leygardagur 7. desember 2002síða 16
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 236 - 7. desember 2002
FILMIR
Kim Simonsen
Heystið er ein góð tíð, bæði fyri
útgávu av bókum, og tað er
mangan tá teir heilt góðu
filmarnir hava frumfram-
førslu. Beint nú eru fleiri
ótrúliga góðir filmar at síggja
runt øll Norðurlond, og tað
skuldi ikki undrað meg um
ikki Felagið Klipp og Birgir
Kruse fara at fáa onkrar av
hesum til Føroyar.
Í heyst og nú fram undir veturin
eru bæði Aki Kaurismäki úr
Finnlandi, Mike Leigh úr Ong-
landi og Piedro Almodóvar úr
Spania frammi við megnar film-
um. Hesir eru allir meistarar,
men allir á hvør sín hátt. Eisini
eru danir frammi við fleiri
filmum, m.a. einum nýggjum
Dogme-filmi. Tað er ein fragd at
fara í biografarnar, tí annar hvør
filmur er nærum eitt meistara-
verk í hesum døgum.
Jukeboksi blues úr
Finnlandi
Finski Kaurismäki hevur ein
ótrúligan stíl. Eg havi altíð
elskað hansara filmir fram um
nærum alt annað. Hann er føddur
í 1957, og er ein av teim mest
viðurkendu filmleikstjórunum í
heiminum. Hjá honum møta vit
altíð útskotum, bohemum og
kollsigldum lagnum. Mest kendu
filmarnir hjá honum eru: I Hired
a Contract Killer, Bohemelív,
Drifting Clouds og teir um:
Leningrad Cowboys. Stílurin er
sum at síggja eina opera, ein
skemtileik ella ein absurdan
sjónleik eftir Beckett, har dia-
logurin er harður Raymond
Chandler, men alt er sveipt inn í
ein finskan kolasvartan nútíðar-
veruleika. Alt er so hamrandi
trist, at tað er stuttligt. Sum eitt
postkort frá fimtiárunum, ið tó
rúmar ein vakran boðskap um at
liva og um at kærleikin má
vinna. Hesi fólk siga nærum
einki, og undirspæla alt til tað
absurda og svagliga stuttliga.
Ummælarin hjá Politiken kallaði
filmin: Jukeboksi blues, har
"jukeboksi" er finskt orð fyri
jukeboks, tí í filminum er ein
jukeboks, men hon spælir bert
tónleik frá fimtiárunum. Í
filminum frá 2002 kallaður:
Manden uden fortid, kemur ein
maður til Helsinki, har hann
verður álopin. Hann endar á
einum hospitali. Tá hann raknar
við minnist hann púrt einki.
Filmurin er ein ferð móti hesum
at gerast eitt heilt menniskja í
einum køldum heimi. Ein
heimur, ið púra hevur mist alla
menniskjaligheit. Maðurin endar
á lívsins botni, saman við eini
ørgrynnu av taparum, men her er
eisini vón. Tá hann møtir gomlu
gentuni frá Frelsunnarherinum,
livnar hann og vinnir aftur eina
trúgv á lívið. Filmurin er ótrúliga
stuttligur og ein av teim bestu
Kaurimäki hevur gjørt. Hesin er
ikki nakar sosialrealistur, heldur
tekur hann upp eitt slag av poet-
iskari realismu, ið vit kenna frá
fronskum filmum frá tríatiárun-
um, blanda við Keaton og Chapl-
in. Hesin filmurin er valdur til
ársins film av altjóða film-
kritikarum og hann vann Grand
Prix í Cannes í 2002. Eitt meist-
araverk, ið má koma til Føroyar.
Tað er eingin vegur uttan um
Finnland.
Spanskt meistaraligt
pathos
Tað er eisini ómøguligt at koma
uttanum Piedro Almodóvar, hann
er sum fínt vín, ið gerst betri við
aldrinum og við árunum. Hjá
honum møta vit altíð einum litin-
skapi, pathos og einum tungum
sponskum poetiskum anga.
Hesin hevur sans fyri tí tragiska.
Í filmum sum: Kvinder på
randen af nervøst sammenbrud,
Høje Hæle, Bind mig, Elsk mig,
Carne Tremula og Alt om min
mor møta vit eini rúgvu av teim
mest ótrúligu og mangan hjarta-
skerandi tragisku persónunum í
modernaðari filmsøgu. Her er
vanliga gjeikarar, transvestittar
og eitt gallarí av deiligum out-
sidarum, ið skíta á tað vanliga
samfelagið. Hesi elska, líða og
liva sjálvt um tey eru kúgað. Tað
er ein garrvill lívskraft í hesum
persónum, ið liva 110 % under-
ground, í homoseksuellum um-
hvørvi, ganga í dragklæðum og
leggja lítið í vanligan smáborg-
araligan dupultmoral. Við film-
inum: Alt om min mor, trúði eg
ikki, at hann kundi gera eitt
størri meistaraverk, men hann
hevur gjørt tað aftur við: Habla
con ella, ella "Tosa við hana". Í
Alt om min mor misti ein mið-
aldrandi kvinna sín einasta son.
Hon missir tamarhaldið á lívin-
um og blindað av sorg fer hon at
leita eftir pápanum til sonin, ið
er ein ótrúligur transvestittur.
Henda ferð er ein harður og
tragiskur túrur niður í svarta sorg
og fram til lívið aftur. Hjá Almo-
dóvar fara vit altíð beint inn til
pínuna, til tað tragiska og
pathoskenda. Í hesum filminum
liggur ein ung balletdansarinna í
koma, seinni kemur ein kvinnu-
ligur tarvaleikari á somu deild.
Menninir, ið elska hesar kinnur,
fáast tó við sorgina á hvør sín
hátt. Almodóvar er saman við
Kaurismäki, von Trier og Roy
Andersson ein av teim bestu
leikstjórunum, ið gera film í dag,
og hesin er ein av teim heilt
góðu.
Fleiri outsidarar og tung
sosialrealisma
Úr Onglandi er komin ein opus
frá Mike Leigh. Hesin er kendur
um allan heimin fyri sínar
mangan syrgiligu sosialrealist-
isku filmar. Hann vann í 1996
Palmirnar í Cannes fyri filmin:
Secrets and Lies. Leigh er annars
kendur fyri filmir sum: Naked og
Life is Sweet. Hesin stílurin er
glandi, ein sokallað "køksvask"
sosialrealisma, ið kann enda sum
ein indignerað sosialisma. Hjá
Mike Leigh bankar eitt sosial-
istiskt hjarta og filmarnir eru
altíð um familjuna og kærleikan.
Í hesum nýggja kallaður: All or
Nothing, eru vit í undirstættini.
Familjan Basset býr í einum
vónleysum øki í London.
Mamman Penny er kassadama í
einum supermarknaði og mað-
urin Phil, koyrir taxa. Børnini
hava ikki júst klárað seg væl,
dótturin er vaskikona á einum
ellisheimi, meðan sonurin er
arbeiðsleysur, tvørur og illur.
Penny er vónbrotin, hevði
væntað sær meiri av lívinum,
meðan Phil er líkaglaður og
hevur mist allar vónir.
Hetta er ein tankavekjandi og
heitur filmur, ið tó vantar tað
poetiska realistiska elementið hjá
Kaurismäki og ikki minst
litinskapin hjá Almodóvar.
Dogme enn einaferð
Í heyst eru danir farnir út um
landoddarnar. Tað er danska
Lone Scherfig, ið hevur gjørt ein
enskan film, har m.a. Mads
Mikkelsen spælir við. Filmurin
kallast Wilbur Wants to Kill
Himself, og er ikki so galin.
Wilbur er ein maniskur sjálv-
morðskandidatur, meðan beiggin
Harbour roynir at brúka sítt lív
til at taka sær av honum. Wilbur
hatar lívið, men so kemur kvinn-
an Alice, ið fær alt at broytist
spakuliga. Danir duga væl í
hesum døum at tekkjast einum
heimsmarknaði innan film, ser-
liga við søgum um "skeivar"
Filmarnir í heyst
-Kaurismäki, Leigh, Almodóvar og meiri Dogme.
Nakrir av heimsins bestu filmum eru frammi í heyst
Úr filminum »All for nothing«
typur, ið tó enda við at fáa tað
betri. Tað er okkurt sympatiskt
við hesum, men eisini er hetta
lætt at siga okkurt um framm-
anundan og tí heldur keðiligt.
Fyrr í heyst kom nýggi
dogmefilmurin: Elsker dig for
evigt, ið er ein harður kærleiks-
filmur. Lívið er sárbart. Cecilia
og Joakim er forelskað, ung og
skulu giftast, men Joakim verður
árendur av einum bili og verðir
púra lamin. Ryggurin er í sorli.
Konan, ið koyrdi bilin, er gift
læknanum Niels. Men við hesi
ræðuligu vanlukku broytist alt,
lívið verður eitt helviti fyri tey
ungu, tí Joakim er so beiskur, at
hugurin at liva og elska er
horvin. Læknin Niels roynir at
hjálpa Cecilie, men endar við at
forelska seg í henni. Hendan
søgan er um tilvildina og lívsins
órættvísi, um at tora at møta
kærleikanum og gloyma tamar-
haldið. At kærleikin er størstur
og dettur á okkum, tá vit minst
vænta hann. Filmurin, ið er ein
kærleiksfilmur, er húðleysur.
Susanne Bier hevur gjørt hann,
og hon hevur flutt seg frá
skemtifilminum (Den eneste
ene) til ein meiri harðan og
álvarsaman film.
Og úr Italia
Turkiski leikstjórin Ferzan
Ozpetek, er kendur fyri filmin:
Det tyrkiske bad, her er hann so í
Italiu í filminum: La Fate Igno-
ranti (Familiebilleder). Læknin
Antonia er gift við Massimo,
hesin doyr og hon finnir fram til,
at hann hevur havt eina hjákonu í
sjey ár. Men tað vísir seg, at
hendan "hjákonan" er ein maður.
Her eru vit aftur hjá Almodóvar,
men í eini "light" útgávu. Her er
"familjan" enduruppfunnin við
originalum, homoseksuellum,
tónleikarum og bohemum. Her
eru allar møguliga kvøður til
Almodóvar og eisini tekur hesin
søguna um hesa kvinnuna frá
filminum: Blå eftir Kieslovski.
Hesin filmurin er eisini góður.
Meðan vit bíða
Nú bíða vit so eftir Ringanna
Harra, tí týska: Café Halbe
Treppe, Ken Loachsa The
Navigators og tí kanadiska The
Fast Runner, ið er ein stórfilmur
um eina inuitsøgn.
Framtíðin kemur eisini at
bjóða ein stórfingan Bergmann
film, har hin 84 ára gamli
meistarin er farin í holt við eitt
framhald av: Scener fra et
ægteskab, har Liv Ullmann og
Erland Josephson spældu sera
væl. Thomas Vinterberg og Lars
von Trier arbeiða saman uppá ein
film, ið skal takast upp í USA.
Roy Andersson arbeiðir við at
filmatisera romanina Rejse til
nattens ende hjá Céline, ið er ein
ótrúliga døpur og vøkur bók.
Sosialurin Nr. 236 - 7. desember 2002
7
Myndir úr filminum »Manden uden fortid«
Úr filminum »Tal til hende«
C
M
Y
K
31
30