leygardagur 7. desember 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 236 - 7. desember 2002
Ongin skilagóð orsøk
er at geva gjald- og
kredittkortum ser-
rætt fram um t.d. eina
GjaldSkipan. Tað sig-
ur Kristian Magnus-
sen, sum saknar
konsekvens í hand-
faringini hjá Høgna
Hoydal í málinum um
vernd av persóns-
upplýsingum
DATAVERND
Ingi Rasmussen
–
Lóggávan
má
vera
konsekvent, og tí gevur
hetta onga meining.
Tað sigur Kristian Magn-
ussen løgtingsmaður, nú
Høgni Hoydal ætlar at geva
FR/VISA-kortunum und-
antak,
samstundis
sum
hann herðir kunngerðina
um vernd av persónsupp-
lýsingum.
Høgni Hoydal hevur í
hyggju at gera eina nýggja
kunngerð, so peningastovn-
arnir ikki flyta upplýsingar
av landinum í sambandi við
eina nýggja GjaldSkipan,
sum teir eru farnir undir í
samstarvi við Pengeinsti-
tutternes Betalings System.
Samstundis
lovar
hann
kortini, at gjald- og kreditt-
kortini eru trygg, hóast
upplýsingar eisini tá vera
fluttir av landinum. Tað
hevur Kristian Magnussen,
sum er ímóti, at landsstýris-
maðurin yvirhøvur grípur
inn í málið, ilt við at skilja.
Eymar upplýsingar
Ongi saklig atlit liggja til
grund
fyri,
at
bara
FR/VISA-kort skulu vera
undantikin, heldur løg-
tingsmaðurin hjá Javnaðar-
flokkinum.
– Øll mugu vera líka fyri
lógini. Tað er ikki logiskt,
at FR/VISA-kortini sleppa
undan, um peningastovn-
arnir ikki sleppa at nýta
GjaldSkipanina í samstarvi
við PBS. Tað eru nógv
eymari upplýsingar knýttir
at einum FR/VISA-korti,
sum kunnu misnýtast, um
tað kemur á skeivar hendur,
sigur Kristian Magnussen.
Dataeftirlitið hevur givið
Elektron loyvi at flyta upp-
lýsingar av landinum í sam-
bandi við nýggju Gjald-
Skipanina. Kristian Magn-
ussen sigur, at eftirlitið fær
stórar
trupulleikar,
um
Høgni Hoydal nú blandar
seg.
– Meginreglan er, at upp-
lýsingar skulu vera í land-
inum, men Dataeftirlitið er
suverent á økinum og hevur
givið eitt undantak við
GjaldSkipanini. Um Data-
eftirlitið nú fær at vita frá
landsstýrismanninum,
at
FR/VISA-kortini
skulu
vera undantikin, men ikki
GjaldSkipanin, so hevur
eftirlitið eitt stórt problem.
Tí hvørjum atlitum skulu
teir so virka eftir? spyr
Kristian Magnussen.
Bara eitt atlit
Um onnur atlit enn at verja
persónsupplýsingar liggja
til grund fyri avgerðini hjá
Høgna Hoydal, so eiga tey
at vera søgd alment, heldur
Kristian Magnussen.
– Lóggávan má vera kon-
sekvent. Dataeftirlitið kann
ikki sita og viga eftir ser-
ligum føroyskum áhuga-
málum, tí so koma teir út á
eina glíðubreyt, sigur Kris-
tian Magnussen.
Høgni Hoydal tvíheldur
um, at hann bara ger eftir
tingsins vilja, nú hann ætlar
at herða kunngerðina um
vernd av persónsupplýsing-
um. Men tá tingið viðgjørdi
málið mikudagin, gjørdu
framsøgumenn vart við, at
hann ikki umboðar teirra
vilja. Sostatt er líkt til, at
landsstýrismaðurin stendur
rættiliga einsamallur við
sínari ætlan at herða lógina.
Kristian saknar konsekvens
Fríggjadagin og
leygardagin skipar
Amnesty
International fyri
jólahugna og sølu av
Amnesty ljósum á
Torginum í SMS
JÓLAHUGNI
Tíðindaskriv
Eitt av afturvendandi jóla-
tiltøkunum á Torginum í
SMS hevur verið sølan av
Amnesty ljósum, sum Am-
nesty International, Føroya
Deild, hevur skipað fyri á
hvørjum ári um hesa tíðina.
Í ár verður einki undan-
tak, tó at tey frá Amnesty í
ár hava gjørt tiltakið meir
umfatandi. Saman við stóra
jólabýnum, sum er á Torg-
inum, fara tey at seta upp
eina lítla café, har tey, um-
framt at selja Amnesty ljós,
fara at selja jólakort, gløgg,
holukøkur og okkurt til
børnini. Á hendan hátt
vóna tey, at tey vitjandi í
SMS hesar báðar dagarnar,
fara at steðga á eina løtu,
fáa sær gløgg og holukøk-
ur, og harvið veita Amnesty
International ein stuðul, og
eisini geva sær stundir at
kunna seg um nakað av
arbeiðnum hjá felagsskap-
inum. Tí umframt café’ina
verður ein lítil framsýning
um stóra Russlands átakið
hjá Amnesty International.
Tiltakið hjá Amnesty í
SMS letur upp fríggjadagin
kl. 13.00 er opið til kl.
19.00. Leygardagin lata tey
upp kl. 10.00 og hava opið
til handlarnir lata aftur kl.
14.00.
Stórt jólatiltak fyri
børn verður í KFUM
leygardagin 7.
desember. Á skránni
verður m. a. kapp-
ingar, jólasjónleikur,
tensing kórið í
KFUM syngur, og at
enda koma jólamenn
við gávum
JÓLATILTAK
Tíðindaskriv
Møguleiki verður hjá for-
eldrum at keypa sær kaffi
og køkur, meðan børnini
hugna sær. Eisini fer Bóka-
deild KFUMs at hava ein
lítlan bás har tey selja
bøkur.
Tiltakið er til frama fyri
ferð hjá kórinum í KFUM,
Sound of Glory Tensing, til
Prag har stór ungdóms-
stevna verður hildin næsta
summar. Kostnaðurin er 25
kr. fyri hvønn, og skráin
sæst á heimasíðu hjá
k
ó
r
i
n
u
m
:
www.soundofglory.com
Øll eru vælkomin, heilsa
fyrireikararnir.
Jólahugni á Torginum
í SMS
Stórt jólatiltak
fyri børn
Nr. 236 • leygardagur • 7. desember 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo
Filmarnir í heyst
-Kaurismäki, Leigh, Almodóvar og meiri Dogme.
Nakrir av heimsins bestu filmum eru frammi í heyst.
Kim Simonsen ummælir
Lesið síðu 6 og 7
HARUVEIÐA
Orð og mynd: Edvard Joensen
Allahalganna er farin afturum,
og nú er tíð at skjóta haru, hetta
til nýggjárs. Nógvir mans ganga
við byrsu í haganum, men ym-
iskt er, hvussu veiðan eydnast.
Vit fara ein túr í morgin. Teir
hava verið fyrstu ferð, men tað
gekk einki soleiðis. Fingu bara
ein part av tí, teir plaga at fáa
fyrsta dag. Tað man vera veðrið,
sum ger tað, halda teir, tí ættin
hevur verið ólagalig í einar
fjúrtan dagar nú.
So er at gera klárt. Finna út-
gerðina fram. Byrsa og patrónir
eru til reiðar. Ein fetil má havast
við, um tað skuldi hent, at tú
møtti eini haru. Og tað skuldi tú
helst, tá soleiðis er.
Leygarmorgun. Tað fer eitt lot
út eftir vágni, men tað er líkasum
minkandi. Nakað kølið er, so
kanska er frost í fjallinum. Men
eingin kavi soleiðis kortini. Eitt
følv um tindin.
Vit taka brekkuna beint upp.
Royna at koma okkum niðan við
markinum heimantil og ganga so
norður gjøgnum Reynini, tosa
teir, sum staðkendir eru. Og tað
skuldi ligið væl fyri í dag, tí tað
kemur ein høgættarond heimeft-
ir, so vit ganga móti tí loti, sum
er. Tað hjálpir eisini, tá tú hevur
við skapning at gera, sum hoyrir
so væl sum hara.
Teir vita av einari, sum situr
inni hjá grannanaum eitt sindur
heiman fyri markið. Tað ber ikki
til at skjóta hana, hóast hon tyk-
ist sita rímilig føst. Og ikki fæst
hon forskrekt so heldur, at hon
kemur um mark til okkara. Fer
heldur hinvegin, sum vera man.
Annars er einki at síggja niðan
gjøgnum undirhagan til vit koma
í Reynini.
So skipa teir seg av nýggjum.
Nýbyrjarin skal ganga í miðuni
norður eftir røðini, og so teir
báðir royndu hvør sínu megin.
Annar beint undir, og hin ovari á.
Her skuldi verið góð leið, men
teir láta einki at. Lítið var at
síggja, tá teir vóru tann fyrra
dagin.
So verður farið. Spakuliga við
øllum sansum spentum. Lendið
er »haruligt«, sum tikið verður
til. Grýtugt. Klettar við steinum
ímillum. Fleiri glopur og hol, har
ein hara kann goyma seg.
Tað er at stíga varliga. Syrgja
fyri sum mest at stíga á klettin.
Eitt sindur av frosti er her í erva,
og tað brakar, har vátt hevur
verið undir.
Síggi bara tann ovara mannin í
løtuni. Hin er farin omanav, men
man fara at koma undan aftur, tá
eg komi longri norður.
Komi út á ein lítlan hamara, og
har livir undir. So er at vera
knappur og fáa hana.
Hon fer undan og er á veg runt
klettin. Sleppur hon runt, havi eg
mist hana. Men hon er nær, og
kann skjótt fara í knús, um eg
skjóti. Men har er einki at gera.
Spenningurin er øgiligur,
merktist aftaná. Tí tey sekundini
alt hetta vardi, varð ikki hugsað.
Skotið smellur og hon stein-
doyr. Eitt skot er eftir, og tað er
at hyggja seg um, um nú ein
onnur er onkunstaðni og loypur,
tá tað brestur, Men eg síggi
einki.
Taki úr og løði aftur og fari
niður av efti haruni, sum har
liggur.
Síggi tann niðara mannin aft-
ur, hann peikar. Haldi, at hann
hevur sæð eina aðra og fari lúr-
andi kring klettin. Men har er
einki. Tað var mest ein heilsan
frá hansara síðu.
Meðan eg fatli, brestur eitt
skot niðanfyri. Nú eru tær tættar,
letur til. Og ikki eri eg meira enn
farin til gongu, so skjýtur hann
oman fyri eisini.
Nú hava allir fingið hvør sína
innan fyri einar fýra-fimm
minuttir. Hetta verður dagur í
viku, hugsa ivaleyst allir í felag.
Men vit ganga. Fara allan hag-
an á tamb, men síggja bara onkra
hendinga haru fleiri mál burtur.
Ikki fyrr enn komið verður út
aftur undir fjallinum heilt í erva,
er ein, sum kemur so frægt í mál,
at tann ovasti maðurin heldur seg
til at skjóta. Hann fær hana, so
nú eru tær fýra.
Og har við verður tað. Hóast
líkindini nú eru frálík, stendur
púra einki til við haru haganum.
Umframt tær fýra, vit fingu,
vóru fimm aðrar at síggja. Tað
var alt. Og eingin soleiðis í máli,
at tú kundi siga, at hasa átti tú at
fingið.
Men tann vælsignaði túrur.
Bara tað at ganga millum fjøllini
ein slíkan dag, vigar ríkiliga upp
fyri tað, at úrtøkan ikki er nakað
at reypa av.
Men hinumegin skjóta teir
dúgliga. Tað ljóðar sum í Koso-
vo. Annaðhvørt er øgilig nógv
hara har undan ættini, ella raka
teir øgiliga illa.
Men hetta tekur ikki mótið
kortini. Gera beinanveg av at
fara avstað aftur, fyrsta høvið
býðst. Goldið er fyri hagan, og
so er at brúka rættin, meðan
hann er.
Harutíð
Tað er harutíð. Menn ganga við byrsu í haganum, og skotini runga millum
fjøllini. Haran er eitt jakstrað stakkaladýr hesa tíðina, men ymiskt er, hvussu
hevur gingið við veiðuni
Við øllum sansum uttnaná verður gingið eftir haru. Hon boðar ikki frá frammanundan, nær hon er har
C
M
Y
K
25
24