Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. desember 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 236 - 7. desember 2002 Nr. 236 - 7. desember 2002 17 Tað var 35 ára gamli, Magni Mikkelsen av Toftum, sum streyk avstað við heiðrinum sum ársins mynd- listafólk millum tey menningartarnaðu - og við kekkinum uppá 3.000 krónur. 104 myndir, sum 42 fólk málaðu og tekn- aðu, vóru at velja ímillum hjá dóms- nevndini MENNINGARTARNAÐ Orð og myndir: Vilmund Jacobsen Seinnapartin hósdagin skipaði Javni saman við Runavíkar kommunu fyri hugnaløtu í Runavíkar skúla. Á hesi løtu skuldi av- dúkast, hvør er útnevndur at verða ársins myndlista- fólk ár 2002 millum fólk við menningartarni. Fyrr í ár bjóðaði Javni menningartarnaðum at verða við í hesi kapping, og tá ið saman um kom, høvdu 42 fólk sent 104 málningar og myndir inn. Tey, ið skuldu velja bestu myndina burtur úr allari rúgvuni, vóru listafólkini, Amariel Norðoy, Astrid Andreasen og Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen. Pláss fyri øllum Nógv fólk vóru møtt á hugnaløtuni, har høvið eisini var at síggja mynd- irnar, ið tey menningar- tarnaðu hava latið til kapp- ingina. Systrarnar, Anja og Char- lotta Hentze, høvdu syrgt fyri, at fólk fingu kaffi, køkur og karamellur. Tað var býráðsformaður- in í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, sum beyð vælkomin. Hann takkaði Javna fyri tað stóra arbeiðið, ið felag- ið hevur gjørt og framvegis ger. - Her skal vera pláss fyri okkum øllum, og tí er tað gleðiligt, at vit hava eitt felag, sum so ágrýtið hevur stuðlað uppundir tey mál, sum eru framd til bata fyri tey menningartarnaðu. Vegna kommununa, handaði býráðsformaðurin nálir til allar starvsnevnd- arlimir felagsins. Rodmundur Nielsen bjóðaði øllum at vera hjartaliga vælkomin og segði, at fólk høvdu kvøld- ið fyri sær í Runavíkar skúla. At enda ynskti hann øll- um eini gleðilig jól. Gávurík fólk Óli Wolles, sum er í økis- nevndarlimur hjá Javna í Eysturoy, segði, at ætlanin hjá felagnum var at hava hugnaløtuna, 3. desember, sum er alheims dagur teirra brekaðu, men av serligum orsøkum bar ikki til at hava løtuna tá. - Hetta er dagurin, sum heimssamfelagið hevur kosið til serliga at hugsa um og leggja dent á viður- skiftini hjá teimum, sum hava eitt hvørt brek at dragast við. Tað, at dagurin er í dag, ger ikki løtuna ella málið minni umráðandi. Óli segði, at í grundini eiga vit hvønn dag í árinum at hugsa um og leggja dent á umstøðurnar hjá okkara medmenniskjum, sum hava eitt hvørt menningartarn ella brek. Hesi fólk, sum vit kanska halda ikki hava fingið somu gávur í lívin- um sum flestu onnur, hava kortini góðar gávur; tað síggja vit, tá ið vit hyggja uttan um okkum. At hetta eru fólk við listagávum, gongur sjón fyri søgn. - Nú sigur onkur kanska, at tað er ikki rættiliga Ing- álvur ella Mikines, vit síggja. Nei, tað kann vera. Men tað ger heldur einki, tí marknaðurin er líkasum mettaður við einum Ing- álvi, einum Mikines, einum Amariel Norðoy, einari Sigrun Gunnarsdóttir ella einari Astrid Andreasen. Tí, list er júst evnini til at skapa - ikki bara at kopiera. Og tað er ólíka betur at vera ein góður orginalur enn eitt vánaligt kopi. Øll vinnarar Óli vísti til fræga vísusang- aran og nú sálarfrøðingin, Kára P, sum tekur til í Ringulrímu, at "annarhvør er øðrvísi, líka sum øll onn- ur". - Tíbetur eru vit øll ymisk, og soleiðis eiga vit eisini at vera - og tora at vera. At okkara menningar- tarnaðu eisini eru gávurík, er einki at taka seg aftur í. Tey skulu, sum onnur, haldast til og eggjast til uppgávuna. Tað var henda hugsan, sum fekk Javna fyrr í ár at skriva út kapping um ársins myndlistafólk. Óli segði, at tá ið kapp- ingar verða útskrivaðar um ársins eitt ella annað, er freistandi at halda, at tað er bara ein vinnari - og hini hava tapt. - Men soleiðis er tað ikki. Gamaní fær bara ein heiðurin at kallast ársins myndlistafólk 2002. Men tá ið vit hyggja at myndunum uttan um okkum, síggja vit, at her eru nógvir vinnarar - bara vinnarar. Hvør einasti hevur vunnið á forðingum, bæði innan í sær sjálvum og uttanífrá. Øll hava vunn- ið sær virðing við sínum myndum og víst okkum á, at skapanargleði og lívs- virði ikki eru avmarkað av arbeiðsføri hins einstaka, men spretta og blóma, tá ið samfelag og umhvørvi geva gróðrarbotn. Tí kunnu vit fegin - og errin - hyggja uttan um okkum og síggja, at tað grør um gangandi fót. Myndirnar hjá teimum menningartarnaðu, sum vóru við í kappingini, vóru ikki til sølu á hugnaløtuni í Runavík, tí fleiri av teimum verða við á eini framsýn- ing, sum verður í Danmark. Uttan tykkum, eingin kapping Óli takkaði Runavíkar bý- ráði fyri heiðurin, sum sýndur er tiltakinum og fyri beinasemi. Hann takkaði teimum, sum høvdu hongt myndirnar upp fyri Javna og systrunum, Anju og Charlottu Hentze, fyri kaffi. Hann takkaði musikkskúlanum fyri tón- leik og teimum trimum navnframu listafólkunum fyri at hava sitið í dóms- nevndini við tí torføru uppgávu at velja ímillum myndirnar í kappingini um Øll, sum eru við í myndlista- kappingini, eru vinnarar! Her síggja vit Magna Mikkelsen, ársins myndlistafólk ár 2002, við kekkinum uppá 3.000 krónur Ein errin familja; Jona, Per, Magni og Jónsvein Mikkelsen Starvsnevndarlimir og økisnevndarlimir í Javna, fv. Jórunn Dánjalsdóttir, Diana í Puntabyrgi, Turið Jacobsen, Óli Wolles og Eirikur Dam at gerast ársins myndlista- fólk. At enda - men ikki minst - ynskti hann at takka øllum teimum, sum hava latið myndirnar til framsýning- ina. - Uttan tykkum, var eing- in kapping og eingin fram- sýning, segði Óli Wolles at enda. Magni vinnari Tað var Jórunn Dánjals- dóttir, listakvinna, sum eisini er í økisnevndini hjá Javna í Suðurstreymi, ið avdúkaði, hvør hepni vinn- ari er. Hon helt tað vera ógvu- liga áhugavert at síggja, hvussu nógvar myndir eru sendar inn til kappingina. - Javni setti eina nevnd við trimum professionell- um listafólkum, sum skuldu gera av, hvør eigur heiðurin sum ársins mynd- listafólk og harvið hevur uppiborið virðislønina uppá 3.000 krónur. Øll, sum vóru við í kapp- ingini, fingu skreytblað frá Javna sum áminning um, at tey hava luttikið. Jórun las nøvnini upp, eitt og eitt og øll, sum vóru til staðar, komu fram og tóku ímóti skreytblaðnum. Síðan avdúkaði hon, at Magni Mikkelsen av Toft- um, sum býr í Runavík og arbeiðir á Stíggi, er út- nevndur til ársins mynd- listafólk ár 2002. Jórun rætti frálíku myndina yvir høvd, so øll, ið saman- komin vóru, sóu hana. Tað var ein glaður vinn- ari, sum kom upp at taka ímóti heiðrinum og kekkin- um. Saman við Magna á hugnaløtuni vóru foreldr- ini, Jona og Jónsvein Mikk- elsen og bróðirin, Per. Tey vóru sum vera man errin av soninum, sum hev- ur fingist við at tekna, síð- an hann var lítil smá- drongur. Goymdar gávur Jórunn segði, at innan myndlistaøkið er hendur stórur áhugi fyri at fremja framgongd og at stimbra fólk við serligum tørvi. Áhugin er øktur at fáa hesi fólk meira fram í ljósið við teirra spennandi list, bæði myndlist, tónleikalist og aðrari list. - Úti í heimi eru nógvir skúlar, sum vilja stimbra hesi fólk at gerast betur til at útrykkja síni listarligu evnir. Eg ivist ikki eina løtu í, at vit eru júst komin í gongd her heima í Før- oyum. Hon helt, at vit kunnu samanbera hetta við olju- vinnuna. - Eg hoyrdi í Útvarp- inum, at teir hava trupul- leikar við at koma ígjøg- num basaltlagið fyri at finna olju, men tá ið teir hava funnið út av, hvussu sleppast kann undir basaltið, liggur eitt tað mest áhugaverda oljuøkið í heiminum goymt her í Føroyum. Soleiðis síggi eg eisini møguleikarnar við teimum evnaveiku og listini. Hesi fólk goyma dygdir, sum koma undan kavi, tá ið tey verða stimbr- að til tess - við at gera tey meira dugnalig og med- vitað. Koma vit aftur um hesi fólk, finna vit eitt sera spennandi øki við goymd- um gávum, sum kunnu koma okkum øllum til góð- ar, segði Jórunn Dánjals- dóttir. Jórunn Dánjalsdóttir vísir málningin hjá Magna Mikkelsen, sum dómsnevndin hevði avgjørt var tann besti Anja og Charlotta Hentze syrgdu fyri, at fólk fingu kaffi, køkur og karamellur. Hon var ófør við tangentarnar C M Y K 17 16