Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. januar 1987síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 12 — 29. januar 1987 „Hvem skal nu betale ?« Tað hevði ikki verið margháttligt, um hesin gamli slagarin hoyrdist úr tí lítla rættarsalinum í Dómhúsinum seinnapart- in týsdagin. Hetta hendi kortini ikki. Men tað var eitt marg- háttligt mál, sum var til viðgerðar. Eitt danskt fíggingar- felag við tí ediliga navn- inum Nordania Leasing hevur saksekt einum pol- itiskum flokki í Feroyum við tí uppaftur ediligari navninum Feroya Fram- burðs- og Fiskivinnuflokk- ur. Danska felagið vil hava pengarnar fyri eina skrivi- maskinu, tað fíggjaði í 1984. Sakarkravið er knappar 30.000 kr. Við heila Tað var ein rættiliga av- anserað skrivimaskina, Adolf Hansen á sumri 1984 keypti til flokkin. Hon hevði heila og kundi minnast heilt upp í tíggju A4 erk. Adolf Hansen bedýraði, at maskinan bara var brúkt í floksins tænastu og ikki til egið gagn. Men síðani 1984 er jú hent so nógv í flokkinum hjá Adolfi. Nógv meira enn heilin hjá skrivimask- inuni rúmar og meira enn, at tað var lætt hjá fulltrúa sorinskrivarans og teim- um báðum ungu sakfør- arunum at fáa nakra beina linju í málið. Heldur ikki tygara útsendi skilti til fulnar gongdina í hesum stórmáli. Her er kortini ein roynd: Adolf Hansen, sum í 1984 var formaður FF og Ffs, keypti maskinuna til flokkin. Flokkurin er, sam- bært honum, tann anon- ymi, ónevndi, veljarin, veljaraskarin. Adolf hevði kassan hjá flokkinum og hann fekk pengarnar, landskassin hvert ár letur flokkunum at brúka til politiska upplýsing. Landsfelagið Ongin mótmælti, at Adolf keypti hesa góðu skrivi- maskinu. Men nú er tað soleiðis, at flokkurin hevur eitt landsfelag. Og hetta landsfelag = hevur ein kassameistara. Hann eitur Alvur Kirke. Og hann hev- ur ongan hug at gjalda rokningina frá Nordania Leasing. Tí Adolf hevði onga heimild at keypa maskinuna upp á nakkan á landsfelagnum. Tað kom eisini fram, at landsfelagið ongan rokn- skap hevur fingið frá Ad- olfi fyri árini 1982, 83 og 84. Men Adolf kemur ikki við nekrum roknskapi, fyrr enn hann fær tær yvir 200.000 kr., flokkurin (tað má so vera FF og Ff) skyldar honum ! Skal gjalda Tá Alvur Kirke og Adolf Hansen vóru avhoyrdir, royndu sakferararnir at Funnu gummibát hjá vesturtýskum trolara Tann 15. januar fekk Mar- inusteðin fráboðan úr Ed- inburgh um ein gummibát á positiónini 61,39 norður og 2,58 vestur. Eitt enskt Nimrodflogfar hevði sæð bátin. Tyrlan hjá Vædderen varð send av stað og hon fann gummibåtin. Tað vísti seg, at báturin var av vesturtyska trolaranum Geestemunde. Hann var tómur. Trolarin misti ein mann undir Føroyum tann 7. desember i fjør og tå varð gummibåturin tveitt- ur út. Men vesturtýski fiskimaðurin vann ikki til hann. Hann varð seinni funnin deyður Drúgv ferð Tyrlan gjørdi annars eina drúgva ferð tann 20. jan- uar, verður upplýst í fyrsta tíðindaskrivinum frå Færøernes Kommando iår. Tann 19. fekk Marinu- stødin åheitan um hjålp, ti ein maður um borð á línu- bátinum Havsbrún hevði fingið okkurt, sum líktist hjartakrampa. Hetta var kl. 22.13. Kl. 22.27 varð Vædderen, sum lå í Havn, varskógvaður, og hann loysti kl. 23.02. Kl. 07.42 morgunin eftir fór tyrlan á flog og kl. 08.40 var tann sjúki maðurin komin um borð á hana. Tyrlan setti nú kós móti Havnini, men mill- umlendi á Vædderen fyri at taka brennievni. Kl. 10.24 lenti hon niðan fyri Landssjúkrahúsið. Nýggjársdag flutti tyrl- an ein sjúkling av Tver- oyri til Havnar og 11. jan- uar var hon í Skopun eftir einum sjúklingi. Sama dag flutti hon ein annan sjúkling av Landssjúkra- húsinum vestur á flogvell- in. Fór at leka 6. januar bað útróðrarbát- urin Mai-Britt um hjálp, hann var farin at leka. Maagen sleipaði hann á Havnina. Eina viku seinni sleipaði Maagen trolbátin Ørnina á Klaksvík. Ørnin hevði maskinskaða. Frá 29. desember til 26. januar kannaðu Vædderen og Maagen fimm sovjet- iskar, ein eysturtýskan, ein franskan, triggjar norskar, ein danskan og ein feroyskan trolara. hd taka saman um og greiða málið fyri rættinum. Tað man hava lukkast so tolu- liga, tí sorinskrivarafull- trúin var ikki í iva: sjálv- andi skal saksekti. FF og Ff. gjalda. Steðan hjá Ad- olfi í flokkinum hevur ver- ið slík, at hann var ferur fyri at lata flokkin keypa hesa ólukkumaskinu. Mál- ið bleiv tikið upp til dóms. Tíðin vil so vísa, um landsfelagið leggur út og síðani krevur Adolf ella onkran annan eftir peng- unum. hd S íða 5 Ongin mótmælti, tå Adolf Hansen keypti avanseraða skrivimaskinu til flokkin. Men nú vil heldur ongin gjalda hana. Onga áheitan frá íslendskum sjómonnum Føroysk fakfeløg hava onga åheitan fingið ur is- landi um ikki at avgreida islendsk farmaskip, med an sjómenninir eru i verk- falli. Vit hava spurt bæði Føroya Arbeidarafelag og Havnar Arbeiðsmannafel- ag um hetta. Men hvørki felagið hevur frætt nakað úr Íslandi viðvíkjandi farmaskipunum. Íslendska farmaskipið Dettifoss var á Havnini í farnu viku. P/f Skipaav- greiðslan umboðar Eim- skip í Feroyum og lossar skip tess her. Jóan Pauli Serensen, stjóri í Skipaav- greiðsluni, sigur, at Detti- foss kom bara á Havnina eftir einum báti, sum skuldi til Íslands. Hann er annars fyrsta skipið hjá Eimskip,sum hevur verið her í ár. Jóan Pauli Serensen veit onki um, at felagið hjá íslendsku sjómonnun- um hevur biðið um sam- hugastuðul í Feroyum. Svenskur stuðul Íslendski tíðindamaðurin hjá Dimmalætting visti í síðstu viku, at lossingar- menninir í einum svensk- um býi sýttu fyri at lasta farmaskipið Arnarfell hjá SIS. Sverrir þórðarson skriv- ar eisini úr Reykjavík, at Sjómannafelagið vendi sær til lossingarmenn í eðrum londum og bóðu um samhugatiltek. Hetta hendi longu, tá verkfallið byrjaði. Men, sum tað skilst, er henda áheitan ikki send hendanvegin. Hinvegin kom áheitan frá fiski- monnunum úr Íslandi um ikki at avgreiða fiskiskip. Feroysk fakfeløg kunn- gjørdu, at limir teirra ikki måttu avgreida hesi skip, meðan verkfallið vardi. Onkur íslendskur trolari var á Havnini eftir ísi. Manningin tók sjálv ísin inn. Verkfallið hjá íslendsku fiskimonnunum er liðugt. hd