leygardagur 7. desember 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 236 - 7. desember 2002
Nr. 236 - 7. desember 2002
13
Tað er einki at ivast í, at grønlendingar valdu sjálvstýri á
landstingsvalinum týsdagin, eins og teir valdu flokkarnar
vinstrumegin miðjuna. Sjálvstýrisrákið er eisini komið til
Grønland, og tað er væl skiljandi, tá hugsað verður um, at í
eini hvørji tjóð liggur ynski um at standa á egnum beinum,
politiskt og búskaparliga.
Hóast grønlendska samfelagið í dag fullkomiliga hvílir á
donsku ríkisveitingini, so er ikki løgið, at tað millum
grønlendingar er eitt ávíst agg til Danmark og danir:
- Danska stjórnin gjørdi eina sonevnda verjuavtalu vid USA
um støðina í Thule, sum m.a. bar í sær, at fleiri hundrað grøn-
lendingar vórðu tvangsfluttir til annað stað.
- Danski forsætisráðharrin gav USA loyvi at goyma kjarn-
orkuvápn í Thule, og tá vanlukkan hendi í 1968, fingu grøn-
lendingar lítið at vita. Og alt eftirspælið er mannminkandi.
- Tá ungir politiskt tilvitandi grønlendingar sum Moses
Olsen, Joanthan Motzfeldt og Lars Emil Johansen fóru at
virka fyri grønlendskum heimastýri yptu danir øksl og vóru
trekir at byrja við.
- Og nú, tá grønlendingar vilja hava verjuavtalauna frá 1951
endurskoðaða, eru teir stóru flokkarnir í Danmark ímóti tí,
men í hesum eru grønlendingar samdir – avtalan skal endur-
skoðast.
Hesir søguligu og aktuellu veruleikar byggja eisini upp undir
eitt sjálvstýrisynski. Men tað tykist, sum at grønlendsku
flokkarnir ásanna, at landið kann ikki taka sjálvstýri eftir
fáum árum, og tí hava teir sett sum mál at fyrireika landið til
sjálvstýri ella økt sjálvstýri, m.a. við at byggja upp ein
sjálvberandi búskap.
Eins og í Føroyum er langt millum tjóðveldisflokkin, Inuit
Ataqatigiit, sum mælir til fullveldi og vil hava fullveldis-
spurningin avgreiddan fólkarrættarliga sambært lýsing ST, og
til sambandsflokkin Attasut. Men Inuit Ataqatigiit er so mikið
frægur, at hann heldur, at hann kann taka stig tann á sjálv-
stýrisleið saman vid Attasut, hóast tað má haldast at vera eitt
møðismikið tak.
Orsøkin til hetta er tó hon, at agg er millum javnaðarflokkin
Siumut og Inuit Ataqatigiit frá tí, at landsstýrissamstarvið
slitnadi ífjør, tá ósemja var um høgu lønarhækkingina hjá
politikkarunum, og kann forða fyri einum natúrligum
samstarvi millum hesar sjálvstýrisflokkarnar til vinstru.
Men Siumut er framvegis størsti flokkur, hóast hann gekk
aftur, og tað er hann, sum í fyrstu atløgu skal skipa fyri
samráðingunum og kann velja, hvønn hann fyrst og fremst vil
arbeiða saman vid – tí borgarliga sambandsflokkinum Attasut
ella vinstrasinnaða Inuit Ataqatigiit.
Hóast spurningurin um eina sjálvstýristilgongd stendur
varliga á politisku skránni, hevur komandi landsstýri nógvar
trupulleikar at loysa: sosialu trupulleikanir eru nógvir,
útbúgvingarstøðið er lágt, nógv rávøra fer av landinum til
virkingar í Danmark, stóru heimastýrisfyritøkurnar skulu
kanska einskiljast, landið kostar nógv at reka vid spjaddum
býum og bygdum o.s.fr.
Men vónandi fær Grønland eitt vælvirkandi landsstýri, sum
kann savna alt fólkið í eini skynsamari sjálvstýristilgongd, og
byggja upp ein sjálvberandi búskap, so grønlendingar sum
frálíður sleppa av við stuðulsbúskapin, sum avlagar og forðar
eini natúrligari samfelagsmenning.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Valdu sjálvstýri og
vinstravongin!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 4449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Rullandi redaktionin:
tel. 220507
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Johan Dahl
løgtingsmaður
Tað undrar undirritaða ikki
sørt at síggja grein hjá Her-
geiri Nielsen við yvir-
skrivtini ,»Johan Dahl vill-
leiðir almenningin« í ons-
dagsdimmuni.
Undirritaði hevur ongan-
tíð sagt, at eg ikki havi
fingið avrit av skrivinum
frá verjumálaráðharranum,
- tað havi eg fingið , eisini
komu fundarboð frá for-
manninum umvegis skriv-
aran út móti midnátt, at
fundur skuldi verða um
nevnda mál morgunin eftir .
Eisini bleiv eg spurdur,
um tað var í lagið, at frávik
mátti gerast í tíðarfreistini,
tí fundurin var umráðandi,
og hesum játtaði eg , eins
og eisini bleiv játtað at
verða við til nevnda fund.
Hesin bleiv so seinni
sama kvøld avlýstur og
seinni hildin í løgtinginum
aftaná løgtingsfundin tann
20.11.02
Tað skriv sum eg vísti til
í samrøðu míni við útvarp-
ið og segði, var ókent fyri
meg inntil fundin í løg-
tingshúsinum, - var tað
skriv, sum Hergeir Nielsen
seinni hevur sent til løg-
mann, har hann sum for-
maður í uttanlandsnevndini
og sigandi umboðandi ein
meirluta í nevndini gjørdi
greitt í skrivi til løgmann,
at meirilutin mælir løg-
manni til beinanvegin at
svara verjumálaráðharran-
um, at hann ikki skilir skriv
verjumálaráðharrans sum
eina kunning samsvarandi
ásetingunum í heimastýris-
lógini.
Millum annað verður síð-
ani í skrivinum sagt at: So-
statt verður eingin tilsøgn
innan fyri omanfyri nevndu
øki givin føroyum viðvíkj-
andi.
Sum greitt frá í útvarp-
inum so var skrivið til utt-
anlandsnevndina eitt skriv
til KUNNINGAR og ikki
eitt skriv, har biðð var um
nakra tilráðing, og tað kom
eisini púra greitt fram á
fundinum, har løgmaður
var við í løgtinginum,- løg-
maður
bleiv
beinleiðis
spurdur um hetta, og svarið
var, at hann einans kunnaði
okkum og bað ikki um til-
ráðing.
Minnist meg rætt frá
fundinum í løgtingshúsin-
um, so var Heðin Zacha-
riassen ikki við uppá at
senda skrivið, sum Hergeir
hevði orðað til løgmans,
men hann einans gekk við
til at biðja løgmann taka av
kunningar tilboðnum frá
verjumálaráðharranum um
víðari gongdina í málinum.
Hetta kann Heðin Zacha-
riassen ivaleyst eisini vátta
var so, sum eg sigi.
Sum ikki einaferð og iva-
leyst heldur ikki seinastu
ferð, so vil uttanlands-
nevndarformaðurin
hava
konfrontasjón, tað dámar
honum best, sær tað út til.
Spell, at øll onnur altíð
misskilja hann, tað má
verða møðsamt í longdini.
Nei, Hergeir Nielsen,
Johan Dahl villleiðir ikki
almenningin, men tað sær
ikki mætari út enn, at onkur
annar hevur tendensir tann
vegin.
Hergeir Nielsen skeivt avmarsjeraður
– enn einaferð
Ásmundur Gudjónsson
Landsynningurin
hevur
ligið nokk so tráður allan
novembermánað við vindi
og regni. Er tað nakað sum
vit føroyingar ikki orka
fyri, so er tað júst regn og
vindur, men sum plástur á
sárið hava vit jú eina
vælvirkandi og vælútbygda
samferðlsu, sum syrgir fyri
at ein kemur turrskøddur úr
staði í annað. So tað skuldi
staðið væl til!
Ein mánamorgun í no-
vember fóru eg og børnini
úr Havnini út til Svínoyar.
Veðrið var stak keðiligt.
Nógvur vindur av land-
synningi og regn. Bussurin
fer eisini so ókristiliga tíð-
liga, at ein skal taka seg
alvorliga saman til henda
túr. Eftir ferðaætlanini fer
bussurin kl 06.20 og so náa
vit Dúgvuna kl 08.00 og
Másan
kl.
09.10
úr
Hvannasundi.
Vit komu omna á far-
støðina í rímiligari góðari
tíð. Vit fóru tó út til bussin
at standa, tí um ein stendur
inni í farstøðini og er eitt
sindur óansin, kann væl
verða, at bussurin er farin,
áðrenn tú varnast. Hetta
vildi eg ikki skuldi henda.
Stóð tí framman fyri buss-
in. Førarin er í bussinum,
men vil ikki loyva okkum
inn, tí enn er tíðin ikki
komin. So vit noyðast at
standa í regninum, tí at fara
innum í farstøðina er ov
risikabult.
Umleið
ein
minutt
áðrenn
fráferð
sluppu vit inn í bussin, men
tá høvdu vit longu fingið
hálvan karm.
Busstúrurin gekk sum
hann plagar, hóast buks-
urnar føldust eitt sindur
óbehagiligar av regninum.
Hóast eg royndi, eydnaðist
tað mær ikki at fáa blund í
eyguni, men børnini deys-
aðu kortini. Vit komu til
Leirvíkar
20
minuttir
áðrenn Dúgvan skuldi fara.
Spilt bíðitíð hugsaði eg, tað
hevði ikki verið so galið at
sloppi at sovi eitt sindur
longur
henda
keðiliga
mánamorgun.
Men
vit
sluppu tó at sita í bussinum
til klárt var at fara umborð.
So yvirum við Dúgvuni.
Tað er torført at halda stýr á
børnunum í øllum fólka-
bila-meldrinum á dekkin-
um. Eitt teirra hevði hug at
renna avstað, men eg toygdi
meg eftir tí, fekk fatur og
togaði tað til viks, í tí ein
bilur kemur framvið. Tað
hevði nokk onki hent uttan
tað, at klæðini hjá barnin-
um vórðu dálkaði. Í tí eg
tók í barnið kom eg at
traðka í eitt ella annað -
eina ILA vatnaskræpu ella
líknandi. Tað luktaði í øll-
um førum virkuliga sjúkt.
Tá vit sótu í kantinuni og
hugnaðu okkum var einasti
trupulleikin lukturin frá
okkara skóm, tí ikki bert eg
Karmferðslan
Framhald á síðu 13
Katrin Dahl Jakobsen
løgtingskvinna
Eftir at hava lisið grein hjá
Jóannesi
Eidesgaard
í
mikudagsblaðnum
um
sjálvsstýrispolitikkin í Før-
oyum og viðmerking til
hesa frá Høgna Hoydal, har
hann spyr, um Jóannes
hevur etið bláseym, eri eg
sannførd um, at Høgni
Hoydal hevur so ikki fingið
bitan. Ikki inn í eygað!
Her er ein berur tómur
magi sum rumblar á einum
manni, sum hevur evni til at
skrúva høvdið av og so-
leiðis kobla vit, skil og ser-
liga sakligheit frá, og bara
yvirliva av innantómum
slagorðum, tá hann hevur
ilt í sínum egna miseydn-
aða politikki. Tí viðmerk-
ingin hjá Høgna má vera til
alt annað enn áðurnevndu
grein. Ein uppgerð við seg
sjálvan kanska?
Tað var tann tíð, tá Høgni
var umgyrdur í allar ættir
av fjarstýrdum mailskipað-
um altíð-prefabrikeraðum-
skriviklárum-grátifólki.
Tey eru virkin enn, frættist.
Men henda viðmerkingin
avdúkar, at nú dugir mað-
urin, um ikki annað, so at
gráta sjálvur. Tí hetta er tað
bera grenj og knarr frá
einum manni, sum ikki tolir
at nakar finnist at, og helst
kennir seg trokaðan av á
sínum higartil privata norð-
uratlantiska vígvøll.
Góða eydnu,
grønlendingar.
Høgni fær tað til, at Jó-
annes ávarar grønlending-
ar ímóti at velja frælsisleið-
ina. Ikki við mín besta vilja
finni eg nakað brot í grein-
ini hjá Jóannesi, har hann
ávarar grønlendingar ímóti
at velja hesa leið! Tvørtur-
ímóti ynskir hann grøn-
lendingum, at tað skal
ganga teimum betri enn
okkum. At teir fara at duga
betri, at fáa eina breiða
undirtøku í fólkinum til
broytingar. Tí uttan hana
gerst lítið. At teir koma
betri frá byrjan av, enn vit
gjørdu. Sorry, Høgni, mill-
um okkum sagt, er hetta
innast inni ein ávaring
ímóti tí illa umhugsaðu
mannagongd, sum tú slóð-
aði fyri, hóast nøvn ikki eru
nevnd. Soleiðis manst tú
lesa tað og taka tað, eftir-
sum tín grenjari strax bleiv
aktiveraður. Men so mikið
breiðar herðar mást tú hava,
at tú tolir atfinning og
vónandi lærir av hesum
álvarsama mistaki, sum
eisini hevur verið beista
dýr, heldur enn nú at seta
teg at knarra. Øll onnur
hava lært. Eisini veljarin.
Úrslitið av tínum ”upp-
leggi” millum ”De Kontra-
herede Parter” varð jú, sum
Jóannes eisini mótvegis
grønlendingum
ávarar
ímóti, at Sambandsflokkur-
in gjørdist størsti flokkur.
Har eru vit stødd í dag! Tað
var títt ískoyti til sjálvs-
stýrispolitikk! Ein miðvís
taðing av mótpartinum. Tí
soleiðis virka tingini hjá
okkum, tá so illa var avstað
farið. Tí er rímiligt at spyrja
um tit nakrantíð meintu
nakað við øllum? Meintu
tit veruliga at loysa eftir
trimum árum, og halda fast
við ríkisveitingina í minst
fimtan ár, soleiðis sum tú
upprunaliga
kravdi?
Meintu tit nakrantíð, at vit
skuldu hava fólkaatkvøðu,
tá tit so tóku hana frá
okkum? Tú fert ikki fram-
haldandi at halda uppá, at
tín leistur varð ein succes?
Kom upp, Høgni!
Greinin hjá Jóannesi hevur
innast inni einki við lands-
tingsvalgið at gera. Hvat er
at øsa seg upp um. Jóannes
starir seg ikki blindan á
nakran vong ella flokk sum
vinnara í hesum málinum,
tekur tað ikki uppá tungu,
soleiðis sum Høgni Hoydal
so primitivt ger. Hann
heldur ikki við nøkrum,
sum var tað ein fótbólts-
dystur. Høgni sigur, at Jó-
annes ávarar ímóti at velja
loysingarflokkarnar. Tað
stendur ongastaðni, og fer
heldur eingin, sum virðir
fólkaræði at gera. Júst her
liggur munurin millum
hesar báðar skribentarnar.
Hetta at duga at kaga upp
úr skotgrøvini og síggja
heildina, sum er neyðug,
skal nakað gott spyrjast
burtur úr í so álvarsligum
máli. At øll eru við frá byrj-
an av. Tað er boðskapurin!
Føroyski loysingarleisturin
hjá Høgna Hoydal hevði
onga mótstøðu fingið í eini
einaræðisskipan, har pall-
urin er tín og bara tín. Har
tað ber til at látast, sum um
okkurt slag av fólkaræði
valdar, og har fólk eru
farinat
góðtaka,
at
tá
stykkis kemur, sum t.d.við
lovaðu fólkaatkvøðuni, so
bara at siga- nei tvætl, vit
tíma ikki allíkavæl.
Skuldi eg skoytt nakað
upp í greinina hjá Jóannesi,
so var tað, at líka mikið,
hvør ger hvat í Grønlandi,
so missið ikki solidaritetin
úr eygsjón. Hevði henda
hugsjón staðið fremst í
allari tilgongd, ikki minst í
møguligari sjálvsstýristil-
gongd, so var nógv vunnið.
So hevði eingin dottið av
vogninum. Høgni sløðir um
seg og dálkar hetta ediliga
hugtak við at brúka tað at
sparktla við nú soleiðis
eftir ”behov” at fjala útyvir,
at hann ikki fekk fólkið at
standa saman um hansara
privata eksperiment. So
seint sum í gjár upplivdu
vit tjóðveldskan solidaritet,
tá hesi hildu hánt um upp-
skotið frá Javnaðarflokk-
inum at unna teimum
arbeiðsleysu 80% úr ALS.
Hvar var títt samhaldsfesti
tá?
Vælsignaður, fær og fá
tær okkurt. Um ikki annað
so bláseym. Og finn tær so
okkurt mál sum lógardeild-
in kann putlast við soleiðis
framíhjá. Tað hevði sæð
betri út. Tí okkurt skulu
tómar hendur gera.
Gak ikki svangur, Høgni!
VIÐMERKINGAR
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri hjálpsemi
og sýnda samkenslu tá kæra mamma,
vermamma, omma, langomma og systir okkara
Emmily Nolsøe
lá sjúk, andaðist og varð jarðað.
Tøkk til sjúkrasystrar og læknar á B6
fyri tykkara stóru umsorgan og røkt.
Tøkk til heimasjúkrasystrarnar.
Tøkk tit øll, sum fylgdu henni og fyri blómur,
kransar, heilsanir og gávur til Zarepta.
Tøkk til talarar, sangkórið í Ebenezer, Karl Martin,
Dupultkvartettina og til øll, sum hjálptu til
við jarðarferðina og ervið.
Fyri tey avvarðandi
Elsebeth, Heri og Regin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
umsorgan og hjálpsemi, tá okkara elskaði
sonur og beiggi
Terji Simonsen
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk til Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.
Ein serlig tøkk til heimarøktina og til tey,
ið vóru um hann til hann andaðist.
Tøkk til Bjarna Bæk, prest, fyri góð, vøkur
og troystarrík orð.
Tøkk til sangarar og gravarar.
Takk fyri blómur, kransar og fjarrit.
Tøkk til øll, ið fylgdu Terja
til hansara seinasta hvíldarstað.
Maria, Atli og Høgni
Tøkk
Av hjarta takka vit øllum tykkum,
sum vístu samkenslu og umsorgan,
tá kæra mamma, vermamma, omma
og systir okkara
Katrin á Dul Jacobsen
Tórshavn
gjørdist sjúk og andaðist.
Takk til tykkum á B8, sum royndi tað tit kundu
at lætta og linna.
Takk til samkomuna í Ebenezer
fyri hjálpsemi og beinasemi.
Takk tit, sum hjálptu til við jarðarferðina og ervið.
Takk fyri heilsanir, kransar og blómur.
Takk, tit sum góvu Lindini eina peningagávu
og takk øll tit, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað her.
Harrin signi tykkum øll.
Familjunnar vegna
Dánial, Lív, Arne, Ann Gvøðny og Johannes
Martin, Lilly, Hákun, Katrin og Fríða
hevði fingið skógvarnar
vátar av rotnum fiskavatni.
Í Klaksvík var eisini
nógvur vindur av land-
synningi og regn. Har er tað
so snilt, at menn hava tikið
bussskýlið burtur. Men har
stendur ein telefonboks,
sum kan brúkast at kroka í.
Eg lovaði børnunum inn í
boksina og sjálvur mátti eg
standa uttanfyri og kroka
norðanvert boksina, men
har lívdi ikki so gott, so
eisini her fekk eg hálvan
karm. Buksurnar vóru so
dánt tornaðar eftir bíðitíðina
í Havn, men nú skuldi eg so
aftur standa til svars fyri
landsynninginum. Jú for-
restin, tað er eitt bíðirúm í
Klaksvík, men her er støðan
tann sama sum í Havnnini.
Ert tú inni har og eitt vet
óansin, kann lættliga henda,
at bussurin er farin undan
tær. Men hetta vildi eg ikki
skuldi henda, so heldur ein
hálvan karm afturat.
Busstúrurin gekk sum
hann skuldi. Komin til
Hvannasunds síggja vit, at
tað er Súlan sum siglir, tí
Másin er farin á beding. Ok
við tí, Súlan siglir eitt
sindur skjótari enn Másin,
hóast hon rullar nógv verri.
So leingi tað er landsynn-
ingur verður siglt yvir á
Eiðið so tað bilar ikki so
nógv við rullinum. Á
bryggjuni
fáa
eg
eitt
hugnaligt prát við mann-
ingina um veður og vind. Í
transithøllini, sum er ein
bingja liggja fleiri post-
pakkar og ein sær, at talan
er um seyðakrov. Jú, tey eru
komin úr Svínoy fyrradagin
og eru líkasum strandaði í
binguni, tí flutningsfeløgini
frásiga sær ábyrgdina fyri
at flyta hesi krov til Klaks-
víkar - orsakað av lukti
sigst. Her koma bæði post-
verk, farmaleiðir og bygda-
leiðir framvið, men krovini
sleppa ongan veg. Spell at
krovini ikki høvdu stert!
Tá alt er um at verða
klárt og klokkan er um at
verða siglingartíð, kemur
ein ov sein farmaleið koyr-
andi omaneftir og skal
lossa farm umborð. Hetta
ger, at Súlan verður for-
sinkað við 20 minuttum.
Vit settu okkum so niður-
undir og har neyt eg blíð-
skapin hjá manningini og
fekk ein kop av kaffi. Fínar
greyðir, hugsaði eg, um-
borð á Dúgvini kostar júst
tað sama kaffi í plastik 8
krónur. Eg var eftirhondini
vorðin eitt sindur kaldur av
øllum hesum óbehagiligu
og váttligu klæðunum, men
royndi mítt besta at verða
um børnini. Tað rullaði
nokk so illa yvir um. Okk-
urt barnið fekk sjóverk og
spýði.
Komin yvir á eið varð
farið í land. Veðrið er fram-
vegis tað sama, nógvur
vindur av landsynningi og
regn. Tað eru nærum tveir
kilometrar frá lendingini til
bygdina. Einasta flutnings-
farið á farleiðini er ein last-
bilur við krana. Bilførarnin
tekur fegin fólk við so longi
pláss er í stýrhúsinum, har
passa eini tvey fólk, restin
má so antin ganga ella upp
í lastina, um ein tímir tað.
Hetta man verða tann
gloymda bygdaleiðin, tí
onki stendur um hana í
ferðaætlanini.
Veit væl, at eg nú havi
valið
millum
pest
og
kolera. Valið stendur í mill-
um at fáa tann absolutta
karmin gangandi ella koyr-
andi. Hugsaði, at skal eg
gjøgnumbloytast totalt, lat
tað so bara ganga skjótt fyri
seg, og valdi eg tí billoysn-
ina. Børnini inn í førara-
húsið og eg uppá lastina
saman við viðførinum. Har
var onki at gera enn at
halda fast í kranan og
stinga nøsina upp í land-
synningin og tríva í sangin:
Regn og regn og regn og
regn, regnar allan dagin…
og annars hugsa góðkenn-
andi um filosofisku stað-
festingarnar hjá Róa Pæt-
urssyni um, at onkustaðni
er tað heilt sikkurt ein
alvorligur leki millum teori
og praksis.
Tveir hálvar og ein mega-
karm fyri 130 krónur.
Framhald av síðu 12
C
M
Y
K
13
12