Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-12-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. desember 2002síða 17

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 236 - 7. desember 2002 33 8 Sosialurin Nr. 236 - 7. desember 2002 Rend mig i Traditionerne er ein kend og nógv lisin donsk bók av kenda rithøvundinum Leif Panduro. Og tittulin á bókini svarar eisini ógvuliga væl við ta vanligu myndina, sum vit føroyingar hava av dønum, nevniliga, at traditión- ir ikki hava nakran týdning fyri teir. Mótsett okkum føroy- ingum, sum jú elska at ganga oman og niðan eftir Vaglinum eina ferð um árið í búna. Men sum í so nógvum førum, so er tað nokk ikki rætt at generali- sera, at allir danir siga: Rend mig i traditionerne! Tað kennist í hvussu er sum at sviar í Skåne ganga høgt upp í onkrar av sínum tradi- tiónum. Ein av teimum stóru jólatraditiónunum her er Lucia, sum verður hildin tann trettanda desember. Bæði í Danmark og Føroyum ganga børnini eisini Lucia, men júst hesari traditión gera svenskar- ar nokk meira burturúr enn vit í danska ríkinum. Lucia skal helst vera um morgunin tann 13. desember, við tað at Lucia kemur við ljósinum. Í fleiri familjum ganga børnini Lucia um morg- unin og vekja foreldrini ella pápan við ljósi og nøkrum safranbollum, sum eita Lusse- kattar. Onkrir dagstovnar byrja eisini morgunin við at børnini ganga Lucia klokkan hálvgum sjey um morgunin, so at for- eldrini kunnu vera við, áðrenn tey fara til arbeiðis. Annars skipa flestu skúlar og ítriv- feløg, sum vit kenna tað í Føroyum, fyri hugnakvøldi, har foreldrini fáa drekkamunn, meðan børnini ganga Lucia. Kirkjurnar hava eisini Lucia tiltøk, millum annað verður ein Lucia gudstænasta send beinleiðis í sjónvarpinum um morgunin tann trettanda. Kirkjan her hjá okkum í Tygelsjø hevur eina sangguds- tænastu um sekstíðina um kvøldið tann trettanda, har øll kórini, sum hoyra til kirkjuna heilt frá barnakóri til ung- dómskór og vaksnamannakór, syngja saman. Og eg gleði meg longu! Konsertin seinasta ár var nakað av tí vakrasta, sum eg havi upplivað. Tann meira enn hundrað ára gamla kirkjan var mest sum bert lýst upp av ljósunum hjá teimum umleið 50 ternunum, sum vóru í Lucia gonguni. Ternur- nar fylgdu Luciu við hvør sínum ljósi inn gjøgnum kirkj- una, og so stillaði Lucia seg við ljóskransinum á høvdinum uppá ein kassa, so øll í kirkj- uni kundu síggja hana. Aftan fyri Lucia stóðu ternurnar, sum eisini er kórið, upp eftir trappunum, sum ganga upp til altarið, við ljósunum í hondini og sungu. Tað var so vakurt! Men ikki nokk við tí. Svenskarar hava eisini eina Lucia kapping á hvørjum ári, har ársins svenska Lucia verður kosin. Hendan kapping er mest sum at meta við miss- kappingarnar, har teir einstøku partarnir av Svøríki velja ein kandidat, og so verður kappast millum allar genturnar til ein verður vald til Sveriges Lucia 2002. Lucia traditiónin er við til at seta dám á desember mánað og fær okkum at koma í jóla- hýri nú kvøldini eru vorðin myrk og long, sum vísan sigur. Og til tey, sum hava hug til at smakka uppá ta svensku Lucia traditiónina, so er uppskriftin til Lussekattar her: 40 stk Lussekattar Tilfar: 150 g smør 5 dl mjólk 50 g ger (til søtdeiggj um tað finnst) 2 posar stoytt safran á 1/2 g 125 g kvark 1 1/2 dl sukur 1 egg 1/2 tsk salt 17-18 dl hveitimjøl egg til pensling rosinur til pynt Hita mjólk og smør til 37 stig og smuldra gerina í saman við safran og sukrinum. Rør so alt saman uttan hveitimjølið í fyrsta umfari. Koyr síðani mjølið í og elt deiggið væl. Lat síðani deiggið ganga í 45 min. Forma so bollarnar í ymiskar formar, sum eitt S ella sniglar o.s fr. og pynta við rosinum. Lat so bollarnar aftur ganga, til teir eru dupult so stórir, og pensla teir við egg. Baka í 8-10 min. í 250 stigum. Vælgagnist, og vit her í Svøríki ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár!! Frøken Lucia TELDUBRÆVIÐ Frá: Chanette á Lofti. chanettelofti@hotmail.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti SØGA Dagfinn Olsen Tað tykist, sum er hetta við kendum orðum á deyðastrá, eitt sera ivasamt tekstaslag. Longu við Jesusi á krossinum hoyra vit kend orð á deyðastund: Guð mín, hví fórt tú frá mær?. Tó vísir tað seg, at dømini eru mong, sum benda á, at ein ikki altíð skal gloypa teim mongu søgunum beinanvegin um klók og kend orð á deyðastrá. Augustus keisari segði sína síðstu stund: Havi eg leikt mín leiklut væl, klappið so, nú skemtileikurin er komin at enda. Og keisarligi starvfelagi hansara segði: Et tu, Brute. Eisini tú, sonur mín Brutus. Hetta hendi, tá hann datt um á senatstrappunum eftir álop á hann. Hesi síðstu orðini eru røtt — á pappírinum - tí tey eru sett saman av Shake- speare til leikin Julius Cæsar. Ynskideyðin Rómversku keisararnir gingu á jørð fyri 2000 árum síðani, men "kend orð á deyðastrá" eru sum tekstaslag íkomin nógv seinni, nevniliga í romantikkinum í 1800-talinum. Romantikkurin hálovaði deyð- anum, næstan við longsli, og ynskiligt var stutta lívið við stór- um kenslum og ikki náddum dreymum. Og til ynskideyðan hoyrdi, at ein í stillum sinni segði lívinum farvæl við røttu orðunum. Ein av kendu persónunum, ið kom undir tey ungu deyðu, var høvundin John Keats (1795- 1821). Hann gjørdist í deyða- stund ein myta. Hann lá á sjúkra- song, púra róligur og klárur, eitt ljós, sum slóknaði, uttan at hava virkað fult út og uttan at hava nátt allar dreymar. Sum tað ljós, sum mátti slókna í vindinum, sum tað ljós, sum stóð so fyri, at tað var útsett fyri nógv. Júst so sá romantikkurin lívið. Vinurin og málarin Joseph Severn málaði Keats á deyðastrá og Keats segði við hann: Tú skal ikki vera bangin. Myta ella ikki. Hann royndi at troysta vinmannin. Orðini hoyra til í vakrasta endanum av orðum, søgd eru á deyðastrá. Ketas doyði av tuberklum, ofta ein sjúka, ið tók langa tíð og sum møddi hin sjúka til tað síðsta. Upplagt hjá romantikkinum at taka til sín. Hin bleiki og møddi, sum fattur sigur røttu orðini, tá stundin er komin. Gev mær ein stiga Romantikkurin hóskar ikki til dagin í dag, nú vónirnar meira tykjast horva móti einum skjót- um deyða. Tá eru ikki stundir til vøkur orð. Deyðastundin hevur verið hild- in at verið sannleikans stund. Tann doyggjandi var í miðjuni í alheiminum, alt klárnaði eina skamma stund. Hóast hetta bera mangir setningar, sagdir við deyða, brá av undran ella høpis- loysi. T.d. er lítið veiggj í orðunum hjá Henry Ford. Bilkongurin hevði sett heimin á hjól og doyði í 1946 sum ein av heimsins mest múgvandi monnum. Í deyða- stundini vildi hann tó hava at vita prísin á garðinum. Mong eru dømini. Høvundin Gogol rópti. Skjótt, gev mær ein stiga. U. Grant, generalur fyri norðstatirnar í amerikanska borg- arastríðnum, sigst hava sagt: Eg eri eitt sagnorð, ikki eitt persón- fornavn. Eitt sagnorð er tað, ið sigur nakað um at vera, at gera ella líða. Tað hóvar mær. Hóskandi ella ikki, kanska eru orðini søgd. Uppaftur onnur orð hóska næstan ov væl, so ein kann fara at ivast. Deyva tóna- skaldið Beethoven skal hava sagt: Í Himni fari eg at hoyra. Matematikarin Archimedes skal hava sagt: Órógvið ikki mínar sirklar. Montgomery sigst hava biðið um sum skjótast at fáa fund við Guð, fyri at fáa greiði á, hví slagið við El Alamein kravdi so mong mannalív. Tapetið ella eg Tað er oftast so sum so við keldutilfarinum, tá um síðstu orðini ræður. Oftast enda vit í óvissu viðvíkjandi keldunum. Skjótt gerast søgurnar mytur, søgur, ið ganga frá munni til muns. Ofta er tað so, at tann doyggjandi kundi havt sagt orðini. Og kanska hann hevur sagt tey, men kanska bara ikki á deyðastrá. Høvundin Oscar Wilde er upp- hav til mong floygd orð og hann fyllir væl í søvnunum við floygd- um orðum. Hann verður eisini sagdur at hava havt viðmerking um tapetið á gistingarhúskamarinum, har hann andaðist. Honum dámdi ikki tapetið: Eg berjist ein bardaga til deyðan við tapetið. Ein okkara má burtur, tað verður óivað eg. Her sigst vissa vera fyri, at Wilde hevur sagt orðini, men tó ikki við deyða sín. Men søgurnar fingu vald og fingu síðsa orðið. At enda talar kvirran Gertude Stein, høvundi, hevði kring seg bæði Hemingway og Joyce í 1920unum og 1939unum í París. Hon gjørdist kend fyri orðing- ina: Glataða ættarliðið. Hon um- boðar tey ráðaleysu doyggjandi, men kundi svara fyri seg, tá tað kravdist. Hvat er svarið, skal hon hava spurt. Tá eingin kundi svara, ljóðaði frá sjúkrasongini: Hvat er so spurningurin? Kanska eru orðini søgd, men tað verður ikki hildið at vera so. Og um tað var so, at tað enn á døgum var móti at savna saman orð hjá doyggjandi, so høvdu óivað mong fingið orð hongd á seg, sum tey søgdu fyrr í lívin- um. Orð, ið hóskaðu til tey. Franski De Gaulle hevði óivað verið sagdur at hava sagt: Frak- land, tað eri eg. Og Nixon, sum fór frá sum amerikanskur forseti, hevði verið minstur fyri ódeyðilgu orðini: I am not a croock! Eg er ikki nak- að bølmenni. Skal ein leita eftir orðum, sum við vissu eru søgd við endan á lívsleiðini, so er at leita í skald- skapin. Ein doyr ikki í 5. leik- parti, letur Ipsen Peer Gynt siga. Kendastu útgangsorðini eru tó orðini, ið Shakespeare leggur Hamlet í munnin: The rest is silence — at enda talar kvirran. Og tó fáa søgurnar ofta síðsta orðið. Kelda: Samvirke,dec 02 Kendu síðstu orðini Hyggja vit aftur í søguna, so tykist eingin endi á øllum teim floygdu orðum, sum søgd eru, tá fólk hava ligið á deyðastrá. Men kanska eru orðini ongantíð søgd, í hvussu er ikki á deyðastrá 7/12-02: Consertunnello v. Kristian Blak og orkestrinum Shalder . Byrjar kl. 20.00, við at bussar koyra gestirnar inn í tunnilin, har konsertin verður. 7/12-02: Almennur dansur á Hotel Vágum. Byrjar kl. 23.00. Fimmbogi og Jógvan spæla til dans. 8/12-02: Runnið undir Sundi Rennikapping v. SÍF og Bragdið. Byrjar kl. 14.00 Bussur koyrir frá tunnilsmunnanum Vágamegin yvir á Streymoydna kl.13.00. Runnið verður frá streym- oynni og vestur. 1. bólkur: upp til 7ár 2. bólkur: 8-10ár 3. bólkur: 11-13ár 4. bólkur: 14-17ár 5. bólkur: vaksin Heiðursmerki verða latin nr. 1,2,3 Kakao og bollar verða at fáa við tunnilsmunnan í Vágum Kostnaður 100.- 8/12-02: Gløgg og holukøkur á Hotel Vágum Stór jólabuffet á Hotel Vágum Byrjar kl. 12.00 10/12: Hátíðarhald v. tunnilsmunnan á Vágalandinum Byrjar 12.30 á Oyragjógv. 10/12: Framsyning hjá Miðvágs Forn- minnafelag. "Ferðasamband fyrr og nú" Lions Vágar skipar fyri í fimleikar- høllini á Giljanesi Opið er kl. 16.00 - 19.00 Kostnaður : 30.- Søla av kaffi og køkum. 10/12-15/12: Kári Svensson listaframsyning á Ellisheiminum í Miðvági. Hvønn dag frá kl. 14.00 - 18.00 10/12-02: Zarepta opið hús. 10/12-02: Stór jólabuffet á Hotel Vágum Byrjar kl. 17.00 Almennur dansur á Hotel Vágum Juliannu Boys spæla til dans Byrjar kl.22.00 10/12-02: Kafeteria á Flogvøllinum bjóðar til felagssang við Harmonikuliðnum og Jens Eli Ellefsen & onnur. Frá kl. 19.00 - 22.00 10/12-02: Handlarnir hava felags upplatingar- tíðir og hava longri opið. - Sí "felags upplatingartíðir" opið er fram til jólar 11/12-02: Opið hús í meinigheitshúsinum í Sandavági. Hugnaløta v. tónleiki. Borðreitt verður við suppu og drekkamunni Byrjar kl. 20.00 13/12-02: Framsýning hjá Miðvágs Forn- minnafelag. "Ferðasamband fyrr og nú" Lions Vágar skipar fyri í fimleikar- høllini á Giljanesi Opið er frá kl.18.00 - 21.00 Kostnaður : 30.- Søla av kaffi og køkum 13-15/12-02: SíF skipar fyri cafékvøldi v. livandi tónleiki og søluframsýning av hondgjørdum jólalutum og aðrari list. 14/12-02: Framsyning hjá Miðvágs Forn- minnafelag "Ferðasamband fyrr og nú" Lions Vágar skipar fyri í fimleikar- høllini á Giljanesi Opið er frá kl. 17.00 - 20.00 Kostnaður: 30.- Søla av kaffi og køkum. 14/12-02: Oyggjakonsert í ítróttarhøllini á Giljanesi v. tónleikarum og dansar- um úr Vágum. 12 bólkar luttaka. Søla av kaffi og køkum. Byrjað verður kl. 20.00 14/12-02: Almennur dansur á Hotel Vágum Fimbogi og Jógvan spæla til dans Byrjar kl. 23.00 15/12-02: Møti á Zarepta v. Samkomuni Lívdin úr Hoyvík Byrjar kl. 17.00 15/12-02: Tónleikaguðstænasta Nærri lýst seinri. 15/12-02: Stór Jólabuffet á Hotel Vágum Byrjar kl. 12.00 15/12-02: Møti í Filadelfia í Miðvági. Byrjar kl. 11.00 og kl. 18.00 Luttøka við Tummas Jacobsen úr Tórshavn o.ø. 22/12-02: Jólasangløta í missionshúsinum Libanon í Sørvági Byrjar kl. 15.00 23/12-02: Jólamenn og jólahugni í bygdunum Tiltøk í samband við at tunnilin undir Vestmannasund verður tikin í nýtslu Vikan, tá tunnilin verður tikin í nýtslu: Opið: *Týsdag 10/12 - Fríggjadag 13/12: kl. 10:00-20:00 Leygardag 14/12: kl. 10:00-17:00 Fram til jóla: Leygardagur 30/11 (langur leygardagur) Opið til kl. 17:00 Fríggjadag 20/12- leygardag 21/12: ( Open by night ) til kl. 22:00 Sunnudag 22/12: kl. 16:00-20:00 Mánadag 23/12: kl. 10:00-20:00 Týsdag 24/12: Stongt Serlig tiltøk: 23/12 verða jólamenn, livandi tónleikur.... Alt fyrigongur seg úti á gøtunum, tætt við og ímillum handlarnar. * Týsdagur 10/12 : møguliga stongt meðan hátíðarhaldi er. Hesir Handlar eru við: í felags upplatingartíðum Stásið, klæðir til hennara og ymiskt til húðrøkt, Sandavágur L’ey, klæðir til hennara, Sandavágur Bartalsstovan, matvørur, Sandavágur Blómubúðin Dáin, blómur og brúkslist, Sandavágur Piff Paff Puff, barnaklæðir og brúkslist, Sandavágur Klædnabúðin, klæðir til hennara og hansara, Sandavágur Hjá Janitu, frisør, Sandavágur Hjá Randi, skógvar, Miðvágur Hjá Jákup, Frítíðarklæðir og matvørur, Miðvágur Leivur Nattestad, VVS og brúksting, Miðvágur Blómukjallarin, Blómur og gávulutir, Miðvágur FK, Miðvágur John Poulsen, klæðir til hennara og hansara, Vatnsoyrar Prýði, gávulutir, flogvøllurin, Sørvágur Sørvágs skósøla, skógvar, Sørvágur Hjá Sannu, barnaklæðir, Sørvágur Valdemar,bakarí, matvøra og gávulutir, Sørvágur Løðuhandilin, matvøra, Sørvágur Ursmiðan, ur, brillur og smykkur, Sørvágur N. Niclasen, timbur, máling og amboð, Sørvágur Kafeteria á Flogvøllinum, matur, Sørvágur Tó hava hesir handlar ikki opið Sunnudag 22/12-02: Leivur Nattestad, John Poulsen, Hjá Randi, Hjá Valdemar, N. Niclasen Frávik frá felagsupplatingartíðunum: Hjá Janitu: 10/12: stongt 14/12: 10.00 - 13.00 22/12: stongt Hjá Jákup: 10/12-14/12: Sum vanligt. 22/12: 14.00 - 20.00 23/12: til kl. 22.00 Bartalsstovan: 10/12-13/12: Sum vanligt. 22/12: 14.00 - 20.00 23/12: til kl. 22.00 FK: 10/12 - 14/12: Sum vanligt 20/12: til kl. 20.00 21/12: til kl. 20.00 22/12: 14.00 - 20.00 23/12: til kl. 22.00 Løðuhandilin: 10/12 - 14/12: Sum vanligt 22/12: 14.00 - 20.00 23/12: til kl. 22.00 Hjá Valdemar: 10/12 -14/12: Sum vanligt 23/12: til kl. 22.00 Listi yvir "kontakt" persónar: Lions: Hans Jakku Joensen tlf. 33 30 39 Meinigheitshúsi í Sandavági: Hanna Petersen tlf. 33 25 98 Tónleikur: Mads Johannesen tlf. 33 33 87 "Runnið undir Sundi": Andrea Nielsen tlf. 33 33 61 Tunnilskonsert: Kristian Blak tlf.31 48 15 Handilsvinnan: Herborg á Mýrini tlf. 33 23 84 Café kvøld hjá SIF: Eina Gudmundsen tlf. 33 38 43 Jólasangløta í missionshúsinum Libanon: Hanna Nattestad tlf. 33 23 23 Ferðavinnan í Vágum C M Y K 33 32