Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 1987síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 14 — 3. februar 1987 7 Kreppan í farmaskipaflotanum: — Fleiri av skipunum, sum eru í trupul- leikum, eru millum tey bestu sum finnast. Verður latið sum einki nú og hesi nútím- ans skip fara undir hamaran, so hvørva hesi skip ur føroysku skipaskrånni vid 10- 20 milliónum kr. í lastini og neyvan koma slík aftur í bræði. Vi eiga ikki góðvilliga at sleppa hesum nýmótans fjarfarmaflota av hondum, skrivar Jorgen Thomsen, næstformaður Javnaðarfloksins í greinini. Nú um dagarnar stóð rættiliga rúgvismikil grein í Dagblaðnum við yvirskriftini »Ju víst má farmaflotin bjargast«. Utan at kaga eftir undir- skriftini gerst tú straks varugur vid, hver, ið skrivað hevur. Eitt sera kent skrivingarlag, um vinstrahallar, sum síggja sær vinning av vánaligu steðuni hja farmaskipun- um og so framvegis. Burt- ursæð frá tí ganmla einki- sigandi jabbinum í grein- ini, so verður víst á nekur sjónarmið, sum eg eri samdur við greinskriv- aran um. Vit eiga ikki góðvilluga at sleppa hesum nýmót- ans fjarfarmaflota av hondum. Spurningurin er bara, hvussuleiðis kann ein sovorðin kreppa loys- ast á skynsamasta hátt, og tað áðrenn 11. februar í ár, tá tá verða onkur av teimum bestu skipunum seld á tvingsilsselu. Um miðan desember mánað vendu fleiri skipa- feløg sær til landsstýrið við áheitan um at finna út- vegir fyri, at skipini kunnu varðveitast undir føroyska flagginum. Sjålvir hava teir vist å, og tikið stig til, at stovnað hesi verður eitt móðurfelag vid almennari lutteku. Teir vísa eisini á, at eitt sameint skipafelag vildi uttan iva koyrt nógv meira »rationelt$ og »eff- ektivt«. Í hesum sambandi er vert at nevna, at tað verð- ur hildið, at føroysk skip gjalda ímillum 10 og 15 milliónir kr. um árið til danskan meklara, sum síðan fara víðari til aðrar meklarar eitt nú í London. Hildið verður tí, at her er meguleiki fyri at spara pening. Eisini er sagt, at um vit hyggja uttan um okkum, so síggja vit, at nærum allir hava kastað saman í sterri eindir, júst fyri at dríva virkini meiri rationelt. Nógvir feroyingar hava sæð langfara-farmaflotan, sum eitt alternativ til fiskivinnuna, og eg hugsi, at allir flokkar á tingi hava dúgliga víst á henda møguleika — í øllu føri hevur javnadarflokkurin gjørt tåa, og hevur tað við í síni virkisskrá. Mangan er víst á, at feroyingar, Javnaðarflokkurin ynskir eina brúkiliga loysn sum er eitt siglandi fólk, náttúrliga skuldu havt sín egna langfarafarmaflota. Sjálvandi kunnu vit tjakast um, antin útbygg- ingin hevur verið rett ella ikki, emn eftir teimum upplysingum, sum fyri- liggja, so eru flestu av hes- um skipum ímillum ty bestu, sum finnast. Hóast at stersti part- urin av hesi útbygging er farin fram og sterstu veð- haldini givin av undan- farna landsstýri, so hverki kann ella vil javnaðar- flokkurin snúgva sær undan ábyrgdini av hes- um skipum, men heldur leggja allar arar út fyri at finna eina brúkiliga loysn á hesum trupulleikum, tí vit ásanna, at vinnulívið er lívsæðrin í samfel- agnum. Steðan er í stuttum hon, at um latið verður sum einki og hesi nýmótans skip fara undir hamaran, so hverva hesi skip úr fer- oysku skipaskránni, og við 10—20 milliónum kr. í lastini, og neyvan koma slík aftur í bræði. Jergen Thomsen, legtingsmaður skrivar Tað er í ellum feri eingin loysn, fyrst at missa ell hesi skip, og síðan at gjalda stóra peninganegd afturat. Javnaðarflokkurin = er ikki úti eftir at stovnað verður nakað landsreiðarí, soleiðis sum greinskriv- arin í Dagblaðnum roynir at spinna burtur úr hesi steðu. Heldur ikki, at landskassin skal ábyrgj- ast meir enn hægst neyð- ugt. Tað er eisini ein altav- gerandi spurningur í hes- um máli, um hesi skip hava meguleika at kapp- ast á altjóða marknað- inum í framtíðini. Tað er ikki óvanligt, at partafelog verða stovnað lutteku, men tá eigur og skal al- menna ávirkanin vera har- við almennari eftir. Til seinast verður spurn- ingurin; Finst ein loysn, sum skipafelegini og landsstýrissamgongan kunnu góðtaka. Hetta vilja dagar sýna. komandi Jergen Thomsen ff — ——. var kærustovnur, og sum so var lógarbundið at við- gera klaguna sakliga og grundliga. Mótsteðufólkið ferdi á fundinum fram nógv týdningarmikil sjónarmið ímóti ætlaðu brennistað- arbyggingini. Men hesin sami landsstýrismaðurin, sum sat norðuri í Leirvík, og tá so gjarna vildi hoyra fólksins sjónarmið, sat nú Úti á Tinganesi og var tann einasti av landsstýr- ismonnunum, ið als ikki vildi lurta. Hann hoyrdi tey ikki, men sópaði alt av borðinum. Tað var sum um mótstovufólkið ikki var í stovu saman við hon- um, verður sagt Var tað tí, hann ikki var førur fyri at verja seg ímóti ella svara uppá nak- að av hesum? Hvat var hansara demokratiska og kristiliga sinnalag? Tað, sum er eyðkenni fyri eitt demokrati og fyri ein demokratiskan holdn- ing, er, at mótparturin lurtar eftir sjónarmiðun- um og vil diskutera tey. Men soleiðis var ikki, tá mótparturin var lands- stýrismaðurin í komm- unumnálum. Hesir borg- arar fingu ikki hesar semdir, sum tað annars semir seg í einum samfel- ag, ið kallar seg demokrat- iskt. Hetta var tann synd- arligi veruleikin. Og tann líka so syndar- liga niðursteðan av júst hesum er, at tann demo- kratiski holdningurin og kristiligheitin hjá umtal- aða landsstýrismanni eru læntar fjaðrar, ið ikki rokka longur, enn hann sjálvur finnur fyri gott. Hetta var so sanniliga atburður, sum kann kriti- serast, og ikki er ov nógv sagt, at skammiligt er, at slíkur maður, ið vísir landsins borgarum so lítla virðing, kann verða vald- ur inn í landsins hægstu fyrisiting. Ein má vóna, at veljararnir runt um í land- inum til næsta val fara at geva hesum manni og eis- ini hansara politiska bakki norðuri á Eiði, nevniliga ellisheimsleiðar- anum, ta len teir sum pol- itikarar hava uppiborið, nevniliga stoyta teir út í tað politiska myrkur, har teir hoyra heima. Hesin politiski bakkur norðuri á Eiði hevur roynst sannur orðloysingur. Hann hev- ur fyrr um brennisteðina lovað, at um mótsteðan í Leirvík bleiv stór — meir enn helvtin — so skuldi hann steðga brennisteð- ini, um neyðugt við sam- gongusliti. Hetta hevur hann ikki gjørt. Annars má ein spyrja, hví tað er so vorðið hjá okkum nú. Góð siðvenjing og rættvísi hevur annars fyrr verið sett í hásæti í hesum landinum. Men so er ikki nú, hetta sæst á øll- um bregdum. Gyldugar undirskriftir Sítt sanna ódemokratiska andlit vísti landsstýris- maðurin eisini, tá talan á áðurnevnda fundi av hansara ávum kom inn á sjálvar umndirskriftirnar, sigur heimildarmaður mín. Í staðin fyri at tala um sakina ferdi hann fram, at ein stórur partur av undirskriftunum vóru falskar og ógyldugar. Sambart landsstýris- mannin undirskrivaðar av fólkum, ið ikki vóru borg- arar í Leirvík. Men hví segði hann hetta? Kundi hann prógva tað? Nei. Tá hann varð biðin um at prógva sín hepisleysa og grova pá- stand kundi hann sjálv- andi ikki gera tað, men al- líkavæl helt hann fast um pástandin. Grundarlagið undir inn- savnan av undirskriftum í Leirvík var manntalslisti frá Landsfólkayvirlitinum við ellum borgarum í bygdini, ið vóru 18 ár ella meira pr. 13. novembur 1986. Hetta varð gjert landsstýrismanninum kunnugt, men hann helt tó framvegis fast við sín grova pástand, um at stór- ur partur av undirskrift- unum vóru ógyldugar. Hví fór hann ikki sjálvur í Landsfólkayvirlitið og kannaði eftir, sum Leir- víkingar bóðu hann um at gera. Í sannheit ein for- herðað framferð. Men hvat mundi búgva aftan fyri hendan undar- liga atburð? Sannleikin man helst vera tann, at landsstýrismaðurin uppá hendan mátan royndi at skúgva ábyrgdina frá sær. Ein undanfersla. Eins og tá Pilatus vaskaði hendur á sinni, og segði: Eg havi onga skyld í hesum. Henda sak viðkemur ikki mær. Um undirskriftirna rveruliga vóru ógyldugar, so vóru tær honum eisini óviðkomandi, honum nýttist ikki at taka >hen- syn« til tær. Slik framferð er at Framhald á síðu 17