leygardagur 7. desember 2002síða 18
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 236 - 7. desember 2002
Nr. 236 - 7. desember 2002
35
Seinastu fyrireiking-
arnar til nýggju
háborgina hjá Føroya
Tele eru lidnar, og í
næstum fer sjálv
byggingin í gongd.
Nýggi bygningurin í
Hoyvík er mettur at
kosta 94 milliónir
krónur
BYGGING
Jón Brian Hvidtfeldt
Føroya Tele hevur nú enda-
liga gjørt sáttmála um
bygging av nýggja høvuðs-
sætinum í Hoyvík. Talan er
um ein bygning, 6600 fer-
metrar til støddar, ið skal
hýsa bæði skrivstovu, tek-
nikk-,
verkstaðs-
og
goymsluhølum. Tilsamans
fara 170 fólk at starvast í
nýggja bygninginum, tá
hann verður tikin í nýtslu
um stívliga tvey ár. Og tá
verður alt virksemið hjá
Føroya Tele, undantikið
Teledepilin, savnað í høv-
uðssætinum á Hálsi.
Føroya Tele hevur í eina
tíð fyrireikað byggingina,
og nú er komið so væl
áleiðis, at enterprisuavtal-
urnar eru undirskrivaðar,
og tí kann arbeiðið fara í
gongd í næstum. Føroya
Tele hevur í samband við
byggingina valt at royna
leistin við partalag, eisini
nevnt »partnering«. Tí hev-
ur fyritøkan ikki, eins og
vanligt er, bjóðað út bygg-
ingina í fak-, høvuðs- ella
totalenterprisu. Í staðin
hevur Føroya Tele sam-
starva við enterprenør-
fyritøkuna MT Højgaard
umframt fleiri ráðgevarar,
Landsbyggifelagið, Sofus
M. Jacobsen og COWI
Consult,
um
sjálva
verkætlanina.
94 milliónir
Nú enterprisuavtalurnar eru
undirskrivaðar, er neyvari
prísur
eisini
settur
á
byggingina. Høvuðsenter-
prisuavtalan ljóðar uppá
80,5 milliónir krónur aftur-
at hesum kemur kostnaður-
in av ráðgevarum og øðr-
um, ið er mettur til 13,4
milliónir krónur. Sostætt
ljóðar samlaða rokningin til
almenna partafelagið fyri
nýggja høvuðssæti uppá
93,9 milliónir krónur.
Í samband við partalags-
avtaluna er kostnaðurin
lagdur inn í eina sokallaða
»incitamentsavtalu«,
ið
merkir, at um byggingin
verður bíligari enn tær 93,9
milliónirnar,
skulu
partarnir býta sparingina
ímillum sín. Sama verður
gjørt, um kostnaðurin fer
uppum
93,9
milliónir
krónur.
Hóast
stívliga
94
milliónir krónur má sigast
at vera nógvir pengar fyri
ein bygning, so metir
Føroya Tele at talan er um
eina góða íløgu. Felagið
vísir á, at sum er húsast tey
í seks ymiskum bygningum
í høvuðsstaðnum, og tá
høvuðssætið verður liðugt,
verður alt virksemið, uttan
Teledepilin,
savnað
á
einum stað. Við hesum
væntar Føroya Tele at spara
millum tvær og tríggjar
milliónir
krónur
í
rakstrarkostnaði um árið.
Gamla
Telefonverkið
hevði høvuðssæti í stóra
bygninginum
við
Tinghúsvegin,
men
tá
felagið
í
1998
varð
umskipað
til
alment
partafelag, yvirtók Føroya
Tele ikki bygningin. Í fjør
flutti felagið meginpartin
av sínum virksemi úr
bygninginum, meðan nógv
útgerð, m.a. ambætarar,
framvegis
standa
í
bygninginum. Hesir skulu
vera fluttir úr bygninginum,
ið Løgtingið er í holt við at
innrætta, í seinasta lagi
31.desember 2004. Og í
fjør seldi Føroya Tele
Tænastumiðstøðina
við
Tinghúsveg
64
til
Fiskimálaráðið, og eisini
har skal fyritøkan flyta út í
næstum. Virksemið í hesum
báðum bygningum verður
alt
savnað
í
nýggja
høvuðssætinum
hjá
fyritøkuni, ið kemur at
liggja í Hoyvík, við síðuna
av verandi bygningi hjá
Føroya Tele í Klingruni.
Tá Vágatunnilin letur
upp í týsdagin 10.
desember, verður
eisini ein konsert
undur havbotninum
á skránni. Djúpu
tónarnar fara
Kristian Blak og
onnur at standa fyri
og eisini gevur Tutl
fløgu út í samband
við hátíðarhaldið
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Vágatunnilin letur upp
týsdagin og ymiskt er á
skránni í samband við há-
tíðarhaldið fyri fasta sam-
bandið undir Vestmanna-
sund.
Klokkan 20 fara Kristan
Blak og onnur at leika.
Tiltakið verður beinrakið
rópt ConcerTunello.
Teir, ið far at leika undir
Vestmannasundið,
eru
Dávur Juul Magnussen,
trombone,
Heðin
Z.
Davidsen, guitar, Kristian
Blak, keyboard, Mikael
Blak, bass og Brandur
Jacobsen, trummur.
Á skránni hava teir løg,
sum áður eru framførd í
hellum,
t.d.
Klæmints-
gjógv. T.d. løgini Sjódregil
og Marmennil.
Heðin Ziska Davidsen
hevur skrivað eitt verk til
Vágatunnilin og Kristian
Blak hevur eisini skrivað
tónleik, sum er í fleiri pørt-
um: Inngangur, Tunnils Jig,
Mitt í, Eg havi verið niðri
og Útferð, har bilhorn eru
partur av ljóðsamanseting-
ini.
Partur av manningini
vitjaðu í ár í Argentina og í
januar fara teir á norður-
lendska konsertferð og
seinni til Týsklands.
ConcerTunnello byrjar
klokkan 20 og bussar koyra
í samband við spælingina.
Fløga
Framførslan í Vágatunnlin-
um er skipað sum partur av
25 ára haldinum hjá Tutl og
í samband við konsertina
verður nýggj fløga løgd
fram.
Tað er fløgan »Tutl -
1977 - 2002 - 25 ár - Live«.
Soleiðis fer nýggja høvuðssæti
hjá Føroya Tele at síggja út.
Bygningurin, ið verður
tilsamans 6.606 fermetrar í
trimum hæddum, fer at
fevna um bæði skrivstovur,
umframt teknikk- og
verkstaðsbygning. 170 av
teimum 250 starvsfólkunum
á Føroya Tele fara at starvast
í nýggja bygninginum, ið fer
at kosta 94 milliónir krónur.
Tað er Arkitektavirkið Árni
Winther, ið hevur teknað
bygningin
Byggingin fer í gongd
ConcerTunnello:
Konsert á havsins botni
Jólaløg frá
hornorkestrinum,
kaffi, te, Sunkist og
køkur vóru á skránni
uttan fyri Norðoya
Sparikassa hósdagin.
Gunnar Nolsøe,
marknaðarleiðari,
sigur, at Sparikassin
hevur tikið stig til
hetta fyri at seta
jóladám á býarlívið
frá nú av og til jóla
JÓLAHUGNI
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Rættiligur jóla-
dámur var í býnum hós-
kvøldið um hálvgum seks
tíðina, tá Klaksvíkar Horn-
orkestur byrjaði at spæla
kend jólaløg. Tað var sera
hugnaligt at spáka í býnum
og hoyra klangin frá horn-
tónum. Heilt fitt av fólki
savnaðust uttan fyri Spari-
kassan at lurta, og meðan
kuldin spakuliga trongdi
seg inn á skinn, fingu fólk
ein heitan kaffimunn ella
temunn frá starvsfólkunum
í Sparikassanum. Børnini
fingu Sunkist og so vóru
siropskøkur eisini at fáa.
Sera hugnaligt og væleydn-
að, hóast tað ikki var tað
heilt stóra tiltakið.
Onkur helt fyri, at tað
skal ikki so øgiliga nógv til
fyri at skapa jólahýr. Øll
gleða seg jú til jóla, og tá
jólatónar eru at hoyra, so
verða fólk beinanvegin
mint á, at jólini veruliga
nærkast.
Meðan
hornorkestrið
spældi, stóðu børn sum
vaksin og lýddu á. Onkur
børn høvdu hug at syngja
við, tá orkestrið spældi
Gleðilig jól.
Gunnar Nolsøe, markn-
aðarleiðari
í
Norðoya
Sparikassi, sigur, at Spari-
kassin fer at skipa fyri líkn-
andi tiltøkum hvønn hós-
dag frá nú av til jóla.
– Vit ætla at hava tónleik
við hvørja ferð og so kaffi
og annað gott. Næstu ferð
verður Silvi við, og um
fjúrtan dagar verður jóla-
maðurin eisini, sigur hann.
Hann sigur, at hetta er eitt
ískoyti frá Norðoya Spari-
kassa til at seta jóladám á
býarlívið. Og um tað fyrsta
ískoytið kann sigast, at tað
eydnaðist avbera væl. Fólk
sóu út til at hugna sær og
njóta at standa í køldu
kvøldarluftini og lýða á
jólatónleik og verma seg
við einum heitum munni.
JFK fer saman við
Norðoya Sparikassa
at yvirtaka virksemið
á Pure Water í Klaks-
vík. Hetta verður
gjørt, tí at úrslitið av
rakstrinum á Pure
Water ikki hevur
verið nøktandi
VIRKISYVIRTØKA
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Raksturin av
sp/f Pure Water hevur hesi
bæði árini, síðani parta-
eigararnir yvirtóku virkið á
heysti í 2000, ikki verið
nøktandi, og hevur rakstur-
in av virkinum givið stórt
hall higartil í ár. Partaeigar-
arnir hava tí ásannað, at
neyðugt var við eini um-
skipan av virksemi felags-
ins, um virkinum skuldi
vera lív lagað.
Í hesum sambandi ynsktu
meirilutaeigararnir í fel-
agnum, p/f Grønanes, Eyð-
bjørn
Poulsen,
Jógvan
Djurhuus og Suni Durhuus,
ið áttu 73 % av partapen-
inginum í sp/f Pure Water,
ikki at luttaka í eini endur-
reisingarætlan av sp/f Pure
Water, men ynsktu at
sleppa burturúr.
P/f J.F.K. hevur tí yvirtik-
ið partapeningin frá hesum
partaeigarunum, og hevur
saman við fíggingarstovn-
inum Norðoya Sparikassa
gjørt eina endurreisingar-
ætlan fyri felagið.
Avgjørt er, at samansjóða
virksemið á Pure Water við
virksemið á Kósini, soleið-
is at feløgini verða løgd
saman í eitt felag.
Samstundis
verður
kapitalgrundarlagið styrkt
munandi, soleiðis at sam-
anlagda
felagið
verður
sterkari, verður sagt frá
JFK.
Í samband við hesa um-
legging, kemur p/f J.F.K.
framvegis at eiga meiri-
lutan í samanlagda felagn-
um, meðan Norðoya Spari-
kassi kemur inn sum nýggj-
ur partaeigari.
– Við at samansjóða virk-
semið á hesum báðum
virkjum vænta vit, at til ber
at reka virkini enn meira
rationelt, samstundis sum
spart verður í umsiting,
innkeyp, sølu við meira, og
vænta vit, at við teimum
tiltøkum, sum eru gjørd, at
virkið hjá Pure Water longu
komandi ár fer at geva eitt
positivt avkast til saman-
lagda felagið, sigur Hanus
Hansen, stjóri í JFK.
Hann leggur afturat, at
eisini er tað teirra fatan, at
við at leggja bæði virkini í
sama felag, hevur felagið
enn betri møguleikar at
standa seg í harðnandi
kappingini á útlendska
marknaðinum.
– Hetta tí, at tey á henda
hátt, kunnu tryggja keypar-
unum eina enn betri tæn-
astu, við einum størri vøru-
úrvali, sigur hann.
– Somuleiðis gevur hetta
betri møguleikar í kapping-
ini at keypa fisk frá før-
oysku fiskiskipunum, sigur
Hanus Hansen, sum eisini
leggur dent á, at tað hevur
alstóran týdning at tey 55
arbeiðsplássini
á
Pure
Water verða varðveitt, og at
virksemið á virkinum kann
halda fram uttan, at støðgur
kemur í.
Fyri fýra árum síðani
keypti p/f JFK 95 % av
partapeninginum í p/f Kós-
ini, samstundis sum nýggj-
ur partapeningur var settur í
felagið. Virksemið á Kósini
hevur síðani gingið væl, og
er eginognin hesa tíðina økt
við góðum 130%, og er
eginognin í p/f Kósini í dag
omanfyri 30 mió. kr. Sam-
anlagda felagið kemur at
hava eina eginogn uppá 42
mió.kr. og svarar hetta til
ein soliditet uppá 43 %.
P/f J.F.K. yvirtekur sp/f Pure Water
P/f JFK í Klaksvík og
Norðoya Sparikassi hava
gjørt eina
endurreisingarætlan fyri Sp/f
Pure Water, sum ikki hevur
havt so góð úrslit, síðani
partaeigararnir yvirtóku
virksemið á heysti í ár 2000
Uttandura jólahugni
Heilt fitt av fólki savnaðist uttan fyri Norðoya Sparikassa
hósdagin til eina lítla, hugnaliga jólaløtu við horntónum, kaffi
og onkrum til børnini eisini
C
M
Y
K
35
34