Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. desember 2002síða 8

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 7. desember 2002 15 Væleydnað mótatiltak Hóskvøldið skipaði Norðoya Kunningar- stova fyri mótasýning í KÍ høllini. Hetta var eitt væleydnað kvøld, har fólk fingu høvi til at síggja, hvat ellivu handlar og tvær hár- fríðkanarstovur hava at bjóða fólki til jóla MÓTASÝNING Solby A. Eliasen Klaksvík: Gott fýrahund- rað fólk høvdu lagt sær leiðina niðan í KÍ høllina til mótasýningina, sum Kunn- ingarstovan skipaði fyri. Christian Olsen, leiðari á Kunningarstovuni, sigur, at tað eru nøkur ár síðani nú, at ein mótasýning burturav var í Klaksvík. Seinnu árini hevur mótasýning verið í samband við jólasølustevn- una, men hon verður ikki í ár, og so hildu tey, at hetta var eitt gott høvi hjá handl- um í Klaksvík at kunna sýna tann seinasta jólamót- an fram. Hann sigur, at øll eru væl nøgd við sýningina – bæði fyrireikarar og luttakarar. Og mótasýningin var eis- ini vælfyriskipað. Tað var ferð á, og ongin rættiligur steðgur var nakrantíð í. Fólk fingu eisini høvi til at keypa sær kaffi, sodavatn og annað, sum 1. P á HF skúlanum seldi. Tey tóku sær eisini av øllum teimum praktisku viðurskiftunum. Á skránni var eisini tón- leikur. Tað vóru tær báðar systrarnar, Arnfríð og Rannvá Lutzen, sum tóku sær av tí. Tær framførdu nakrar kendar jólasangir. Pallurin var prýddur við blómum og øðrum frá Summardáanum í Klaks- vík. Alt tiltakið vardi í tveir tímar, og áskoðararnir lótu væl at. Serliga fegnaðust tey um, at tað ikki var so dýrt at koma inn. Atgongu- merkini kostaðu 50 krónur fyri vaksin og 20 fyri børn. Christian Olsen sigur, at endamálið við mótasýning- ini var fyrst og fremst at geva handlum ein møgu- leika til at sýna teirra vørur fram. Hann sigur eisini, at tá mótasýning hevur verið á sølustevnum, tá hevur rásarúmið ikki verið so stórt hjá handlunum, sum tað er, tá talan er um eina mótasýning burturav. Hann veit ikki at siga enn, um hetta verður eitt afturvend- andi tiltak, tí tað ligg- ur nógv arbeiði aftan fyri eitt tílíkt tiltak. Tað er ikki neyðugt at keypa ein klædning til jóla, um mannfólk ætla sær at vera fín um høgtíðina. Nógv vøkur og fín klæði vóru til kallarnar, umframt klædningar- nar Klæðir evnað úr føroyskari ull vórðu eisini sýnd fram á mótasýningini Brúnir litir og húgvur gingu aftur í teimum flestu førunum bæði hjá kvinnum og monnum Hársnið vóru eisini sýnd fram á mótasýningini Hópin av barnaklæðum vórðu eisini at síggja. Børnini, sum gingu aftur og fram kláraðu seg avbera væl 15 14 Nr. 236 - 7. desember 2002 Høgni Hoydal Jóannes Eidesgaard valdi á grønlendska valdeg- num at seta beinleiðis lygnir á prent í Grønlandi um sínar egnu lands- menn. Og hann heitti á grønlendingar um at velja aðrar flokkar enn loysingarflokkar. Jóannes Eidesgaard og Katrin Dahl Jacobsen royna nú at fjala út yvir, at formaður javnaðar- floksins hevur gjørt før- oyskum politikki fyri skommum og hevur tos- að niður til alt tað grøn- lendska fólkið. Tað skrivaða orðið kann ikki takast aftur. Ein og hvør kann lesa, at Jóannes Eidesgaard hev- ur borið somu lygnir fram um føroysku full- veldisarbeiðið, sum danska stjórnin brúkti at ræða við undir fullveld- issamráðingunum. Tí eri eg eisini sann- førdur um, at henda grein er skrivað eftir boðum úr Danmark og neyvan hev- ur Jóannes verið heilt greiður um, hvat hann hevur latið seg brúka til. Tað mest komiska er kortini, at Jóannes Eides- gaard tosar um at finna breiðar semjur. Sam- stundis sum hann lýgur um sínar egnu lands- menn og niðurger bæði teir føroysku og donsku flokkar, sum arbeiða fyri fullum frælsi. Ein politikari sum fer í eitt annað land at breiða út lygnir um politiska meirilutan í sínum egna landi. Ein meiriluta, sum fólkið í landinum sjálvt hevur valt. Hann hevur antin mis- skilt, hvat fólkaræði er. Ella góðtekur hann ikki fólkaræðið, tá tað ikki gongur honum eftir vild. Virðing fyri øðrum hevur hann so ikki. Hetta prógvar greinin, sum Jóannes hevur sett navn undir. Ongin kolo- niharri kundi havt skriv- að tað betur og við minni virðing fyri sínum egna og grønlendska fólkin- um. Og tá kann ein og hvør gera sína egnu niður- støðu um, hvør er semju- søkjandi og hvør hevir viljan til at gera nakað yvirhøvur. Eg haldi, at tað er syndarligt. Nógvir góðir felags- skapir eru stovnaðir, sum arbeiða tvørturum landa- mørk. Sum hava til enda- máls at samstarva mill- um fólk um felags mál. Nú hevur Jóannes Eidesgaard gjørt seg til talsmann fyri ein arbeiði, sum kann rópast "lygnir uttan landamørk". Hvat gott skal koma burturúr einum slíkum - ja, tað bíði eg framvegis eftir svari uppá. VIÐMERKINGAR Lygnir uttan landamørk Konsert á hørðum og høgum stigi í Vestur- kirkjuni og við einum góðum endamáli. Men ??? Sjúrður Poulsen Sunnukvøldið 1. des. og 1. sunnudag í advent var kon- sert í Vesturkirkjuni við tí góða endamáli at stuðla peningaliga og fáa lækna- hjálp til eina ógvuliga sjúka (deyðkomna) gentu í Ukraine. Tíbetur kann enn sigast um føroyingar, tá soleiðis er, at teir altíð hava verið hjálpsamir og víst eitt gott hjartaliga í tílíkum førum. Soleiðis var eisini sunnu- kvøldið, tí rættiliga væl av fólki møtti upp, og tað var líkt til, at rættiliga væl av peningi var latið sum hjálp. Eingin ivi kann vera um, at hasir báðir sangararnir vóru úrmælingar á sínum øki sum so mangir av teirra landsmonnum eru, tá talan er um sang ella tónleik. Ungi harmonikusnillingur- in smæddist heldur ikki burtur, og hugtakandi var at síggja, hvussu hann hand- fór sítt ljóðføri. Men somá eg nevna tað, sum bæði eg og mong við mær mundu undrast stór- liga á og harmast um. Hví var ljóðstyrkin á has- ar hátalararnar sett so høgt, at har snøgt sagt ikki var inniverandi, og enn minni bar til at meta – ella frøast um ta vøkru sangrødd, ið hasir menn óivað høvdu. Fleiri hildu fingrarnar fyri oyruni, meðan onnur krimpaðu tærnar og blivu sitandi av berari høfligheit. Einki er at ivast í, vil onkur svara, at soleiðis vilja tey ungu hava tað. Men tit, ið skipa fyri eini tílíkari konsert í kirkni av hesum slagi, eiga at minn- ast til, at tað als ikki bara eru ung, ið møta upp til eina tílíka konsert, men heldur eru tað eldri og gomul fólk, ið stuðla tílík- um tiltaki. Tað kann ikki vera annað enn rímiligt, at tit, ið skipa fyri, kunnu og eiga at vera vart við, at ein kirkjukon- sert her hjá okkum ikki eigur at metast við eina uttandura konsert á festi- valum, tí har ber til at flyta seg undan hátalarunum, soat tú ikki missir hoyrn- ina. Poul Michelsen løgtingsmaður Í vikuni legði Kaj Leo Jo- hannesen kjak um limaskap í ES fyri tingið og í bløð- unum undirbyggir Kaj Leo alment fyri støðu síni. Kaj Leo viðgongur alment, at hann er ES tilhangari og heldur, at vit kunnu hava okkara serføroyska og sam- stundis tilevna okkum ES lóggávuna. Eisini heldur hann at vinnan ikki kann liva við √loysnum tá talan er um ES, og at vit sum borgarar eiga at taka ábyrgd mótvegis Evropa. At enda heitir hann á føroyingar um at vera við í einum frælsum Evropa. Læt meg fyrst siga, at eg haldi at tað er í fínasta lagi, at vit taka eitt aðalkjak um ES í tinginum og fyri tann skuld millum føroyingar allar. Eg eri tó ikki vísur í hví málið um ES verður tikið fram beint nú, og hví frælsi verður drigið uppí hetta kjak. Her í seinastuni havi eg víst á, at tað er av sera stórum týdningi, at vit før- oyingar taka ábyrgd – ikki bara mótvegis sær sjálvum – men mótvegis heiminum og fyri tann skuld eisini Evropa. Eg skilji bara ikki, hvussu mann kann tosa um at taka ábyrgd mótvegis øðrum – og Evropa, tá ein ikki er førur fyri at taka ábyrgd av sær sjálvum. At gjalda alheims ábyrgd við danskari heildaveiting – hangur ikki saman. Nú veit eg at Kaj Leo er ein av teimum, sum vil klára seg sjálvan og setur sjálvsvirðingina høgt, men onkustaðni lekur millum teori og praksis. Eitt annað er so, at eg ikki eri tilhangari av ES limaskapi.. Eg havi heilt einfalt enn ongantíð sæð, at tað - í vinnuligum saman- hangi - er ein fyrimunur fyri okkum føroyingum at vera limur í ES-felags- skapinum. Tað eru vansar- nir alt ov stóri til. Ein eigur ikki at fyrigykla sær, at limaskapur í ES er ókeypis og uttan ábyrgd, á sama hátt sum heildarveitingsríkis- felagsskapurin hjá Sam- bandsflokkinum. Tað verður ongantíð frælsi, vit fara at finna í ES – limaskapurin fer at krevja, at vit læta føroysk ræðisrættindi frá okkum – hetta er sjálvur hornastein- urin undir ES hugtakinum. Ræðisrættindi er altavger- andi fyri eitt fiskivinnuland sum Føroyar. Kemur ES- limaskapur einaferð í fram- tíðini uppá tal, verður hetta bert tí, at vit við handilslig- um forðingum vera trýstir inn – ávirkan fáa vit ongan- tíð – tað hava vit føroyingar bara ikki stødd til í hansum selskapinum. Læt ongan iva vera um, at vit føroyingar fáa nógv størri ávirkan á ES og á Evropamenningina við at vera uttanfyri ES enn innanfyri. Vit eiga tó at tillaga lóg- gávu okkara eftir evrope- iskum sniði, soleiðis at hendan sampakkar við lóg- gávuna í ES. Vit eiga eisini at luttaka í menningini av Evropa og serliga við atliti til eysturevropeisku lond- unum. Hetta kann gerast við menningarhjálp sum føroyngar lata londunum gjøgnum verkætlanum, ráðgeving og fyri tann skuld við reiðum peningi (men okkara ega peningi). Sum tað nú stendur, kunnu føroyingar stuðla ES-felagsskapinum best og fáa stórstu ávirkanina við at við at vera uttanfyri. Alla staðni har ES hevur fingið ræðisrættindi á náttúrríkidømi, hevur tað eydnast miðstýrinum í Brussel– við avlagaðum skrivarborðshugburi um burðardygga veiðu - at tína alt lív Alt ílagi at vit kjakas um ES í Føroyum – men hetta eigur ikki at snúgva seg um limaskap. Slíkur boðskapur kann skaða okkum í sátt- málasamráðingum við ES í framtíðini. Læt okkum tilevna lóg- gávur innan neyðug økir eftir Evropeiskum leisti. Læt okkum vísa ábyrgd og luttaka í menningini av Evropa. Læt okkum menna samstarvi við ES á øllum økjum og gera hetta sum skjótast. Limaskapur eigur ikki at vera aðalmáli í kjakinum, tí soleiðis sum málið nú stendur, er tað bert fyri- munur - at vera uttanfyri. Hvat ES kann bjóða okkum fyri limaskapin í núverandi støði, er tað ongin sum veit – heldur ikki Kaj Leo. Við vissu kann eisini sigast, at vit heldur ikka aftaná eitt orðaskifti vita hvat ES- limaskapur kann bjóða okkum. vit koma heldur ikki Eitt óheppi kjak kann hinvegin geva ES eina fatan hvar vit standa, og gera okkum veikari í møgu- ligum samráðingum við fe- lagsskapin um samstarvs- avtalur. Neyvan nakrantíð verður tað ein fyrimunur hjá okk- um føroyingum at vera limur í ES. Skuldi tað hent, eri eg sannførdur um, at hetta ikki er tí, at vit frælsir hava valt hetta, men tí at vit eru trýstir til tað. Tað kann kallast nógv – men FRÆLSI og ES hongur ikki saman ! UNDIRVÍSING Tíðindaskriv Tónleikasamtakið Grót kann nú saman við Gøtu Kvøldskúla sum nakað nýtt bjóða undirvísing í samanspæli. Talan er um tvær ymiskar greinar. Onnur snýr seg um bass /trummur samanspæl, meðan hin leggur dent á øll ljóðførini saman, klang og sving. Tankin er at geva øll- um teimum, ið ikki hava so nógvar royndir innan samanspæl ein møgu- leika at royna seg, sam- stundis sum tey fáa vegleiðing frá nøkrum meira royndum tónleik- arum. Undirvísingin er kom- in í lag í samstarvi mill- um Grót, Gøtu Kvøld- skúla, Gøtu Kommunu og Mentamálaráðið og hoyrir undir kvøldskúla- skipanina.Tey, ið hava hug at tekna seg ella vita meira, kunnu ringja 22 55 37 (Jens) ella 74 16 53 (Jón). Grót skipar fyri kvøldskúla C M Y K 14