leygardagur 7. desember 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 236 - 7. desember 2002
Nr. 236 - 7. desember 2002
19
Í kvøld fara Leirvíkar
Gentukór og kvinnu-
kórið, Suð úr Klaks-
vík, at syngja í høllini
í Ósáskúlanum í
Klaksvík. Hóskvøldið
sungu tær í Mentan-
arhúsinum í Fugla-
firði, og var sangur
teirra ein sonn fragd
fyri oyra
JÓLAKONSERT
Rúna Sivertsen
Tey, sum fóru í Mentanar-
húsið í Fuglafirði hós-
kvøldið, fóru ikki vón-
svikin avstað aftur. Tey
bæði kvinnukórini høvdu
lagt eina spennandi og
øðrvísi konsert til rættis.
Meðan tær framførdu
sangirnar, vórðu orðini
uppvarpaði á veggin saman
við vøkrum náttúrumynd-
um úr Føroyum. Millum
sangirnar, las John Færø
brot úr verkinum, Kærleiki
Kristusar eftir Ahasverus,
sum Jógvan Gerðalíð týddi
til føroyskt.
Til Adoramus te, eftir
G.B. Martini, dansaði Unn-
ur Sjúrðardóttir Fonn.
Sangur, upplestur og
dansur vóru ein frøi fyri
oyra og hvíld fyri sinni í
hesi strongdu jólatíð.
Í Ósáskúlanum
Skráin til konsertina í Ósá-
skúlanum í kvøld kl. 20.00,
verður hin sama sum í
Mentanarhúsinum.
Fyrst syngur Leirvíkar
Gentukór sjey sangir, sum
upprunaliga eru yrktir á
svenskum av Britt G.
Hallquist, við løgum eftir
John Højbye.
Eftir ein stuttan steðg,
kemur Suð á pallin við
brotum úr kendum verkum,
eitt nú Gandafloytuni hjá
Mozart.
Jógvan við Keldu verður
frásøgumaður,
og
eftir
konsertina verður kaffi og
smákøkur at fáa.
Hóast hann bert er 12
ára gamal, kann
Walter Nýsted úr
Klaksvík, longu teljast
millum royndar
egnarar. Fyri einum
ári síðani byrjaði
hann at egna, og
nærum hvønn dag
eftir skúlatíð er hann
í skúrinum, fyri at
vinna sær nakrar
krónur
EGNING
Rúna Sivertsen
Tá Walter byrjaði at egna,
ynskti hann sær eina far-
telefon, og hana hevur hann
longu keypt sær.
- Nú samli eg til eina
teldu, og eg eigi 9000 krón-
ur, sigur hann smílandi.
Walter er ein raskur og
serstakliga
hugagóður
drongur. Tað kemur meiri
enn so fyri, at hann fer í
skúrin á veg í skúla, fyri at
vita, um nakað verður at
egna eftir skúlatíð.
Vanliga klárar hann tveir
stampar eftir skúlatíð og
onkran leygardag heilt upp
í seks.
- Úrtøkan hjá Walter
liggur um 1000 krónur um
vikuna,
sigur
mamma
hansara, Sigrid.
Sosialur týdningur
Tað hevur stóran sosialan
týdning fyri dreingirnar at
sleppa at egna, sigur Poul
Sivar Sivertsen, tá vit
ringdu umborð á útróðrar-
bátin, Søkin, sum Walter
egnir hjá.
Hann sigur, at tað sanni-
liga eisini hevur týdning
fyri útróðurin, at dreing-
irnir hanga í, tí uttan teir
fóru vit mangan ikki út fyri
línu.
- Dreingirnir halda okk-
um uppi, og fyri teir er tað
gott at sleppa at arbeiða
millum vaksnar menn, sig-
ur hann.
- Poul Sivar sigur einsini,
at stuttligt er at síggja,
hvussu hugagóðir teir eru.
Tá vit koma aftur av út-
róðri eru teir á støð hjá
okkum, fúsir at taka eina
hond í, sigur hann.
Millum egnararnar finn-
ast eisini gentur, og tær
standa einki aftan fyri
dreingirnar, sigst.
Ein sjarmerandi egningarmaður
Í einum av mongu egningaskúrunum á Stongunum í Klaksvík, funnu vit 12 ára gamla Walter Nýsted. Hann er sjáldsama
hugagóður egnari, siga teir, hann egnir hjá. Umframt at vera ein góð inntøkukelda hjá gentum og dreingjum, hevur egning eisini
sosialan týdning fyri tey ungu
Spennandi jólakonsert í Ósáskúlanum
Suð Í kvøld kl 20.00, verður ein spennandi og øðrvísi konsert í Ósáskúlanum í Klaksvík. Tað er Leirvíkar Gentukór og
kvinnukórið, Suð úr Klaksvík, sum hava felags jólakonsert. Fremst á myndini síggja vit Steinvor Fonn, kórleiðara hjá Suð.
Leiðari fyri Leirvíkar Gentukóri er Dánjal Eysturstein
(Mynd: Bárður K. Hansen)
Og Axel Tórgarð fær
Heiðursgávu land-
sins. Virðislønirnar
eru ávikavist 150.000
og 75.000 krónur
HEIÐURSLØNIR
Eirikur Lindenskov
Mentanarvirðisløn Land-
sins verður í ár latin Gunn-
ari Hoydal, rithøvundi. Tað
er landsstýrismaðurin í
mentamálum,
ið
letur
Mentanarvirðislønina eftir
tilmæli frá nevnd umboð-
andi føroysk listafólk og
Mentamálaráðið. Virðis-
lønin er 150.000 kr og er
hin størsta av sínum slag í
Føroyum.
Mentanarvirðisløn Land-
sins verður latin føroyskum
listafólki sum tøkk fyri
útint listaligt avrik innan
skaldskap, myndlist, leik-
list, tónlist ella aðra list. Til
tess at fáa Mentanarvirðis-
lønina skal virðis-lønar-
evnið hava skapað listaligt
verk á høgum listaligum
stigi, ið ger, at virðis-
lønarevnið má haldast at
hava uppiborið henda heið-
ur. Í fjør varð Eyðun Jo-
hannessen, leikstjóri, heiðr-
aður við Mentanarvirðisløn
Landsins.
Í grundgevingum sínum
sigur nevndin:
»Mentanar virðisløn
Landsins
verður
latin
Gunnari Hoydal fyri fjøl-
táttaða avrik hansara innan
føroyska list og mentan.
Gunnar hevur í bundna og
óbundna skaldskapi sínum
flutt mørk. Hann ferðast á
longu skaldaferðum sínum
úti í heimi, men alla tíðina
eru Føroyar - upprunin og
heimlandið - í eygsjón og
partur av hesum heimi. Tá
ið hann í greinum og orð-
ingum hevur lætt ljóðið av
um føroyska list, listafólk
og serstakliga byggilist,
hevur hann altíð borið hug-
takandi
og
smidliga
skaldakynstur sítt við sær.
Gunnar Hoydal eigur sín
stóra lut í varðveitingini av
gomlu Havnini, og er verk
hansara ein samfingin heild
av dygd og skapi.«
Axel Tórgarð fær
Heiðursgávu landsins
Umframt Mentanarvirðis-
løn Landsins letur lands-
stýrismaðurin í mentamál-
um
eisini
Heiðursgávu
Landsins, ið er kr. 75.000.
Sama nevnd ger tilmæli til
landsstýrismannin, og verð-
ur Heiðursgáva Landsins í
ár latin Axeli Tórgarð.
Heiðursgáva
Landsins
verður latin einstaklingi,
felag ella fyritøku sum tøkk
og viðurkenning fyri at
hava framt avrik, ið hava
ella hava havt serstakan
stóran týdning fyri før-
oyska list og/ella føroyska
mentan og mentanarlív. Í
fjør varð Fuglafjarða Sjón-
leikarafelag heiðrað við
Heiðursgávu Landsins.
Nevndin sigur í grund-
geving síni:
"Heiðursgáva Landsins
verður latin Axeli Tórgarð
fyri týðingar hansara av
klassiskum heimsbókment-
um til føroyskt mál. Axel
hevur hegnisliga latið hesar
mentanarligu dýrgripir í ein
føroyskan málbúna á ein
hátt, sum í sjálvum sær
kann metast sum skald-
skapur. Týðingar hansara
av eitt nú forngriksku
harmleikunum Antigone,
Medea og Agamemnon, og
fleiri av stóru leikunum hjá
Shakespeare, m.a. Julius
Caesar,
Macbeth
og
Dreymur jóansøkunátt, eru
ótømandi keldur og íblástur
fyri mentanarliga og lista-
liga umhvørvið í Føroyum -
serstakliga fyri leiklistina.
Axel Tórgarð hevur latið
upp ein fremmandan heim
fyri føroyingum, og hevur
við meistarliga málkynstri
sínum gjørt hann heimligan
og ævigan."
Landsstýrismaðurin
í
mentamálum,
Annlis
Bjarkhamar, handar Ment-
anarvirðisløn Landsins og
Heiðursgávu Landsins á
almennum
hátíðarhaldi,
sum Mentamálaráðið skip-
ar fyri, í Norðurlandahúsin-
um 15. januar 2003 kl.
20.00.
RØÐA
Tann 25. november var
fólkafundur ímóti harð-
skapi ímóti kvinnum fyri
fyrstu ferð hildin í Føroy-
um, og nógv brigdi av hes-
um ódámliga og forkasti-
liga atburði vóru borin
fram í ljós og sett á svarta-
lista sum eitt neyðugt stig á
strævnu leiðini at koma
teimum til lívs.
Hetta takið aftrat teimum
mongu, ið longu eru tikin,
fáa okkum vituligt ikki á
mál, men vónandi verða so
komandi 25. november-
dagar brúktir til at taka
saman um so komast kann
longur fram á leiðini ímóti
einum samfelag, har javn-
støða, burðardygg menning
og friður valda, hesi slag-
orðini sum heldur ikki í
hesum samanhangi koma
sum kettur úr høvdatrog,
hóast onkur kanska vil
halda tað.
Hetta hava verið slag-
orðini á kvinnuráðstevnum
ST´s, og eg eri sannførd
um, at tey har yviri hava
grein í sínum máli. Tað er
veruliga samband millum
javnstøðustøðið,
burðar-
dyggu
menningina
og
heimsfriðin eins og tað
eisini eru beinleiðis linjur
millum alt slag av harð-
skapi ímóti kvinnum og tey
nevndu
trý
hugtøkini,
millum miðvísa tøku av
gentufostrum, umskerðing
av smágentum, konubuk-
ing, neyðtøkur og sadist-
iska porno, millum lága
ella onga løn fyri strævið
arbeiðið og prostitutión,
millum
eyðræning
av
náttúrutilfeingi, rán og sølu
av kvinnum, dálking av
umhvørvi, hjálandaveldi og
væl fyrireikað kríggj, pro-
duserað til egnan materi-
ellan vinning, eisini tað
kríggið ið hesaferð alt sum
tað er eftir ætlan skal
sprænast beint inn í spenn-
ingsnervarnar
á
øllum
heimsins hampafólki inni í
teirra egnu stovum.
Hjá okkum sum so
manga aðrastaðni verður
sagt, at vit hava javnstøðu
bara kvinnur sjálvar vilja,
og at javnstøðulógin í
grundini er óneyðug. Men
hví hava vit so henda
vaksandi harðskapin ímóti
kvinnum og børnum? Hví
veksur kappingin og harð-
skapurin á øllum økjum,
eisini tí sum oyðileggur
okkara felags móður jørð
og í veruleikanum eisini
okkara eftirkomanum teirra
lívsgrundarlag? Hví hava
vit so lítla umsorgan fyri
lívinum uttan um okkum,
og hví hirða vit so lítið um
tað sum lívgar bæði sál og
likam? Er tað veruliga
kvinnurørslan og javn-
støðuarbeiðið
ið
hevur
ábyrgdina av hesum óskili?
Og skal nú alt kvennkyn
bukast og neyðtakast upp á
pláss aftur fyri stríðið?
Skulu vit ikki tora út um
eina gátt longur? Ella er tað
tíð uppá at krita skógvarnar
eina ferð enn og halda fast
við, at tað eru vit sjálvar
sum hava ognar- og av-
gerðarrættin
til
okkara
kropp og lív, og at vit hava
fullan rætt til at ferðast í
friði, eisini um næturnar?
Eg haldi framvegis, at
patriarkalska mentanin er
syndarin ella høvuðssynd-
arin, um tað fellur í betri
jørð. Ikki mannfólk sum so,
ikki dreingir og menn,
hóast teir eru føddir sum
kyn nummar eitt, men tann
gamla patriarkalska og nú
moderniseraða mansment-
anin vit enn liva í, hetta
samfelagið sum bara er
ballað so mikið inn í pengar
og stás, at samanhangurin
kámast og lumpar sjálvt
kvinnur at halda væl standa
til.
Tað skal tó framvegis
vera mín vón, at øll hesu
smáu fetini fara at enda við
einum rungandi nei til allan
harðskap ímóti kvinnum og
børnum, okkum øllum til
eyðnu og sóma.
Kvinnuhúsið og Kvinnu-
felagið takkar tykkum, sum
hava tikið eina hond í fyri
at fáa henda fundin í lag við
so stuttum skotbrá. Eisini
tykkum ið komu á fundin at
taka lut og stuðla uppundir
takka vit hjartaliga, og ikki
minst takka vit Ingun
Simonsen fyri sangin, sum
saman við kyndlunum setti
sín serliga dám á tiltakið.
Takk fyri øll!
Landsstýrismaðuri
n í almannamálum,
Páll á Reynatúgvu,
hevur valt nýggja
javnstøðunevnd
JAVNSTØÐUNEVND
Eirikur Lindenskov
Nýggja
forkvinnan
í
javnstøðunevndini
er
Annika Wardum Joen-
sen. Hon er 36 ára gom-
ul, er útbúgvin cand.
negot. í enskum. Hon
hevur starvast á Ferðaráð
Føroya, har hon var stjóri
frá 1997 til 2000. Hon
hevur nú egna ráðgev-
ingarfyritøku í Tórshavn.
Páll
á
Reynatúgvu
fegnast um, at Annika W.
Joensen játtaði at taka
sessin sum formaður í
javnstøðunevndini. Hann
er fullvísur í, at Annika
við
sínum
eyðsædda
áhuga fyri javnstøðu-
spurningum, fer at røkja
sessin til fulnar.
Sjálv sigur Annika seg
hava nógvar ítøkiligar
ætlanir, men hon ætlar
sær at tosa við alla
nevndina um, hvussu
hesar
ætlanir
kunnu
verða veruleiki.
Forkvinnan er umboð-
ið hjá landsstýrismannin-
um í javnstøðunevndini.
Hinir 4 limirnir verða
valdir eftir tilmæli frá ar-
beiðstakarunum, arbeiðs-
gevarunum, Kvinnusam-
skipan Føroya og Menta-
málaráðnum. Hesir lim-
irnir eru
Jan Mortensen, sum
umboðar arbeiðsgevarar-
nar
Jákup Páll Mohr Mort-
ensen, sum umboðar
arbeiðstakararnar
Jancy E. Olsen, sum
umboðar
Kvinnusam-
skipan Føroya
Hanna Ziskason Han-
sen,
sum
umboðar
Mentamálaráðið.
Uppgávurnar hjá javn-
støðunevndini eru at vera
ráðgevi hjá myndugleik-
um, stovnum, feløgum
og einstaklingum í javn-
støðuspurningum, og at
hava eftirlit við, at javn-
støðulógin verður hildin.
Tað yvirskipaða enda-
málið við javnstøðulóg-
ini er at beina burtur
allan mismun vegna kyn,
og at veita kvinnum og
monnum eins møgu-
leikar til útbúgving, ar-
beiði, umframt yrkisliga
og mentanarliga menn-
ing.
Annika for-
kvinna í javn-
støðunevndini
Annika Wardum Joensen
er nýggj forkvinna í
javnstøðunevndini
Bergtóra Hanusardóttir:
Javnstøða, burðardygg
menning og friður
Gunnar Hoydal fær Mentanar-
virðisløn landsins
Bergtóra Hanusardóttir
Gunnar Hoydal, rithøvundur, fær Mentanarvirðisløn landsins
hesarferð. Hon er upp á 150.000 krónur
C
M
Y
K
19
18