Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. desember 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tá ið Asterix og Obelix fóru til Bretlands á sinni at hjálpa systkinabarninum Fixfax, helt bautasteins- høggarin, at veðrið var so vánaligt, at onkur betri farleið átti at vera funnin. Fixfax svarar tá, at menn leingi høvdu tosað um at grivið ein tunnil, tí mangur hevði harmast um ‘at meginlandið var so isoler- að.’ Tunnilin um Ermasund tók tó sína tíð, tí eingils- menn vildu ikki risikera nakra hernaðarliga innrás úr neðra, sigur søgnin. — Men sum støðan er í Evropu í dag, so verður tann óttin helst ongantíð til annað enn eitt akademiskt kjak. Vit hava nú fingið okk- ara fyrsta undirsjóvartunn- il í Føroyum. Men um vit beinleiðis hava kjakast akademiskt um vágaholið, skal eg ikki gera meg klókan uppá, hóast rokið var øgiligt, tá ið príslegan varð kunngjørd. Ákoyringar og brigsl fuku um sundið og millum skrivstovurnar í Havn, men eftir øllum at døma, komu menn til sættis um nakað, øll kundu liva við. Niðurstøðan má so vera, at tann sum rópar harðast sum oftast verður hoyrdur. Tað eydnaðist í hvussu er hjá vágafólki. Spurningurin er so, um vit flyta perspektivið nak- að út í framtíðina, hvør man megna at rópa harð- ast. — Norðoyingar ella skálafjarðafólk? Sanding- ar? Suðringar? Fólk á útoyggj? Og hvat er at rópa um? – Undirstøðukervið? Ókey, men so er spurn- ingurin, hvat vigar meiri? Frekvensur ella prísur? — Um tú sleppur til Havnar til handils 400 ferðir um vikuna (um tú vilt gjalda fyri tað) má vera meiri áhugavert enn bert at sleppa 16x5+13+14=107 ferð, ella hvat? Og var ikki okkurt við einum eyka- skipi eisini? Hvussu verður tá ið Norðoyatunnilin kemur, og tær 13x5+2x11=87 ferð- irnar verða óavmarkaðar, skulu vit tá ígjøgnum sama rokið, ella hevur vágatunnilin tá skapt pre- sedens? — Og hvussu við teimum kilometrunum tunnilin verður longri, tí leirvíkingar ikki vilja hava alla bilferðsluna gjøgnum óbygda bøin, sum kanska verður bygdur, um tunnilin kemur? — Skulu teir rindast við bummpengum? Ella hvat við nýggju suðriarferjuni? Verða teir 14 núverandi túrarnir fleiri? Verður tað eisini rok um príshækkingina av teimum ferðaseðlunum, sum upp á seg hjá vanliga brúkaranum longu eru nógv teir dýrastu í land- inum? Nú hoyrist ikki so nógv um undirstøðukervið sunn- an av Sandi, men tað er kanska tí tey hava fingið tað tey í so nógv ár hava vilja havt. — Hægri fre- kvens og eina hampuliga príslegu. Og tað er júst tað vága- fólk nú hava fingið, tí nú er tað bíligari enn 30 krónur hvønn vegin, um tey væl at merkja tíma at ferðast fleiri í sama bili. Tillukku við tí, tað er tykkum væl unt. — Vón- andi fara tit at stuðla út- jaðaranum, tá ið hann ynskir samband við meg- inlandið fyri ein sámiligan penga. — Annars risikera vit bara, at meginlandið verður isolerað frá restini av landinum í nógv størri mun enn tað longu er. Tað hevði verið harmi- ligt fyri hesar smáu oyggjar og tað stórsinnaða fólkið her býr. 2 Sosialurin Nr. 236 - 7. desember 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Tunnilin ... ella tað isoleraða meginlandið? Bergur Rasmussen skrivar: Svenska barna- bókin Farvæl Harra Muffin, sum Bókadeild Føroya Lærarafelag gav út fyri stuttum í før- oyskari týðing, er júst kosin besta barna- og ung- dómsbók í ár í Svøríki VIRÐISLØN Farvæl Harra Muffin er sum allar góðar barna- bøkur, eins góð hjá vaks- num at lesa sum hjá børn- um. Mánadagin fekk Far- væl Harra Muffin, sum Ulf Nilsson hevur skrivað og Anna-Clara Tidholm hevur teknað, stóru og viður- kendu Augustvirðislønina. Ebba Hentze hevur týtt til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur áður givið bøkur út, sum Anna–Clara Tidholm hevur skrivað og teknað, Banka uppá og Út at ganga . Farvæl, Harra Muffin er ein heilskapað og hug- vekjandi myndabók um tað at gerast gamal og doyggja. Ein genta eigur ein hamstara, Harra Muffin. Einaferð var hann ungur og sterkur, men nú er hann vorðin gamal og gráur. Hann hugsar um lívið og minnist farnar tíðir. Ein dagin fær hann brádliga ilt í magan. Boð verða send eftir djóralækn- anum, men hon kannar hann og bara ristir á høvd- inum - har er onki at gera … Bókin lýsir eisini, hvussu børn hugsa um deyðan, tí gentan, ið eigur hamstaran, skrivar honum brøv, sum vit sleppa at lesa. Tað hevur hepnast Ulf Nilsson og Annu-Claru Tidholm í orðum og myndum at gera Harra Muffin so livandi, at minnið um hann gerst ógloymandi. Tekstur og myndir fylgjast at mót- vegis endanum, sum ikki slepst undan. Farvæl Harra Muffin átti at fingið eitt pláss í øllum heimum, skrivar svenska blaðið, Dagens Nyheter, mánadagin. Farvæl Harra Muffin ársins barnabók í Svøríki DAGBLØÐ Eirikur Lindenskov Í morgin eru liðin 125 ár síðani, at fyrsta eintakið av Dimmalætting kom út. Hóast almenni dagurin ikki var fyrr enn 5. januar í 1878, so varð fyrsta roynd- arprentið av Dimmalætting dagfest 8. desember 1877. Innihaldið í royndar- blaðnum er fyri tað mesta eitt yvirlit yvir partaeigar- arnar. Teknað vóru 111 partabrøv, sum ljóðaðu upp á 50 krónur hvørt. Ein av uppmøttu parta- eigarunum á stovnandi aðal- fundinum var tann máláhugaði V. U. Hammershaimb, prestur, og tað sigst, at tað var hann, sum kom við uppskotinum til hjáheitið »Dimmalætting«. Blaðið æt annars »Amtstidende for Færøerne«. Seinni vórðu nøvnini býtt um, soleiðis at »Dimmalætting« gjørdist høvuðsnavnið, meðan »Amtstidende for Fær- øerne« gjørdist undirheitið. Tá blaðið fylti 100 ár, varð danska undirheitið slept. Tað eru framvegis nógv- ir smáir partaeigarar í Dimmalætting, men Samuelsen-familjan hevur í nógv ár átt meiriltutan. Høvuðsparta- eigarar í Dimma- lætting í dag eru Lisbeth L. Petersen, Beate L. Samuelsen og Peter F. Christiansen. Hóast royndarprentið av Dimmalætting kom hin 8. desember í 1877, so kom fyrsta regluliga útgávan 5. desember 1878. Blaðið kom út eina ferð um vikuna, og tað kostaði 6 krónur um árið at halda blaðið. Á myndini sæst forsíðan á fyrstu regluligu Dimmuni, sum er til skjals á savninum á Sosialinum Dimma í 125 ár Fyrsta royndarprentið av »Amtstidende for Færøerne – Dimmalætting«, kom tann 8. desember í 1977. Dimmalætting er komin út regluliga síðani 5. januar í 1978 Sosialurin Nr. 236 - 7. desember 2002 3 Leygardagin klokkan 15 verður Ólavskirkjan í Kirkjubø hugna- ligur karmur um konsert við kórinum Sólarmagn og børnum úr skúlanum á Velbastað. Á skránni verða ikki bert jóla- sangir, men eisini annar kórtón- leikur, sum hevur gildi alt árið. Urgan vitjar Í Ólavskirkjuni hevur ongantíð verið urga. Men hóast tað hevur verið sungið bæði reystliga og treystliga. Yrkisgagnið, røddin, sum tú altíð hevur hjá tær, hevur verið álitið. Kingosangur var vanligur í fyrra parti av farnu øld. Feðgarnir Jóannes og Pól Patursson mundu vera millum teir seinastu, sum sungu hetta sermerkta slagið av sangi undir gudstænastum í Ólavskirkjuni. Men á hesi jólakonsertini verður urga stuðul undir onkrum av sangunum. Bjarni Restorff fer at spæla. Og hann tekur urguna við sær aftur, tá hann fer. Góður ljóðdámur Kirkjan er kend víða um í heim- inum fyri sín sera góða ljóðdám. Hon verður ofta nýtt til konsertir. Serliga nógvar framførslur hava verið í sambandi við Summar- tónar og ofta hava tónleikarar - og sangarar - á orði, hvussu góður akustikkurin er. Skráin Hetta er fyrstu ferð, at jólakon- sert er í Ólavskirkjuni. Á skránni eru gomul, vælkend jólaløg, ið ósvikaliga seta áhoyraranum dreymir í hugan um hesa sælu jólatíð, sum kemur aftur ár undan ári. Løg sum Eg rósu upp sá næla og Mariuvísa. Minni kend løg eru eisini við, eitt nú káti galisiski jólasangurin Torches. "Kyndlum, rennið við kyndlum allan vegin til Betlehem at syngja Honum song". Á meiri veraldarligu síðuni eru sangir sum Sig mær, hví er foldin føgur hjá Sunleifi Rasmussen. Fróði Sandoy stjórnar kórinum. Børn úr skúlanum á Velbastað fara at syngja saman við Paula Hansen. Jólatræ Konsertin fer at vara í ein lítlan tíma. Í framhaldi av henni verður farið til Velbastaðar, har jóla- træið verður tendrað. Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður og Heri Joensen, prestur siga nøkur orð. Hjá sóknarfólki verður ein góður drekkamuður at fáa. Hesum skipa Kirkjubøar kommuna og Trivnaðarbólkurin í skúlanum á Velbastað fyri. Jólakonsert í Kirkjubøar kirkju kórið Sólarmagn fer at fagna jólunum C M Y K 27 26