Sosialurinarkiv
Sosialurin 1987-02-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. februar 1987síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Dålkingin enn einaferð! „FYRI fjøldina av fólki er dålkingin ikki so sjónlig. men fyri náttúruna er dálking eins vandamikil og lúrandi sótt, sum krabba- vekstur fyri mannakroppin«. SO BEINRAKIN í orðum var frægi nátt- úruvinurin og náttúru- og djóragranskarin Jørgen Olsen, sáli, tå hann eina av mong- um ferðum treiv í pnnin og umreddi eitt evni, sum vit í dag eru farin at geva størri ans. DÁLKINGIN av okkara náttúruumhvervi er als ikki nakað nýtt tjakevni, hóast vit nú dagliga oftari enn vant hoyra og lesa um hetta í fjølmidlunum. Fyri skjótt nógv- um árum síðani gjørdi Jørgen Olsen vart við ta hóttandi dálkingina. Hann hevði hverki rannsóknarskip, nútímans amboð og útgerð til taks, tá hann kannaði og varnaðist hesa dálking. Hann hevði bert seg sjálvan — sítt forvitni, síni framúr evni at innliva seg í náttúruna og sítt stóra hugflog. So stórur var ansur hans- ara fyri føroysku náttúruni, at hann sum ein tann fyrsti veruliga kundi síggja hótt- anina frá dálkingini. Í ÁHUGAVERDU greinum sínum >Tongul í brimi«, »Vaskimaskinan« og »Havsins bøndur« royndi Jørgen Olsen at fåa føroyingar at rakna vid. Fåur mundu lurta eftir honum tå. Tad er ikki fyrr enn hesi seinastu try årini, at vit eru farin at visa umhvørvinum og dålkingini ans og so legið tað ljóðar, — skundað undir av vinnuligum áhugamálum í alivinnuni heldur enn av alski okkara til náttúruna og óttanum fyri, at dálkingin skal oyða alt lív í sjónum. NÚ — nógv ár aftaná umrøddu eygleið- ingar og skriving — hava okkara serfrød- ingar við nútímans útgerð og tólum funnið fram til, at eitt nú Skålafjørdurin er nógv dálkaður, og at vandi eisini er á ferð á ødrum firðum og sundum. Men heldur ikki hetta er nakað nýtt. Sami Jergen Olsen hevur í einum av greinum sínum gjørt vart við júst vandan fyri dálking á Skálafirði. Hann skrivaði m.a., at av tí at vanlig flóð og fjøra ikki er á Skålafjørd- inum, gerst hesin fjørður tann mest við- kvæmi av øllum í Føroym. Og síðani sigur hann, at firðirnir eru fiskastovnanna barnagarðar. Verða teir dálkaðir, so tær milliónirnar av murti, sum halda til á hverjum firði, doyggja av dålking, tá fara bæði upsa-, toska-, longu- og hýsustovnar og aðrir við at oyðast, og tá verður einki hjá nøkrum flakavirki ella í dnaðarvirki at arbeiða við. Soleiðis skrivaði Jørgen Ol- sen á sinni. TAÐ. Jergen hugsaði um og sá, var dálk- ing frá húsarhaldum og virkjum. Nú er so komin aftrat dálkingin frá alivinnuni. Hetta skuldi gjørt støðuna so mikið verri. Tað er lítið at ivast í, at alivinnan dálkar, men tað er skeivt at lata eyguni aftur fyri dálkingini frá virkjum og húsarhaldum. Henda dálkingin er í stóran mun kemisk og slík er vandamikil fyri eitthvert um- hvervi. Í hvussu nógv ár hava ikki virki og húsarhald uttan nakað slag av reinsing stoytt út á firðir og sund slík kemisk evni! Útgevari: Ábyrgdarblaðstjóri: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: ljósmyndari: Uppseting: Prent: P/f Pressan 1981 oddagrein JORGEN OLSEN metti hesa dálkingina sera vandamikla og segði, at tað sýntist sum um at eitt ósjónligt altoyðandi eitur skyggj er við at breiða seg eftir botninum longur og longur út á firðirnar. Tær flót- andi algurnar, botngrødin og so teir liv verjandi tonglaskógirnir sum dag og nátt framleiða eina rúgvu av bakteriudrepandi og livsneydugum evnum, eru i dag við at kódna í allari ilskuni. Og hvat er so tað, sum framleiðir, mennir og spjaðir hetta oyðandi eiturskýggið spyr hann og svar ar, at tað eru tey mongu eitrandi evnini, ið renna í fjørdin. Dastið frá hesum eitri kemur frá vaskimaskinum, kloakkum og ídnaðarvirkjum, sum árliga goysa stórar negdir til sjós. VIT kunnu nú spyrja, hvat er gjørt fyri bæði at kanna hesa dálking og steðga henni? Lítið og einki! Nú vóru tað so vinnuligu áhugamálini í alivinnuni, sum gjørdu, at landsins myndugleikar skund- aðu undir kanningarnar, helst við vón um, at dálkingin var so lítil, at teir kundu geva fleiri loyvi til aling. Vit kunnu so bert fegn- ast um, at júst hesar kanningar hava levt til eitt átrokandi tjak um dálkingina og umhvervið. MEN Hvat gera so okkara politikarar! Tosað verður um umhvervislógir, um lóg- ir í samband við fiskaaling osfr. Enn hava vit so ikki sæð nakað itøkiligt til lógir, ið skulu steðga og forða fyri dálking. Og hvat hava so virki og einstaklingar gjørt fyri at steðga dálkingini? Lítið og einki! Okkurt virki hevur fingið reinsiútgerð, men hvat munar hetta, tá vit vita, hvussu nógvar kjallarafyritøkurnar eru í tí nútím- ans fiskiídnaðinum, sum eru spjaddar kring alt landið osfr.? VIT fara her enn einaferð at sóknast eftir légum, sum skulu tryggja okkum sjålvum og komandi ættarliðum eina reina og ódálkaða náttúru og sum framhaldandi gevur okkum grundarlag fyri vinnumegu- leikum á sjógvi sum á landi. HERFYRI var áhugaverdur filmur í sjón- varpinum um lívið á havbotninum framvið amerikonsku vesturstrondini. Niður- stødan var tann, at fær vistfrødiliga skip- anin ikki frið, so fær hetta álvarsligar av- leiðingar fyri alt livandi. ÁHEITAN okkara á føroyskar politikarar, stovnsleiðarar 0.0. er at skunda undir kanningar av dálkingini av okkara firðum. Kanningarúrslitini eiga vit so at brúka til at fyribyrgja, at henda dálkingin sleppur at halda fra. Kosta hvat tað kosta vii. Vís- ið okkara egnu serfrødingum g gransk- arum álit og latið teimum upp í hendi upp- gávuna at kanna dálkingina. Tann tíð, tá føroyskir myndugleikar ikki litu okkara egnu fólkum nakað til og heldur fóru til Danmarkar at fáa danir at koma til Føroya at gera kanningar ol. er ein farin tíð. HETTA landsstýrið hevur higartil víst seg at hava álit á okkara egna fólki við at lata teimum týdningarmiklar uppgávur so sum kanning av dálkingini upp í hendi. jamø Nr. 14 — 3. februar 1987 Sandoyggin í fokus! Er adressan ikki skeiv? Ein undraðist ikki sert les- andi lesarabræv í hverjari avís frá einum ungum finningsmanni, búsitandi á Sandi og limur í Sands bygdarráð. Ikki tí, tað er í lagi at koyra undir teir fólka- valdu, bæði landsstýri og legtingsmenn, tó í hesum føri er adressan heilt skeiv, tí landsstýrið hevur við undantaki av sokall- aðu stóru havnaætlanini avgreitt ell hasi málini og fleiri aftrat, Sandoyar val- demi at frama. Sandoyar ellis- og rekt- arheim er avgreitt og pen- ingur áttaður av lands- stýrinum. Málið liggur hjá kommununum. Heilsumiðsteðin á Sandi skal útbyggjast, og málið er avgreitt av landsstýr- inum, og peningur játt- aður, emn er strandað hjá kommununum. Skopunar hav er av- gr3idd av landsstýrinum, peningur játtaður av løg- tinginum, og máliðn ú í hondunum á bygdarráð- num og verkfreðingunum. Er í gongd. Ferjulegan á Streym- oyarlandinum er avgreidd av landsstýrinum, nú í hondunum á teknisku um- sitingini hjá landsverk- froðinginum og við at fara í gongd. Peningur er tekur at arbeiða fyri. Sands hav hevur fingið játtan, sum ikki er upp- brúkt enn, men tað, sum er útbygt, er farið av hesi játtan, hevur ikki verið til tað betra enn, og tað er ikki landsstýrisins skuld. Hetta landsstýrið hevur gingið Sandoynni á meti við fleiri øårum málum eis- ini, nevnast kann flaka- virkið í Skopun, sum nú fær meguleika fyri at verða endurnýggjað Loyvi er fingið til tveir stórar trolarar til dal- bingar. Loyvi er eisini fingið til sandingar til skip í staðin fyri Poll. Annað kundi verið nevnt eisini. Men einasta mál, sum enn ikki hevur fingið væl- vild landsstyrisins og løg- tingsins, tad er Skålavikar havn. Vit skálvíkingar krevja nú eina havn, og tí taka vit undir við bræv- skrivaranum, at havna- ætlanin má koma sum skjótast, tað hevur lands- stýrið eisini lovað. Sum sagt átti tann nevnda áheitanin fyri størsta partin at verið vend til fólkavladu um- boðini í kommununum í Sandoynni, hvar bræv- skrivarin er ein limur. Tí má ein undrast; er tað vánaliga samvitskan hjá hevundanum, ella er tað fyri at fáa egnan persón í fokus, at landsstýrið og legtingsumboðini vera ólopin? Tí vil lesarabræv- skrivarahevundurin fremja tey av honum nevndu mál, so er at bróta upp um armar og fara til verka. Og til lesarabrævskriv- aran í Dimmalætting: tað er eingin skomm at veiða havhest, líka lítið sum at rekta seyðin. At nekta og lívga um misnegdina er lætt, men sjálvur at fremja verkið, tað er ikki so lætt. Ein, sum stórt sæð er negdur við sitandi landsstýri VELJARI Lyftini kunnu svíkja Landsstýrismaðurin í kommunalum málum hevur hildið leirvík- ingar fyri tað turra spott. Hesin hegi harri lovaði herfyrk bygdafólkinum í Leirvík í 1985, tá brenni- steðin av fyrstan tíð var á lofti, at ruskmálið skuldi loysast á ein so skynsam- an og skilagóðan hátt, sum tað uppá nakran máta kundi lata seg gera. Um hetta mundið vóru lyftini bæði nógv og ljósa- reyð, og landsstýrismað- urin stillaði seg fram sum sannan fólksins tænara. Hann vildi so gjarna hoyra fólksins sjónarmið. Tað var Leirvíkingar, hanbn vildi spyrja til ráðs. „Hvat siga tit til hetta her?» »Hvar standa tit?« »Vit eru komnir her til Leirvikar i kvøld at spyrja tykkum til råds, um tit vilja hava brennistødina ella ikki?« Soleidis ljóðaði tað forførandi frå lands- styrismanninum tå. Um øll tey hálvu og heilu lyfti frá landsstýris- manninum um vegir, havn og tunnlar í sambandi við brennisteðina hava aðrir skrivað í blødunum fyrr. Hamskifti Nú brennistaðarmálið er komið longri áleiðis, er vent í holuni. Tað sær út sum um landsstýrismað- urin hevur gloymt alt, hann hevur lovað, og hann leggur tað deyva oyra til alt, sum verður sagt av tí vanliga skattgjaldaranum í bygdinum. Sjálvt kravið frá 240 bygdafólkum um at flyta brennisteðina frá ti óhepna ekinum ætlanin er at byggja hana á, virdi hann eins lítið og stevið undir egnum iljum. Krav- ið bleiv sópað av borðin- um. Í heila tikið hevur lands- stýrismaðurin hesa sein- astu tíðina fert seg fram við jarnhæli. Sum ódemo- kratiskur og ikki minst ómenniskjansligur politik- ari. Tað eru nógv demi um hetta. Men Landsstýrið hevur sjálvsagt hevuðsábyrgd- ina fyri hesum. Hetta Landsstýrið, sum vil boy- kotta Suðurafrika fyri tess manglandi demo- krati. Hvat við at sópa fyri egnum durum? Og Landsstýrið mótmælir í Skotlandi, at eitt kjarn- orkuverk verður bygt har. Vænta teir at vinna nakr- ar semdir har, hesir somu menn, sum í líka so álvars- ligum málum í egnum landi ikki vilja lurta eftir egnum borgarum, tá ið hesir leggja fram kæru sína? Er ikki dupultmoral- ur í hesum? Fundurin í Landsstýrinum Tá ið nakrir Leirvíkingar vóru á fundi í Landsstýr- inum seinnapartin í des- embur síðsta ár (1986), vóru teir alt annað enn væl móttiknir av Lands- stýrismanninum. Spurningarnir, ið hesir menn av fólkinum nú fingu vóru: „Hvat vilja tit her?« og „Hvat klaga tit um?« Nú vildi landsstýris- maðurin ikki kennast við fólkið meira. Viljin og hugurin til at lurta eftir fólkinum var burtur, full- komiliga horvin. Mundi landsstýrismað- urin ikki kenna klaguna úr Leirvík? Hon var annars væl grundað, og hevði uppiborið eina sakliga við- gerð í Landsstýrinum, ið AR AT rr 3 ———