Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-01-31, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 31. januar 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fólkaræði TANN FORVITNI LESARIN, sum kanska er ov ungur til at hava fylgt við hesi seinastu árini ella hevur verið burturstaddur, spyr nú kanska: Hvussu við tí demokratisku stýris- skipan, sum okkara lítla land er stýrt eftir, hesum, at vit ikki hava eitt kongademi í Feroyum, heldur ikki einaræði, men at vit — lutvíst í hvussu so er — øll eru við til at seta landsins kós, á tann hátt at vit velja eitt logting til at umboða ynski okkara? Lat okkum kanna eftir. Líka síðan vit fingu eitt skipað politiskt lív í Feroy- um, hevur — mær vitandi — full semja verið um fólkaræðisspurningin, allir politiskir flokkar hava tikið undir við fólkaræðinum, eingin flokkur hevur t.d. viljað havt eina skipan við skerd- um ella ongum borgarligum rættind- um. Hetta demokratiska sjónarmiðið valdar eisini í ellum Nordurlondum Men tað valdar ikki í ellum heiminum Í mongum londum eystan fyri jarn- tjaldið er fólkaræðið niðurtraðkað. I stórum pertum av Suður- og Millum- amerika valdar totalitert myrkur. Teir demokratisku skáarnir eru fáir, ridl- andi og lívveikir. Tað var í sambandi við eitt av lond- unum á suðurhálvuni á Amerika, at Dagblaðsins steða til fólkaræðið fekk nýtt innihald. Chile hevði í mong ár notið ágóðan av demokratiskum viður- skiftum, ikki minst undir javnaðar- stjórnini hjá Salvador Allende, sum, stuðlað av radikalum og kristiligum demokratum, hevði skapt stóran fram- burð í landinum. Í september 1973 fingu fólkaræðið og framburðurin ein bráðan enda. Eitt fascistiskt hernaðar- harkalið framdi, hjálpt av Heimsbank- anum, amerikonsku stjórnini og ameri- konsku loynitæanstuni CIA, stats- kvett, myrdi forsetan og setti eitt diktatur á stovn. Hetta kom at vera eitt av heimsins blóðugastu diktat- urum. Frílyntir chilenarar, borgarligir sum javnaðarfólk, vórðu jagstraðir, ell borgararættindi avtikin, fólk í tús- undatali fongslað, dripin og pínd. Einaræðið í Chile kann samanberast við nazistiska einaræðið (1933-45). på : Á g rå — Lg P ' % Í Ý Ogloymandi var lagnan, sum chilenski yrkjarin og sangarin Victor Jara, hesin chilenski Robert Burns, fekk: Hann stóð og spældi og sang á einum ítrótt- arvelli uttan fyri Santiago, meðan fólk í hundraðatali lógu bakbun“" á vøll- inum. Fyrst komu hermenninir hjá Pinochet og brutu skevningarnar á honum. Tað sigst, at hann kortini helt fram at ugga og seta mót í fólk sítt Men tveir dagar seinni var hann gjegn- umgataður við kúlum og dripin A heysti 1979, seks ár eftir hesa hending, kom Dagblaðsins dómur. Nú * Victor Jara, chilenski yrkjarin og frælsissymbolið. Píndur og skotin av Pin- ochet og hermonnum hansara. Nr. 13 — 31. januar 1987 2. partur hevdu fólk í mong ár vitað um harð- ræðið í Chile, og tað var ellum kunn- ugt, hvussu fólk í tíggjutúsundatali vóru fongslad, myrd og pind. Dagblað- ið skrivaði orðarætt: »Tad mundi vera í tøkum tíma, at marxisturin Allende fekk sekkin, tá Pinochet tók valdið í Chile í 1973«. (Dagblaðið 5. okt. 1979). Eg minnist enn tydiliga, hvussu eg ógvaðist vid, tå eg las hesi ordini. Hó- ast tað tók nakað av tid at hugsa málið igjøgnum, kendi eg á mær, at farið var um eitt mark í Feroya politisku segu. Tað tykist, sum nøkur fólk enn ikki hava skilt, hvat hesi ordini merkja. Eg skal royna at gera tað heilt klárt. Um onkur í 1939, seks ár eftir at nazistiska harðræðið var sett á stovn, skrivaði, at tað »var í tøkum tíma, at týska demo- kratiið fekk sekkin«, so lå í hesum orð- um fullur stuðul til Adolf Hitler, nazismuna og allar gerningar teirra Her eru tvinnir kostir í at velja. Hann, sum er fyri at berja fólkaræðið niður, er samstundis fyri at seta diktatur á stovn. Orðini í Dagblaðnum tann 5 okt. 1979 vístu greitt, at Oli Breck- mann og tann vongur, hann umbodar, ikki virða fólkaræðið sum styris- skipan, tað veri seg hjá stórum ella smáum londum Trælalógin VIT VENDA NU aftur til hjúnar- bandsforboðið, sum var paragraff 8 í Forordning af 21. Mai 1777. Sambært Óla Breckmann var henda lóg eitt gagnligt tiltak, sett í verk av »åbyrgd- arfullum monnum“ og allarhelst »ætl- að teim veikastu í samfelagnum, fæ- loysingum og smærri ognarfólki, til fyrimuns«. (Dagblaðið 5. jan. 1987). Íðan, lat okkum hyggja at lógini. Í henni var fyriskipað, at maður og kvinna ikki sluppu at giftast, uttan so at tey áttu eina hálvmerk ella kundu progva, at tey dugdu eitt lønandi handverk, og í hesum seinna ferinum skuldu tey fyrst hava arbeitt á einum garði í minst fýra ár og fingið gott skoðsmál. Utróður og binding vóru ikki roknað sum »handverk«. Í} stuttum ber til at siga, at við hesi fyri- skipan tók Kanceliið tey mest sjálv- søgdu mannarættindi frá føroyingum. Tvær adrar fyriskipanir gjørdu stød- una nógv verri. Onnur var bátsbandið, sum at kalla læsti hjallin á sjónum fyri eini stórari fjøld av feroyingum. Hitt var ein lóg, sum álegði bøndrunum at dyrka meira korn, so at trýstið á hús- kallar og arbeiðskonur av hesum kom at níva uppaftur harðari. Sum kunnugt er tað ógjerligt við lóg at steðga tí trá, sum eru ellum skapn- ingum í kjøti borin. Feroyingar hildu sjálvsagt fram at fáa bern. Munurin var bara, at við Forordning af 21. Maj 1777 var hetta nú eitt brotsverk, sum tú vart revsaður fyri. Og bernini vóru nú leysingabern, uttan rættindir av nekrum slag! Soleiðis sá henda lógin út, sum sam- bært talsmanni Fólkafloksins var eitt gott tiltak, sett í verk av »åbyrgdar- fullum monnum“, »teimum veik- astu til fyrimuns« Óli Breckmann vil vera við, at at- finningar ímóti lógini eru nakað nýtt, sum »marxistar« hava funnið uppé Hetta er als ikki rætt. Lógin var sett 1 gildi eftir trýsti frá prestum og stór- bendrum í Føroyum og hevði til enda- máls at útvega teimum bíliga og ógifta arbeiðsmegi. Hon var so ómenn- iskjanslig, at sjálvt danska Kancelliið himpraðist við at samtykkja hana. Og tá hon var sett í gildi, góvu feroyingar ilt frá sær. Endin var, at danskir em- bætismenn og prestar sjálvir bóru so í bandi, at lógin var avtikin. Amt- maðurin Pløyen skrivaði tann 7. des- ember 1844 eitt bræv til Kancelliid, har hann greiddi frá teimum ómenn- iskjansligu avleiðingum, lógin hevði Og sama ár skrivaðu seks prestar til Kancelliið og bóðu tað so miriliga um at avtaka lógina (sí Andreas J. Ziska: Tórshavn, lív og vekstrur, s. 67-69). Millum segumenn, sum seinni hava kannað hesa tíðina, er semja um, at Forordning af 21. Maj, paragraff 8 var tåpulig, ómoralsk og at hon gjerdi sitt til, at liberalisman kom so seint i Før- oyum. Jørgen Steining upplysir, at lógin var samtykt »under mærkelige påskud« og »trods Kancelliets mod: stand«. FÆRØERNE, 191-192. Sam- bært John West var lógin »en utálelig byrde«, sum, saman við eðrum aftur- haldsfyriskipanum, »hindrede fisker- lets vækst«. (John West: Færøerne, s 56) Uppaftur harðari er démurin, fer- |