Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 1987síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíði ndablaðið Bokassa í handjernum »Eg eri ikki nakað halgi- menni,< segði Jean-Bedel Bokassa í rættinum í Mið- Afriku lýðveldinum sein- astu viku. Hesi orð, sum komu frá tí blóðtysta fyrr- verandi keisaranum, kundu landsmenn hans- > ; Úr Utheimi Edvard Jonsson skrivar ara uttan iva tikið undir ivð. Aðrenn tað 14 ára langa ræðið hjá Bokassa endaði við kollvelting 1979, hevði hann flutt fleiri milliónir dollarar úr statskassanum á privata bankarokning í Sveits, luttikið persónliga í hóp- drápi á skúlabernum, sum ikki vildu koma í eyðkenn- isbúnum til skúlan, blak- að mótsteðumenn sínar fyri krokodillur og sjálvur etið nakrar av teimum. Likamsleivdir funnust í frystiboksini hjá honum, aftaná at hann var flýddur til Fraklands 1979, har hann fekk friðskjól. Í Fraklandi búði kannibal- urin í einum hábærsligum slotti saman við nekrum av teimum 55 bernunum, Bokassa í keisarahasætinum 197 hann átti við konum sir um Settur í arrest Bokassa avgjerdi at fara aftur til Bangui, hevuðs býlingin í Mið-Afrikulýð- veldinum, tí hann segði seg ikki kunna liva av fronsku herpensiónini uppá 7000 kr. ummánað- in. Hann væntaði at fólk fór at heilsa honum sum hetju og hevði við sær tey keisaraligu uniformini við ellum medaljunum, hann gav sær sjálvum í keisara- tíð síni. Tá hann kom til Bangui var hann beinan- vegin tikin og settur í varðhald sum ein annar brotsmaður, og stevndur fyri herrætt. Tá hann kom fyri her- rættin fystu ferð harmað- ist hann um at medaljur- nar vórðu tiknar frá hon- um. >Tit kunnu dema meg til deyða,< segði hann upprerdur við dómarar- nar, »men tit hava ong amakt at gera meg til van- ligan soldat. Eg havi altíð verið trúgvur hermaður hjá Charles de Gaulle og altíð gjørt mina skyldu.. Nr. 14 — 3. februar 1987 k Eitt kostnaðarsamt »vego-trip« Rædid hjå Bokassa var frå byrjan av eitt »ego-trip« burturav. Mið-Afrikulýð- veldið er eitt fátækasta og niðurundirkomna land í heiminum, mest við per capita innteku uppá 2000 kr. um árið. Korruptión var og er enn ógvuliga vanlig, og mett verður at helvtin av diamantunum, ið er hovuðsútflutningurin í Mið-Afrikulýveldinum, verður smuglaður úr landinum. Bokassa nýtti 250 mió. kr., triðingin av ársfíggjarlógini, til at krýna sjálvan seg keisara við Napoleon Bonaparte sum fyrimynd. Alt varð innflutt úr Fraklandi, hestar, matur, blómur, postalín og ein gullkróna við diamontum, ið kostaði næstan 30 mió. kr. Hásæt- ið hjá Bokassa avmyndaði ern og var gjert úr 18 kar- at gulli, við satinsessi. Tær nógvu beistagerðir- nar, Bokassa gjørdi seg sekan i, minna ikki sørt um Idi Amin, ein annan afrikanskan leiðara, ið nú livir í ellum góðum í Saudi-Arabia saman við konu og børnum Diamantar til d'Estaing Bokassa var altíð góður við Frakland og teir fronsku leiðararnar og gav m.a. fyrrv. forsetan- um Valéry Giscard d'Est- ang diamantar. Hóast henda loyalitet mótvegis kolonimaktini, hjálptu fransar at kollvelta Bok- assa í 1979, meðan keisar- in var í Libiu á vitjan hjá Ghadaffi. Bokassa hevur greitt rættinum í Bangui frå, at hann bert vil liva í friði, og at hann ongar politiskar ambitiónir hevur. Rættur- in fer uttan iva at døma hann sekan, men stjórnar- keldur í Bangui siga, at deyðadómur hansara meguliga verður broyttur til lívtíðarfongsul. etj.- UU