leygardagur 7. desember 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 236 - 7. desember 2002
C
M
Y
K
22
Nr. 236 - 7. desember 2002
23
Dejan Lacok skal sita
uttanfyri tríggjar
dystir, afturfyri at
hann varð burtur-
vístur í dystinum hjá
Tjaldri móti KÍF fyri
viku síðani. Tjaldur
heldur lítið høpi vera
í avgerðini, men fer
kortini ikki at kæra
HONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Tað var í Hoyvíkshøllini
síðsta sunnudag, tá KÍF og
Tjaldur hittust, at dómar-
arnir Hannis Wardum og
Eyðun Samuelsen valdur at
vísa
málverjanum
hjá
Tjaldri burtur.
Hetta er fyrstu ferð í
mong harrans ár, at tveir
dómarar velja at geva ein-
um spælara harðasta dóm-
in, sum yvirhøvur er í
hondbólti.
Sjálv hendingin fór fram
í fjórða minutti í seinna
hálvleiki, tá Jónálvur Jo-
hannesen hjá KÍF leyp inn
og skoraði. Hann nakað
langt inn móti málinum, og
bæði hann og málverjin hjá
Tjaldri fóru um koll.
Jónálvur var fyrri uppi og
skumpaði so hin, og tað
fekk hann eisini útvísing
fyri. Men áðrenn dómarar-
nir vóru lidnir við sítt, vildi
Dejan Lacok sleppa at
hevna seg eisini, og tað
kostar honum nú karantenu
í tríggjar dystir.
Kappingarnevndin
hjá
Hondbóltssambandi Føroya
tosaði fyrst leysliga saman
um málið mánakvøldið, og
mikukvøldið varð so enda-
liga avgerðin um teir tríggj-
ar dystirnar tikin.
Kæra ikki
Men í Tjaldri eru tey alt
annað enn nøgd við, at tey
skulu vera jugoslaviska
málverjan
fyriuttan
í
tríggjar dystir:
- Nú sá eg ikki sjálvur
dystin, men frá óvildigum
sjónarváttum havi eg fingið
at vita, at munurin á brots-
verkunum hjá okkara mál-
verja og kollfirðinginum
var ikki so stórur, at tað
kann revsast við tveimum
minuttum til teirra spælara
og trimum heilum dystum
til okkara málverja, sigur
Ragnar S. Olsen, formaður
í Tjaldri.
- Eg skal ikki bera í bøtu-
flaka fyri eina hevndargerð,
tí tað er sjálvandi ongantíð
rætt at hevna. Men tá okk-
ara málverji fekk blá merki
um allan kroppin, tí hin
spælarin var lopin beint inn
í hann, dugi eg ikki at
skilja, at so stórur munur
skal vera á, hvussu stór
revsingin er.
Hóast hetta, so fer Tjald-
ur ikki at kæra avgerðina
hjá kappingarnevndini til
dómsnevndina, sum annars
er ein møguleiki sambært
grein 6.16f í kappingar-
reglunum fyri hondbólt.
- Tað er vónleyst hjá
okkum at kæra, tí vit vinna
einki við tí. Hetta sigi eg av
royndum, tí vit hava longu
frammanundan eina heilt
aðra kæru liggjandi hjá
hondbóltssambandinum,
men har kemur bara einki
svar, sigur Ragnar S. Olsen.
- Og tá vit skulu noyðast
at rykkja hondbóltssam-
bandið eftir svari upp á eina
kæru, dugi eg ikki at síggja,
at tað skal gera nakran
mun, tí tað kann vera, at
teir tríggir dystirnir longu
eru farnir afturum, áðrenn
nakað svar kemur.
Fleiri ymisk boð
Eitt annað, sum tey í Tjaldri
eru ónøgd við í sambandi
við hetta málið, er at tað
koma ymisk boð úr hond-
bóltssambandinum.
- Undan steypadystinum
á Skála týskvøldið spurdu
vit okkum fyri hjá hond-
bóltssambandinum, og tá
fingu vit at vita, at Dejan
fekk karantenu í tveir
dystir. Men tá vit so skriv-
liga fingu úrskurðin hjá
kappingarnevndini at vita,
var karantenan blivin til
tríggjar dystir, sigur for-
maðurin í Tjaldri.
- Tað líkist svartasta ong-
um, at vit soleiðis fáa ym-
isk boð. Tann, ið bar okkum
boðini fyrru ferðina, legði
enntá aftrat, at har vóru vit
heppin, at tað bara bleiv
talan um tveir dystir. Og so
stendur í skrivligu fráboð-
anini, at karantenan er
tríggjar dystir. Eg skilji ikki
sovorðnan framferðarhátt.
Hann sigur, at tað er ikki
sørt órógvandi fyri arbeiðið
í felagnum, at tey skulu
fyrihalda seg til tveir ymsar
úrskurðir í sama máli, men
at tey velja at trúgva, at tað
eru skrivligu boðini frá
hondbóltssambandinum,
sum eru tey endaligu.
- Dejan sat longu uttan
fyri steypadystin móti StÍF
týskvøldið, men nú hann
harumframt skal sita uttan
fyri tveir dystir aftrat,
merkir tað fyri okkum, at
vit skulu klára okkum uttan
okkara góða málverja rest-
ina av grundspælinum, tí
vit bara hava tveir dystir
eftir.
Hetta vil við øðrum orð-
um siga, at Dejan Lacok
ikki aftur fer at standa í
málinum hjá Tjaldri fyrr
enn síðst í januar mánaði,
tá endaspælið í landskapp-
ingini fer í gongd.
Renni- og gongu-
kappingini gjøgnum
Vágatunnilin í morg-
in verður nógv tann
størsta av sínum slagi,
sum nakrantíð hevur
verið í Føroyum, og tí
er hon nú umskipað
til motiónskapping
KAPPRENNING
Hilmar Jan Hansen
Hóast tað ikki verður koyr-
andi undir Vestmannasundi
fyrr enn týsdagin, sleppa
rennarar
og
gongufólk
longu í morgin at royna
undirsjóartunnilin.
Millum
tiltøkini,
nú
koyrandi verður millum
Vágar og meginøkið, er
renni- og gongukappingin,
sum felagið Bragdið hevur
átikið sær at fyriskipa
vegna vágafólk, ið annars
standa fyri tiltakinum.
- Tá vit byrjaðu at fyri-
reika okkum til kappingina,
sóu vit fyri okkum, at
kanska eini 500 til 800 fólk
komu við, men nú er talið
komið upp á 2.050, og har
steðgað vit, sigur Andrea
Nielsen, fyriskipari frá
Sandavágs Ítróttarfelag.
- Sostatt er kappingin
nógvar ferðir størri, enn vit
høvdu droymt um, og eg
ivist ikki í, at vit høvdu
komið upp á 3.000, um øll
sluppu við, sum hava spurt
seg fyri, eftir at tilmeld-
ingarfreistin var úti, sigur.
Motiónskapping
Av tí at hetta bæði er
gongu- og rennikapping,
samstundis sum hetta hjá
mongum er fyrsti møgu-
leikin at sleppa undir Vest-
mannasund, er luttakara-
talið so ovurhonds stórt, og
tað ger eisini, at so mikið
meira er at halda skil á.
- Av tí at fólk kunnu
velja, um tey annaðhvørt
vilja ganga ella renna, hava
vit eisini gjørt av at halda
gongu- og rennifólkini frá
hvørjum øðrum, so at band
verður ímillum, sigur Sølvi
R. Hansen frá Bragdinum.
- Upprunaliga skuldi
hetta vera ein kapping við
tíðtøku og øllum, men av tí
at so nógv fólk er við, hava
vit broytt ætlan, tí tað setur
øgiliga
stór
krøv
til
trygdina. So í staðin verður
kappingin skipað sum ein
rein motiónskapping.
Hetta verður gjørt fyri at
leggja dent á, at tiltakið
fyrst og fremst snýr seg um
at uppliva nakað ókent og
at nýta hendan serstaka
møguleikan at renna gjøg-
num undirsjóartunnilin.
Í staðin fáa allir til-
meldaðu luttakararnir eina
t-skjúrtu, og eisini verða
vinningar lutaðir burtur
millum luttakararnar, so
sum flogferð, fartelefon,
vikuskifti á hotelli og gávu-
kort til 5-túra kort gjøgnum
Vágatunnilin.
Byrjað verður beint inn-
an
fyri
tunnilsmunnan
Leynamegin
í
morgin
klokkan tvey, og málið er
beint innan fyri tunnils-
munnan Vágamegin. Vága-
fólk verða undan kapping-
ini koyrd til Leynar í bussi,
og hini verða eftir kapp-
ingina koyrd aftur til Leyn-
ar.
2.050 fara undir Vestmannasund
Tjaldursmálverjin
fekk tríggjar
dystir
Nú avgerðin hjá kappingarnevndini er tikin og Dejan Lacok fær karantenu í tríggjar dystir,
noyðist besta mansliðið hjá Tjaldri at klára seg uttan jugoslavisska málverjan restina av
grundspælinum
23