hósdagur 29. januar 1987síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
Studningur til
fiskivinnuna
EITT av tí, sum hendan samgong-
an setti sær fyri, var at fáa skipan-
ina við studninginum til fiskivinn-
una í eina aðra legu. Gamla skip-
anin kundi jú, sum vit sóu tað
undir seinastu samgongu, føra til
yvirtrekk uppá yvir 100 mill.
ÚRSLITIÐ varð, at sett varð ein
serlig nevnd, studningsnevndin,
sum minst 4 ferðir árliga skal
áseta studning fyri tey ymsu
fiskasløgini. Henda skipan er
nógv meira fleksibul enn tann
undanfarna, og úrslitið er, at játt-
anin stórt sæð hevur verið hildin
seinastu árini.
MEN annars kann ikki sigast, at
henda nevndin hevur víst nakra
serliga nýhugsan. Studningarnir
verða framvegis settir pr. kg. fyri
tey ymsu fiskasløgini og fyri tær
ymsu veiðurnar. Tað kann sjálv-
sagt vera, at hetta er ein rættur
máti at seta studningin, men tað
er als ikki vist. Stødan verður tí-
skil tann, at tað verða tey skip,
sum veiða mest, sum fáa mestan
studning, meðan tey sum veiða
minst fáa minst. Vit vita, at skip
eru altíð ymisk til veiðu, og í hes-
um førinum fær tað skipið, sum
veiðir mest kanska studning út-
yvir tørvin hjá tí einstaka skipin-
um, meðan skipið, sum veiðir
minst, framvegis kemur at hava
ov lítið til at greiða skyldurnar.
HER er Føroya Fiskimannafelag
komið við einum uppskoti, sum
merkir nakað av nýhugsan á hes-
um gkinum. Skotið er upp, at ein
partur av tí studningi, sum í løtuni
verður latin pr. kg., í staðin skal
verða latin í mun til ta dagligu inn-
tøkuna á túrinum. Um tikið verð-
ur eitt dómi verða i dag latin 5
oy/kg til fiskimenn við isfiskatrol-
arum. Hetta munar lítið og einki,
tá lítið er at fáa, meðan tað kann
geva nakrar krónur, tá veiðan er
stór, og inntgkan av túrinum ann-
ars er góð.
FISKIMANNAFELAGIÐ skjýtur
upp. at í staðin verður gjørd ein
skipan sum gevur mest, tá veiðan
er minst, og minst, tá veian er
størst. Hetta kann t.d. verða gjørt
vid at áseta, at við eini inntøku,
sum er upp til minstalgn verður
latið í viðbót kr. 120. Henda upp-
hædd skal so verða lækkað við
Ábyrgdarblaðstjóri:
Útgevari:
Fyritaksstjøri:
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
P/f Sosialurin
P/f Pressan 1981
t.d. 15 kr. fyri hvørjar kr. 100, sum
inntøkan pr. dag fer upp.
Ein slík skipan vildi havt nógvar
fyrimunir. Ein av hesum vildi ver-
ið ein munandi økt minstuløn.
Hon vildi verið tann núverandi
uppá uml. kr. 370 og afturat tí við-
bótin uppá kr. 120. Hetta vildi
merkt ein hækking í minstulgnini
uppá kr. 3.600 um mánaðin. Og
vildi hetta merkt, at fiskimonnum
undir øllum umstødum varð trygj-
að eina vanliga dagløn á landi.
VIT VITA, at galdandi minstuløn í
veruleikanum er ein alt ov lítil
trygd. Er inntøkan ov lág eitt
longri tíðarskeið, so menn koma
at liggja á minstuløn, er henda
ikki nóg nógv fyri at fáa menn at
stødast um borð. Hetta uppskot
vildi bøtt ið hvussu er nakað um
hetta.
EITT annað er tað, at galdandi
skipan ger mannamun millum
fiskimenn. Allir fáa ta vanligu
minstulgnina. Men umframt
minstulgn fáa nakrir bólkar av
fiskimonnum tryggjað størri ella
minni prísviðbót omaná sjálva
minstulgnina, meðan aðrir einki
fáa. Hetta merkir, at ymsir bólkar
av fiskimonnum fáa ymsa
minstulgn. Uppskotið hjá fiski-
mannafelagnum fer at tryggja øll-
um fiskimonnum stórt sæð somu
kor, tá talan er um minstulgn og
viðbót.
GALDANDI skipan er ov nógv
merkt av, at hon er gjørd stig fyri
stig yvir eitt longri tíðarskeið, og tí
er eingin rættuligur samanhangur
millum tey ymsu stigini.
VIT meta, at landsstýrið eigur at
taka allar nýhugsanir á studnings-
økinum til viðgerðar. Og roknað
kann verða við, at tá fiskimanna-
felagið kemur við einum slíkum
uppskoti, so man tað vera rættu-
liga væl undirbygt. Og tá fer tað
uttan iva at vera til bata bæði fyri
samgongu og fiskimenn um tað
kann verða framt.
+.
Nú um dagarnar viltist eg
inn í eitt oki í Havn, har
eg eri mest sum barn-
vaksin, og hetta mundi
verið mín deyð.
Eg gekk meg inn ovar-
laga á Tinghúsvegnum,
og hetta var verri enn at
koma til frontin. Fyrst var
eg nærum kleimd av eini
gravkúgv, síðan mundi eg
dottið í eitt djúpt hol, har
Tinghúsvegurin átti at
verið, kanska var hetta
ein skotgrev, líka veit eg,
og at enda var eg útskeld-
að av einum manni, sum
sera hvassliga llæt meg
vita, at her hevði eg einki
at gera.
Fantastiskt at ein ein-
stakur maður upp-
komlingur skal hava
slíka makt. at hann fær
býarmyndugleikarnar at
steingja stórar partar av
býnum, bert fyri at hesin
ótarnaður kann rekja egn-
ar interessur. Man freist-
ast veruliga til at spyrja
hver stýrir býnum -
Hans ella Poul?
Ne, men at enda náddi
eg fram til tað Mammons
tempui, ið nevnist SMS,
hóskiliga samanbygt við
lands-apotekinum -—
sanniliga — alment og
privat i skøn forening.
Vågar tå tær at siga
nakað niðursetandi um
hetta tiltak, ja, so fært tú
4f
Nr. 12 — 29. januar 1987
til svar, at tå ert mOt-
standari av at skaffa byn-
um arbeidsplåss
Eg raggi mær at enda
inn í »templid« og sigi
sáttliga míni erindi, og
svarið eg fekk var hetta:
„Vil De gentage det pá
dansk !! Hetta segði mær
so mikið sum at her í øll-
um førum er ikki hugsað
um arbeiðspláss til føroy-
ingar.
Arbeidarafjøldin:
Hvussu nógvar miðsgerð-
ir eru ikki gjørdar í navni
tínum. —
Havnarfólk
Dagblaðsmoralur
Alt síðan Albert Morten-
sen byrjaði at rumstera og
gera um seg her á landi,
hevur Dagblaðið havt sum
fastan tått at gera gjøldur
burtur úr hesum manni.
Serliga hava teir lagt seg
eftir at trútta niður í fólk,
— at Albert hevur eina
fortíð, eina fortíð sum
framamaður — varið
tykkum.
Nú Albertsa trans-
aktiónir eru vorðnar av
einum slíkum slagi, at tær
í eygunum á meiniga
manninum tykjast iva-
samar og ullintar — nú
hevur hesin maður knapp-
liga kvalifiserað seg til
uppteku í tí serliga >Dag-
bladsklubbanum«, har
hann er plaseraður millum
sínar javnlíkar.
Hetta kemur best til
sjóndar tá Albert brádliga
fær alla forsíðuna og opn-
una í Dagblaðnum, til at
verja sínar transaktiónir
og til at knokkroyta teir
klientar, sum hava verið
við til at gera hann til
multi-millioner.
Ikki ti at hetta sjokerar
nakran, hesin moralur
hevur leingi verið koyrdur
fram í Dagblaðnum av
Breckmannsharkaliðnum,
og vardur og skavaður út
yvir av hinum PENA
Sundstein.
MONKEY ISLAND
Klaksvíkar Ungdómsfelag:
Avsannar skuldsetingar
Nevndin hjá Klaksvíkar
Ungdómsfelag avsannar
hervið tær skuldsetingar-
nar, sum Norðlýsið kom
við á forsíðuni fríggjadag-
in 9. januar (»Hash í Ung-
démshusinum?«)
Felagið metir, at tað er
nógv fyri at tað skal verða
lagt undir at vera upprun-
in til, at euforiserandi evni
eru í býnum.
Tað er ógjerligt hjá fel-
agnum at nokta fólki, ið
kemur í Ungdómshúsið, at
hava slík rúsandi evni
uppi á sær, men finna vit
fram til slíkar persónar, so
verða teir útkoyrdir, bein-
anvegin!!
Eisini metir felagið, at
tað er skeivt bert at leggja
á K.U. um ein veit,
hvussu nógv rúsandi evni
eru at finna á eðrum stød-
um í býnum, har ungdóm-
ur savnast.
Felagið er sera misnegt
við, at eitt nú Norðlýsið,
skal vera við til at knúsa
felagslívið hjá K.U.
Felagið hevur hesa sein-
astu tíðina havt eina upp-
gangstíð, men eru slík
álop sum tað í Norðlýs-
inum, við til at steðga
menningini hjá felagnum
Greinin
misvísandi
Greinin á forsíðuni 9. jan-
uar demir K.U. fyri at
vera eitt hash-bel, tó
uttan at prógva tað
minsta. Illgrunin er longu
sáddur, og er ringur at fáa
burtur aftur.
Um fólk eru misnegd
við leiðslu felagsins, so
hava tey høvi til at fáa
eina nýggja, við at meta á
aðalfundi, sum verður 4.
februar klokkan 20.00.
Vegna Klaksvíkar
Ungdómsfelag
Jógvan Hugo Gardar,
form., Birta Biskopstø,
skr., Herver Joensen,
kassam., Sjúrður E. K.
Matras, 2. form.