leygardagur 7. desember 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 236 - 7. desember 2002
5
4
Sosialurin Nr. 236 - 7. desember 2002
FÓLK Á LEIÐINI
Rúna Sivertsen
Tað var ein fríggjadag í mai
mánaði, at 55 ára gamla, Thom-
ina Svøðstein úr Klaksvík, gjørd-
ist ógvuliga sjúk.
- Eg hevði ilt í búkinum, men
hugsaði ikki so nógv um tað og
fór kortini til arbeiðis, sigur hon.
Hóast hon ikki føldi seg væl,
fór hon til gongu heim eftir
arbeiðstíð.
Tá hon kom heim, ringdi hon
til læknan, sum legði hana inn
beinanvegin, og varð hon send
akutt á Landssjúkrahúsið.
Hon hevði ógvusliga pínu og
ristingar, og nakrar dagar seinni
varð Thomina send niður á
Ríkissjúkrahúsið.
- Eg var niðri allan juni mán-
aða og gekk til eina kanning fyri
og aðra eftir, men eg fekk ongan-
tíð nøkur rættilig boð, sigur hon.
Hon sigur, at tey m.a. tosaðu
um at skifta livur, men hon visti
ikki hví, og tey nevndu einki um,
at hon hevði krabbamein.
Tú hevur eina sterka trúgv
So kom dagurin, tá Thomina
varð boðsend at koma á Ríkis-
sjúkrahúsið til samtalu. Vit geva
Thominu orðið:
- Innast inni hugsaði eg: "Bara
tað ikki er krabbamein, mær
bagir".
- Kristoffer, maður mín, var
við mær, og tá vit komu inn á
stovuna, varð ein grønlendsk
kvinna, sum lá á stovuni, koyrd
út.
- Hetta helt eg vera løgið, tí
kvinnan skilti ikki nóg væl
danskt til, at tað skuldi gjørt
nakað, um hon var har. Men eg
hugsaði eisini, at hetta helst var
álvarsligt, tá hon mátti koyrast
út.
- Eftir inni, saman við okkum,
vóru tvær sjúkrasystrar umframt
læknin, sum skuldi tosa við okk-
um.
- Men læknin hevði ilt við at
koma til sakina; hann tøvdi í tí
og bleiv við at blaða í sjúku-
journalini.
- Til endans spurdi eg beint
fram, um eg hevði krabbamein.
"Ja, tíverri, segði læknin, vit
kunnu einki gera".
- Eg nevndi ymiskar viðgerðir,
eg visti um, t.d. strálir ella kemo,
men læknin segði aftur, at einki
var at gera. Hann bað meg fara
heim ella út at ferðast.
- Út at ferðast — tað var av-
gjørt ikki tað, eg kundi hugsað
mær beint tá.
- Eg gjørdist ill inn á læknan
og segði: "Der er en større læge
end dig!"
Læknin hugdi upp á meg, sat
eina løtu, uttan at siga nakað og
fór so út úr stovuni.
- Sjúkrasystrarnar undraðust á,
hvussu róliga eg tók boðini frá
læknanum og søgdu við meg:
"Du har en stærk tro".
- Eg græt sjálvsagt, men eg
fall ikki saman. Tá ein løta var
farin, fóru vit av sjúkrahúsinum.
Fáar dagar eftir fóru vit heim til
Føroyar.
Eri ikki bangin fyri
ævinleikanum
Thomina sigur víðari:
- Eg var ikki bangin fyri ævin-
leikanum, tí eg eri frelst og eigi
Jesus í mínum hjarta. Men tað
eru nógvir tankar, ið koma, tá tú
fært slík boð.
- Eg hugsaði um ommubørn-
ini, sum eg ikki fór at síggja
vaksa upp og alt tað, sum eg
mátti fara frá.
- Eg byrjaði at gera alt til reið-
ar at fara og syrgdi fyri, at alt tað
húsliga var uppá pláss. Eg las í
Bíbliuni og bað nógv.
- So frætti eg frá svigarinnu
míni, at ein kendur prædikumað-
ur, Charles Ndifon, skuldi halda
møtir í Kolding. Ndifon hevur
fingið náðigávuna at grøða við
handálegging.
- Dóttir mín og eg gjørdu av, at
vit skuldu fara niður, so eg kundi
koma til forbøn hjá honum. Tá
var eg so sjúk og hevði so nógva
pínu, at eg mátti nýta morfin-
plástur, morfin undir tunguna og
stillandi heilivág.
- Eg var so ússalig, at eg
– Tað er ein størri lækni enn tú
mundi setst aftur, men tann 17.
august fóru vit avstað.
- Vit fóru á møti og eg hoyrdi
Ndifon siga: "Ein er her, sum fer
at verða lekt fyri krabbamein!"
- Eg føldi, at Jesus var nær —
eg kendi á mær, at tað var meg,
hann meinti við.
- Eg var so sannførd um tað, at
eg tók morfinplástrið av, men
pínan kom aftur og beiggi mín,
Tórur, sum vit búðu hjá, bað
meg koyra plástrið á aftur.
Kvøldið eftir fóru vit aftur á
møti, og tá bað Ndifon tey, ið
høvdu krabbamein, koma fram
til hansara til forbøn. Eg fór
fram, og hann legði hendurnar á
búkin á mær, bað og segði, at eg
fór at verða grødd.
Læknin ynskti mær
tillukku
- Eftir hetta nýttist mær hvørki
morfin ella stillandi heilivág. Vit
fóru heimaftur til Føroya, og eg
havi ikki síðani kent til pínu.
- Vanligt er, at sjúklingar sum
taka so nógv morfin, sum eg
gjørdi, mugu til avvenjingar.
Men eg kendi meg púra fríska og
var væl til passar.
- Eisini slapp eg eftir einum
degi av við tubakkið, sum eg so
manga ferðir fyrr hevði stríðst
við at lagt frá mær.
- Medisinarin á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi ynskti mær tillukku
og segði, at tað var fantastiskt, at
eg var sloppin av við bæði heili-
vág og tubakk.
Vit hava nú sitið í tímar í
hugnaligu stovuni hjá Thominu,
meðan hon hevur sagt mær frá
søgu síni.
Tað seinasta, hon sigur, áðrenn
eg fari út um hurðina, er:
"Eg vil, at Jesus skal hava
æruna!"
Kennir til sjúku
frá barni av
Thomina er dóttir Thurid og Hjalgrím
Andreassen í Klaksvík. Hon er gift við Kristoffer
Svøðstein, og eiga tey sonin, Hjalgrím, nevndur
Gimmi og dóttrina Mathildu.
Alt sítt lív hevur Thomina kent til sjúku. Fyrstu
ferð, tað eydnaðist henni at halda føðingardag
heima, var, tá hon fylti 10 ár. Tað árið var eisini
fyrstu ferð, hon slapp at halda jól heima. Øll hini
árini hevði hon hildið sínar føðingardagar og jól
á sjúkrahúsum her heima og niðri í Danmark.
Bert 4 ára gomul varð hon løgd undir skurð
fyrstu ferð, og miltið varð tikið.
Tá var ikki sum nú; foreldur henna sluppu ikki
við niður.
Bert 7 ára gomul ferðaðist hon niður við skipi
einsamøll, bara við eini kathytsjomfrú at ansa
sær. Ta ferðina var hon niðri í seks mánaðir og
hevði næstan gloymt, hvussu tey har heima sóu
út.
Hon sigur, at hon minnist ongantíð, at hon
græt.
- Eg havi altíð átt Jesus, og eg visti, at heima
bóðu foreldur míni fyri mær, sigur hon
- Einferð, eg lá á sjúkrahúsinum í Klaksvík, var
eg so sjúk, at tey ringdu eftir mammu og pápa at
koma at síggja meg. Pápi fortaldi mær seinni, at
tey, áðrenn tey fóru frá húsum, fóru inn í
kamarið, løgdu seg á knø og bóðu Gud gera meg
fríska, sigur Thomina.
- Vit vóru 10 systkin, og tey søgdu mær, at tað
fyrsta, eg spurdi, tá mamma og pápi bæði komu á
sjúkrahúsið mitt á nátt, var, hvør ansaði
systkjunum heima.
Thomina var so sjúk, at hon kundi ikki fáa
fasta føði. Hon man hava verið vorðin byrgari, tí
svongd kom á hana, og hon bað um breyð. Tá
breyð varð henni noktað, spurdi hon, um hon so
ikki bara kundi sleppa at halda í breyðnum.
- Jú, mangt stuttligt er at minnast aftur á — og
hóast eg havi verið nógv sjúk, so havi eg havt ein
góðan barndóm og eitt gott lív, sigur Thomina,
sum nú er frísk og full av lívsgleði.
– Eg hoyrdi Ndifon siga: »Her er
ein, sum fer at verða grødd«. Eg
føldi, at Jesus var nær, og eg var
sannførd um, at tað var meg, hann
meinti við, sigur Thomina. Hon
varð grødd á einum møti í Kolding í
summar, eftir at læknarnir høvdu
givið henni boð um, at einki kundi
gerast fyri, at hon kundi verða frísk
Thomina avmyndað á Ríkissjúkrahúsinum, tá hon sum 4 ára
gomul skuldi leggjast undir skurð fyri at taka miltið. Hyggur
tú væl, sært tú, at hon er í sjúkrahúsklæðum, sum siður var tá.
Foreldur hennara sluppu ikki við henni niður. Myndin varð
tikin, um so skuldi borið á, at hon ikki kláraði skurðviðgerðina
Mynd: Ríkissjúkrahúsið
Thomina er nú aftur til arbeiðis á Norðoya Røktarheimi, har hon starvast sum gongsgenta. Hon er heilt frísk, og
allar blóðroyndir eru góðar. – Eg føli meg væl og eri full av energi, sigur hon
Mynd: Rúna Sivertsen
C
M
Y
K
29
28