leygardagur 7. desember 2002síða 11
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 236 - 7. desember 2002
21
Skal nakar taka ÍF, so
má tað helst verða
Mjølnir, og á heima-
vølli átti fortreytirnar
fyri hesum at verið so
góðar, sum tað nú
eina ferð er gjørligt
MANSFLOGBÓLTUR
Kunning frá FBF
Hjá monnunum eru tveir
spennandi dystir á skránni
hetta vikuskiftið. Í Havn
skulu Fram og SÍ gera av
hvat av hesum liðunum skal
taka dystin upp við ÍF og
Mjølnir um gullið. Fram
tapti seinast fyri Mjølni og
SÍ vann sannførandi á
Fleyr. Í fyrra dystinum
millum SÍ og Fram vanna
Fram sannførandi 3-0, og
sum skilst, so er ivasamt
um Borko Ilic verður við
hjá SÍ. Verður hann ikki
tað, so er uppgávan hjá
Fram munandi lættari. Hjá
SÍ er alneyðugt at fáa nøkur
stig.
Styrkisroyndin
Klaksvíkin
er
rættiliga
karmur um oddastríðið í
flogbólti hetta vikuskiftið.
So avgjørt mest spennandi
dysturin hetta kappingar-
árið hjá monnunum verður
sunnudagin. ÍF hevur higar-
til vunnið alt sera sann-
førandi, og tað er ógvuliga
torført at síggja nakran
veikleika við liðnum. Hetta
er nakað av tí besta, ið til
ber at seta saman í Føroy-
um.
Mjølnir var á Kambsdali
tíðliga í kappingarárinum,
og tá gekk heilt illa. Tað
frættist úr Klaksvík, at liðið
nú er munandi betur sam-
anspælt, og at útlending-
arnir báðir eru komnir fyri
seg av álvara. Mjølnir vann
á Fram seinasta leikumfar,
og tá vísti liðið sera gott
spæl til tíðir, men ímóti ÍF
skal hetta góða spælið vera
frammi alla tíðina, um
hugsingur skal vera um at
geva ÍF fyrst ósigurin.
Mjølnir er í tí støðu, at
teir hava tveir útsettar
dystir. Báðir eru ímóti SÍ.
Spælir Mjølnir síni kort
væl, so kunnu teir tær
næstu tvær vikurnar vinna
oddasessin í bestu mans-
deildini. Fyrsta og týdning-
armiklasta stigið verður
tikið sunnudagin ímóti ÍF.
Nýggja oddaliðið
hevur týdningarmikla
og trupla uppgávu í
Klaksvík, og í Havn
fæst at vita, hvussu
álvarsligur smeiturin
hjá TB var
KVINNUFLOGBÓLTUR
Kunning frá FBF
Tapið fyri ÍF seinasta leik-
umfar man svíða nakað illa
á Tvøroyri. Tað var vænt-
andi, at ÍF fór at geva TB
harða mótstøðu, men at ÍF
skuldi vinna so sannførandi
sum 3-0 var púra óvæntað,
og tað gevur Fleyr kanska
trúnna upp á tað ómøgu-
liga. Tað tykist í hvussu er
so, at TB er til at tosa við,
og seinasta leikumfar var
Fleyr um at vinna á Drátti,
so alt bendir á, at havna-
liðið er á veg úr aldudalin-
um, og at TB kanska er
farið nakað tíðliga í jólafrí.
Dráttur rættiliga við
aftur
Vinnur Dráttur á KÍF, so er
vágaliðið rættiliga við aftur
í kappingini. KÍF fekk síni
fyrstu stig ímóti Fleyr, men
seinasta dyst formáddi KÍF
sær
púra
einki
ímóti
Mjølni, og tí er Dráttur
favorittur undan hesum
dystinum.Bæði liðini hava
nakað at prógva í hesum
dystinum. KÍF kann við
einum sigri vísa, at tær eru
ikki botnliðið. Dráttur kann
við sigrinum vinna sær
góða støðu og rættiliga
koma við í oddastríðið.
Vinnur Dráttur ikki, so
mugu tær helst taka til
tokka við at vera ”millum-
lið” millum toppin og botn-
in í bestu kvinnudeildini.
Toppdystur í Klaksvík
Allar fortreytir eru fyri
rættiligum braki í Klaksvík
sunnudagin. Tvey av allar
bestu liðunum í kvinnu-
deildini bresta saman í enn
einum oddadysti. Av tí at
liðini eru so serliga jøvn í
kvinnudeildini í ár, so
verða oddadystirnir nógvir.
ÍF fer til Klaksvíkar við
fullari skjáttu av sjálvsáliti
eftir framúrskarandi sigurin
á TB. ÍF hevur eisini fyrra
dystin ímóti Mjølni at
hevna. Tann dystin vann
Mjølnir akkurát 3-2.
Tað munnu vera nógv
harrans ár síðan, at ÍF er
favorittur ímóti Mjølni í
Klaksvík, men sum gongd-
in hevur verið hjá ÍF hetta
kappingarárið, so er liðið
so mikið væl fyri júst nú, at
tær eru tær bestu í landin-
um í løtuni. Verður hugt at
hagtølunum, so er Mjølnir
væl omaná, men hagtøl
siga ikki allan sannleikan.
Hann er, at um ÍF vinnur í
Klaksvík, so vinna tær
fyrru hálvu av kappingar-
árinum, og fara undir
seinnu hálvu á odda. Helst
verður TB ájavnt í stigum
og Mjølnir kanska eisini.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
07.12
14.30
VÍF-Stjørnan
08.12
14.30
Neistin-StÍF
08.12
15.00
VB-Kyndil
1. deild menn
07.12
16.00
H71-Kyndil
07.12
16.00
VÍF-KÍF
08.12
16.00
Neistin-StÍF
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
07.12
13.00
Fleyr-TB
08.12
13.00
KÍF-Dráttur
08.12
13.00
Mjølnir-ÍF
Meistaradeild menn
08.12
15.00
Fram-SÍ
08.12
15.00
MjølnirÍF
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett sett
stig
1 ÍF
8
6 - 2
22
11
11
12
2 TB
8
6 - 2
20
9
11
12
3 Mjølnir
7
5 - 2
18
9
9
10
4 Dráttur
7
4 - 3
15
16
-1
8
5 KÍF
8
1 - 7
6
21
-15
2
6 Fleyr
8
1 - 7
6
21
-15
2
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett sett
stig
1 ÍF
6
6 - 0
18
0
18
12
2 Mjølnir
4
3 - 1
9
5
4
6
3 Fram
6
3 - 3
11
9
2
6
4 SÍ
5
2 - 3
6
9
-3
4
5 Fleyr
7
0 - 7
0
21
-21
0
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 VB
8
7 - 0 - 1
197
163
34
14
2 VÍF
9
5 - 0 - 4
202
174
28
10
3 StÍF
9
5 - 0 - 4
212
218
-6
10
4 Stjørnan 8
4 - 1 - 3
179
172
7
9
5 Kyndil
8
4 - 0 - 4
197
187
10
8
6 Neistin
9
3 - 1 - 5
167
185
-18
7
7 Tjaldur
9
1 - 0 - 8
176
231
-55
2
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur stig
1 StÍF
10
8 - 0 - 2
294
253
41
16
2 VÍF
10
6 - 1 - 3
313
257
56
13
3 Neistin
9
6 - 0 - 3
258
243
15
12
4 Kyndil
9
4 - 2 - 3
246
238
8
10
5 KÍF
9
3 - 1 - 5
233
233
0
7
6 H71
9
2 - 0 - 7
210
262
-52
4
7 Tjaldur
10
2 - 0 - 8
242
310
-68
4
ÍF skal verja borg í Klaksvík
Brak í Klaksvík
ÍF er nú nýtt oddalið í
kvinnudeildini. Skulu tær
halda fast um hetta heiti, er
ivaleyst neyðugt við einum
sigri, tá tær vitja hjá einum
av argastu mótstøðuliðunum.
Nevnliga Mjølnir
21
Nr. 236 • leygardagur • 7. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Klaksvíkingar mugu
vera toppskjúttan og
leikandi venjaran fyri
uttan í óásetta tíð
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tríggir
dystir
í
bestu
kvinnudeildini verða leiktir
hetta vikuskiftið. Fyrstur av
teimum er tann í Vest-
manna, har Stjørnan kemur
á vitjan, og ivaleyst vóru
tað mong, sum høvdu rokn-
að við einum sera spenn-
andi dysti her. Ikki minst tí
Stjørnan veruliga tykist
hava fingið gongd á eftir
eina heldur laka byrjan upp
á árið.
Men sum umstøðurnar
hava lagað seg, so má VÍF
sigast at vera greiður fa-
vorittur undan dystinum.
Stjørnan noyðist nevnliga
at vera leikandi venjaran og
toppskjúttan,
Daniella
Ercevic, fyriuttan. Orsøkin
eru boð um sjúku í nærm-
astu familjuni, og tískil
hava klaksvíkingar hildið
bestu ráðini vera, at venj-
arin slapp heim.
- Tað kemur sjálvandi illa
við hjá okkum, at so er,
heldur Geir Wardum, for-
maður í hondbóltsdeildini
hjá Klaksvíkar Ítróttar-
felag.
- Liðið tykist hava fingið
betri tak á spælinum sein-
astu dystirnar, og sum
kappingin hevur lagað seg,
so kundu vit flutt okkum
heilt langt upp við einum
sigri.
- Hinvegin, so fært tú ikki
vart teg fyri slíkum, og
sjálvandi taka vit menn-
iskjansligu atlini framum,
tá so er. Akkurát hvat nú fer
at henda, veit eg ikki, men
vit vóna, at Natasa Stamen-
kmovic kann taka við sum
fyribils venjari.
Hvussu leingi hetta kem-
ur at standa við í Klaksvík,
vita tey enn ikki at siga,
men verður hetta nakað,
sum partarnir fara at gera
av í felag.
Spenningurin í
hásætið
Tveir aðrir dystir verða
eisini leiktir um vikuskift-
ið. Í Vági verður spenning-
urin helst stórur, tá Kyndil
kemur á vitjan. Enn eina-
ferð fekk Kyndil sveiggjað
seg upp, tá mótstøðuliði var
VÍF, og so er spurningurin,
um tær megna at halda
ferðini móti VB, sum
annars tapti sín fyrsta dyst
hetta kappingarárið, tá tær
seinasta vikuskifti spældu á
Skála.
Og so verður eisini dyst-
ur millum Neistan og StÍF í
Havn. StÍF hevur nú vunnið
seg upp á næst ovasta
sessin í deildini, og einki er
at ivast í, at tær vilja verja
hendan. Hinvegin so eru
treytirnar hjá Neistanum
purasta greiðar. Tær skulu
hava tvey stig, um tær ikki
skulu missa oddin heilt
burtur, so tað verða tvey
lið, sum eru svong eftir
stigum, ið fara á vøllin.
Býti av ovastu sess-
unum í grundspælin-
um nærkast av álvara
eini avgerð
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eins og hjá kvinnum, so
verður talan um tríggjar
mansdystir í hondbólti um
vikuskiftið.
Tveir teirra verða leygar-
dagin, og í báðum førum er
talan um grannauppgerðir. Í
Hoyvík tekur H71 ímóti
Kyndli, sum seinasta viku-
skifti sýndi, at teir eru á veg
upp úr aldudalinum, sum
annars tóktist hava rakt
liðið. Fær Kyndil spælið frá
tí dystinum framaftur, so er
einki at ivast í, at teir eru
favorittar, men hinvegin er
einki at ivast í, at hoyvík-
ingar fara at stríðast fyri
sínum møguleika, ogso teir
grønu skulu undir øllum
umstøðum ansa sær.
Fram til heta kappingar-
árið átti KÍF heimavøll í
Vestmanna, so tað er ikki á
nakran hátt fremmant fyri
teir, tá teir far á vitjan hjá
VÍF leygardagin. Og nógv
bendir á, at talan verður um
ein spennandi dyst. Søgu-
liga hava dystirnir seinnu
árini verið sera javnir mill-
um grannarnar, og fyrra
dystin í grundspælinum
eydnaðist kollfirðingum at
vinna, so í øllum førum
tykist einki avgjørt undan
dystinum.
Seinasti
dysturin
um
vikuskiftið verður millum
Neistan og StÍF. Hetta eru
liðini, sum eru á ávíkavist
triðja og fyrsta plássi í
deildini, og tí er einki at
ivast í, at talan verður um
spennandi
uppgerð.
Í
umvenda dystinum á Skála
var tað ikki fyrr enn í allar
seinastu sekundunum, at
ein avgerð fall.
Fyri endaliga útfallið av
grundspælinum hava allir
tríggir dystirnir sjálvsagt
stóran týdning, so alt talar
fyri, at føroysku hondbólts-
áskoðararnir hava nakrar
spennandi dystir at síggja
fram til.
B68 fær
nýggjan
málverja
Tað verður ikki
Michael Kokosza-
nek, sum verður í
mál hjá tofta-
monnum kom-
andi árið. Í løtuni
tykist Tróndur
Vatnhamar vera
besta boðið um
ein nýggjan mál-
verja
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Í fjør høvdu toftamenn
pólverskan málverja á
besta fótbóltsliðnum,
men í ár røkist fyri, at
talan verður um før-
oyska loysn.
Ymisk nøvn hava
verið sett í samband
við árstalsfelagið, men
nú bendir nógv á, at
talan verður um B36-
málverjan, Trónd Vatn-
hamar. Tróndur vardi
málið, tá B36 gjørdust
meistarar í 2001, men í
ár hevur spælitíðin
verið lítil. Ikki minst
eftir at hann í dysti
móti júst B68 varð
skaddur, og tá avloys-
ari hansara stóð seg
somikið væl, vann
hann ikki plássið á
besta liðnum aftur.
Formaðurin í B68,
váttar eisini fyri So-
sialinum, at samband
hevur verið millum
B68 og Trónda Vatn-
hamar, men hóskvøld-
ið segði hann tað fram-
vegis vera ov tíðliga at
staðfesta, hvørt mál-
verjin var á veg til fe-
lagið ella ikki.
- Har er so eingin
avtala komin upp á
pláss enn, og fyrr enn
tað er greitt, kann eg
ikki svara nøkrum, var
einasta viðmerkingin,
sum vit fingu frá B68-
formanninum.
Grundspælið nærkast avgerðini
Stjørnan bliknar
Stjørnurnar úr Klaksvík eru munandi skerdar, tá tær leygardagin vitja lokalu stjørnurnar í Vestmanna
C
M
Y
K
20