Tað skal ikki avgerast seinni. Talan skal vera um eina fólka- kirkju, sum verður fíggjað úr landskassanum. Og t.d. sambandið við donsku grundlógina skal verða heilt greitt, tí vit fáa neyvan okkara egnu grundlóg fyri- bils, sigur Kári P. Højgaard. Hann skjýtir upp, at ein arbeiðsbólkur við umboð- um fyri allar partar í kirkj- uni verður gjørdur, sum kann seta síni krøv til eina yvirtøku. Troyttur bispur Fær sjálvstýristingmaðurin sín vilja kann tað ganga lang tíð, áðrenn kirkjan verður yvirtikin. Tí sam- bært bispi liggur nógv á láni, sum skal gerast, áðr- enn kirkjan er klár at koma á føroyskar hendur. – Tað er kanska nakað nógv at forlanga, at vit vera tikin uppí aftur nú, tí tað tekur tíð at gera tað arbeiði, sum vit hava skotið upp. Vit vildu havt allar kirkjulóg- irnar upp á pláss fyrst, men tað arbeiðið bleiv steðgað í 1998, sigur Hans Jacob Joensen bispur. Skuldi tað arbeiðið verið gjørt, hevði tað helst tikið ár heldur enn mánaðir, metur bispur, sum sigur seg vera troyttan av hesum kjakinum. – Vilja politikararnir yvirtaka kirkjuna, áðrenn alt er klárt, so teir um tað. Vit vildu tað øðrvísi, men vóru steðgað og eru ongan- tíð komin í gongd aftur. So- statt eru fimm ár spilt burt- ur, har vit kundu fingið nógv á skaftið, sigur Hans Jacob Joensen. Prestar og bispur hava í felag bjóðað seg fram at samstarva um at yvirtaka kirkjuna. Men teir hava onki svar fingið. Embætisfólk í før- oyska mentamála- ráðnum og danska kirkjumálaráðnum vænta, at ein yvirtøka av kirkjuni í Føroyum er beint undir landi. Men Annlis Bjark- hamar avsannar, at hon kemur upp á land fyrsta dagin og sigur, at drúgv polit- isk viðgerð er eftir í Føroyum FÓLKAKIRKJAN Ingi Rasmussen Líkt er til, at tað bara er ein avgreiðsluspurningur at yvirtaka fólkakirkjuna. Samráðingarnar á embætis- mannastigi er lidnar, og Sosialurin skilir, at ætlanin var at hava ein fund longu um miðjan desember, har ein endalig avtala um yvir- tøkudagin skuldi fáast í lag. Ongar forðingar eru frá danskari síðu, og nú sten- dur tað til føroyingar at fáa síðstu viðurskiftini upp á pláss. Kristeligt Dagblad skriv- ar fríggjadagin 6. desem- ber, at kirkjumálaráðharrin Tove Fergo kemur til Før- oya 16. desember at undir- skriva yvirtøkuna, og enda- liga avtalan verður staðfest við undirskriftini hjá Ann- lis Bjarkhamar landsstýris- kvinnu. Annlis avsannar Sjálv vísir Annlis Bjark- hamar hesum tíðindum aftur og sigur seg onki kenna til, at kirkjumálaráð- harrin longu hevur bílagt ferðaseðilin til Føroya. – Tað kann eg avsanna. Hatta má byggja á okkurt mistak. Samráðingarnar eru endaðar á embætisstigi, og úrslitið frá teimum er til viðgerðar í løgmálaráðnum í løtuni. Síðan skulu vit arbeiða við at gera ein politiska afturmelding, og sostatt verður ongin endalig avtala gjørd enn, tí vit eru ikki klár at skriva undir, sigur Annlis Bjarkhamar. Landsstýriskvinnan legg- ur afturat, at hon væntar eina drúgva viðgerð í sam- gonguni, áðrenn nøkur yvirtøka verður klár at undirskriva. Málið hevur verið fyri á landsstýrisfundi einaferð, men tað er nú- staðni nú, at tann politiski parturin skal fáast upp á pláss. Bispur váttar Hvussu er og ikki. Kriste- ligt Dagblad hevur fingið bæði Petur Petersen aðal- stjóra og stjóran í kirkju- málaráðnum Finn Langager Larsen at vátta, at yvir- tøkan av fólkakirkjuni nú verður framd aftaná sam- ráðingar í eitt ár. Petur Petersen vil ikki út- tala seg meira nágreiniligt, tí føroyingar ikki eru samd- ir um yvirtøkudag, kirkju- skatt og tænastuviðurskifti í kirkjuni. Hans Jákup Joensen bispur váttar somuleiðis fyri Sosialinum, at honum kunnugt skuldi Tove Fergo koma til landið og ein sátt- máli undirskrivast 16. desember, men at tað er útskotið fyribils. Kirkjan neyvan yvirtikin í bræði Kirkjuyvirtøka er undir landi Samgonguskjalið um yvirtøkuna av fólkakirkjuni: – Fólkakirkjan verður í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum. – Allar yvirtøkur verða neyvt fyrireikaðar í samskifti við allar avvarðandi partar og neyvar umsitingar- og fíggjarætlanir gjørdar og lagdar fyri Løgtingið, áðrenn yvirtøkan verður framd. Fakta C M Y K 11 10