Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 1987síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 27. januar 198. Síða 18 | Grundleggjandi fortreytin fyri eitt lutafelag: Allir limir í Fiskasøluni somu rættindi og somu skyldur — Møguleikin hjå summum at skaffa sær framihjårættindi må ikki vera til stadar. Um ikki henda fortreyt er uppfylt, so hava vit ongan meguleika at fáa eina optimala forretning fyri allar limirnar av Birgir Danielsen, fiskaselustjóri hevur góðar vónir fyr 1987 heiminum dollarvirðinum upp á 17.5 prosent og Ein útbygging av organisatiónini eitt miðalvirði upp á um 8.13 kr/$. Um dollarvirðið í árinum í miðal hevdi ver ið óbroytt um 10.13 kr./$ frá 1985 verður ongantíð liðug. ei heldur verður hon nakrantíð fullfíggjað Hetta er eitt stødugt og åhaldandi ar- okara »kapitali«, sum er okkara kundar uttanlands. 'Soleiðis sigur Birgir Danielsen, stjóri á Føroya Fiskasølu í seinasta nummarinum av blaðnum >Okkara Millum«. Fiskaselustjórin lítur í grein í blaðnum aftur um bak og sigur, at vit eiga í nógvar mátar at vera negd við árið 1986. Hann sigur eisini, at tað er við góðum treysti at farið verður undir 1987. Fiskasølan hevur gjort sær málsetningin fyri hetta árið og hann er ein eking í útflutninginum upp á 12,4%. Vit prenta her greinina i Okkara Mill- um. Utflutningurin Utflutningurin setti aftur met i 1986. sum greitt frá aðrastaðni i blaðnum. Flakavirkini tekna seg fyri størsta partin av útflutninginum - 60-70 pro- sent. Viðvíkjandi nøgd hevur árið roynst ógvuliga misjavnt. summi hava fingið væl minni av råvøru, tó hevur ein sløk helvt fingið meira råvøru enn í 1985. Tann samlaða framleiðslan av frystum verum (minkafóður ikki i- roknað) er heldur minni í 1986 enn í 1985. um 41.000 tons sammett við 41.389 tons í 1985. Samlaða saltfiskanøgdin hevur ver- ið umleið tann sama seinasta ár sum í 1985. Saltfiskatrolararnir hava havt sera góðan fiskiskap og sostatt fingið eitt gott ár. tó vóru teir so tíðliga aftur av ødrum tåri, at teir ikki fingu lut í tí stóru príshækking. sum vit hava havt á saltfiski á heysti 1986. Hjá línubátun- um hevur harafturímóti ikki borið væl til. Nærum fiskaloysi hevur verið vest- an fyri í summar og í heyst Misjavnt hevur roynst hjá rekjubát- unum. Teir. sum í heyst hava havt hevið til at royna í Kanadiskum sjógvi. hava gjørt tað gott. meðan Svalbard at kalla alt heyst hevur roynst stak illa Prísirnir hava hjálpt nakað upp á hetta. Svartkalvi. laksur. v.m. hava roynst hampuliga væl. tó vóru laksa- prísirnir fyri ovurstórum falli tíðliga í summar Árið kann sigast at hava verið royndarár hjá alivinnuni. sum tíverri varð rakt av ovurstórum prisfalli Heldur ikki er tann nøgd tíkin. sum upprunaliga varð ætlað. Nærum steðg- ur kom í søluna av sílum. og tað er lít ið. sum týður uppá. at hetta fer at rætta seg. Um væl verður farið um. so verður alivinnan eitt sera áhugavert alternativ i framtíðini. men tað fer neyvan at ganga so skjótt. sum menn kanska høvdu vónir um fyri bert góðum ári síðani Marknaðarúrslitini Marknaðarviðurskiftini hava stórt sæd verið góð (burtursæð frá fyri laks og síl). tó hava valutavidurskiftini verið óstøðug. og her er tað serliga USA- dollarin. sum hevur svikið. Dollarin var við ársbyrjan 8.91 kr./$ og við árs- enda 7.35 kr./$ svarandi til eitt fall í vildi útflutningurin til USA verið um 67 mió. kr. stórri. Fallið í dollaravirð- inum hevur eisini skapað ein ójavna í prísunum millum USA og Europa. har valutaviðurskiftini hava verið støðug tó við undantaki av Onglandi. Hesin ójavni millum USA og Ongland ødru- megin og restina av Europa hinumeg in hevur havt eina negativa ávirkan á prísirnar í Kontinentaleuropa. sum á henda hátt eru vorðnir relativt ov høg ir og tí hava verið undir trysti. Hvønn negativan tydning hetta hevur havt fyri søluurslitimi i Europa. kunna vit sjálvsagt ikki gera upp í krónum og ovrum Organisatiónsbroytingin Tann broyting. ið gjørd varð í organ- ísatiónini. og tær nýhugsanir. sum vóru úrslit av hesum. hava staðið sína roynd í 1986. Sjálvt um langt frá er rokkið á mál. so vísir hetta seg vid, at virksemi. bæði í søludeildini og i hin- um deildunum vid, er munandi okt Telexsamskiftid er tvífaldað. Sam- skiftið við telefax er vaksið frá lítlum til at verða ein munandi partur í okk- ara samskifti við útheimin. Telefonin verður nýtt munandi meir enn áður (faktureringarnar) eru nógv fleiri o.s. fr Avskipingarnar Hetta hevur vist seg í stórri tali av kundum og nógvum smærri kundum Heilt nýggir marknaðir eru eisini komnir inn í myndina. t.d. Ísrael. sum vit vænta okkum nógv av í framtíðini Schweits er við at menna seg sum marknaður. vit hava selt verur til Suð- urkorea og Taiwan. og vist er. um ikki her liggja møguleikar. Hugsað verður um onnur asiatisk lond. og sjálvsagt verður hugt væl eftir Japan Hesin parturin av verðini etur nógvan fisk. men fyri ein stóran part á ein eðr vísi hátt. enn vit hava verið vanir við Hugsanarháttur og mentan er eisini ødrvisi. so tað kemur óivað at taka drúgva tíð. áðrenn itøkilig og fjøl- brovtt úrslit eru nådd í hesum parti av beiði Marknaðardeild stovnast Aðrenn 1987 er hálvrunnið. er ætlanin at seta á stovn eina marknaðardeild sum til høvudsuppgåvu skal hava at kanna maguleikar - nýggjar sum gaml ar. meta um alternativ. samskipa søluaktivitet. gera sølufremjandi tiltøk á marknaðunum. fylgja hesum upp og taka neyðug stig fyri at náa úrslit o.s.fr. Vit vóna, at vit á henda hátt verða før fyri at gera arbeiðið fyri lim- irnar í Føroya Fiskasølu enn betur og enn meira professionelt