leygardagur 31. januar 1987síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—
Nr. 13 — 31. januar 1987
TAÐ ER UMVENT,
EYÐUN
So, Eyðun Andreassen. Man
junabandslógin frá 1777
ikki vera ætlað teim veikastu
samfelagnum, fæloysingum
og smærri ognarfólki, til
yrimuns?
Kongsjerðin og kongs
óndafamiljurnar vóru
tryggjaðar móti hungri og
alli við galdandi arvalóg
Kongsjerðin var samfelagsins
grundstødi og fólksins evsta
vissa fyri, at ikki alt fólkið
skuldi týnast í fellisárum og
niðurundirkomin av land-
farssóttum
So marxistiska freistingin
hjá folkalivfrødinginum hev-
r verið ov stór til, at vísindin
hevur havt ein kjans
Orsekin til hjúnabands
lógina í 1777 er kanska júst
að umvenda av ti, ført verður
fram í »Ur søgn og søgu«, og
ur verið sett í verk av
ábyrgdarfullum monnum í
eroyum til at bjarga fjøldini
undan tí stóru nátúruvan
lukkuni
TSRÆTTURIN
Tað, teir vinstrahallu í dag
la lógina um »båtsband
ð<, hevdi eisini tvær síður
sum so mangt annað. Men
ljólkalívfreaðingurin = roynir
aftur her at gjara út fyri síni
plitisku visind
Løgin frå 1813 tryggjadi
ísini monnum ein rætt til at
eiga sess á bóndabátunum í
Feroyum. Bendurnir høvdu
nevniliga skyldu til at halda
bát. Ar henda skylda inn
legutíðir kundi vera ein fyri
munur — ikki bert hjá bónd
anum sjålvum, men hjá øll
um teim 5, 10 ella fleiri hús
fólkunum, sum vóru knýtt at
STØRRI SKYLDUR
Men helst hava bónda
arnir í hesum tíðarskei
heilt upp til traða- og slug
tíðina fingið fleiri muni
metta, fleiri hendur at gg
arbeiði, fleiri avlamin at
og klæða. og hesar sky
høvdu ikki verðið røktal
lóg av ødrum — båtaeiga;
ella ikki enn
gerðunum
Helst hevur henda sal
lagsfunktiónin hjá gerð
um gjørt tað neyðug
tryggja. at kongsbá
hava havt manning. Men
stútt økjandi fólkatali si
skjótt verðið komið haga
aðrir sjålvstødugir vor
manssterkir til at úvegað
egið seks- ella áttaman
ANNAÐ SAMFELAG
Uttan mun til, hvat ein
ment lentur granskari
hugsar politiskt um síðst
næstsiåstu eld, so sleps!
undan, at tann tíðin vag
fullkomiliga — eðrvísi
okkara egna samtíð, at t
nyttuleyst at brúka sínar 8
fordómar um kapitalista
fæloysingar til at tulka
andisdagin hjá fólki í Fø
um fyri 150-200 árum sið
um henda tulking skal
við skili og vísinda
haldbar
Tad er kanska ikki er
dittimunt av undirritaða
leikmanni á hesum eki
geva seg í kast við ein vísi
mann sum Eyðun Andre
sen, hvers bók í aðrar -4
var ein forkunnigur ey
opnari (|
Men marxistisk prik til
ára gamlar feroyskar 4
bøndur fyri at:styrkja i
logiska grundstødid 4
garðinum, er væl meguligt sosialistisku tilvitanini
Men tað er legið, at ein føroyska almenningi
følkalivfrødingur heldur eitt hoyrir ikki heima á ei
mannafar fyri 100-200 ár vísindaligum rannsók
um síðan hava verið eitt kap stovni, men heldur í
talistiskt vinnutól pressuni
Eingin rúgva av fól
fræði kann heldur forða
ligum fólki í at brúka v
vit og skil, sum eisini
vera gagnligt, tá vit t
Buskaparliga framgongd
n, ekti timburhandilin og
vaksandi fískanegdin við
þetri bátum og fískireiðskapi,
sum við undantaki av sjálvari
leonskrigstidini eyð- hjúnabandslóg og báts
kendi tíðarskeiðið 1750 fram fyri tveimum eldum sí
ftir, hevdi gjørt tað lættari OB.
hjå ødrum enn kongsbøndr
at utvega sær båtar
Brot úr greinini hjá Óla Breckmann í
Dagblaðnum tann 5. januar.
oyskir segumenn hava felt yvir hesa
fyriskipan. Ein av okkara mætastu
segumonnum, Hans Jákup Debes,
hevði fyri einum ári síðani nakrar fyri-
lestrar í Útvarpinum, sum nettup vóru
um hesa tíðina. Í teimum var Forordn-
ing af 21. Maj nevnd sum eitt demi um
tað ófrælsi og tey kúgandi kor, fátæk
fólk livdu undir i Føroyum. John Dav-
idsen kallar bart út hesa fyriskipan
»trælalogina«. (sí hansara fråliku og
vælskrivaðu bók um H. N. Jacobsen).
Og í síni frálíku grein >Enn er bót á
borådi« (Varðin 1952) skrivar Rasmus á
Háskúlanum um Forordning af 21.
Maj 1777:
„Hin fátæki, tann sterra múgvan,
hevði mist tey mest sjálvfylgiligu
mannarættindi og hevði einki at bera í
betuflaka fyri seg. Hinum fátæka var
meinað at fylgja teimum sterku drift-
um, skaparin hevur lagt niður í alt liv-
andi. Honum var meinað at grunda sítt
fátæka heim, sum, tó at tað kundi vera
neyðarsligt, gjerdi, at hann kendi seg
sum frælsan mann { millum manna.
Tað einasta, hann reið á at líta, var
bóndans náð. Bondig kundi, um hann
vildi, lata tvey giftågt uppå sina å-
byrgd; men so hevði húnn eisini hand
og hálsrætt yvir teinstim. At giftar-
málini vóru fá og barnatælið lítið
prógvast av tí lítla fólkatali, ið tá var;
tað stóð hartil so at kalla í stað.
Alt samlív kynjanna millum uttan
fyri lógligt hjúnaband var dømt sum
»Utugtigt Levned« og fyri slíkum var
revsingin herð, ikki bert hesumegin.
grevina, men enn verri hinumegin.
Prestarnir tá prædikaðu dúgliga um
allar helvitispinslur. Hvat kundu
annað vera úrslitið úr slíkari rangverg-
ari skipan, enn at ein meginpartur av
fólkinum kom til at liva undir einum
kroppsligum og andaligum trýsti, sum
aldi fram eina undirlutakenslu, ið
skjótari er at koma enn hvørva.«
Ein nidurstøda
Í HESI GREIN havi eg roynt at sagt
eitt sindur um, hvat virði Dagblaðið
hevur sum sannur og haldgóður tíð-
indaflutningur, um blaðsins máta at
handfara feroyingin og føroysk tjóð-
skaparligt og mentunarligt arbeið, um
blaðsins steðu til fólkaræðisspurn-
ingin og endiliga um blaðsins stødu til
ta lóg, sum var við til at skapa eitt hitt
mest undirbrotliga tíðarskeiðið í
Føroya søgu. Lesarin hevur nú rætt til
at spyrja: Hví hava vit drigið hesi
viðurskifti fram? Hvat samband er
ímillum eitt nú Dagblaðsins stødu til
einraræðið hja Pinochet í 1979 og til
hjúnarbandsforboðið og bátsbandið í
1777? Eg skal royna at svara hesum
spurningum og vita, um ein nidurstøda
spyrst burturúr.
Líka síðan Dagblaðið fyri 11-12
árum síðani skifti stíl og broytti kós,
hevur verið gitt og ætlað um, hvat
endamálið var við hesum. Dagblaðið
hevur eisini sjálvt roynt at greitt fólki
frá hesum og eitt nú viljað verið við, at
tað umboðar frælsi ella vesturlendskan
hugsunarhátt, og at tað fyrst og
fremst vil »vinstravonginum« og
»marxistum« og »kommunistum« til
lívs. Nógv fólk tykjast at trúgva
hesum. Men fara vit at kanna blaðsins
innihald eitt sindur gjellari, og hugsa
vit okkum eitt sindur um, vísir tað seg,
at hesar metingar raka við síðuna av,
og at blaðsins endamál er eitt heilt
annað.
Dagblaðsins hevuðsfíggindi er —
hverki kommunisman ella marxisman
— men: tann frílynti, sjálvsteðugt
hugsandi feroyingurin. Blaðstjórin á
Dagblaðnum er ein hatafullur eins-
rættari, ein avgjerdur anti-individual-
istur, og hansara hevuðssetningur er
at fáa allar føroyingar til at ganga á
træðri. Hetta verður gjert á ymsan
hátt. Við at ræða fólk, so at tey at enda
himprast við at bera sína hugsan fram.
Við at bera rangvergan, snaraðan ella
beinleiðis ósannan tíðindaflutning og á
tann hátt lækka upplýsingarsteðið hjá
fólki. Við at fylla lesaran við hatri, for-
dómum og moralskum burturkasti og
á tann hátt krypla hann og gera hann
óreinan. Við — eftir tí gitnu uppskrift-
ini í 1984 eftir George Orwell — at siga
fólki, at í dag eru tvey og tvey fýra,
meðan tey í morgin eru fimm, og á
tann hátt degradera og kompromittera
sannleikan sum hugtak. Við at skriva
rósandi um totaliter lond og á tann
hátt sáa iva um fólkaræðið sum
hugtak. Rætt er tað, at orð sum marx-
istur, kommunistur, stalinistur ofta
eru at síggja í blaðnum. Men hesi orð
verða sjáldan brúkt um tey fyribrigdi,
tey standa fyri. Tey verða brúkt sum
spjaldur at heingja um hálsin á sjálv-
stødugt hugsandi føroyingum, sum —
hóast teir ikki eru sosialistar — hava
gjert ta stóru misgerð at stíga út úr tí
einsrættaða, blint marsjerandi Breck-
mann-liðnum.
— n————EI
Síða 9
Men við hesum er myndin av Dag-
blaðnum ikki fullfíggjað. Tá ein flokk-
ur er undantikin, eru allir føroyskir
politiskir flokkar runnir úr sjálvstýris-
flokkinum. Allir bera teir sjálvstýris-
merkið — ella ein farveg av tí — á sær.
Hesir flokkar eru líkir í tí, at teir allir
byggja á fólkaræði, at teir allir hver á
sín hátt hava roynt at stuðlað feroysk-
um tjóðskaparligum og mentunar-
ligum arbeiði, og at kolonitíðin við øll-
um eyðkennum sínum, einahandli,
trælalóg og bátsbandi, hevur staðið
fyri teimum sum eitt tað svartasta
kapitlið í okkara segu.
Men tey seinastu árini hevur Dag-
blaðið stig fyri stig forkað seg burtur
frá sjálvstýriskósini. Eitt demi um
hetta er stúkuskiftið í NATO-mál-
Jákup Jacobsen um ta av Dagblaðnum
róstu trælalógina: >Koyrilin hekk yvir
nakka — stongt tað var i búr. . .«
inum. Eitt annað demi er hetta heilt
merkiliga, at umboðsmaður Fólka-
floksins á danska fólkatinginum hevur
givið seg upp til tann politiska flokkin
í Danmark, sum — seguliga — eina-
mest hevur sett fetur í spenni í fer-
oyskum tjóðskaparligum stríði. Triðja
demið er Dagblaðsins broytta steða til
Forordning af 21. Maj 1777.
Nú hómast eitt mynstur. Dagblaðið
hevur róð andróður ímóti tíðini og
hennara frælsishugsjónum, aftur um
tjóðskaparhugsjónina, aftur um fólka-
ræðishugtakið, aftur um sjálva liber-
alismuna (eitt hugtak, sum eisini
hevur fostrað Sambandsflokkin) —
líka aftur í kolonitíðina. Tá saman um
kemur hevur eingin hástórur danskur
embætismaður nakrantíð speirikið før-
oyingar og feroyskt mentunararbeiði
so forhánisliga sum Dagblaðið hevur
gjert tey seinastu tíggju árini. Feroy-
ingar, sum í álvara og við hegni hava
givið okkum eina mentunarliga kjøl-
festu, verða skýrdir falsarar og speku-
lantar. Føroyingar, sum gera sær sjålv-
steðugar hugsanir um politiskar
spurningar, verða í Dagblaðnum róptir
njósnarar og rekavætti. Er tað ikki
púra í tráð við henda hugsunarhátt, at
blaðstjórin á Dagblaðnum vitjar lond,
har liberalisman ikki er til, har øll
mannarættindi eru avsegd, og har van-
lig borgarlig rættindi verða vird sum
rusk? Og er tað ikki púra í tráð við
henda hugsunarhátt, at Dagblaðið
kennir samhuga við teimum, sum fyri
210 árum síðani trælubundu feroy-
ingin, læstu sjógvin fyri eygunum á
honum, gjerdu tað til eitt brotsverk at
eiga børn og settu stongsul millum
—
Rasmus á Háskúlanum um Trælalóg-
ina: Hin fátæki, tann sterra múgvan,
hevði mist tey
mannarættindi.
mest sjálvfylgiligu
bygdir og hevuðsstað og millum
oyggjarnar og útheimin?
Stranga kongavald
TAÐ ER SO langt ífrá, at undirritaði
er tann einasti, sum hevur ansað eftir
teimum politisku og hugmyndafrødi-
ligu broytingum, sum hava skapt eitt
nýtt flokspolitiskt mynstur í Feroyum
og eitt nú elvt til, at Sambandsflokk-
urin í dag stendur sum ein meira sosi-
alur, meira frílyntur og meira fram-
burðarhugaður flokkur enn Fólka-
flokkurin. Mong hava ansað eftir hes-
um. Og ein og hver, sum hevur havt
eyguni við sær, hevur sæð, at hesar
broytingar longu nú hava ávirkað sam-
gongusamansetingarnar. Tað er ikki
mítt endamál at greiða frá hesum.
Kortini skal tað nevnast, at spell hevði
verið, um tann frílynti parturin av
Fólkaflokkinum fór fyri mutur og
skutur, rendur um koll av bólkum, sum
ikki virða fólkaræði, mannarættindi og
føroyska mentan.
Tað tíðarskeið, sum nomið er við í
hesi grein, er eisini lýst í feroyskum
skaldskapi. Jakob Jakobsen, tann
frægi vísindamaðurin og stóri feði-
landsvinurin, hevur yrkt eina yrking,
hann kallar Stranga kongavald á sinni.
Um hesa tíðina, tá bátsband, eina-
handil, hjúnarlagsforboð og mong onn-
ur mannminkandi fjøtur ovklyvjaðu
føroyingin, tekur Jákup doktari m. a.
soleiðis til:
Hvat ið undir fremmand harrum
fólkið seinni leið,
undir ísspeglum og narrum,
tað fortelist ei.
Koyrilin hekk yvir nakka,
stongt tað var í búr,
undir fótum var tað traðkað
rætt sum kríatúr.
Tað er mín vón, at henda vesæla-
tíðin, sum Jákup doktari lýsir so ram-
liga, ein tíð so depur, at tú skalt heilt
til Suðurafrika ella Chile fyri at finna
hennara líka í dag, ongantíð fer at
renna uppaftur í Feroyum. Skuldi hon
sníkt seg inn í okkara tíð, so gævi hon
ongantíð kemur longur enn til at ana
sum ein rangverg lognbrá á teimum
skýmligu hugahválvunum á blaðstjór-
anum á Traðarvegi og harkaliði hans-
ara.
Hanus Andreassen